Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1990síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ú* ON Nr. 140 Fyrsta september gavst Arne G. Berg sum næst- ovasti, leiðari fyri bjarg- ingardeildini og pressu- talsmaður á Marinustødini. Men hann er longu komin aftur higar at arbeiða í nakr- ar dagar, meðan avloysari hansara er burturi. Og tað hevur hann einki ímóti. - Satt at siga kendi eg tað sum at koma heim aftur, sigur hann. Ame Berg er sera frynt- ligur og væl lyddur madur. Summi vilja eisini vera við, at hann er minst líka nógv føroyingur, sum tey, ið fødd eru í landinum. Í fimm ár hevur hann ar- beitt á Marinustødini, men annars eru 25 ár, síðan hann fyrstu ferð kom til Føroya. Og øll árini, áðrenn hann flutti upp higar at búgva, var hann at kalla her á hvørjum ari. 25 AR SIDAN - Eg kom fyrstu ferð higar sum tyrluskipari. Tá lendi eg hervið Marinustødina. Síðan kom eg regluliga ant- in sum tyrluskipari ella við sjóverjuskipi. Og sosøkti eg sjálvur um at koma higar at arbeiða í tvey ár í fyrsta umfari. Tað bleiv til fimm ár. - Hví vildi tú ul Føroya? - Mær dámdi beinanvegin Føroyum. Eg eri úr Vestur- jútlandi, og tað samfelagið líkist í mangar mátar ti før- oyska. Eitt lítið samfelag, har fólk ikki eru hverju óviðkomandi, og øll skunda sær ikki altíð so nógv, men gevur sær stundir at tosa saman. Tað dámar mær so væl. Eg havi altíð havt tað gott í Føroyum. MØTTI EINUM HVALBINGI - Tú hevði ikki nakað tilknýti ul Føroya, tá tú kom higar? - Nei. Eg byrjaði sum ungur í handilsflotanum, sigldi sum stýrimaður hjá A. P. Møller, og tá eg skuldi inn at gera herskyldu, helt eg tað vera áhugavert at gerast tyrluskipari. Í 1972 kom eg omborð á "Olga Maersk", og har hitti eg tann stóra annan stýrimannin, sum æt Jacob Berg og var úr Hvalba. Hann hitti eg fleiri ferðir síðan, men nú er hann farin. Hann var fyrsti før- oyingur, eg kom at kenna. Vit sigldu saman í fleiri ár og hildu sambandið við líka so leingi, sum hann livdi. Tá eg kom upp higar sum tyrluskipari, = var hann komin aftur til Føroya, og gjøgnum hann og konuna kom eg í samband við nógv fólk her. TREIVST LÍKA VÆL SU HANN - Kona mín, Anne Dorthe Muldvad, hevði framman- 15. september 1990 Sart at fara SN sosialurin ur Førovum - Vit høvdu tár í eygunum, tá vit vóru komin umborð á Norrønu, sigur Arne Berg, sum seinastu fimm árini hevur verið næstovasti og pressutalsmaður á Marinustóðini. Nú er hann fluttur aftur til Danmarkar undan ongantíð verið í Før- oyum, og tað vildi so væl við, at tá vit komu higar í 1985, fekk hon arbeiði á Landssjúkrahúsinum. Henni dámdi líka líka væl í Føroyum sum mær, og vit blivu tí her í fimm ár. Vit vildu fegin verið her, men høvdu vit verið longur, kundu vit ikki havt íbúð okkara í Keypmannahavn, og vit valdu at fara, meðan vit framvegis trivust væl. Heldur fara avstað við tár- um íeygunum enn at ganga í Føroyum og leingjast til Danmarkar. Tað var ein løgin kensla at fara umborð á Norrønu og fara hiðani. SAMBAND VIÐ NOGVFOLK Arne Berg hevði ikki trupult við at fella til í Føroyum. - Eg havi altíð verið av ti fatan, at ein skal laga seg eftir tí samfelag, ein kemur ul. Sjålvt um arbeiðið á Marinustødini ikki er so vanligt, men eg hevði lætt við at koma at kenna fólk, td. tey á Vaktar- og Bjarg- ingartænastuni. Johan Ziskason havi eg kent, síðan eg sigldi. Vit búðu eisini í býnum og tosaðu við grann- ar 0.s.v. Tað hevur meira verið føroyingar, vit eru komin saman við, heldur enn starvsfelagar á Mar- inustødini. Av ti at Dorthe arbeiddi á Landssjúkra- húsinum koma vit at kenna fleiri av hennara starvs- feløgum. Men samfelagið er broytt nógv hesi fimm árini. Tá vit komu var ikki satelitt- sjónvarp, ug tá bar betur til at detta inn á gólvið hjá fólki at práta. GOTT SAMSTARV Arne Berg letur væl at samstarvinum millum Mar- inustødina og Vaktar- og Bjargingartænastuna. Nu skal Vaktar- og Bjargingar- tænastan hava ábyrgdina av efurliunum við fiskiskip- um, og seinasta hond verdur nu løgd å avtaluna, og tad verður gjørt í bestu semju, sigur hann. - Tað er mín fatan, at eingin kann sita í Keyp- mannahavn og avgera og geva boð um føroysk við- urskifti.. Føroyingar mugu sjálvir ráða. Hinvegin heyð- i tað verið harmiligt, um Føroyar fóru úr rikisfel- agsskapinum. Eg hugsi mær eina skipan td. sum Eng- land og Australia hava. Tað eru ramvegis nøkur bond, ið knyta Føroyar og Danmark saman. Tað er eitt petti ímillum loysing og at stýra úr Keypmannahavn. LITIÐ j ARBEIDSPLASS Marinustødin er ikki nakad stort arbeidsplåss. Ikki fleiri enn 31 starvsfólk uúlsamans, og bara ein partur er til arbeiðis í senn. av ú at støðin hevur vakt alt sam- døgrid. Av tí at starvsfólkini eru so fá, kennast tey so væl. Marinustødin er eitt gott arbeiðspláss, sigur Arne Berg. Mjørkadalur er væl betur mannað. Líuð sam- band er millum Marinustød- ina og stødina i Mjørkadali, ti stødimar hava hvørt sitt arbeidsøki. MUGU FYLGJA LANDSINSLOGUM ArneBerg sigur, at hann einki serligt hevur merkt til mótstøðu frá fólki, sjálvtum arbeiðið hoyrir undir herin. Tað var einki at siga til, at onkur samanbresturin var, tá sjóverjuskipið kom inn, menninir umborð fóru í dans og funnu onkra gentu við tí úrsliti, at onkur blei øvundsjukur. Tað hevði verið tað sama, um skipið fór til onkran minni bý í - Men eg havi altid sagt i menninar, sum eru komnir higar at arbeiða, at teir skulu laga seg eftur umstødunum her. Duga ella vilja teir ikki tað, skulu teir ikki vera her Eingin má koma uttancftir at broyta nakað. Áðrenn hann kom til Marinustødina, fleyg hann Førilåsina”, tyrluna hjá sjóverjuskipinum Veðrin- um. Einaferð teir høvdu flutt nógvar sjúklingar undraði tað hann, at einki stóð í bløðunum um hetta. Men so ein sunnudag, hann búði hj familju i SØørvagi, lá gjá tey hann varugan við, at tað var eir i kvoði n riumanningins3, Í rå vóru ul tcirra, hvørja ferð onkur sjúklingur var fluttur viðtyrluni. Hetta var áðrenn Arne Berg skilu føroyskt so væl. Tað hendi eisini eina hann fekk eitt langt vakurt takkarbræv frá ápa eina £ erðina, at nt „ir i { entu, ter nóvdu lutt á Landssjúkrahúsið - Tað er heilt vist, vit vóru væl mótukin. Tað er nakað heilt serligt við Føroyum Her kunnu vit liva fleiri dag- ar uppá ein góðveðursdag Regn og toka bila ilkki, men eg má viðganga, eg var illa við, tá ódnarveðrið leikaði enn, hvat arbeiði hjá Arne Forsvars- komandoen" í Keypmanna- havn Berg verður nú í KEMUR AFTUR - Eg vóni eg tað verður eit arbeiði, har eg framvegis kann hava okkurt við Før- oyar at gera og kann koma higar av og á. Í øllum førum koma vit aftur at ferðast. Tá eg hugsi aftur á tey næstan 30 árini eg havi arbeitt hjá hervaldinum, hava hesi fimm i Føroyum verið tey bestu. Konan og eg eru eisini samd um, at hesi árini helst verða tey bestu hjá okkum báðum saman, sigur Ame Berg. Samróða: Randi Myndir: Kalmar