Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Politiska stødan: Ein babyloniskur hurlivasi Samgongutingmenn slita samgonguna næstan hvønn ein- asta dag, og tad fer at verða eitt sindur trupult at fylgja við øllum klandursevn- unum. Teir flestu hóttanirnar mugu kortini metast sum sjónleikur uttan praktiskar avleiðing- ar. Fýra samgongu- tingmenn kunnu melda seg út og inn úr samgonguni, uttan at tað fer at ávirka meirilutan á tingi. Fyri at gera tað lættari fyri lesaran at skilja, hvat hendir í samgongujunglinum, hava vit gjørt ein m-} 2» stutta samanfatan av politisku støduni í landinum: Eilif Samuelsen: Maskinskulin skal und- ir ongum umstødum til Klaksvíkar. Avgerðin um flytingina er tikin av ein- um politikara (Ivan Joh- annesen), “ið einki hevur skilt". Poul Michelsen: Maskinskúlin skal vera verandi í Havnini. Verð ur hann fluttur er tað klárt brot á arnar, og hetta fær av leiðingar. Jógvan við Keldu: avtlaluna millum samgonguflokk Tekur Olaf Olsen ikki aftur ætlanina um setan- ina av visitatiónsnevnd- ini, er Jógvan ikki longur við í samgonguni. Heini O. Heinesen: Verður visitatións- nevndin sett og Sven Aage Ellefsen og P/f Prestland II. fær inn- flutningsloyvi fyri nýggjum trolara, er Heini farin úr samgonguni. Finnbogi Isakson: Fær Sven Aage Ellef- sen trolara, er tad at rokna sum brot å sam- gongusåttmålanum. Nu hevur Sven Aage longu fingid innflutningsloyvid. Finn- bogi ætlar ikki at gera nakað meira við tað, men fer at leggja sær tað í geyma - hvat sum tað so enn merkir Sven Aage Ellefsen: Hevur fingið trolaran, so hann er aftur við í samgonguni. Karin Kjølbro: Fer ikki at slúka fleiri kamelar. Verður tann Samhaldsfesti ikki settur í verk, er hon ikki longur við í samgonguarbeiðn- um. Oli Breckmann: Verdur tann Samhalds- fasti settur í verk, fær tað ófatiligar avleiðingar fyri alla samgonguna. Edmund Joensen: Tjóðveldið og Fólka- flokkurin hava sagt sam- gonguna upp við at játta pening til Landsverk- frødingin av regulerings- kontoini. Verdur jåttanin ikki tikin aftur, fer Sam- bandsflokkurin ur sam- gonguni. Hetta er uttan iva tann ålvarligasta hottanin, samgongan enn hevur fingið, ti her eru tað ikki einstakir ting- menn, sum hótta við at hoppa frá, men ein heilur flokkur. Nr. 144 21. september 1990 ' Hurlivasin innan samgonguna í hæddini: Vit slíta ikki - hinir slíta — um jåttanin til Landsverkfrødingin ikki verður tikin aftur, sigur Edmund Joensen, formaður Sambandsflokksins. Einki arbeiði skal longur setast í gongd við almennum peningi. Á seinastu vikum hava í minsta lagi triggir fólka- flokstingmenn og ein tjó- ðveldistingmaður meiri og minni sagt upp sam- gonguna. Nú er Edmund Joensen, formaður Sam- bandsflokksins, eisini komin við ultimatum til hinar samgonguflokkarn- ar, og einki er at ivast í at tingmanningin hjá Sam- bandsflokkinum stendur samlað aftanfyri formann- in. Samgonguslit Edmund sigur, at verð- ur avgerðin um játtan av 13 mió. kr. ul Landsverk- frødingin ikki tíkin aftur, verður samgonguslit. Hetta váttaði Edmund Joensen í samrødu við Sosialin - Vit slíta ikki, sigur Ed- mund. Tad eru hinir samgonguflokkarnir, sum slíta, um teir ikki taka játt- anina aftur. Vit hava eina greiða avtalu, sum er feld í samgonguskjalið, og vit vilja bara, at hinir flokk- arnir halda seg til hana. Halda teir ikki avtaluna Skulu teir vita at tað er ál- vara aftanfyri. Val í ótíð? -Trýrt tú sjálvur upp á val í ótíð? -Tað veit eg ikki. Tað fer gongdin at vísa. Men samarbeiðið innan sam- gonguna er ikki gott. Nakrir eru, sum hava sagt samgonguna upp meiri og minni. Hjá teimum snýr tað seg fyrst og fremst um lokalu åhugamålini, ikki um tad sum gagnar land- inum i heild. Politiskir eygleidarar halda, at tad sum fer at henda er hetta: Sam- gongan góðtekur kravið frá Sambandsflokkinum og tekur aftur játtanina til Landsverkfrødingin. Bundna uppsparingin fer at standa vid og tann Samhaldsfasti kemur i -Eftirhondini eru so nógv ultimatum eru komin frá so nógvum innan samgonguna, at fólk spyrja, um samgongan er verd at halda uppá. Er hon tað? -Um setningurin í sam- gonguskjalinum verður hildin, so er hon verd at halda uppá. Men áralagið er syndarligt, tað má eg siga. -Í samrødu við Dimma- lætting hósdagin sigur tú, at bundna uppsparingin er eitt av hollastu búskap- arligu tiltøkunum í Før- oyum higartil. Er hon tað? -Eg haldi, at bundna uppsparingin hevur virkað væl. Forbrúkið er minkað munandi, og tað var jú ætlanin við uppsparingini. Okt skattatrýst -Nú kemur ein bú- skaparfrødingurin fyri og annar eftir og sigur, at millum annað tann bund- na uppsparingin og gkta skattatrýstið ikki bert tek- ur arbeiðshugin frá fólki, men eru eisini atvoldin ul minkandi inntøku hjá landskassanum? Ert tú ikki samdur við teir? -Nei, eg haldi ikki at hetta er beint. Tað verður t.d. ført fram at skatta- trystid verður yvir 70%. Men hjå okkum verdur skattatrýstið ongantíð meira en 50% hámark, og bundna uppsparingin 7%, so man kann ikki skatta meira enn 57% i Før- oyum. Hetta er ti bein- leiðis Ósatt. -Allíkavæl virkar bund- na uppsparingin sum fyri- bils skattur, ikki satt? gildi. (Her er so bert Spurningurin um grunn- urin av praktiskum or- søkum kann fara at virka frá 1. jan. 1991.) Maskinskúlin verður fluttur, visitau6nsnevnd- in verður sett og fer at virka, og Jógvan við Keldu. Heini O., Karin -Hetta er ein uppsparing sum stendur inni og kem- ur inn á kontoini hjá fólki. Fólk eiga hetta og fáa tað aftur. -Var ikki meiningin at fáa meiri toll og meiri skatt inn í landskassan. Letur tað seg gera við at økja um skattatrýstið á lækkandi inntøkur og sýta fyri, at seta arbeiði í gongd, ið skapar inntøku- grundarlag hjá almenn- inginum og lands- kassanum? -Vit hava livað uppá læntar pengar í so nógv ár og tað er tað sum skal halda uppat. Vit kunnu ikki seta nýtt virksemi í gongd við almennum pengum. Vit mugu gera tað til at keypa råvøru uttanífrá av fiski og á tann mátan gkja um útflutning og arbeiði í landinum, góðska fiskavørur og selja á bestu marknaðunum. Tað sum vit hava gjørt her so leingi er at lata landskassan skapa arbeiði, og tað er alt kunstugt arbeiði upp á læntar pengar. Tí standa vit her við uttan- landsskuldini. Tað er ong- in hjálp í tí. Tað er sum tá ið kellingin pissadi i sekkin, tað er stokkutur hiti. Nú hava vit høvudpinuna her. Tad er ivaleyst av almennum arbeiði í gongd, tað sóu vit í Sumbiartunnlinum og Gomlu Rætt og ødrum slíkum. At seta meiri ferð ánú er fullkomiliga ábyrgdarleyst, ti landskassin er tómur, sig- ur Edmund Joensen at enda. etj. og Poul verða framhald- andi í samgonguni og læra at skikka sær væl. Oli Breckmann verður verandi í stjórnarand- stóðu saman við sosiali- stunum. Hetta skal hann ikki taka so tungt. Hann hevur jú altíð Dagblaðið. etj.- ERE se be