leygardagur 8. mars 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
5
4
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
- Eg vaks upp á barnaheiminum
og var von við børn. Mær dámdi
altíð so væl at fáast við tey
smáu, og bað ofta lova mær at
skifta á teimum. Tá eg so fekk
tríggjar døtur í senn, fall tað mær
ikki tungt og førningurin, eg
fekk á barnaheiminum, kom mær
nú til góðar, sigur Tove.
Mamma Tove, Silvurlýn, fekk
hana uttan fyri hjúnalag. Tá hon
fór niður til Danmarkar at ar-
beiða, varð Tove verandi eftir hjá
ommu og abba sínum í Havn.
Men stutt eftir gjørdist omm-
an, Olga, sjúk, og varð noydd at
koyra Tove á barnaheimið. Hóast
omma hennara sjálv átti 10 børn,
var tað ein sorg fyri hana, at hon
ikki kundi hava Tove hjá sær.
Góðan uppvøkstur
- Fyri meg var tað gott at vaksa
upp á barnaheiminum. Nicolina
Højgaard Simonsen, fyristøðu-
kvinna, var sum ein mamma fyri
meg. Hon læt ongantíð hurðina
aftur og segði, at nú hevði hon
frí. Hennara heim var okkara
heim, vit kundu koma og fara hjá
henni, sum vit vildu, greiðir Tove
frá.
- Petur Højgaard Simonsen,
sonur Nicolinu, sum vit børn
kallaðu "gubbi", minnist eg við
takksemi, leggur hon aftrat.
- Men tað, sum heilt vist hevur
havt størstan týdning fyri meg,
var, at omma og abbi búðu nær-
hendis og hvørt einasta vikuskifti
komu eftir mær. Tá eg bleiv
størri, kundi eg ganga ímillum
sjálv, sigur Tove.
- Eisini hevði eg samband við
ommu mína í Danmark, sum
sendi mær pakkar til jóla og
føðingardagar, sigur hon.
Tove sigur, at familjubond
hava ómetaliga stóran týdning
fyri eitt barn.
- Tað, at eg átti ommur á
báðum síðum, sum vóru góðar
við meg, gjørdi, at eg hevði ein
samleika. Eg hoyrdi til onku-
staðni, og eg átti familju, sigur
hon.
Hon sigur, at nógv børn, sum
vaksa upp á stovnum, koma illa
undan. Tað er ikki tí, at barna-
heimini eru so vánalig ella
starvsfólkini ódugnalig, men
heldur tí, at familjan sveik hesi
stakkals børn.
Gjørdist við barn
Tá Tove var 16 ár, fór hon í hús-
pláss í Vestmannna. Har komu
hon og Sámal Jákup at kennast
og blivu góð. Ikki gekk long tí,
so gjørdist Tove við barn.
Tá Nicolina frætti hetta, segði
hon við Tove, at best var, at hon
varð útskrivað av barnaheimin-
um, tí annars kundi barnaverndin
møguliga koma uppí, og so vistu
vit ikki, hvat kundi henda.
- Hetta var sera skilagott av
Nicolinu, og var bara gott fyri
meg og "barnið", sum jú, tá tíðin
kom, vísti seg at vera trý heldur
enn eitt, sigur Tove.
Tove gjørdi av at fara niður til
Nyborg, har yngsta mostir
hennara býr. Tað eru bara fá ár
millum teirra, og eru tær tætt
knýttar frá barni av. Mamma
hennara búði eisini niðri. Tí fall
tað náttúrligt at fara niður at
eiga.
- Eftir tí, sum eg hevði roknað
meg fram til, skuldi eg eiga um
1. mars. Men á sjúkrahúsinum
hildu tey meg vera komna
longur, og mettu meg at fara at
eiga í januar. Eg var óvanliga
tjúkk eftir tíðini, og haraftrat var
blóðtrýstið ov høgt, sigur Tove.
Helt jarðarmóðurina
skemta
Til jólar kom Sámal Jákup niður
at vitja, og tá Tove tann 20. de-
Tove Højgaard Madsen úr Havn og Sámal
Jákup Jacobsen úr Vestmanna vóru
blaðung, bert 17 og 19 ára gomul, tá tey
gjørdust foreldur at trimum børnum í
einum. Vit stukku inn á gólvið í heimi
teirra á Flatabø í Vestmanna og fingu eitt
prát við Tove um, hvussu tað var at fáa eina
slíka stóra uppgávu á so ungum aldri — og
um, hvussu týdningarmikið tað er fyri børn
at eiga familju, sum vísir teimum
umsorgan og kærleika
sember varð koyrd í røntgen,
fingu tey at vita, at hon bar tvey
børn.
- Hvat heldur tú? Vit skulu
hava tvey børn, segði hon við
hann.
Hon heldur seg minnast, at
Sámal Jákup gjørdi eitt lítið suff,
men hann sigur, at hann ongatíð
stúrdi fyri at blíva pápi.
Barnsburðurin gekk sína
náttúrligu gongd, og tá februar
mánaði var komin í helvt, fekk
Tove verkir, og føðingin fór í
gongd. Tá tvær gentur vóru
komnar til verðina, segði
jarðamóðirin:
- Der er en mere!
- Eg ivaðist ikki í, at hon
skemtaði, og eg helt hana slett
ikki vera stuttliga, minnist Tove.
Hetta var ikki skemt, men
ramasta álvara. Har var ein
eftir!!
Klokkan var farin tíggju
minuttir av middegi, tá tann
fyrsta varð fødd, og tað vantaði
klokkuni tíggju minuttir í eitt, tá
tann seinasta kom.
Føðingin gekk sum eftir bók-
ini, og allar tríggjar genturnar
blivu føddar uttan nakað hóva-
sták.
- Tað var heilt fantastiskt at
fáa tríggjar nýføðingar í føvn-
ingin. Eg var ógvuliga glað og
nú ynskti eg, at eg hevði tríggjar
armar, sigur Tove og flennir.
Einastandandi fjarrit
Sámal Jákup var til fiskiskap í
Grønlandi og fekk soljóðandi
fjarrit:
"Tað varð ein genta, ein genta
og ein genta"
Sum hjá so mongum sjó-
manni, skuldi ganga fleiri mán-
aðir, til hann sá døtur sínar. Ikki
fyrrenn í juni mánaða slapp hann
niður til teirra, og meiningin var,
at tey skuldu fylgjast heim til
Føroya.
Men meðan hann var niðri,
fekk hann skipsboð at koma á
rækjuveiðu við Sólborg. Ein so
góðan kjans segði tú ikki frá tær;
har var einki at gera, avstað mátti
hann.
Tove sigur, at hon onkuntíð
helt, at tað var so lætt hjá Sámal
Jákupi. Men hon sær í dag,
hvussu tungt tað lá á honum at
vinna pening, so hann kundi
lívbjarga teimum, og fáa teimum
tak yvir høvdið.
Og raskur var hann, hesin ungi
maður. Bert 22 ára gamal kundi
hann bjóða Tove og tríára gomlu
tríburunum í húsini á Flatabø,
har tey búgva enn í dag.
Aftur á barnaheimið
Tá Tove og genturnar komu heim
aftur til Føroya, fluttu tær fyrst
inn til foreldrini hjá Sámal
Jákupi í Vestmanna, Sufíu og
Hannis, og búðu har eina tíð. Tá
genturnar vóru um eitt ára aldur,
fór hon á barnaheimið at arbeiða.
Genturnar vórðu tá innskriv-
aðar á barnaheimið. Tað var ein
góð skipan, tí tað gav henni eina
fríheit, tey tvey árini, til tey
fluttu í húsini í Vestmanna.
- Hóast eg átti tríburar, so
slapp eg at vera ung hesi tvey
árini. Eg var hjá gentunum á
barnaheiminum, sum jú var mítt
heim. Men eg kundi altíð fara út,
tá eg vildi. Hetta var gott fyri
meg, og í so máta var eg heppin,
sigur Tove.
- Tá eg sum 20 ára gomul trí-
barnamamma flutti í egin hús,
var tað ein stór avbjóðing fyri
meg. Eg hevði ongantíð livað í
einari vanligari familju, men var
bara von við at liva í kollektiv,
sigur hon.
Tá genturnar vóru 5 ára
gamlar, fingu Tove og Sámal
Jákup ein son, sum tey kallaðu
upp eftir abbanum, Hannis.
Tók læraraútbúgving
Tá genturnar vóru um 12 ára
aldur, fór Tove so smátt at hugsa
um at fáa sær eina útbúgving.
Sámal Jákup legði seg upp á land
eini 7 ár. Og 38 ára gomul kundi
Tove seta heitið, lærari, aftrat
navni sínum.
Hon virkar nú sum lærari í
Vestmanna skúla. Sámal Jákup
siglir í løtuni sum stýrimaður við
Vesturbúgvanum.
Tey eiga 5 ommu- og abba-
børn.
Einki kann sammetast við familjubond
Tove læt ikki tríatiára føðingardagin
hjá døtrunum fara stillisliga aftur
við borðinum. Klokkan 10-14
bjóðaði hon til morgunmatar í
heiminum á Flatabø.
Sosialurin nýtti høvið at fara ein túr
til Vestmanna at taka myndir av
familjuni. Tá sonurin, Hannis, kom,
5 ár eftir at genturnar vóru føddar,
kundu Tove og Sámal Jákup við
góðari samvitsku siga, at nú høvdu
tey gjørt sítt
Mynd: Jens K. Vang
Tove vaks upp á barnaheiminum, har hon fekk ein góðan upp-
vøkstur. Førningurin, hon fekk har, kom henni til góðar, tá
hon bert 17 ára gomul fekk tríburar
Sum sæst á myndini, var tað ikki bara sum at siga tað at fara
til fotograf við trimum so smáum í senn. Tað var vónleyst at
fáa allar at sita stillar. Tá tann eina fekst at sita, stóð ein uppi,
meðan hin triðja lá fram eftir rommum
Tove og Sámal Jákup vóru blaðung, bert 17 og 19 ára gomul,
tá tey fingu tríburar. Tvey ár seinni kundu tey seta fót undir
egið borð á Flatabø í Vestmanna
Mynd Jens K. Vang
Tríburasystrarnar Vivi, Joan og Tina, avmyndaðar á tríatiára føðingardegnum, 15. februar
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
27
26