Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 8. mars 2003 33 Eisini hjá kvinnunum stendur nógv á VÍF. Tær mugu vinna sítt og so vóna, at VB snávar onkrastaðni. hesa ferð er tað Neistin, sum vitjar í Vági, har heimaliðið kann taka enn eitt fet móti gullinum KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tríggir dystir verða leiktir í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið. Leygardagin verður tann fyrsti av hes- um, tá Neistin vitjar í Vági. Á pappírinum er einki at ivast í, at VB er stórfavo- rittur at vinna dystin. Gjøg- num alt árið hevur VB verið sterkasta liðið í kapp- ingini, og nú tær av álvara tevja gullið, er í øllum førum ilt at ímynda sær, at tær ikki skulu vera upp- settar til nakran dyst. Hinvegin kann Neistin kanska gera sítt til, at talan um ikki annað verður um eina spennandi uppgerð. Eftir ein hin størsta niður- túrin í kvinnusøguni hjá felagnum tykjast tær bláu spakuliga at hava fótað sær aftur. Sigrar á ávíkavist Stjørnuni og StÍF hava í øllum førum víst, at liðnum ikki nýtist at ræðast niður- flytingarvandan, og spurn- ingurin er so, í hvønn mun tær kunnu gera nakað við VB. Kyndil hevur argað Fyri hvønn dyst, sum VB vinnur, svinnur vónin hjá VÍF um eina endurtøku av meistaraheitinum, og spurningurin er so, hvussu tær eru fyri sálarliga, tá tær fara á vøllin móti Kyndli sunnudagin. Tað er ikki minst orsakað av dystunum móti júst Kyndli, at VÍF í ár tykist hava mist takið á gullinum. Báðir dystirnir í grund- spælinum vórðu taptir, og tó at stigini tá bert taldu hálvt, so er støðan í dag í øllum førum tann, at VÍF hevur tørv á tveimum eyka stigum, um tær veruliga skulu hótta VB. Tí er einki at ivast í, at VÍF vil hava hevnd, nú tær vitja í Havnini, men nøkur løtt uppgáva verður hetta so ikki. Kyndil hevur kanska sterkasta liðið í landinum, um hugt verður at breiddini í hópinum, og er lagið á einstøku leikarunum hitt rætta, so er ikki óhugsandi, at tær enn einaferð kunnu gera okkurt við VÍF. Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Klaks- vík, har Stjørnan hevur heimadyst móti Tjaldri. Skal Stjørnan gera álvara av ætlanum sínum um bronsumerkini, so er einki at ivast í, at hesin dysturin skal vinnast. Tjaldur hevur aftur í ár havt leiklutin sum botnproppur, og tó at tað av og hevur glógvað hjá teim- um, so eiga tær í útgangs- støðnum ikki at vera nóg sterkar til veruliga at hótta Stjørnuna. Skal VÍF takast í álv- ara sum sambiðil hjá StÍF, so skal dysturin móti Kyndli sunnu- dagin vinnast MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er aftur lív í føroyska hondbóltsklassikaranum. Fyrr í ár hava vit sæð, at Kyndil nú aftur hevur eitt lið, sum er ført fyri at geva vestmenningum rætta mót- støðu, og tá sunnudagurin kemur, er tað hartil meira enn bara æran, sum stendur upp á spæl. Eftir greiða tapið fyri strandingum mikukvøldið er tað nú mest sum álíkt eini steypafinalu, hvørja ferð VÍF fer á vøllin. Í øllum førum so leingi sum strandingar halda á fram við at vinna sínar dystir, hevur Kyndil ikki ráð til at missa nakað sum helst. Har skal snøgt sagt hvør einasti dystur vinnast. Sálarliga var smeiturin á Skála helst eisini dyggur fyri vestmenningar, og tí kundu teir ivaleyst hugsað sær, at uppgávan var nakað lættari enn hon er sunnu- dagin. Kyndil hevur nevnliga verið sera væl fyri seinastu dystirnar. Steypafinalan tykist hava givið liðnum neyðuga sálarliga lyftið, og sum teir koyra í løtuni er eingin, ið skal kenna seg alt ov tryggan. Nú hava teir eisini vunnið seg upp á bronsuplássið, og við sigri á VÍF kann liðið enntá fara at leggja seg út í silvur- stríðið. Nakað sum helst var óhugsandi fyri bara fáum vikum síðani. Tí er einki at ivast í, at tað verður fyri fullsettari høll, at dysturin skal leik- ast. Har stendur veruliga nakað upp á spæl hjá báð- um pørtum, og tað eru hóast alt nøkur ár síðani, at støðan undan klassikaran- um var somikið spent, sum hon er í løtuni. Tað eru tó ikki bert Kyndil og VÍF, sum skulu í eldin um vikuskiftið. Longu leygardagin fara neistamenn niðan í Hoy- víkarhøllina, har teir skulu stríðast við H71. Her er einki at ivast í, at Neistin vil hava hevnd fyri fyrra dystin í endaspælin- um. Ein dystur, sum kanska líktist einum tilvildarligum tapti, ið var orsakað av undirmetan, men sum í øllum førum gjørdist byrj- anin til stóra niðurtúrin, sum Neistin hevur havt í endaspælinum. Ein niður- túrur, sum fyribils hevur kostað teimum triðja pláss- ið, og sum nú hóttir við at seta teir heilt uttan fyri ávirkan í heiðursmerkja- stíðnum. Tí tað er einki at ivast í, at her vilja hoyvíkingarnir eisini blandað seg. Hóast spælið kanska ikki hevur verið so flott og polerað sum hjá hinum oddaliðun- um, so hevur úrtøkan verið stak góð. Enn eru trý stig upp á bronsuplássið, men kunnu hovyíkingar halda fast í seiga takinum, sum teir hava havt seinastu vikurnar, kann hesin minka enn meira. Hoyvíkarhøllin er aftur karmur um dyst sunnu- dagin, tá KÍF og Tjaldur takast. Høvdu kollfirðingar í størri mun hildið høvdin- um kalt fyrstu umførini av endaspælinum, kundi væl verið, at teir her høvdu møguleikan at leggja seg heilt fram í oddastríðið, men støðan í dag er tó ein onnur. Við einum sigri kunnu kollfirðingar tó nærkast hinum havnarlið- unum, sum eru partur av bronsustríðnum, og einki er at ivast í, at teir síggja góðan møguleika til tess ímóti Tjaldri, sum er púrasta avbyrgt í botninum, og enn eigur fyrsta sigurin í endaspælinum til góðar. Tað nærkast hjá VB Sveinaroynd hjá VÍF Kvinnurnar hjá VB kunnu taka enn eitt fet móti meistaraheitinum leygardagin, tá Neistin kemur á vitjan Bert hálva viku eftir greiða tapið fyri StÍF skulu vestmenningar reisa seg, og einki er at ivast í, at teir væl kundu hugsað sær ein lættari dyst enn tann móti Kyndli 33 32 Nr. 47 - 8. mars 2003 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 08.03 15.00 VB-Neistin 09.03 14.30 Kyndil-VÍF 09.03 15.30 Stjørnan-Tjaldur 1. deild menn 08.03 16.00 H7-Neistin 09.03 16.00 Kyndil-VÍF 09.03 16.00 KÍF-Tjaldur Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 08.03 15.00 TB-Mjølnir 09.03 13.00 KÍF-Fleyr 09.03 14.00 Dráttur-ÍF Meistaradeild menn 09.03 14.00 SÍ-ÍF 09.03 15.00 Fleyr-Fram Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 18 15 - 3 49 22 27 22 2 Mjølnir 18 14 - 4 48 17 31 21 3 TB 18 13 - 5 46 18 28 18 4 Dráttur 18 8 - 10 29 38 -9 11 5 Fleyr 18 3 - 15 13 47 -34 5 6 KÍF 18 1 - 17 8 51 -43 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 38 8 30 16 2 SÍ 15 9 - 6 29 21 8 15 3 Mjølnir 15 9 - 6 30 23 7 13 4 Fram 14 6 - 8 22 26 -4 8 5 Fleyr 14 0 - 14 1 42 -41 0 Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 6 6 - 0 - 0 466 375 91 21 2 VÍF 6 4 - 1 - 1 416 342 74 17 3 Kyndil 6 3 - 1 - 2 437 440 -3 13 4 Stjørnan 6 1 - 1 - 4 383 389 -6 11 5 StÍF 6 2 - 1 - 3 419 444 -25 11 6 Neistin 6 2 - 0 - 4 357 389 -32 9 7 Tjaldur 6 1 - 0 - 5 351 450 -99 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 StÍF 6 4 - 2 - 0 518 446 72 19 2 VÍF 6 4 - 0 - 2 557 466 91 17 3 Kyndil 6 3 - 2 - 1 486 478 8 14 4 Neistin 6 1 - 1 - 4 496 485 11 12 5 H71 6 4 - 0 - 2 465 512 -47 11 6 KÍF 6 1 - 2 - 3 463 500 -37 9 7 Tjaldur 6 0 - 1 - 5 448 546 -98 4 Máltindarnir Kvinnur Daiva Tuomaite VB 143 (33) Asta Petrauskiene StÍF 141 (40) Danijela Ercevic Stjørnan 129 (38) Lotte Sørensen Kyndil 126 (64) Simona Dziugyte Neistin 121 (36) Reda Kurkauskiene VB 119 (18) Sóley Mikkelsen VÍF 118 (41) Milica Ergic Tjaldur 110 (21) Lenka Ribaric Tjaldur 97 (25) Natasja Stamenkovic Stjørnan 90 (5) Alina Olaru StÍF 86 (8) Nicoleta Radu VÍF 74 (1) Jacklin Durhuus VÍF 72 (6) Ileana Manolescu Kyndil 64 (9) Laila Jespersen VB 60 Menn Dragisa Stojovic Tjaldur 159 (17) Damir Oros KÍF 145 (32) Sveinur Justinussen StÍF 130 (20) Halgir D. Olesen H71 118 (3) Áki Olsen VÍF 108 (8) Jacob Jónsson Kyndil 105 (7) Morgan Knezevic Neistin 104 (24) Áki Mørk Neistin 94 (25) Ingi Olsen VÍF 91 (20) Costin Dumitrescu StÍF 88 (22) John Zachariasen VÍF 83 Finnur Hansson Kyndil 82 (13) Niels Viggo Niclassen H71 75 Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 75 (22) Petur Martin Poulsen KÍF 71 Vinnur ÍF á Giljanesi, samstundis sum Mjølnir tapir á Tvøroyri, kunnu kvinnurnar hjá ÍF longu leygardagin rópa seg meistarar KVINNUFLOGBÓLTUR FBF TB spældi sær av við møguleikan at endurvinna føroyameistaraskapin seinasta vikuskifti. Tí er einki trýst á teimum longur, men møguleikin fyri silvuri er mestsum heldur ikki til, so hjá TB er bara æran eftir og so sjálvandi tað, at tær kunnu arga Mjølnir eitt sindur. Hjá Mjølni má sigurin fáast í hús, tí annars er als einki at ivast í, at ÍF tekur gullið. Seinasti dysturin hjá ÍF er ímóti KÍF á heimavølli, og tað úrslitið kann ikki vera nakað at kjakast um, so FM- heitið kann í grundini verða avgjørt í Trongisvági longu leygardagin, um so er at TB vinnur. Nú skal tað vera hjá ÍF Dysturin á Giljanesi ímóti Drátti er seinasta forðingin hjá ÍF á gullkósini. ÍF hev- ur ongantíð verið so væl fyri sum júst nú, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at ÍF er so nær við FM-gullið. Dráttur hevur tí avgerandi leiklut í FM-stríðnum, tí tær kunnu koma at avgera hvar gullið endar. Dysturin er als ikki nøkur løtt uppgáva hjá ÍF, men liðið er so mikið væl fyri hvat slagstyrki viðvíkur, at dysturin eigur at kunna verða vunnin bara við tí, men tá er eisini neyðugt, at tær báðar útlendsku hava ein góðan dag, og ikki minst at móttøkurnar liggja, sum tær skulu. KÍF endar aftast Líkamikið hvat úrslitið verður, so endar KÍF aftast. Liðið var annars væl við í fyrru hálvu, men nú í seinastuni hevur ikki ligið so væl fyri. Neyðugt hevur verið at broytt liðið nakað, men serliga tað, at leikarar- nir ikki hava nógvu roynd- irnar ger uppgávuna trupla. Fleyr má bara hyggja frameftir, tí hetta kapping- arárið er ikki gamla stór- felagnum verdugt. Tað kann bara gerast betri. Skulu sørvingar hava nakran møguleika at gerast meistarar, so er tað bert sigurin, sum telur, tá ÍF kemur á vitjan sunnudagin MANSFLOGBÓLTUR FBF Sørvingar kunnu framvegis gerast føroyameistarar í meistaradeildini, men ÍF kann við sigri longu hetta leikumfarið sikra sær gullið. Oddaliðini bresta saman í Sørvági sunnudagin í sann- ari FM-finalu. Tíverri fyri SÍ er sigur í hesum dystin- um ikki nóg mikið, tí Fram má eisini vinna á ÍF næsta leikumfar, um gullið skal til Sørvágs fyri fyrstu ferð. Munurin á liðunum er at kalla eingin, og tí eru allar fortreytir fyri sera spenn- andi og jøvnum dysti. SÍ hevur aftur í ár sett alt ov nógv óneyðug stig til fyrr í kappingini, og tað kostar í síðsta enda, men møgu- leikin livir tó enn. Í Havn verður granna- uppgerð millum Fleyr og Fram. Einki er at ivast í, at Fram her fer at kanna sær bæði stigini. Fleyr hevur í ár eitt sera ungt og óroynt lið, og tó at Fram ikki longur kann røkka tí stóra, so kunnu teir við einum góðum enda móti fyrst Fleyr og síðani ÍF í øllum førum seta nakað av dámi á kappingina. Um tvær vikur fer Kristian Johansen aftur undir altjóða dømingina. Hesa ferð saman við donskum dómara HONDBÓLTUR Jákup Mørk Fyri føroyskar hondbólts- dómarar er einki at ivast í, at tað var eitt risa stórt framstig, tá teir báðir, Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, gjørdust altjóða dómarar. Og tí var heldur einki at ivast í, at talan var um afturstig, tá Hjalmar av arbeiðsávum mátti leggja frá sær í ár. Uttan altjóða avbjóðing- arnar er í øllum førum skjótt, at dómararnir missa íblástur til framhaldandi menningina, og tó at arbeitt hevur verið við málinum, so tekur tað helst sína tíð, áðrenn føroyingar aftur hava eitt altjóða dómarapar. Men vit framvegis ein altjóða dómara. Eftir at hava gingið leysur í eina tíð, stendur tað nú Kristiani í boði at kunna døma sam- an við donskum dómara, og hesum møguleika hevur hann tikið av. - Hetta kappingarárið havi eg dømt saman við Sámali Hansen, og vit báðir hava eisini tosa um, at royna at fáa altjóða upp- gávur. Tað er tó so, at hetta er nakað, sum tekur tíð, tí royndir av bæði teoretisk- um og fysiskum slag skulu standast, áðrenn nøkur uppgáva kann koma upp á tal, greiðir Kristian frá. - Á einum fundi hjá altjóða dómarasambandin- um kom tó fram, at eg nú ikki hevði nakran makkara at døma saman við, og hetta helt formaðurin í sambandinum vera stórt spell. Ikki minst tí Føroyar liggja somikið sentralt í Norðuratlantshavinum. - Samstundis kom eisini fram, at danin, Peter Lo- rentsen, sum annars fleiri ferðir hevur verið í Før- oyum, heldur ikki hevði nakran makkara. Ein støða, sum kundi viðføra, at danir mistu eitt altjóða par. Formaðurin í dómara- sambandinum, sum er íslendingur, kom tí við eini áheitan til okkum um, at søkja um at fáa dystir saman, og henda umbønin er nú gingin okkum á møti. Í bestu donsku deildini Og fyrstu uppgávurnar eru longu nú fyri framman. Fyri líka sum at læra hvønn annan at kenna, verður í fyrsta umfari talan um dystir í donskum hondbólti, og hetta tykist mest sum vera eitt slag av próvtøku, tí tað er longu greitt, at altjóða eygleiðarar vera til dystirnar. 22. mars skulu Kristian og Peter døma dyst í donsku 1. deildin hjá mon- num millum Skovbakken og Lemvig, og dagin eftir skulu teir døma dystin millum Randers og Odense í donsku kvinnuliguni. Um nýggju avbjóðingina sigur Kristian annars, at hann ongan tíð ivaðist, tá møguleikin beyðst. - Tað havi eg so einki ímóti. Ein slík avbjóðing er so avgjørt nakað, sum er við til at halda dampinum uppi. Tú mást jú alla tíðina hava eitt mál fyri framman, um tú ikki skalt steðga upp, so hetta síggi eg sum eina kærkomna avbjóðing. - Tað eru júst slíkar av- bjóðingar, sum vit hava tørv á, og tað er eisini ein av endamálunum við dóm- arafelagnum, sum vit nú hava stovnað. Tað er tó so, at tað tekur nakað av tíð, áðrenn vit kunnu fáa eitt nýtt ella kanska tvey før- oysk dómarapør á altjóða stigi, sigur Kristian Johan- sen at enda. Gullið verður kanska avgreitt Kristian skal aftur døma altjóða dystir Trýstið er á SÍ ÍF hevur ongantíð verið so væl fyri sum júst nú, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at ÍF er so nær við FM-gullið C M Y K 32