hósdagur 13. september 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- at eg ikki fekk í lag at fara,
sigur Bjarni Skála, bilførari hjá 7
P/F Mariu Poulsen, seinastu 25
árini, m.a. í samrøduni um X
- -
gamlar dagar og nútíðina.
Tá Bjarni Skála, bilførari
hjá P/F Mariu Poulsen,
fyri 25 árum síðan fór í
altmuligmað-
ur, ætlaði hann sær
seinni at fara i læru. Hann
kom tó ikki víðari, men tað
starv sum
er hann ikki harmur um í
dag
Bjarni Skála Ég
mær ongantíð at
nd
aiu
ætlaði
verða
ve ner
men Grimur
g eg vóru so góðir vinir
og ti eg fekk meg ikki í lag
fara
narmálið smæðist
K irtur, tá tú iosar við
Bjarna Skála, sum er
ógvuliga frintligur og
prátingarsamur. Hann sig-
hava granskað
heilan, til tess at siga mær
onkra fitta søgu, sum hann
annars er so kendur fyri,
men tað stendur stilt, sigur
hann. Kortini er tað greitt,
at Bjarna dámar betur
farnu tíðina, tá fólk høvdu
stundir at tosa saman,
uttan at tað tó nervaði
arbeiðið.
Vit vóru um 20 fólk hjá
Mariu Poulsen í 1965, tá
eg fór íarbeiði, og Grímur
á Dul var stjóri.
Tá var Oyggjarvegurin
ikki komin og ein uppgáva
hjá mær var at fara oman á
bryggjuna kl. seks við
farmi til bátarnar. Men eg
var ikki altíð so væl
móttikin. Tað kom av, at
eg altíð var so morgun-
frískur og skundigur. Tað
vóru hinir ikki altíð.
Grímur og eg vóru nógv
saman á arbeiðplássinum
og tað riggaði væi, tí vit í
sinnalag hóskaðu so væl
saman. Tað er tó ikki so
ur seg
løgid, tí pápi og Grímur
vóru systkinabørn.
ARBEIÐS-
UPPGAVUR
Hóast eg frá byrjanini
hevði til arbeiðis at koyra
bil, so hevði eg eisini
onnur gerðarmál. Eitt nú at
fara úr at purra ein
starvsfelaga út, sum búði
hjá Magnus Bærentsen.
Hesin maður svav yvir seg
í heilum, og tí var eg
sendur út honum
eftur
Magnus Bærentsen var tó
ikki blíður, tí
maðurin búði uppi undir
vaðingini og eg fór
sjálvandi buldrandi upp
trappurnar.
Onnur uppgáva, sum
mær dámdi ógvuliga væl,
var at fara oman á
Gjaldstovuna. at rinda toll
o.a. Hetta gjørdi eg í eini
15 ár. Har arbeiddu m.o.
Sonja, Jend Dam og
Hermann í Stórustovu, og
tá vóru stundir til eitt prát.
Tá ítrótturin var fyri,
tosaðu vit um tað. Upp
undir val fingu politikarnir
eisini sítt. Serliga tá
Grímur var við, gekk tað
hart fyri seg. Alt gekk tó
upp á stás, tí vit vóru altíð
væl, tá avtornaði. Nútíðin
er ødrvisi, nú eingin hevur
stundir til nakað. Ørindini
oman á Gjaldstovuna
saknaði eg nógv.
altíð so
Ein avloysara fann eg
kortini, og tað var at fara á
Starshipping, og tað var
eisini hugnaligt. Eg kom
entá upp á listan hjá
teimum, millum tey
viðskiftafólk, sum fingu
tvær dunnur til jóla! Nú er
Starshipping vorðið Før-
oyaleidin, so nú man fara
at knípa, skemtar Bjarni
Skála
EINGIN
KAFFESTEÐGUR
Tá í tíðini høvdu vit ikki
kaffesteðg ella kaffestovu
á arbeiðsplássinum. Vit
plagdu tí at fara oman á
Sjómansheimið
fyrrapartarnar. Hetta var
ikki loyvt, og vit noyddust
at sníkja okkum framvið
glugganum á skrivstovuni
hjá Grími. Onkuntíð
gekkst væl, men aðrar tíðir
sá Grímur okkum, og so
kom hann rópandi niðan
trappurnar á Sjómans-
heiminum og skeldaði
okkum.
- Man var ikk: so
ræduliga bangin fyri at
verða avdúkaður, men
loyvt var tað ikki. Grímur
blíðkaðist tó altid aftur
beinanvegin.
KOYRING A
BYGD
Tá Oyggjarvegurin kom,
fóru vit at koyra vørur út
og annars leggja sentral-
hita o.s.fr. á bygd. Hetta
var mín uppgáva, men ofta
var Grímur við á ferðini.
Honum dámdi so væl at
ferðast í bili.
- Tað var eisini serli:sa
hugnaligt at fara á bygd
tey fyrstu árini eftir at
Oyggjarvegurin kom. Fólk
á bygd vóru so ómetaliga
blíð. Vit vóru bjóðaðir inn,
tí bygdafólki vildi so
fegun. frætta tíðindi úr
Havn. Tað hendi kortini
ikki meir enn tað sama.
- Serliga minnist eg
bygdirnar Funningur og
Tjørnuvik. í hesum bygd-
um er neyvan sentralhiti
0.0. útgerð, sum ikki er
keypt frá Mariu Poulsen
Tá Grímur var við, gekk
práuð um politik sjálvandi.
- Ikki tí, bygdafólkið har
vóru helst javnaðarfólk og
tjoðveldisfóik, og tá Grim-
ur var rættur fólkafloks-
maður, var altíð okkurt at
tjakast um. Tað var bara
hugnaligt, tí Grímur var so
skemtingarsamur og dugdi
væl at taka tað.
- Vit báðir hava tó ikki
verið so skemtiligir at lurta
eftir. Tað gav av at bíta
einu ferðina, tá ein sonur
Grím skuldi við okkum á
bygd, at leggja sentralhita í
eini hús.
- Farið tit bara við
bilinum, men eg fari við
bussi. Eg tími ikki at lurta
eftir tykkum, segði hann.
LEITAÐU EFTIR
GASSFLØSKUM
- Annars koyrdu vit
eisini gassfløskur út til
fólk. Tá vóru gasskom-
fýrar og eisini var gass
nýtt at hita vatn við.
Gassfløskurnar fingu vit úr
Danmark, og onkuntíð
vóru ongar gassfløskur
eftir hjá okkum. Tá
noyddust vit at fara út til
viðskiftafólkini at spyrja,
um tey áttu eina eyka
gassfløsku, sum vit kundu
keypa aftur frá teimum.
Tað dámdi mær illa.
KOYRDI LIK
- Eg plagdi eisini at
koyra fyri Jógvan á Dul,
sum var týskur konsul.
Tað vóru ikki altíð
hugnatúrar, hóast tú vandi
teg til tað, sigur Bjarni við
skemtandi. Tú kanst
skriva, at eg var vara-
konsul! Tað hendi av og á,
at týskir sjómenn komu á
Landssjúkrahúsið,
sum
Nr. 138 — 13. september 1990
Bjarni Skála, bilførari: -
Eingin kaffisteðgur var
íroknaður í arbeiðstíðini
áður, og tí noyddust vit at
sníkja okkum oman á
Sjómansheimið. Onkuntíð
sá Grímur á Dul okkum
fara, og so kom hann
rópandi niðan trappurnar,
eftir okkum. Vit vóru ikki
so ræðuliga bangnir fyri
honum, men loyvt var tað
ikki.
fynd: Kalmar
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar
høvdu verið fyri óhappi
ella vorðnir sjúkir.
Onkuntíð hendi tað eisini
at teir andaðust her, og so
fekk eg boð um at koyra.