Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

r. 137 — 12. september 1990 RE SOSÍGÍUTN 65% av føroyska flotanum til sólu: Nýggju skipini hvørva — tey u verða eftir 0! 4 11 IE NONIGHIN ÍKKI Mminni enn 100 STOT fiskiskip og trolarar av teimum umi. 150, sum eru tlotanum standa nú á sølulista hjá Skipsmeklaravirkinum Island Brokers i Albert Hall Imillum hest 100 skipini eru næstan øll tey nyggjastu og mest fram- komnu skipini i Føroyum. Av teimum 100 skip- unum, sum standa å sølu- listanum, er helvtin skip, í tøroyska sum menn vilja sleppa av við fyri nærum einhvønn prís. Hetta upplýsir Albert Mortensen, skipsmeklari, i samrødu vid Sosialin Tiverri sær ut til at flotin kemur at minka heilt munandi, kanska meira enn menn gera sær tað í stóran mun verða tey stóru og nýggju skipini, sum hvørva, og tað verða tey f greitt og at gomlu skipini, sum verða eftur I Albert. flotanum, sigur Útlit eru til, at flest, um ikki øll, nýggju >g ståsiligu skipini í flotanum verða seld av landinum á ein ella annan hátt tey næstu árini. Island Brokers í Albert Hall hevur 100 skip á sølulista, og møguliga eru 20-30 onnur skip á lista Þjá ødrum Selt 10 skip Meklaravirkið Ísland Brokers hevur selt 7 skip av landinum seinasta árið. Hetta eru tey flestu skip- ini, ið vóru seld úr Før- oyum yvir hetta tíðar- skeið. Tað samlaða sølu- virðið fyri skipini er lítið, tí útboðið av skipum á al- tjóða marknaðinum er sera stórt og skipini verða tí seld bíliga. -1 løtuni eru stórir trupulleikar hjá fiski- vinnuni í Føroyum og í eini tílíkari stóðu verða al- tíð nógv skip ul sølu. Gjøgnumganga vit okkara sølulistar, so eru í Før- oyum eini 50 skip, sum menn ógvuliga fegnir vilja sleppa av við. Lutvíst eru tað upphøggingarskip, men aðrir eru eisini, sum vilja selja, um teir fáa rímiligan pris fyri skipini. 500 skip å listanum -lalt hava vit uml. 500 VIOVTENSEGN, SKIDSMEKIUTF skip å søluskrå imillum skip år islandi Noregi, Grønlandi, Kan- ada og Sovjetsamveld- inum. Vit hava eisini selt fleiri skip frå Japan til S- Amerika, sigur Albert Mortensen. Onkur vil vera vid, at 80% av ti nyggjara part- inum av føroyska flot- anum eru keypt igjøgnum Meklaravirkið Albert Mortensen. Hetta av- sannar Albert: -Taka vit tey skipini sum eru komin seinastu 5 árini, so eru ógvuliga få av teimum komin igøgn- um okkum. Tíverri má eg kanska siga út frá reinum handilssjónarmiði. har Vánaligur marknað- ur -Seinastu árini hava vit konsentrerað okkum meira um útlendsk skip. Eru 30 nýggj skip komin tey seinastu 5 árini - eg havi ikki tey réttu tølini - skipsmeklarafyritskum í Føroyum. Myndin er tilvildarlig. *> 3 AI , samrøvli vto 50 hava vit í mesta lag keypt 5 av teimum. Bert tvey av skipunum i ti SO- nevnda skipapakkinum, sum kom í 1986, vórðu keypt igjøgnum okkum. -Marknaðurin fyri skip er vånaligur í løtuni, av tí at tað eru kvotaregul- eringar og niðurskurður næstan allastaðni, í Noreg, Kanada og Grønland: og yvirhøvur á okkara nærleiðum. Tí koma sjálvandi nógv skip út á marknaðin. Samstundis sum byrjað var at regulera og skera niður veiðuna varð ein rúgvu av skipum bygd mitt í 80unum. Bankar, fíggingarstovnar og poli- tikarar hava ikki gjørt sær greitt, at tey gomlu skipini skuldu burtur, tá tey nýggju komu. Hetta hava myndugleikarnir ikki hugsað um og tí hava vit fingið so stóran yvir- kapasitet. Tað tekur tíð og er trupult at selja hesi skipini. Ein avleiðingin av trýstinum á marknaðinum er at skipaprisamir falla. Prísurin er í botni í dag og tað er sera trupult at sleppa av við skipini. Meira í Føroyum Albert Mortensen eigur skipsmeklarafyritøkur í Føroyum, Danmark og Sveits. Hesar fyritøkur fá- ast bert við sølu og figg- ing av skipum. Albert hevur verið nógv uttan- lands, men nú verður hann meira í Føroyum. -Vit ætla at gera meira í Føroyum, serliga nú, tá viðurskiftini eru so trupul sum tey eru, sigur Albert. Keðilig stóða Men hvussu kennist tað persónliga fyri Albert at selja tey somu skipini, hann keypti á sinni, burt- ursæð frá tí dupultu kommissiónini hann fær av handlinum, ið fyri van- liga sølu er 2 prosent fyri brúkt skip. -Fyrst og fremst vil eg siga, at er talan um skip, sum vit sjálvir hava selt til menn, so eru vit ongantíð glaðir fyri at selja tey aft- ur, um tey koma í eina tvingsilsstødu. Hetta er altíð at harmast um, men tað hendir tíverri onkuntíð, antin tað eru vit ella aðrir, sum hava við tað at gera. Tað er ongantíð stuttligt at vera vid til at selja nakað sum ein hevur verið við til at bygt upp. Í slíkum fórum royna vit helst íkki at medvirka. -I dag er flotin i Før- oyum alt ov stórur í mun til kapasitetin. Tey mugu seljast, og okkara uppgåva er at keypa og selja skip sum einhverja aðra vøru. Tað er hetta vit gera. Fiskiskapur aðra- staðni og fígging Albert upplýsti, at hann hevur ngkur mál í sam- band við keypi av skipum til Føroya, men Island Brokers hevur fleiri mål, har sum føroyingar ætla at fara inn i fiskiskap aðrastaðni. -Hetta gera vit rættiliga nógv við, sigur hann. Vit spurdu Albert, hvussu tað var við fígg- ingini til tey skip, sum hann keypir fyri føroyskar og aðrar klientar. -Vit hava altíð klárað fíggingina og hana klára vit eisini í dag, sjálvt um aðrir hava trupulleikar við fígging. Vit hava sera góð sambond við bankar og fíggingarstovnar uttan- lands. Vit eru ein rættiliga væl etablerað men lítil altjóða fyritska. = egj.-