leygardagur 8. mars 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fuglafjørður hevur
seinnu árini ment seg
til ein av ítróttardepl-
unum í landinum, og
um vikuskiftið kann
væl vera, at borgar-
stjórin fær úr at gera
FUGLAFJØRÐUR
Jákup Mørk
Hóast hann ikki telist
millum tey allar ídnastu av
teimum, sum fylgja við í
ítróttinum, so kann væl
vera, at ítróttarvikuskiftið,
sum nú stendur fyri framm-
an, fer at verða eitt av teim-
um heilt strævnu hjá borg-
arstjóranum í Fuglafirði,
Sigurð S. Simonsen.
Tað er nevnliga nógv,
sum talar fyri, at talan
verður um eitt av teimum
helt hendingaríku viku-
skiftinum fyri ítróttina í
Fuglafirði.
Tað einasta, sum framm-
anundan er heilt víst, er, at
Fimleikafelagið Flog verð-
ur karmur um rútmisku
stórkappingina, sum í ár
verður hildin á Kambsdali,
og har er Sigurð so biðin
um at vera tann, sum skal
halda setunarrøðuna.
Hartil kemur so eisini, at
tað væl kundi hent seg, at
bæði kvinnur og menn
koma til bygdina við viss-
uni um gullmerki, eftir at
tey sunnudagin hava verið á
Vágoynni til flogbóltsdyst.
Hjá monnunum hevur ÍF
i alt ár sýnt seg sum sterk-
asta liðið, og tó at munurin
niður til tey næstu nú er
minkaður nakað nógv, so
kunnuleir framvegis avgera
alt sjálvir, og um teir vinna
í Sørvági, so er meist-
araheitið heima eitt umfar
undan kappingarársloki.
Tað kann tað eisini verða
hjá kvinnunum, men tær
hava eitt sindur øðrvísi
fortreytir. Men tað er ikki
óhugsandi, at kappingar-
neytarnir úr Mjølni missa,
tá tær vitja á Tvøroyri, og
um so er, so kann ÍF við
einum sigri tryggja sær
gullið.
Tá prátið fellur inn á
hetta, er skilligt, at tað er
ein spentur borgarstjóri,
sum nú fyrireikar seg til
vikuskiftið.
- Nú eri eg ikki tann, sum
fylgir allar best við og
hyggi at øllum dystum,
men tað sigur seg sjálvt, at
eg eri spentur. Fyrst og
fremst er tað sjálvandi
fimleikastevnan, sum eg
skal fyrireika meg til, men
hitt er eisini øgiliga spenn-
andi. Ikki tí. Eg havi so
avgjørt ikki kannað mær
nakran bita. Har skal bert
ein kiksari til, áðrenn vit
kunnu standa við ongum,
men sum støðan er nú, so
sær tað gott út.
Spurdur,
hvørt
hann
saman við býráðnum fer at
fyrireika nakað, um alt
skuldi lagað sum best, er
hann skjótur at svara, at tað
má hann helst.
- Vit høvdu eina sam-
komu niðri á Muntra, tá
menninir vunnu steypa-
finaluna, har vit øll fingu
ein bita at eta, umframt at
ein gáva eisini varð latin
liðnum. Og tað kann væl
verða, at vit noyðast at gera
okkurt líknandi sunnudag-
in, men lat okkum nú fyrst
bíða eftir úrslitunum, held-
ur hann.
Aktiv kommuna
Seinnu árini hevur tað
annars verið alt meira van-
ligt, at Fuglafjørður hevur
verið frammarliga, tá talan
er um ítrótt. Og Sigurð
heldur eisini, at kommunan
hevur verið ein aktivur
leikari í hesi framgongdini.
- Vit hava í øllum førum
eftir førimuni roynt at skapt
karmarnar fyri hesum. Og
eg haldi eisini, at hetta
hevur givið úrslit. Í dag er
ítróttalívið her hjá okkum
somikið ríkt, at trupulleikar
eru at fáa nøkrandi hølis-
umstøður til øll. Fimleikur,
badminton og flgobóltur
eru alt vetrarítróttagreinar.
Tað eru borgarar í øllum
aldrum sum íðka, so hóast
plássið ikki altíð er so gott,
so er hetta avgjørt at fegn-
ast um.
- Og ikki minst kennist
tað deiligt, nú tað eisini
gongur somikið væl, sum
tað eitt nú ger hjá flog-
bóltinum. Sjálvur giti eg í
øllum førum, at hetta eisini
kann viðvirka til at økja um
áhugan og dirvið hjá øðrum
ítróttum, soleiðis at hesi
dríva enn meira á. Beint í
áðni gekk eg mær til dømis
fram við fótbóltsvøllinum,
og har varð nógv lagt fyri,
so vit mugu vóna, at tað
eisini fer at geva úrslit.
- Og lat meg so at enda
leggja afturat, at júst hetta
við flogbóltinum er ein
ítrótt, sum tiltalar meg sera
nógv. Tað tykist í øllum
førum, sum um tað her er
munandi lættari hjá smærru
økjunum í landinum at
standa seg. Kravið um tal
av leikarum er ikki eins
stórt, sum tað er í fleiri
øðrum ítróttagreinum, og at
síggja eitt nú TB, Dráttur
og ÍF standa ovarliga á
sigursskamlinum kann bara
vaksa um áhugan hjá øðr-
um, so eg ivist ikki í, at
flogbólturin framhaldandi
fer at verða í stórari menn-
ing kring alt landið, sigur
borgarstjórin
at
enda,
áðrenn leiðin aftur gongur
heim til røðuna, sum skal
haldast leygardagin.
Nr. 47 • leygardagur • 4. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Spentur borgarstjóri
- Sjálvur giti eg í øllum førum, at hetta eisini kann viðvirka til at økja um áhugan og dirvið hjá øðrum ítróttum, soleiðis at hesi dríva enn meira á, heldur Sigurð
Simonsen um góðu úrslitini, sum ÍF hevur havt í flogbóltinum
31
8
Sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2003
Tónleikaprísir, filmprísir,
sjónvarpsprísir, reklamuprísir,
ítróttarprísir og so framvegis.
Ja, tað er næstan á hvørjum
ári, at tað kemur onkur
nýggjur prísur, har tær ymisku
branchurnar heiðra tær bestu
prestatiónirnar gjørgnum tað
seinasta árið. Oscar, Robert og
Bodil eru bert nakrir av
teimum kendu filmprísunum,
Emmy og Grammy eru
sjónvarps- og tónleikaprísir, og
seinast eru tað eisini komnar
fleiri ítróttarpríshandanir.
Svenska ítróttargallan við
luttøku av allari svensku
kongafamiljuni hevur verið eitt
afturvendandi tiltak tey
seinastu árini, og størsti
heiðurin er at vinna prísin sum
ársins ítróttarfólk. Svenskarar
hava eisini havt mangar
ítróttarstjørnur gjøgnum tíðina,
og teir hava nógv at vera
stoltir av. Hvør kennir ikki
Bjørn Borg og Stefan Edberg
frá tennis, Ingmar Stenmark
frá skíítróttini og tað svenska
íshockey landsliðið, sum hevur
vunnið alt frá OL-gulli til
verðinsmeistaraheitið í fleiri
ár. Eisini innanfyri svimjing,
frælsan ítrótt, ríðing, golf,
hondbólt og fótbólt blanda
svenskarar seg millum
heimsins bestu ítróttarfólk.
Men tað er kanska ikki so
løgið alíkavæl. Tá veturin
kemur, so gongur hvør
smápiltur runt við fullari
íshockeyútgerð, og teir frystu
innsjógvarnir eru fullir av
ungum íshockeyspælarum og
teirra pápum við dreymum um
eina professionella framtíð. Og
tá ið sjógvarnir eru tiðnaðir, so
verður spælt inni í íshøllum
ella bara vanligt hockey á
spæliplássinum.
Tað er einki at ivast í, at tær
mongu ítróttarstjørnurnar virka
sum fyrimyndir hjá teimum
ungu ítróttarfólkunum og eru
við til at tryggja eitt støðugt
høgt støði innan ítróttin. Tað
hava eisini danskarar seinast
lagt til merkis eftir, at tann
stóra framgongdin hjá
kvinnuliga
hondbóltslandsliðnum hevur
virkað til, at fleiri ung hava
meldað seg sum
hondbóltspælarar.
Men alt hetta kemur ikki av
ongum, tað merkist, at alt tað
svenska samfelagið er
innstillað uppá at geva góðar
umstøður og pláss fyri
ítróttarfólkunum. Ríðiskúlin,
har dóttir okkara gongur,
fungerar til dømis eisini sum
ítróttarstudentaskúli. Tað vil
siga, at teir næmingar, sum
ganga á tí nærliggjandi
studentaskúlanum, kunnu velja
ríðing sum linjufak, og fáa so
undurvísing í tí á
ríðiskúlanum. Samstundis ger
ein fleksibul ordningur í
undirvísingini á
studentaskúlum tað gjørligt hjá
toppítróttarfólki at trena og
samstundis fáa studentsprógv.
Nógv verður eisini gjørt fyri
børnini heilt niður í
forskúlaaldur. Umframt tað
vanliga breiða úrvalið av
ítróttargreinum, so skipar
Malmö Fritidsforvaltning fyri
serligum tiltøkum í
skúlaferiunum. Í
summarferiuni, heystferiuni og
vetrarferiuni — ella sportlovet,
sum vetrarferian eitur í Svøríki
— fáa børnini eitt tredivu síðu
langt programm yvir
ítróttartiltøk við heim, sum tey
kunnu meldast til í
skúlaferiuni. Programmið
sjálvt líkist mest sum einari
farvuríkari reisubrochuru,
meðan innihaldið er ítrivs- og
ítróttartilboð líka frá teatir,
kunst, ríðing, sigling, skoyting
og so framvegis. Munurin er
bara, at her fáa børnini
møguleika at ganga til eitt ítriv
allan dagin í eina, tvær ella
kanska tríggjar vikur, alt eftir,
hvat boðið verður. Børnini fáa
soleiðis ríkan møguleika at
gera annað enn bert at vera á
skúlafrítíðarorningini í
skúlaferiunum, um foreldrini
arbeiða. Samstundis er hetta
eisini ein møguleiki hjá
børnunum til dømis at royna
ymiskar ítróttargreinar, og vita
hvørja grein tey vilja halda
fram við at íðka.
Og í síðsta enda er alt hetta
arbeiðið innan ítróttin við til at
skapa nýggjar vinnarar, sum
fara út og umboða Svøríki á
besta hátt runt í verðini, sum
til dømis Kajsa Bergquist, sum
er núverandi verðinsmeistari í
hæddarlopi.
»Og vinnarin er.........?«
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Chanette á Lofti, Svøríki, chanettelofti@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
- Ja, vit høvdu eitt orgul og eina
munnharpu ella tvær, men eingin
spældi veruliga upp á tær — á,
jú vit áttu eisini nakrar
blokkfloytur.
Spælir tú nakað ljóðføri?
- Nei, eg spældi blokkfloytu eina
stutta tíð, men havi gloymt alt.
Syngur tú undir brúsuni?
- Ofta.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
- Ja, ofta. Serliga droymdi eg um
at blíva keyboardspælari, eg
haldi tað vera eitt stuttligt
ljóðføri, men eg havi ikki tol til
at læra meg at spæla.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
- Eg veit ikki - nógv. Tónleikur
hevur ymist at siga í ymiskum
samanhangum, tónleikur er ein
partur av mínum lívi.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
- Millum 500 og 600.
Hvat er tín yndisfløga?
- Eg havi onga yndisfløgu, men
nakrar dámar mær øðiliga væl.
Eg kann nevna: Beck: »Odelay,
Beck: »Midnight Vultures «,
Leonard Cohen: »Ten new
songs«, Black Sabbath: »Vol. 4«,
Sort Sol: »Unspoiled Monsters«.
Av føroyskum fløgum dámar
mær best: Eivør Pállsdóttir, Han-
us G. Johansen: »Gaman og álv-
ara« og MC-Hár: »Framvegis
uttan vit«.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
- Hvussu nógvar pengar? Eg
dugi at síggja kultvirðið í flest
øllum, tí vil eg fegin eiga alt.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
- »Tað finst bert tann eini« —
vemmiligur helvitiskapur.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
- Eg eigi onga pínliga plátu.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
- »West End Girls« hjá Pet Shop
Boys - nydeligur poppur
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
- Leonard Cohen kanska.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
- Tað veldst um, um eg eri á veg
í song ella á veg upp.
Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?
- Soul.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
- Eingin.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
- »Tað var ein lítil genta« hjá
Vanju ella »Money Money
Money« hjá Abba — tað var um
sama mundið.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
- »Sangurin um orð tøl og tos«.
Eg síggi hann, sum ein tann
besta føroyska sangin nakrantíð.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
- »Burn in hell« hjá Twisted
Sister. Nei tvætl, okkurt pent.
Kanska Eivør kundi sungið »Á
kundi á tíðarhavi«.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
- Tær eru nógvar, men Black
Sabbath í Roskilde 1998,
Queensryche á Monsters of
Rock 1991, Beck í Roskilde
1997, Garbage Roskilde 1998,
Blur Roskilde 2000 og Nick
Cave Roskilde 2001 eru helst tær
bestu.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
- Teir eru nógvir, men helst Ozzy
Osbourne.
Niels Uni Dam, tónleikari og útvarpsvertur
C
M
Y
K
30