leygardagur 8. mars 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
Hví er tað, at mann fær høvuð-
pínu av at keypa andlitskrem?
Ja, tað fekk eg, seinasta
leygardag klokkan tvey.
Svarið finst í tí, at eg royndi at
keypa eitt krem, sum ikki hevði
hormonskaðilig evni í sær. Orðið
"methylparaben" var dagsins
illbøn.
Eftir ein hálvan tíma eydnaðist
tað mær at finna eina krukku frá
fyritøkuni Dr. Schiller, sum sá út
til ikki at hava skaðilig evni í. Tá
vóru millum onnur Garnier,
BodyShop og Matas vrakað.
Og tá eg aftaná tosaði við vin-
konu mína, sum hevði sagt mær
um hetta evnið "methylparaben",
sum eg skuldi lata vera við at
keypa - so vísti tað seg, at hon
meinti BUtylparaben - ikki
MEthylparaben. (Ja, hvussu býtt
kann man vera, ha.. ikki at kenna
mun á butylparabeni og
methylparabeni?)
Tá varnaðist eg høvuðpínuna.
Sum ivaleyst kom av at lesa so
nógvar smáttskrivaðar vørulýs-
ingar.
Og bleiv ill. Óð inn á kemisk-
politiska hugburðin, at "brúkarin
skal hava ein kjans at velja aðrar
vørur enn tær umhvørvis- og
heilsuskaðiligu".
Hví skal EG ganga sum ein
annar verkfrøðingur og leita eftir
eiturevnum? Eg áni ikki hvat
paraben er gott fyri. Eg kenni
ongan sum sigur, "eg keypi altíð
krem við parabenum í, tí tað
dámar mær betur" . Ongin velur
hormonskaðilig evni við vilja.
Vit vita bara ikki, hvat av øllum
hesum glyceryl-, stearat-,
propylen-svansinum er vanda-
mikið ella vandaleyst. Hevði tað
so av illum itið "hormonskaða-yl
paraben". So hevði mann havt
ein kjans.
Men tey, sum framleiða alt
hetta evnafrøðiliga, tey hava
verið snild. Lat brúkaran um at
avgera, hvat hann vil keypa - og
lat okkum fáa frið at framleiða
og marknaðarføra sum vit altíð
hava gjørt. Og so gera politikar-
arnir tað. (NEI - eg tosi ikki um
teir føroysku! Hví skuldu teir
viðgjørt nakað so ótunnilsligt
sum andlitskrem? Eg tosi sjálv-
andi um teir í Danmark og ES og
har um leiðir). Og tá vit brúkarar
so fara til handils, so kunnu vit
skriva okkum ein innkeypslista
við notum, okkurt soleiðis:.
Súrepli - donsk, hava minni
innihald av eitrandi haldevni
Gummistivlar til lítla - uttan
phtalatir
Tannkrem - uttan
umhvørvisskaðiligt triclosan
Toskafløk - endiliga ikki úr
Eystursjónum
Tí vit skulu jú sjálvi velja. Brúk-
arin hevur maktina, verður sagt.
Um nóg nógv okkara krevja og
keypa eiturleysar vørur, so
hvørva tær við eitri í. Men veru-
leikin er, at vit hava hvørki vitan
ella møguleika at velja. Henda
dagin ætlaði eg umframt kremið
at keypa ein varrablýant. Hvar er
pláss fyri eini vørulýsing á ein-
um varrablýanti?? Eg kundi
sjálvandi farið til diskin og for-
langað at vita, hvussu stóð til við
hormonskaðiligu evnunum í
blýantinum.
Men eg havi jú als ikki hug at
velja varralit eftir prosentinni-
haldinum av evnafrøðiligum
vandamálum. Eg vil sleppa at
velja eftir liti!
Las eina samrøðu í blaðnum
hjá Keypssamtøkuni, Samvirke.
Har segði ein maður, at sviar
ætla, at brúkarin eisini skal loysa
trupulleikan av niðurpíndum
fiskastovnum í Eystursjónum. Tá
fiskurin kemur í handilin, skal
hann merkjast, so fólk kunnu
lata vera at keypa hann - ja, um
tey halda tað hevur nakað at
siga, at fiskastovnurin er hóttur.
Brúkaramakt, ikki so?
Í hesi greinini var spurt - hví
skulu vit ein og ein taka støðu til
alt hetta? Vit kundu eins væl
tikið eina støðu saman.
Eg eri samd við hesum mann-
inum. Vit taka jú støðu saman, tá
spurningurin er, um vit skulu
hava fleiri barnagarðar ella loysa
frá Danmark. Nevniliga við at
atkvøða sum borgarar í einum
demokratii.
Um ein fólkaatkvøða spurdi
"Vilja vit hava evni, sum skaða
hormonini so smádreingir kunnu
fáa kvinnubróst og annars vera
minni fertilir?" - høvdu tað verið
ógvuliga fá, sum høvdu sagt ja.
Kanska tey, sum framleiða øll -
yl´ini og - pylen´ini.
Ongin politikari verður valdur
á ting einans við atkvøðum frá
eigarum av evnafrøðiligum verk-
smiðjum. So - haldið uppat at
billa okkum inn, at vit hava
maktina, vit sum drøna runt í
SMS tíggju minuttir í tvey
leygardag. Og sleppið okkum
undan at ilskast inn á handils-
konur, sum heldur ikki vita, hvat
munurin á methyl- og butylpara-
beni er. Tær vilja eisini heldur
selja varralitir eftir liti! Um
vandamiklu evnini vóru bannað -
SO mundu tey horvið.
PS: sjálvt um methylparaben
ikki er líka skaðiligt sum butyl-
systirin, so eigur innihaldið bert
at vera 0,4 prosent av samlaðu
vektini. Og um fleiri sløg av
parabenum eru í, so skulu tey
tilsamans vera undir 0,8 prosent
av innihaldinum. So. Nú lætti eg
um hjá tær at keypa krem, ha?
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Frælsi at keypa paraben-krem
Katrin Petersen
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
3
UMMÆLI
Kim Simonsen
Nýggja yrkingasavnið hjá Tór-
oddi er sum vant fylt við einum
serligum tóroddskum speisemi,
mangan stuttligt, men enn sum
fyrr er nógv tvætl, møsn, hum-
bukk og løgnar formleysar og
høpisleysar yrkingar.
Tað er ójavnt, hvussu mett
verður um Tórodd Poulsen sum
yrkjara. Í Danmark fær hann
misjøvn ummæli. Á Weekend-
avisen situr illa dámdi Lars Buk-
dal sum ummælari, og honum
dámar eina best fragmentir,
smáar reflektiónir og tvætlørindi
fyri vaksin. Sjálvandi dámar
honum Tórodd og skrivingarlag
hansara. Ein annar ummælari,
bókmentafrøðingurin Niels
Lyngsø kallaði í Politiken Tór-
odd fyri: "Lyseslukker" og helt,
at bókin Blóðroyndir var merkt
av eini : "vrængende og
demonstrativt ugidelig attitude"
(Politiken 3 marts 2003). Lyngsø
helt, at Tóroddur forðaði fyri
egnum talenti, og var ein yrkjari
við lítlum y. Hann helt at enda,
at: "De gode vers, der vitterlig er
der, forsvinder i en masse lige-
gyldigheder og næserynkerier".
Munurin á Lyngsø og Bukdal er
ikki minni enn 100 prosent til-
biðan til heitið: "Lyseslukker"
(við stóra L). Hetta seinasta er
júst hvat eg sjálvur havi ført
fram í eini greinarøð um før-
oyska yrking her í heyst. Eftir at
hava lisið savnið Royggj, havi eg
sum so ikki broytt meining.
Hinvegin skal tað sigast, at eg
haldi Tórodd mangan vera so
deiliga surrealistiska stuttligur,
sjálvt tá hann er banalur og
hevur lítið uppá seg, at tað er
ómøguligt ikki at elska hann fyri
júst hetta: "tey skilja ikki Nóls-
oynna/ ella at mínir nýggju
skógvar kunnu floyta/tá teir vera
vátir". "Tey skilja ikki/ at mánin
er brúnur/og at hann kann
spegla ta løtuna/tá ein ljósa-
reyður veðrur av Vatnsoyr-
um/rennur um vegin."
Banalar yrkingar
Tóroddur yrkir um endurkom-
andi evni, mest eru hesar
"yrkingar" banalar observatiónir:
"Súkklurnar stýrast/amen av
himni. Eingin/eygleiðir hetta."
og "Fuglurin kennir/sólbrillur
tínar aftur/og etur molan". Men
av og á brestur fyri nevi hjá Tór-
oddi, og hann loypur út í heimin
í andarisi og sigur okkurt, um
ikki vakurt orðað, so áhugavert:
"Í kvøld rennur trúgvin undan/
teimum gudleysu stjørnunum/ og
finnur ikki heim / fyrr enn
streymurin fer" og "Mest av
øllum/ ræddist hann/ longsilin
eftir/ at ongantíð aftur/ leingjast
aftur heim (...)" Her støkkur
Tóroddur inn á markið til okkurt,
ið hevur substans, ið hann sum
yrkjari kundi arbeitt nógv meiri
við, heldur enn at skriva um
ormar, køstaflugur, lort, spýggj
og endurkomandi kavaæl av
banalitetum, ið hava lítið og
einki poetiskt virði mangan.
Eisini hevur Tóroddur í hesum
savninum eina endurnýggjandi
disrespekt fyri føroyska mentun-
ararvinum og søguni: "Og tað
var ikki/ soleiðis kærleikin sá/
mentunararvin/ skýggjast í
søgurusti/ eingin vildi banka av."
Bókmentarák og sosiologi
Tóroddur hevur altíð hildið lítið
um bókmentafrøði og um aka-
demikarar, sjálvt um hesi er tey,
ið skriva tey mest áhugaverdu
verkini um t.d. yrking: "Várið
hoyrir at/ akademikararnir/ lesa
skaldskapin/ við roknimaskinu
og/ trillrundum tummastokki."
Soleiðis roynir Tóroddur at vera
undan møguligum atfinningum,
og skuldu tær komið, hevur hann
longu svarað teimum — men tó
er hetta fávitska á høgum støði.
Tað er eisini fávitskut at hugsa,
at ikki eisini mentalívið í Føroy-
um er á tremur við vinatænast-
um. Pierre Bourdieu skrivaði eitt
stórt verk um bókmentasosiologi,
har hann serliga leggur seg eftir
at kanna, hvussu kapping millum
høvundar, bólkar av høvundum,
kann fáa høvundar og ummælar-
ar at hjálpa hvørjum øðrum. Í
Føroyum hava ymisk bløð havt
ummælarar frammi, ið m.a. hava
ummælt Tóroddasa seinasta
yrkingasavn Royggj, og tað er
áhugavert at síggja, hvussu ymist
fólk meta Tórodd sum yrkjara.
Serliga Carl Johan Jensen á
Fregnum hevur sett sær fyri at
skriva eina langa verjurøðu fyri
Tórodd sum yrkjara. Hesin er
kendur fyri at sápla alt niður og
norð, men tá tað kemur til Tór-
odd, er hann trúgvur sum trøllið
til at siga t.d.: "Samanumtikið er
Royggj eitt gott savn (...)" Hetta
tí hann: "...í skjótt tjúgu ár við-
gjørt føroyska samfelagið og
føroyska mentan og mál í mun til
samtíðina og tey kor hon setur."
Carl Johan er ikki samdur við
t.d. undirritaða, at Tóroddur er
løddur við speisemi, ella at hann
er ein postmodernaður uppgev-
andi yrkjari. Eg haldi samanum-
tikið sum Niels Lyngsø, at Tór-
oddur hevur onkrar góðar reglur,
men er so snerkjandi, at alt bert
endar sum innskot, hissini álop,
minningarstubbar, stuttlig orða-
spæl og smáar og mangan banala
umhugsan. Carl Johansa verju-
røða roynir at seta Tórodd fram
sum yrkjara merktan av surreal-
ismu. Hetta seinasta er partvíst
rætt, men bjargar fyri so vítt
einki. Og um Tóroddur skrivar
um føroyska mentan, ger ikki
góðskuna størri. Hinvegin eru vit
noydd at hava eitt ávíst tolsemi
innan list, tí tað finnast ymiskar
hevdir, ið eru púra ymiskar í orð
og tal. Carl Johan er hinvegin
trásettur av at niðurberja
realismu, sum í sjálvum sær ikki
er annað enn ein skriviháttur.
Eg haldi, at ein yrking eigur at
skapa eitt klárt abstrakt mál, sum
er sterkt og sansaligt, ið vendir
sær til hugflogið. Lesarin skal
merkja yrkingina bæði
intellektuelt og holdsligt, og á
henda hátt skal ein yrking
skrivast í spenninginum millum
ein eldhugaðan, østan og
hugtiknan sang og eina ástøði, ið
Søren Ulrik Thomsen helt fyri.
Sangirnir hjá Tóroddi umboða
ein ruðuleika, sum spælt av
einum fullum hornorkestri í
Albania. Hetta er mest sum at
hoyra ein, ið er farin í barndømi,
tosar við seg sjálvan og er
mentalt um at fara av spónar-
lagnum. Royggj endar tí sum ov
nógv goyggj til høgru og vinstru.
Tóroddur ræðist, fyrr sum nú,
útsýnið og sansin fyri
heildarskaptum
vakurleikasjónum og pathos.
Tóroddur Poulsen: Royggj.
Mentunargrunnur
Studentafelagsins. 2002.
At umboða
ruðuleikan
– Royggj. Tóroddur enn einaferð
Tóroddur Poulsen, skald
Yrkingasavnið Royggj, sum kom út í fjør
C
M
Y
K
25
24