Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. mars 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 47 - 8. mars 2003 Nr. 47 - 8. mars 2003 37 Hús í Vestmanna til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður hendan ognin lýst til sølu. Tað stendur skiftirættinum frítt at velja ímillum innkomin tilboð og ongum at taka av. Hús í Vestmanna: Við hesum verður sethúsaognin matr.nr.148 d og 176,í Vestmanna lýst til sølu. Grundøkið er tilsamans 656 m2. Húsini eru umleið 60m2 í kjallara, miðhædd og lofti. Kjallari: Óinnrættaður. Miðhædd: Gangur, baðiverilsi, køkur og 2 stovur. Loft: Úti á lofti, hjúnarúm og 2 kømur. Talan er um eini eldri hús, ið standa væl fyri og við sera góðum útsýni. Á ognini er stórt úthús. Nærri upplýsingar um omanfyri standandi ogn fáast við at venda sær til undirritaðu.. Advokatskrivstovan Fr. Petersensgøta 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 Halgir Winther Poulsen, adv. Magnus S. Petersen, adv. Fríða Patursson, adv. Ó. J. Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3515 Navn: Sp/f Spuni Adressa: Sverrisgøta 19, 100 Tórshavn Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 03.03.2003 Viðtøkudato: 03.03.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: : Kr. 80.000,00 í øðrum virðum til kurs 100. Stovnari: Anfinn Norðfoss, Grásteinsgøta 8, 100 Tórshavn. Stjórn: Anfinn Norðfoss, Grásteinsgøta 8, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: : P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R.C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 03.03.2003 - 31.12.2003 Endamál: Endamál felagsins er at reka heil- og smásølu, keyp, søla og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 6. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Toll & Skatt Føroya Løgfrøðingur pdf Maskinstjórar til Fiskiveiðieftirlitið Fýra størv sum maskinstjórar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, til setan 1. juni 2003. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur: • Dagligu ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av øllum útbúnaði í maskinrúm- unum og rúmum,sum beinleiðis hava samband við maskinrúm,umframt rúm har maskinútbúnaður er • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldi av øllum dekksmaskinum so sum spølum, kranum og davitum • Dagligu ábyrgdina av viðlíkahaldsskipanum • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/3 as Chief Engineer) • Heilsuváttan fyri sjófólk • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 31.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er maskinstjóri. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnubrævi og møguligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2003. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Agnar Poulsen,samskipara. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið 1. meistarar til Fiskiveiðieftirlitið Fýra størv sum 1. meistarar við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verða hervið lýst leys, til setan 1. juni 2003. Størvini fevna m. a. um hesar uppgávur: • Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra • Skipa fyri og luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúmunum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er • Skipa fyri viðlíkahaldi sambært viðlíkahaldsskipan • Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði Førleikakrøv: • Vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri (STCW-regl. III/3 as Chief Engineer) ella vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 1. stigi (STCW-regl. III/2 as 2nd Engineer) við útbúgving,sum gevur rætt til vinnubræv sum Skipsmaskinstjóri. • Heilsuváttan fyri sjómenn • Leiðsluroyndir • Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt • Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Setanartreytir: Størvini eru tænastumannastørv og lønt í 28.lønarflokki sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna. Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheiti er 1. meistari. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnibrævi og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2003. Umsóknirnar skulu sendast til : Fiskiveiðieftirlitið postsmoga 347 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 35 30 30 og tosa við Agnar Poulsen,samskipara. Fiskimálaráðið Fiskiveiðieftirlitið Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2615, Sp/f BHS Total, 850 Hvalba. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Birita Olsen, 850 Hvalba. Innkomin sum stjóri: Herman Olsen, 950 Porkeri. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen, J. Paturssonargøta 18, 100 Tórshavn. Innkomin sum grannskoðari: Grannskoðaravirkið Højmose, v/ Børge Christiansen, í Heiðum, 370 Miðvágur. Skráseting Føroya tann 6. mars 2003 Kristin Balle _______________________ Ársaðalfundur Diabetesfelag Føroya heldur ársaðalfund í MBF- húsinum, Íslandsvegur 10c sunnudagin hin 23. mars 2003 klokkan 15.00. Skrá sambært lógum felagsins. Diabetesfelag Føroya Eldrafelagið Nón, Saltangará Aðalfundurin sum varð lýstur at vera 11. mars er útsettur til 18. mars kl. 19.30. Eldrafelagið Nón, Saltangará C M Y K 37 36