Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 1990síða 19

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 21. september 1990 2 Útvarpið er farið undir F - - " Alpine 3 | Ella Smith Clementsen, rithøvundur og bladfølk á Sosialinum, sum leggur Hygg á Hoyr til rættis: - Tað kann mangan vera tidarkrevjandi at skriva og finna myndir til tær ymsu sendingarnar. Nú vetrarskránna, fari eg at gera meira burturúr hesum tátti, tí eg haldi ikki, at vit bert skulu hugsa um sjónvarpið. Hon veit alt um sjónvarnsskránna - men er ikki íðin sjónvarpshyggjari kortint Flest gll fólk munnu kaga í sjónvarpsskránna um dagarnar, sum Øll blødini nú prenta Hesa tænastu hevur Sosialurin gjørt serliga nógv burturúr at veita lesa- rum sínum. Hvønn fríggjadag kunnu lesarnir taka út miðsíðurnar, sum umrøda flest allar sending- ar í SVF og UF, umframt sendingarnar á hinum rás- unum, sum tó bert síggjast Í Havn og nærindis. Ella Smith Clementsen, rithøvundur, skrivar Hygg á Hoyr í Sosialinum. Hon hevur havt hetta sum arbeiðsgki síðan 1985, og er tí tann persónur á blaðnum, sum veit mest um tað. Kortini er hon ikki tann, sum spent sessast framm- an fyri sjónvarpið um kvøldamar. Ella Smith Clementsen: - Hjå okkum, sum arbeida heima og hava småbørn, verda kvøldini oftast nytt at arbeiða í. Tú fært teg ikki til at setast við telduna í dagtímunum, tað gongur út yvir samveruna við børnini. Ella Smith Clementsen hevur upprunaliga sk"ivs- tovuútbúgving, og hevði verið á Tryggingarsam- bandinum í 17 ár, tá hon miðskeiðis í 80'unum segði starvið frá sær og valdi at arbeiða heima, tí hon hevði smábarn, sum ikki treivst á stovni. Skrivar barnabøkur - Tað var tó ikki sum at siga tað, tí hóast góð viðurskifti og nógv um at vera við børnunum, so gjørdist tað eintáttað i longdini, sigur Ella Smith Clementsen. Hon var tó íkki ráðaleys, tí hon hevur altíð havt áhuga fyri at skriva. Nú gerandisdagurin var fyltur við gerðarmálum saman við børnunum, fekk hon hugskotið at skriva eina barnabók. Hon segði børnunum frå søgum úr egna hugaheimi, og ti var tad ein roynd at seta tær å prent. Umframt barna- søgurnar um jólavætrar- nar, sum nú eru komnar út til jóla, seinastu fimm árini, so hevur hon umsett ein hóp av barnabókum fyri Læarabókagrunnin. At enda hevur Ella skriva smábarnabókina "Mikkjal," sum Tove Guttesen hevur gjørt tekningar til. Næsta bókin "Mikkjal og Guðrun" kemur í næstum, og Tove Guttesen hevur eisini teknað. Hvussu er arbeiðsgongdin hjá tær, tá allir snøklar um sjónvarp her og har, útvarpsendingar 0.a. skal skipast? - Tad er sum eitthvørt annað arbeiði, tað skal bert leggjast væl til rættis. Meir um útvarp Arbeiðsvikan byrjar so smátt mánadag við at lesa innkomna postin. So plagi eg at fara i SvF og Ut- varpið eftir skránni, práti við tíðindafólk 0.0. sum gera sendingar. Higartil hevur ikki verið so nógv at skriva um úr Útvarpinum. Flestu send- ingar hava verið aktuellar og tí hevur verið torført at fáa tilfar í so góðari tíð, at vit kunnu fáa tað við í Hygg á Hoyr. Nú hava programfólkini lagt skrá- nna so mikið lagt fram í tíðina, at vit kunnu gera meira burturúr. - Eg ætli mær framyvir at gera nógv burturúr Útvarpinum, tí nú hendir nakað. Vit eiga eisini at lýsa hesar sendingar, sum eru føsoyskar burturav, og ikki bert tosa um sjón- varpið. Eitt "puslispæl" Tá føroyska tilfarid er fingið til vega, fer Ella Smith Clementsen undir eitt satt "puslispæl," sum er at lýsa utlendsku send- ingarnar í sjónvarpi. Her er talan um sendingar í SvF, TV3, BBC og skrá- rnar fyri ítrótt og tónleik, sum fólk í og kring Havnina síggja. - Eg havi fleiri keldur til at taka, so tað er mangan tidarkrevjandi at finna umrødur og myndir til sendingarnar. Ofta noyðist eg at leita millum einar 20 - 30 myndir, bert fyri finna mynd til eina send- ing. Eri eg so heppin, at eg td. finni fimm myndir og fimm umrødur í senn, so er tað sum at vinna í happadråttinum, sum Ella Smith Clementsen. Sendirødirnar - Tað kann mangan sýnast mødsamt at vit ferð eftir ferð skriva um ymsu sendirgðirnar í sjónvarp- inum, sum nú eru so nógvar í tali. Men hetta er tilfar, sum lesarin vil hava. - Lesarin vil vita, hvat hvør einstøk sending snýr seg um, so hann kann velja, hvat er vert at síggja, og hvat skal fara framvið. Fært tú ofta áheitanir frá fólki um tilfarið í Hygg & Hoyr? - Jú, lesarin ger vart við seg um eitt og hvort - bæði tå hann er énøgdur, og tá hann heldur, at tilfarið er væl lýst. Tað dámar mær væl í ollum fórum, tí ofta fái eg eisini uppskot um okkurt, sum eg ikki havi gjørt nóg mikið burturúr, sigur Ella Smith Clement- sen og skoytir uppí: um fólk hava okkurt at gera vart við viðvíkjandi Hygg á Hoyr, so eru tey væl- komin at ringja ul mín. Dagny Skomakarin I Síða 19 LÅ uglafirði 8 Í dag, 21. september, verdur Jéhannes Jac- obsen, skómakari i Fuglafirði, áttati. Skó- makarin, sum hann verður nevndur, situr framvegis á verkstað- num nú hann er 80, soleiðis sum hann hevur sitið øll árini hann hevur verið í Fugla- firði. Jóhannes, sum er ættaður úr Funningi, kom til Havnar í læru í 1925 og fór ikki ul skips, sum hinir beiggjarnir. Hann plagar at siga, at hann ongantíð hevur ætlað sær annað yrki, enn at vera skómakari. Hann lærdi á verkstaðnum hjá mammubeiggjanum, Knút Petersen. Jóhannes kom til Fuglafjarðar í 1931. Hetta komst av, at fiskimenn úr Fuglafirði ein dagin vóru komnir inn til Gamla Knút at práta. Teir søgdu hon- um, at teimum manglaðu ein skómak- ara. Knút fór so ul Johannes og "Jóhannes, nú hevur tú tín kjans at seta føtur undir egið borð. Men segði: Mammubeiggi vil helst, at tú ikki fert.” Hetta var tidin ådrenn gummistivlarnir komu til landið. Fólk brúktu vanligar skógvar og tuflur. Sjómenninir brúktu leðurstivlar. Hetta arbeiðið var alt gjørt við hond á verk- støðunum kring landið. Fyrst í fimtiárunum fekk skómakarin sær útbúgving í ortopedisk- um skósmíði í Keyp- mannahavn og hevur hann síðani burturav seymað ortopediskar skógvar. - Enn fæst hann við hetta arbeiði. Tað er hugnaligt at stækka inn á gólvið hjá Jóhannesi - hann er fróur maður, dugir væl at siga frá. Lættur og fótafimur hevur hann altíð verið og fastur fúsur, tá teir hava verið á fjalli - og løgid skal tað verða, um tú ikki sært hann á rættini i heyst. Fødingardagurin verður hildin Hoydglum hjá Oddy; og vit ynskja hjartaliga tillukku! abba abbabern