Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 32 - 15. februar 2003 Nr. 32 - 15. februar 2003 3 Tað var ein maður – og so við eitt var hann ikki meiri. Soleiðis segði presturin við jarðarferðina hjá Kennedy forseta, og so- leiðis kunnu vit eisini siga um Gudmund. Við eitt var hann ikki meiri. Sum altíð, tá ungt nýtt fólk flytir til bygdina, vóru vit spent at fáa tey at kenna. Vit hava seinastu tíðina fingið ikki minni enn tveir kendar tónleikarar til bígg- jar, og nú Gudmund flutti til Nólsoyar hevði hann nógva mentan við sær. Var góður sjónleikari og ikki minni góður tenorur, sum styrkti kórið almikið. Gudmund byrjaði at syngja við kórinum, tá kór- ið byrjaði venjing aftur eftir summarsteðgin. Tey, sum kendu hann framman und- an vistu, at hann var ein stinnur sangari, og vit, sum betur komu at kenna hann gjøgnum sangin, ásannaðu skjótt, at her var fongur fingin fyri kórið. Gudmund sýntist at vera fallin til í Nólsoy. Fekst við seyð og var við stóra haru- dagin, sum nú aftur er við at gerast traditión í Nólsoy. Áhugin fyri sjónleiki gjørdi, at ein leikur var á veg at verða umsettur, júst við tí fyri eyga, at Gud- mund skuldi fáa ein av leiklutunum. Hann hevði jú stóran áhuga fyri sjónleiki, og var nógv við undan lest- rartíðini í Danmark. Í kórinum kendu vit Gud- mund sum ein skemtiligan ungan mann. Honum dámdi væl at tosa um við- urskifti, sum fóru fram í samfelagnum, hevði áhuga fyri samfelagsviðurskift- unum. Var eisini áhugaður í politikki. Gudmund hevði ivaleyst sínar trupulleikar í lívinum, men fyri okkum at síggja ongar, sum ikki kundu yvir- komast. Vit kunnu bert saman við Poul F ásanna: Ei svarar úr loyndardýpi, um vit spyrja æviga hví! Saknurin hjá okkum í kórinum er stórur. Tað ber næstan ikki til at ímynda sær, hvussu saknurin er hjá tykkum nærmastu. Um tað er nøkur troyst so skulu tit vita, at vit hava stóra sam- kenslu við tykkum. Sjálvandi vildu vit helst sloppið undan at skriva minningarorð. Vit mugu bara trúgva, at Gudmund hevur tað gott, har hann nú er. Við hesum fátøku orðum vilja vit lýsa frið yvir minn- ið um kæra sangfelaga okk- ara, Gudmund L. Joensen. Nólsoyar Sangkór Tøkk Hjartaliga takka vit fyri ta stóru samkenslu og hjálpsemi, ið varð sýnt okkum, tá ið okkara góða mamma, dóttir og systir Maria S.Tróndarson andaðist og varð jarðað Takk til prestarnar fyri góð og troystarík orð og takk til tykkum, ið sungu so vakurt í kirkjuni. Takk til lærarar og næmingar fyri teirra umsorgan. Takk til Venjingarskúlan og øll tykkum, ið hjálptu so væl til við ervinum. Takk fyri blómur, kransar og gávur til børnini. Takk til sangarar og til øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Rannvá,Tróndur og Tóraldur Doris og Tróndur Jógvan og Leivur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum gleddu okkum á 90 ára føðingardøgunum og 65 ára brúdleypsdegnum. Blíðar heilsanir Óla Hans Pauli og Elsebeth Maria Hansen Svínoy Kunngjørt verður at kæri pápi, abbi og langabbi okkara Tróndur Juul Hansen, Skopun andaðist hósdagin 12. februar, 81 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skopunar kirkju sunnudagin kl. 14.00 Børnini Kunngjørt verður fyri ætt, vinum, og kenningum at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi Georg J. F.Thorsteinsson f. 19. februar 1926 í Trongisvági, búsitandi í Tórshavn andaðist í heiminum mikudagin 12. februar 2003. Jarðarferðin verður sunnudagin 16. februar 2003 kl. 14.00 úr Vesturkirkjuni. Familjunnar vegna Marita, Hans Arni, Kári, Sidsel, Heri, Randi og Thordur við familjum Tey, ið vilja minnast Georg kunnu lata eina peningagávu til sunnudagsskúla arbeiðið í Meinigheitshúsinum, konto í Sparikassanum. Gudmundi L. Joensen til minnis * Vøran stendur ongantíð úti í regni og vindi. * Tørvar tær goymslupláss, ber nú til at leiga seg inn í pakkhúsbygningin. * Goymslustýring á vøruhotellinum er eisini ein nýggj tænasta. * Fært tú eina sending til landið, leggur tú hana í vøruhotellið. Tá ið brúk er fyri vøruni, koyra vit hana á rættan stað, ein part nú og annan tá. * Frígoymsla, ein nýggj tænasta, har vøran kann goymast ótollað í upp til 3 ár, til hon verður tikin út eftir tørvi. Vøran kann sendast av landinum aftur ótollað, um ikki er brúk fyri henni. 100% nøgd? GREIÐ LEIÐ Nær eru vit 100% nøgd við okkara flutningsfelag? Vit hava spurt okkum sjálv, kagað út í heim og kannað hvussu onnur gera, spurt okkara núverandi viðskiftarar og vónandi komandi: Hvat vantar? Hvønn tørv hava tit? Eftir svørunum vit hava fingið, vóna vit - um ikki 100% so næstan - at vit við okkara nýggja bygningi á Skansabryggjuni, nýggju tænastunum og betranini av núverandi tænastum, fara at nøkta vaksandi tørvin á framkomnum og tryggum flut- ningi til og úr Føroyum. STEPHANSSONS HÚS C M Y K 3 2