Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

x Kl | sø Nr. 144 — 21. september 1990 Amici, sakk á løgnan hátt hósnáttina mynd: Kalmar Sokkin á løgnan hátt Báturin hjá Regin Jespersen, politisti í Havn sakk hósnáttina. Orsøkin er ókend. Um morgunin fekk eigarin boð um, at báturin var sokkin, hann fleyt í fínasta lagi kvøldid fyri. Menn frá Brand- stødini í Havn fingu um tvey tíðina í gjár bátin aftur á flot. Báturin, Amici, sum er latínska navnið fyri friði, lá við flóti- brúgvarnar á Vestaru- vág. Hann var síðan fluttur til bryggjuna har Reyði Krossur plagar at liggja. Báturin er kannaður og einki hol er á bát- inum, hann er stutt sagt sokkin á ein løgnan hátt. Politiið visti einki at siga um hendingina í gjár. Vakthavandi segði, at hann hevði hoyrt sum slatur, at ein bátur var sokkin. Pol- itiið verður íkki blandað uppi, um ein bátur søkkur av sínum eintingum. Hetta er eitt mál millum trygging og eigara. Av Vaktar og Bjargingartænastuni verður sagt, at teir ikki hava fingið nøkur boð um at ein bátur er sokkin. Hetta skuldi annars verið borðið hjá tænastuni. --Hetta hendur alt ov tíðum. Søkkur ein bátur í Havnini, so er tað brandstødin sum tekur sær av málinum, hóast tað skuldi verið okkara uppgáva. Men í dag kemur ger tað ikki so nógv. Tjaldrið liggur á Fuglafirði og roynir at fáa ein bát sum rak á land í ódnini av aftur. Ólavur Halgi er úti. sigur Vakthavandi. jústinus £/ða 5 Nú fyriliggja øll byggiloyvini til bylingin við Sundsvegin Ingi Morh, býráðslimur kann nú hella seg afturá í stólinum og siga at nú eru øll hús mini lógliga bygd. Ti nú finst byggiloyvi ul øll seks húsini, sethús og úthús við Sundsvegin. Gunnar Hoydal sigur, at eitt mál hevur verið fyri í býráðnum fyri stongdum hurðum. Hetta er eitt mál um byggiloyvi hjá einum býráðslimi, Inga Mohr --Byggieftirlitið hevur ul uppgávu at ansa efur, at bygt verður eftir byggi- samtyktini. Soleiðis hevur ikki verið í tveimum fórum hjá Inga Mohr, býráðslimi, sigur Gunnar Hoydal. --Men býráðið hevur avgreitt málið um tvey úthús, har byggiloyvini ikki vóru í lagi, hetta hendi fyri einum mánaði síðan. Og í dag hevur Ingi Mohr loyvini í lagi ul øll húsini, sigur Gunnar Hoy dal. Gunnar Hoydal vil ikki siga hvørji hús talan er um, men Sosialurin veit frá álítandi keldum av siga, at talan er um húsini, sum liggja næst Sundsvegnum. Ingi Mohr er uttanlanda, og ti er ikki møguligt at ynskja honum tillukku og fáa eina viðmerking. jústinus Býlingurin hjá Inga Mohr við Sundsvegin, nú standa øll hús- ini lóglig. Mynd: Kalmar. Ólavur Halgi á "sightseeing" Meðan ódnin herjaði var Ólavur Halgi staddur 14 stig vestanfyri Føroyar. Vakthavandi á Vaktar og Bjargingartænastuni sigur, at Ólavur Halgi var á ferð at kanna føroyska sjógkið. Ólavur Halgi hevur verið einar 210 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. Teir fingu sjálvsagt ódnina fyrst at kenna og tá hon rakti Føroyar var vindwin longu makaður á leiðini har Ólavur lá. Tað er ikki ofta, at Ólavur Halgi ferðast so víða sum hesu ferð, men tað kemur fyri. r Olavur halgi er eitt stórt og trygt skip og hann kláraði ódnina uttan trupuleikar. Vakthavandi sigur, at hann heldur ikki at nakað fiskiskip var út meðan ódnin herjaði. --Veðurtænastan er so góð í dag, at tað er ikki neyðugt at vera úti tá stóródnirnar koma sigur hann. Burtursæð frá at ein bátur rak á land í Fuglafirði hevur Vaktar og Bjargingartænastan ikki fingið fráboðað nakað óhapp á sjónum í Odnadvedrinum. justinus Gongu- og súkkluteigur Sum eina nýggja roynd, hevur Landsverkfrødingur- in herfyri gjørt ein gongu- og súkkluteig framvid tveimum vegastrekkjum á eystara armi av Skála- fjørðinum: Millum Saltnes og Runavík og av Langa- på Okkara kæra móður, nest inn á Lambareiði. Ein tjåkk hvít strika ger vart við, hvgrjumegin gongufólk og súkklur skulu vera, og hvørjumeg- in restin av ferðsluni skal vera. hj. vermóður, omma, langomma og systur JOHANNA VILHELM JENSEN úr Vági andaðist í heiminum mikudagin 19. september, 78 ára gomul. Jarðarferðir verður úr Vágs kirkju sunnudagin 23. sept i, Marlena í kl. 13.00. e Birgit me