Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 47 - 8. mars 2003 Seinasta av teimum trimum steypakapp- ingunum fyri yngri lið er nú liðug FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Árliga steypakappingin hjá flogbóltsfelagnum í Vág- um, Drátti, fyri børn og ung, hevur verið á Gilja- nesi. 71 lið høvdu teknað seg til kappingina í aldurs- bólkunum frá 10 ár og upp til unglingaaldur hjá bæði gentum og dreingjum. Eins og tað varð gjørt í Mjølnir kappingini, varð kappingin býtt upp, so tað betri skuldi bera til at fáa allar kapp- ingarnar avgreiddar. Yngru brønini høvdu soleiðis eitt vikuskifti fyri seg, meðan tey eldru fingu næsta viku- skiftið. Myndir av vinnandi lið- unum síggjast aðrastaðni á síðuni. Undantikið eru tó vinnararnir av mansung- lingadeildini, har tað tíverri ikki hevur eydnast okkum at fáa mynd. Her gjørdist SÍa annars vinnari framman fyri Fleyr. SÍb endaði á triðja plássinum. Trupulleikar við ferðing Kappingin á Giljanesi er annars seinasta av teimum trimum steypakappingum fyri tey yngru, ið feløgini Dráttur, Mjølnir og Fleyr skipa fyri. Árliga føroya- meistarakappingin fyri tey yngru verður í Havn 29. og 30. mars. Stóri fyrimunurin við hesum kappingarháttinum er, at talan verður um nógv- ar dystir, tá kappingarnar eru, soleiðis at ferðinin hjá einstøku liðunum verður munandi minni, enn hon vildi verið, um talan var um vanliga landskapping. Hóast kappingarnar hava hilnast væl, so harmar tað fyrireikarnar, at skipanin við Bygdaleiðum ikki long- ur riggar eins væl. Úr Drátti verður sagt, at tað er ein stórur bági fyri feløgini, at tey ofta fáa noktandi svar, tá søkt verð- ur um at fáa barnaliðini við bussunum. Ikki minst tí svarið aloftast kemur so- mikið seint, at lítil og eingin tíð er til at leggja alternativar ferðaætlanir til rættis. Og so er tað eisini munandi dýrari hjá feløg- unum, tá tey ikki hava møguleika at nýta ÍSF- skipanina til fluting av ferðafólki. Fyri vaksin Hjá teimum vaksnu plagar kappingarárið vanliga at enda við kappingini á Giljanesi, og soleiðis verð- ur eisini í ár. Leygardagin 22. mars verður kappingin hjá Drátti á Giljanesi, har kvinnur og menn í teimum trimum vaksnamannadeildunum fara kappast, hugna sær og yvir høvur líta aftur á kapp- ingarárið, sum nú er farið. Dráttur-kappingin Hjá gentum 10 gjørdist Fleyr vinnari av kappingini framman fyri Mjølnir og KÍF ÍFa vann eisini kappingina hjá næstyngstu dreingjunum. Har vann Dráttur silvur og ÍFb bronsu Kappingina fyri gentur 14 vann SÍ frammanfyri Drátt og TB Klaksvíkingar tóku sær av heiðursmerkjunum hjá dreingjum 14, har SÍ og ÍF endaðu á næstu plássunum SÍ vann eisini kappingina í kvinnuungli ngum, har TB fekk annað, og Dráttuir triðja plássið A-liðið hjá fuglfirðingum vann gull hjá yngstu dreingjunum. Fuglfirðingar vunnu eisini silvurmerkið, meðan ÍF varð nummar tvey og SÍ nummar trý Mjølnir vann kappingina fyri gentur 12. Nummar tvey og trý gjørdust ávíkavist SÍb og SÍa C M Y K 34 Nr. 47 - 8. mars 2003 35 Til Hvannasunds kommunalu Dagrøktarskipan verður við hesum søkt eftir: Leiðara við námsfrøðiligari útbúgving At byrja 1. apríl 2003 ella skjótast gjørligt. Talan er um 3/4-tíðar starv. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála mill- um FKA og Føroya Pedagogfelag. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunvør Eliasen á telefon 226360. Umsóknir verða at senda til: Hvannasunds komm- unu, 740 Hvannasund og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 15. mars 2003. Hvannasunds kommuna Akfør og prutl við skaða til sølu Merki: Daihatsu Charade – 5 hurðar Árg.: 04.11.1991 Km: 68.801 Sak nr.: 16876/15687 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Og kann síggjast á deildini hjá T. F. í Vági. Merki: Derbi Senda SM Árg.: 18.09.2001 Km: 8.983 Sak nr.: 13203/12204 Prutlið verður selt sum tað stendur nú. Og kann síggjast á deildini hjá T. F. á Tvøroyri. Merki: CPI Hussar JR Árg.: 29.05.2002 Km: 5.112 Sak nr.: 12230/11280 Prutlið verður selt sum tað stendur nú. Og kann síggjast á deildini hjá T. F. á Tvøroyri. Sýnsmaður: Magnus E. Joensen tlf. 34 56 66 ella 37 38 90 · fax nr. 37 31 17 mj@trygging.fo Er at hitta millum kl. 8.00 og 10.00 Merki: VW Golf 1.9 D Árg.: 1995 Sak nr.: 13201/12202 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú. Og kann síggjast á deildini hjá T. F. í Saltangará. Sýnsmaður: Suni Danielsen tel. 34 56 83 – fartel. 22 53 70 sd@trygging.fo Er at hitta millum kl. 8.00 og 10.00 Tlf. 345600 Fax 345607 Vegna Tryggingarfelagið TRYGD verður hesin bilur við stórum skaða lýstur til sølu: Merki: VW Polo Model: Classic Diesel Árg.: 08/2000 Litur: Grønur Bilasølan v/ Øssuri Johannesen Vegurin Langi · Postboks 3192 110 Tórshavn · Tlf. 315354 Handilshølir í Havn 150 m2 til leigu nær miðbýnum. Kann brúkast til handil, skrivstovu, goymslu, ella til undirvísing. Ring 221577 Sethús í Havn til sølu Javnagøtu 10 Húsini eru í 2 hæddum, hvør 120 fermetrar og standa í barnavinarligum, friðarligum umhvørvi við góðum útsýni. Báðar hæddir eru innrættaðar, við íbúð í niðaru hædd. Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Uttanum húsini er stoyptur garður við trægirðing. Byggiár: 1983. Kostnaður: kr. 1.875.000 Áhugað kunnu ringja tlf. 322424 ella 254637 35