Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 13. september 1990 Vit gjørdu zinkkistuna á verkstaðnum hjá okkum, men tá lokið skuldi loddast, fór tað sjálvandi fram á Landssjúkrahúsin- um, og tá var tað serliga Ohugnaligt at standa og bíða, meðan hetta varð gjørt. Skipini komu ofta eftir líkunum um næturnar, og so skuldi eg verða til reiðar at koyra. Lá tskipið á Reduni, varð líkið fraktað út hagar, við jollupi hjá Skipasmiðjuni. HEPPIN Í FERÐSLUNI Tíbetur hevur tað altíð gingist væl í ferðsluni øll hesi árini, hóast tað ikki altíð var so gott føri og bilarnir ikki so góðir. Serliga minnist eg eina ferð í jólamánaðinum, tá eg fór til Tjørnuvikar. Verðurin var ikki breið- kaður oman til bygdina, og tá kavi og hálka var, tordu rørleggjarnir, sum vóru vit á ferðini, ikki at sita í bilinum. Eg var kortini komin so langt, at eg ikki fekk steðgað, men noyddist at koyrdi oman í bygdina. Tá stóð nógv á mær, men tað eydnaðist kortini. - Nei, spennandi var tað ikki í øllum fórum, sigur Bjarni Skála. Vit koyrdu í lítlum Morris lastbilum, og hesir kundu ofta verða svikaligir, serliga í regni og krapu. Vit høvdu tveir bilar og ein dagin steðgaði eg upp á Oyggjarvegnum og hin bilurin varð sendur niðan. Hann steðgaði eisini, so har stóðu báðir bilar okkara, tann dagin. Annars kundi tað verða lukkutreff mangan, um bilarnir yvirhøvur startaðu á morgni, tá tú kom til arbeiðis. - Jú, tað var mangan strævið og tað gekk eisini út yvir náttarsvgvnin, tá tú ikki visti, hvussu veður- gudarnir fóru at skikka sær morgunin eftir. PENING Í BLIKKDÓS I dag eru bilarnir tryggir og arbeidsumstødurnar tær best hugsandi. Tú stendur inni og koyrir vøru í bilin og tekur úr aftur. Vegirnir eru tryggir, men ferðslan er hinvegin nógv í dag. - Minnst til, eg eri frá teirri tíðini, tá vit floytaðu , tå vit koyrdu um hornið! Arbeidsumstødurnar sum heild eru betri, men fólk eru so stressað í dag. Tey hava ikki stundir at práta, sum fyrr í tíðini og tú hittir neyvan fólk í dag, ið hava stundir ul nakað. Tú koyrir út og heim aftur á ar- beiðsplássið, og sært einki menniskja. - Soleiðis var ikki áður. Tá avroknaðu fólk oftast beinanvegin, tí tá mátti tú ikki skilda nøkrum nakað. Einaferð fóru vit ul Eiðis, har tvey gomul fólk skuldu hava nýggjan ketil. Tey vildu gjalda í hondina og fóru eftir eini blikkdós. Tað var tó ikki nóg mikið í hesari blikkdósini og eini 10 slíkar komu á borðið, áðrenn avgreitt var. Tey hava ivaleyst ikki sett pening í nakran banka! Tað skal ikki vera nøkur loyna, at mær dámdi so nógv betur farnu tíðina. Tíðina tá vit arbeiddu í býnum, tá meiaríið og handlarnar vóru, har fólk hittust og høvdu stundir til eitt prát. Eg noyðist tó at viðganga, at henda tíðin hjá mær og Grímur sála, er farin i søguna. Eg kann ikki siga, at nútíðin er broytt til tað betra. Áður var arbeiði og frítíð eitt og sama fyribrigdi, tað var partur av gerandisdegnum, sum ikki var so avmarkað til nakrar tímar dagliga. Vit settu heldur ikki so stór krøv til arbeiðsplássið og runnu ikki upp á skrivstovuna at klaga, 0.s.fr. Tann farna tidin var ikki so góð peningaliga, og vi' vistu, at mangan stóð illa til, men vit fingu kortini altíð lønarposan til tíðina, Og so vóru vit nøgdir. - Hvat eg ætli mær i framtidini? - Eg ætli mær at gera tað sama, sum higartil. Eg fari at halda fram hjá Mariu Poulsen so leingi, sum teir vilja hava meg, sigur Bjarni Skála skemtingarsamur. til sølu Pr. v. á Bilbarnastólur og ein Hokus-Pokus-stólur sa | FØROYAR | | | Telefon 1.7220 < — | formula | EITT SERA GOTT TELDU-TILBOÐ TREYTIR: Formula Føroyar # Fútalág 1 # FR-1CO Tórshavn # Telefon 1.7220 % Telefax 1.8154 / IBM PERSONAL SYSTEM/2 MODEL 30-021 / 20 MB HARDDISK / 8086 PROCESSOR / 640 KB RAM / 720 KB DISKLASTØD 3,5' / SKERMUR SVART/HVÍTUR VID 64 GRÁTÓNUM / KNAPPABORÐ / DOS 3.3 / FØROYSKA VALMYND / IBM TEKSTVIÐGERÐ (TEKST-ASSISTENT) / VIÐ FØROYSKUM BÓKSTAVUM EINANS KR. 9.999,00 VIÐ LITSKERMI EINANS KR. 13 „999,00 PRINTARI 9 NÁLA MICROLINE PRINTARI KR. 2.999 ,00 Gjaldstreytir: Levering ..: Garanti .....: NETTO KONTANT Heintast á Fútalág 1 12 mánaðir