Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

+ + UOindal 2010 $08la urin ar 21. z"ptember 1) MÁLGAGN HJÁ SOSIALISTISKUM UNGMANNAFELAGI Landsliðið og CHASE góð umboð: Ungdómurin setir Føroyar í fokus Hoast åvisir føroyskir politikkarar eftir øllum at døma Kappast um at gera Føroya landi fyri skommum i útheiminum heima og samgongumenn her i koma kropp á Kroppi fram at fjølmiðlunum, fyri at hótta við uppsøgn, tí at sparingar landsstyrisins nú raka teirra valdómi og harvið eru ein hóttan ímóti atkvødugrundarlag teirra, so fekk um- dómi Føroya eitt rættuligt spark upp- eftir fyrr í mánaðinum. Men hetta er ongum politikkara fyri at takka men ungdóminum. Tað eru tvær hendingar, sum seinastu tíðina dám á føroyska umdømid. Hetta eru hendingar, sum vónandi fáa fólk í útheiminum at gloyma alt um grindadráp, handilsboy- Koytt og uttanlandsskuld okkara. Tann fyrra hendingin var tá fótbólts- landsliðið hvøkk á allan ítrottarheimin við at vinna so meistara- hava sett serligan loypti liga á Eysturríki og tann seinna var tá tónleikabólkurin CHASE vann eina tónleikakapping á Fjóni í Danmark. Hetta eru hendingar, sum hava ómeta- liga stóran týdning fyri Fóroyar - ikki bara fyri ítrottin í Fóroyum. men líka so væl fyri handils- og vinnulívið í Føroyum og umdømi okkara sum heild. Nakað sum sermerkti dystin í Lands- krona, var at tað var eitt lið sum spældi, og tað sást á øllum brøgdum, at tað var samanhalaið, sum gjørdi liðið sterkari. Hesum hava okkara leiðandi poli- tikkarar nógu at læra av! Tillukku við sigrinum - tillukku landsliðið og tillukku CHASE! Eiríkur Lindenskov Rasisma rokktónleikur: Guns'N'Roses Frændur eru kendir fyri at yrkja ímóti rasistiska rákinum. Svartir tónletkarar hava altíð verið diskrimi- neraðir í fjølmidlunum. Í tíati og fyratiårunum var jazz- og blucs- tónleikur bannlystur i flestu útvarpum í Amerika. Grundgevingar- nar vóru, at hesin tónleikur var mettur at vera djevulsins tónleikur. MTV eisini rasistisk MTV er ikki religiøs, men bråkar sum um- bering, at hvítu hyggja- rarnir vilja síggja hvít fólk á rútinum. Hetta gav at býta, tá MTV í 1986 valdi tíggju tey bestu lógini tað árið. "Rap-bólkurin" "Run DMC" var útihýstur, hóast hesin bólkur var best umtóktur kring allan knøttin vid lagnum "Walk this Way". Hetta varð mett sum ein stórur brølari, men MTV stóð við sítt. Eric Clapton rasistur Summir tónleikarar hava eisini beinleiðis tikið undir við rasismu. Her kunnu nevnast so navn- framir menn, sum Jerry Lee Lewis og Eric Clap- ton. Fyrst í 70'unum gav Clapton fleiri ferdir til kennar, studul sin til nýggja politikkin hjá einum, ið nevndist Enoch Powell. Powell segði, at Bretland var hótt, tí har vóru alt ov nógv svørt fólk. Hann ráddi úl at landamørkini vóru aftur- latin, og tey svørtu rikin år Bretlandi. "Rock against Rascism" Hesar rembingar innan tónleikaheimin, gjørdu at felagsskapurin "Rock aga- inst Rascism" varð stov- naður i 1978. Punk-rørs- lan, ið tá blómaði, var nær knýtt at rasismu og nasistisku hugsjónini. Hesin félagsskapur er seinni broyttur og vorðin ein vinstrahall anarkis- tisk rørsla. Rasisatarnir rýmdu úr rørsluni, rakað- u hárið av høvdinum, og fingu lív í "Skinhead- rérsluna", sum hevði ligið í dvala síðan fyrst í 70'unum. Skinnhead- rørslan fekk eisini sina tónleikabólkar. Tann kendasti man vera bólkurin "Screwdriver". Konsertirnar hjá teimum líkjast fundum hjá Hitlerjugend vegna teirra haturfulla boðskap móti littum og jødum. Rokkrasisman selist væl Leingi varð hildið, at hesir tónleikabólkar ong- antíð fóru at fáa ta stóru undirtøkuna. Men í 1989 kom ferð á. Rokkra- sisman liggur í dag ovast á sølulistunum. Rokkra- sisman fær bestu sendi- tíðina í út- og sjónvarpi, og somuleiðis er tað rokkrasisman, ið er á fyrstu síðu á tónleika- bløðunum. Munurin á Screwdriver tá og bólku- num í dag, er at í dag seljast hesir bólkar best, og tí kappast fjøl- miðlarnir um tei", meðan teir fyrr vóru varnir ikki at gera ov nógv burtur úr teimum. Guns'N'Roses Ein av hesum bólkum er "Guns'N'Roses". Hesin bólkur byggir á elli- gamlar fordómar. Tað er einki nýtt við tónleiki teirra, harði rokktón- leikurin er heldur eitt bleikt kopi av fyrimynd teirra, "Aerosmith". Hóast hetta, eru teir best umtókti hardrokk- bólkurin í heiminum í dag. Á plátuhúsanum, "Appetite For De- struction" og "G'NR'- Lies" er eitt klistrimerki, har teir bida um um- bering, um nakar fær ilt av tekstum teirra. Á mini-Ip teirra "G'n'R'- Lies" er eitt lag, sum eitur "One in a Million". Fyrst í hesum lagnum singur sangarin, W Axl Rose: Police and niggers, Thats Right/Get out of my Way. Seinni á somu plåtu singur hann: Immigrants and fag- gots/they make no sence to me/they come to our Country/And think they'll Do as they pleace/like start some mini-lran/And spread some focking dicease. Rasisman fær undirtøku tað eru nógvir bólkar, ið taka undir við hesum hugsjónum. Svørt eru "niggers". Innflytarar eru yvirgangskroppar. Homo- seksuel eru djór, sum spreiða kynssjúkur. I filmsheiminum er hesin målburdur eisini vid at vinna frama. Sylvester Staloon, ella Ramboo, sum flestu føroyingar kenna, heldur ikki nógv um "tær skeivoygdu apurnar", sum hann kalla vietnamesarar. Ein kendur amerikanskur skemtari hevur júst gjørt eina avtalu við kenda filmsfelagið, Twentiethh Century Fox, um at hann skal gera triggjar skemtifilmar. Tað óhug- naliga í hesum er, at skemt hansara byggir á grova rasismu. Eisini manschavinisman hevur ein týðandi leiklut í hansara sonevnda skemti, og homoseksuell og asiatar fáa av at vita. Tónleikararnir eru fyrimyndir Hvat sigur so hetta okkum um tónleikin, um filmarnar, ella um heim- in í dag? Rokktónleikur hevur altíð havt stóra ávirkan á ungdómin. Rokktónleikur hevur verið besta vápni at steðga og køva fordómar. Nógv munnu tey vera, sum hugsjónarliga eru ávirkað gjøgnum rokk- tónleikin. Tónleikararnir, fyrimyndirnar hjá ung- dóminum, eru ein partur av rokkinum, og ofta taka ungdómar somu sjónar- miðini, sum fyrimyndir teirra. Guns'N'Roses biða um umbering, um nakar fær ilt av tekstum teirra, men eru vit komin har, ið vil góðtaka teirra rasismu, teirra frem- mandahatur ella homo- fobi. Tá hava vit skrúva tíðina aftur. Til Alabama 1963. ul Berlin 1933. -eyd.-