leygardagur 8. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
7
TJÓÐSKAPARMENTAN
Bergur Hansen
Seinni partur
Kim Simonsen um føroyska
tjóðarbygging
Føroyska røddin á ráðstevnuni
var Kim Simonsen, sum lesur
heimspeki og bókmentir á
Københavns Universitet. Hann er
vorðin landskendur í Føroyum
sum kritikari av føroyskum tjóð-
skapi. Full frontal og við einum í
føroyskum høpi sjáldsomum
fráleika og perspektivi hevur
hann mótmœlt tjóðskapar-
romantiseringini, folklorisering-
ini og siðsøgufiseringini av før-
oyskum mentanarlívi og pørtum
av føroyskari list. Í staðin fyri
tjóðskaparromantiska tjóðar-
bygging, hevur Kim Simonsen
talað fyri einari tjóðarbygging, ið
byggir á upplýsing og rationella -
ikki nytturationella - hugsan. Við
torurødd hevur hann roynt at
jarða føroysku tøgnmentanina og
mótmœlt einsrœttingini av før-
oyskari mentan, har musikarar
gera tónleik til eina undirdeild av
politikki og har vit sóu týðandi
partar av sjálvum 1968-upp-
reistrinum verða slúktar av tjóð-
skaparromantikkinum og einum
anti-modernaðum hugburði -
nakað sum heimspekingurin
Jürgen Habermas beinrakið
spáddi um longu í byrjanini av
hesum uppreistri. Hann sá
feilkonstruktiónina.
Tað var hetta sama meira og
minni kulturradikalt - t.e. ment-
anarkritiskt - dœmda sjónarmið
sum stjórnaði framløguni hjá
Kim Simonsen. Í høvuðsheitum
staðfesti hann, at tjóðskapar-
romantikkurin ikki er eitt farið
tíðarskeið í føroyskari mentan.
Hon livir framhaldandi m.a. í
einum tjóðskaparborgarligum
hami. Hetta er ein hugmynd um
Gemeinschaft, sum lokkar við
patriotismu og nœrleika, sum
hann tók til. Leitað hevur ikki
verið eftir upplýsing fyrst og
fremst, men felagsskapi. Ein
dreymur um ein mistan felags-
skap. Stóð tað til Kim Simonsen
var folklorifiserandi og puristiski
tjóðskaparromantikkurin skrott-
parkeraður fyri langari tíð síðani.
Eitt nýtt álit er komið til
Fólkaskúlan bílagt av menta-
málaráðharranum Annlis Bjark-
hamar - ein ungur landspolitikari
sum tykist vera eitt frískt lot inn
í føroyskan mentanarpolitikk. Í
hesum áliti til Fólkaskúlan finna
vit kjarnan í teimum kjak- og
upplýsingargreinum, sum Kim
Simonsen hevur havt í føroysku
bløðunum:
Her er tað ábyrgdin hjá teim-
um, sum sita á mentanini og
arbeiða innan vísindi, at for-
midla og bera fram nýggja
vitan. Tað er henda milda
humanisma, hesin kœrleikin
til einstaklingin, eg vóni, at
vit koma at finna í føroyska
fólkaskúlanum framyvir, men
eg eri langt frá sannførdur um
hetta mið. Forðingar á leiðini
eru nógvar, m.a.:
- Ein fólkslig traditionalisma,
ið á besta sokallaða "fólks-
liga" hátt, vil sleppa at tví-
halda um eina grova fjøl-
miðlaborna anti-intellektual-
ismu og vil sleppa at undir-
meta føroyingin framyvir.
- Ein smáborgarlig mentanar-
konservativ leið, full av anda-
ligum leti, ið vit kunnu kalla
"alt er gott, sum tað er", duga
tey at rokna, so eru tey vœl
sloppin.
- Ein meira modernaður og
vitanarborin vansi finst eisini
t.d. eitt postmodernað upp-
gávulyndi, mótanámsfrøði, ið
vil relativisera alla vitan til
eitt reint bólkamál um før-
leikar.
Hinvegin er vandin ein al-
menn trongskygd jagstran
eftir tilvildarligum kunnleika,
heldur enn vilji til kjak og
veruligt andsfrœlst dannilsi.
Mentanarkonservatisman finst
í mangum hami í Føroyum í
dag. Vit hava bíbliutrúgva
afturhaldið, sum berjist við
nakrar postmodernaðar neo-
siðbundnar, meiri ella minni
modernaðar føroyingar.
Ektaðar og falskar mytur
Eg skilji til fulnar tørvin á at
uppfinna tað føroyska eftir eina
langa miðøld, har at siga alt stóð
í stað, og eftir at modernaðar
tíðir fingu alt, sum ein annars
helt standa á hellubotni til at
hvørva upp í loft. At uppfinna
tað føroyska tekur støði í
hugtakinum konstrukt ella kon-
struktión. Hesi bœði orðini
kunnu vera óheppin, tí tey geva
ta fatan, at tað sum er uppfunnið
ella konstruerað bert er tilvild og
kundi verið hvat sum helst. Helst
er hepnari at nýta hugtakið
interpretament, sum er heintað
úr týskari teologi - eitt orð sum
tíverri ikki hevur vunnið fótafesti
í norðurlondum og sum omaná
tað kennist fremmandari enn
‘konstruktión’. Interpretament er
úrslitið av einari tolking.
Føroyska tjóðskaparrørslan
gjørdi sœr við øðrum orðum eina
mynd av tí, ein fataði sum før-
oyskt. Tað føroyska er tískil eitt
søguligt og mentanarligt inter-
pretament. Eitt fólk tolkar seg
fram til ein samleika, á sama hátt
sum einstaklingurin tolkar sín
barndóm. Tolking er eitt rúm við
nógvum møguleikum - à la tað
er ongantíð ov seint at fáa ein
góðan barndóm, sum kátt
bagatelliserandi mannavitið sigur
- men tað er samstundis ein
bundin uppgáva, har søga og
sosialur samanhangur hava nógv
at siga.
Trupulleikin er tó ikki fyrst og
fremst, hvat hugtak vit brúka til
at forklára tað føroyska, men
heldur hvussu tað føroyska verð-
ur fatað í praksis. Tað verður
tíverri alt ov ofta lýst og allýst í
trongari merking. Í fyrru greinini
vórðu donsk dømi nevnd, men
dømi eru eisini enn í dag um fýr-
kantað føroyskt tjóðskaparsinni,
sum er vilst inn í nýggja túsund-
árið: føroyska purisman - ikki at
blanda saman við neyðugari mál-
røkt - útihýsingin av Williami
Heinesen úr føroyskari bók-
mentasøgu, sum blaðmaðurin á
Fregnir Carl Jóhan Jensen hevur
gjørt seg til talsmann fyri osfr.
Tjóðskaparromantikkurin hevur
heldur ikki dugað at sœð, at
gomlu harmonihugmyndirnar um
tað føroyska sum verandi tað
bygdaliga við fjallgongu,
monnum sum fara á flot osfr. eru
avoldaðar og farnar av lagi
viðvíkjandi hugsunarháttinum í
dag.
Eg eri ikki tann maðurin, sum
skíggjar romantikk og mytur,
men tað er at siga, at tjóðskapar-
romantikkur bœði her sum har
sum frá leið gjørdist ein følsk
myta. Hvat er so ein ektað myta?
Heimspekingurin Paul Ricoeur
sigur munin millum ektaðu og
følsku mytuna vera tann, at tann
ektaða mytan er samstundis av-
mytologiserandi og remytologi-
serandi, t.e. ger av við mytuna
sum trúarímynding og síðan
endurvinnur og endurfatar
mytuna í nýggjum høpi. Ektaða
mytan er við øðrum orðum bœði
frígering og bundinskapur.
Ricoeur sigur sjálvur um ektaðu
mytuna:
Bert tœr mytur eru ektaðar,
sum kunnu endurtolkast
gjøgnum frígering. Og eg
hugsi her um frígering sum
samstundis eitt persónligt og
felags fyribrigdi. Vit kunnu
kanska skerpa hesa orðing við
einans at írokna tœr mytur, ið
sum sín sjónarring hava
frígeringina av mannaœttini
sum heild. Frígering er ikki
útihýsandi.
Tjóðskaparromantikkur er har-
afturímóti útihýsandi og reinur
bundinskapur. Sonn tjóðarbygg-
ing er ikki tjóðskaparromantisk,
men upplýsingarhugað. Tjóð-
skaparromantikkur hevur ikki
sansin fyri at síggja verðina ella
hug at stoyta saman við verðina,
og hann er blindur fyri øllum
øðrum enn tí sum er váttandi og
í ringasta føri fyri øllum øðrum
enn tí, sum pyntar egnan nalva.
Tjóðskaparromantikkur í
framkomnum samfeløgum blívur
ikki til annað bakrógvin mono-
mentan, og hon er haraftrat ob-
skurantisk í sínum verulagi, tá
hon - sum í Bertel Haardersa føri
(sí fyrra part av greinini) - er
fíggindaliga sinna mótvegis
kulturradikalismuni og upplýs-
ingartíðini og harvið eisini mót-
vegis renœssancuhumanismuni.
Tjóðskaparromantikkur og tjóð-
skaparsymbolikkur í framkom-
num samfeløgum skal helst ikki
umfata stórt meira enn fløgg,
drotningar og kongar, fótbólts-
og hondbóltslandslið. Móður-
málskensla og staðarkensla eru
tilverulig virðir, sum í mínum
hugaheimi røkka langt út um
grovligan og kitschutan tjóð-
skaparromantikk.
Guttormur í Múla
Tann felagsmentan í fjølmentað-
um og øllum framkomnum
samfeløgum strembast skal eftir
eigur fyrst og fremst byggja á
aðalin í fólkinum. Hesin aðal
kann myndast við mildu
humanismuni, William Heinesen
av mongum at nevna fann í
sagnfigurinum Guttormi í Múla
(sí tíðarritið Varðin 23/1944).
Guttormur í Múla brúkti sína
vitan - ið var gandkynstur -
skynsamiliga og miðvíst. Søgnini
hevur hesa rámandi lýsing av
honum:
Ikki nýtti hann kunstur sín til
at gera nøkrum manni mein,
nógv heldur til at hjálpa.
Valamaður var hann, frálíkur í
ávikum og álitismaður í øllum
lutum.
William Heinesen er ein av teim-
um, sum hevur havt støddina til
at síggja aðalin í føroyska fólk-
inum. Hetta eisini, tá hann sigur
um Guttorm í Múla, at hann
kanska meiri enn nakar annar
lýsir føroyskt sinni og fólkalyndi.
Einaferð 1990unum bleiv øsku-
kalt í gamla heimbýli Guttorms,
Múli í Borðoynni. Góðar kreftir
vildu, at gøtuljósini í Múla fram-
vegis skuldu lýsa í vónini um, at
bygdin livnaði aftur. Um lív er
komið í aftur í Múla, veit eg
ikki. Uttan at eg skal ditta mœr
at seta meg undir liðini á hvørki
gandakallum ella trøllaklippar-
um, so upplivdi eg sjálvur aðalin
í føroyska fólkinum - sum so
ofta áður í Føroyum og sum so
mangur annar skal sigast - tá eg
var í Múla miðskeiðis í
1980unum. At hugsa um blíð-
skapin, ið var og hús sum nú
standa tóm, er ein beiskur
minnisbiti. Hvussu nógv verri
man tað so ikki kennast hjá fólki
úr Múla. Men ljósini lýsa
vónandi enn í bygdini. Eitt
serstakt ljós. Serstakt er eisini
tað ljósið - upplýsingin - sum
Guttormur í Múla er "latin í" á
kendu pastellmyndini hjá
Williami frá 1943.
Tað var í tjóðskaparromant-
iskari tíð, at søgnin um Guttorm
í Múla og annar skaldskapur av
manna munni var innsavnaður.
Tá var tjóðskaparromantikkur
neyðugur. Í dag verður tann
arvur, føroyingar náddu at lofta,
áðrenn hann hvarv í gloymskuni,
tolkaður. Tað er júst tað William
Heinesen ger - og við skili. Tann
mildleiki, "humanitetur" og ríki-
dømi "av andligum slag", sum
William í mynd og orðum setur í
samband við Guttorm í Múla er
ein dynamisk tolking, sum ger
gandakallin til eina livandi mytu.
Høvuðspersónarnir í sagnum
skara framúr sum einstaklingar á
ein ella annan hátt. Her møtast
William Heinesen og Kim
Simonsen, sum í senn tosa um
milda humanismu og kœrleika til
einstaklingin.
Tað øvugta av hesum er tjóð-
skaparromantikkur og ynski-
dreymar hjá útlendingum um
einar reinar og eksotiskar Før-
oyar. William ávarar sjálvur móti
tílíkum lýsingum í greinini
"Lívið í Føroyum", sum stendur
at lesa í ummœlissavninum
William ummœlir fagrar listir.
Eitt rœðudømi um eina anti-
modernaða og fjákuta romant-
iska eksotismu Føroya vegna var
ein kronikk hjá Le Klint í danska
dagblaðnum Politiken fyri stív-
liga tveimum árum síðani. Le
Klint endar við at siga:
Derude i Nord ligger en lille
flok øer i et vindblœst ocean.
Endnu taler folket dér i
samme tungemål og kommer
hinanden ved. Måtte det vare
lœnge endnu. Men "vel-
fœrden" er tœt på, og alt, hvad
der er oprindeligt og enfold-
igt, er blødt som børnespor i
sand.
Multi(etnos) og demos
Men er alt sum hevur við tjóðina
at gera so ein følsk myta meðni?
Tað haldi eg ikki sjálvur. Eitt
mark gongur millum anti-
modernaðan tjóðskaparroman-
tikk og eina modernaða, pro-
aktiva fatan av heimstað-
num/tjóðini í globaliseringini.
Tjóðin er ikki tann savnandi
megin, hon hevur verið. Nógva-
staðni er tjóðin vorðin multi-
etnisk og fleirmentað, men hon
hevur varðveitt sjálvsfatanina av
at vera ein tjóð. USA er besta
dømi. Tjóðin virkar sostatt
framhaldandi sum ein felags
heimstaður við felags máli. Í
staðin fyri tjóðskaparromantikk
er tørvur á sterkum blandingum
millum (multi)etnos og demos,
millum har vit koma frá (heim-
staður, familja, søga) og hagar
vit eru á veg (nýggir sjónarring-
ar, karriera), millum tað fólksliga
og tað intellektuella, millum
kosmopolittin og tann heim-
staðarbundna, sum tá samanum
kemur er eitt sínámillum sam-
band millum gamalt og nýtt. Tá
Haarder - sum nevnt í fyrra parti
- tvíheldur um danskleika er
talan um ein útihýsandi eintals-
etnos, sum er eitt monokulturelt
gyklaverk í einum fjølmentaðum
samfelag sum tí danska.
Hinvegin eiga humanisma og
upplýsingarhugmál ikki at forða
fyri kensluni av at hoyra til.
Kritiskt tilvitaða upplýsingin
eigur eisini at rúma ikki-skil-
bornum longsli. Fráleikakendi og
atfinningarsami moderniteturin
kann tykjast kaldur, men er eisini
ein nýggjur og frœlsur karmur
um varandi - amodernað - virði.
Moderniteturin er tískil ikki
ósambœrligur við ektaðan upp-
runa, sum vit kunnu kalla tað
arke-menniskjaliga. Ektaður
uppruni og tœr kenslur, sum loða
uppi við honum eru meira enn
pseudomytiskt tjóðskaparromant-
iskt hugflog um uppruna og kalla
tískil djúpari. Av tí sama kann
ein sum føroyingur heldur ikki
heilt sleppa hugmyndini um sítt
fyrsta tungumál: "Vi ere bundet
til Modersmaalet med en Lœnke,
der er let at bœre og tung at
bryde," sigur Søren Kierkegaard.
Sterka rørslan millum tað
givna og tað skapta
Sterkar blandingar sum hesar eru
í roynd og veru runnar úr einari
sannkenning av, at lívið hjá (mo-
dernaða) menniskjanum er ein
rørsla millum tvœr grundleggj-
andi dimensiónir: uppdagað/
givið lív og uppfunnið/skapt lív.
Í leiðarorðunum til fyrra part av
hesari grein tolkar Villy Søren-
sen filosofiska spurdómin kring
givið og skapt sum eitt bœði- og.
Hetta kann takast sum ein undir-
striking av dialektikkinum mill-
um menniskjað sum ein partur
av einum sosialum og søguligum
samanhangi og sum einstakling-
ur. Endamálið við upplýsing og
moderniteti er ikki sum tjóð-
skaparromantikarar tykjast at
halda fremmandagerandi ab-
straktiónir og einstaklingar av-
byrgdir frá vanligum lívi.
Moderniteturin er ein møguleiki,
eitt amboð sum skal brúkast og
gerast konkret av brúkarunum.
Verður hann boðin innum, fœr
hann eitt menniskjaligt andlit, og
verður hann ikki, kenna vit hann
bert sum fremmandan og rœð-
andi labyrintir og teknikk.
Einstaklingurin skal fatast og
engagerað seg sosialt og søgu-
ligt. So religiøst og idealistiskt
tað enn ljóðar: einstaklingurin
skal fáa eitt kall, skal hann.
Verðin er sum verð William
Heinesens: hon er full av
verðsligum kallum. Hoyra vit
tey?
Kompleksa samfelagið
Kompleksa samfelagið er og skal
vera meira enn sterkar bland-
ingar og tølandi kall. Og fyri alt
tað ber ikki til at bryggja sterkar
blandingar uttan, at tað sum
verður blandað er til hvør sœr
áðrenn blandingina. Hardcore
ástøði og fólksligt felagslív liva
og skulu liva hvør sítt lív. Hesi
kunnu ikki blandast bara so-
leiðis, men eru tó partar av sama
heimi og harvið ikki absolutt
ymisk. Samtala er møgulig.
Tann besta blandingin er
upplýsing og dannilsi. Øll hava
brúk fyri dannilsi og at vera
uppald, segði Kant. Endamálið
við útbúgving eigur at vera at fáa
- sum Platon segði - at fáa hug
til at gera tað man skal. Og so
kann ein byrja at kjakast um,
hvørjir førleikar eru týdningar-
mestir í kompleksa føroyska
samfelagnum, og hvussu innari
radarskíggin á uppvaksandi
œttarliðnum skal síggja út.
Deyðamessa fyri tjóðskaparromantikki
Tjóðarbygging er vorðið vanligt
orð í føroyskum mentanarkjaki.
Men hvat snið skal
tjóðarbyggingin hava? Skal hon
leggja seg aftrat upplýsing og
humanismu ella
tjóðskaparromantikki?
Tann felagsmentan í fjølmentaðum og øllum framkomnum samfeløgum
strembast skal eftir eigur fyrst og fremst byggja á aðalin í fólkinum. Hesin
aðal kann myndast við mildu humanismuni, William Heinesen av mongum
at nevna fann í sagnfigurinum Guttormi í Múla
Føroyska tjóðskaparrørslan gjørdi sœr við øðrum orðum eina mynd av tí, ein fataði sum føroyskt. Tað føroyska er
tískil eitt søguligt og mentanarligt interpretament. Eitt fólk tolkar seg fram til ein samleika, á sama hátt sum
einstaklingurin tolkar sín barndóm. Tolking er eitt rúm við nógvum møguleikum - à la tað er ongantíð ov seint at
fáa ein góðan barndóm, sum kátt bagatelliserandi mannavitið sigur - men tað er samstundis ein bundin uppgáva,
har søga og sosialur samanhangur hava nógv at siga
Savnsmynd
C
M
Y
K
29
28