leygardagur 15. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
5
Atlantsflog hevur
gjørt avtalu við Ice-
landair um, at ís-
lendska felagið skal
umboða føroyska
flogfelagið í Stóra-
bretlandi og í Írlandi
FLOGFERÐIR
Eirikur Lindenskov
Atlantsflog hevur gjørt
avtalu við Icelandair um, at
teirra felag í London skal
umboða
Atlantsflog
í
Stórabretlandi og í Írlandi.
Hendan
avtalan
varð
gjørd í Reykjavík mána-
dagin, tá Atlantsflog var á
stevnu í Reykjavík, nevnd
»Midatlantic Seminar &
Workshop«.
Skrivstovan
hjá
Icelandair í London skal
hjálpa kundum hjá Atlants-
flog við flogferðaseðlum,
pakkaferðum eins og við
góðum ráðum um Føroyar.
– Fyri at tryggja, at skriv-
stovan í London hevur
neyðuga kunnleikan um
Føroyar, hava fleiri av
starvsfólkunum á skrivstov-
uni í London longu verið í
Føroyum, og fleiri eru á veg,
sigur Kent L. Christensen,
sølu- og marknaðarleiðari
hjá Atlantsflog.
Í sambandi við umboðan-
ina hjá Atlantsflog í Lond-
on er sett á stovn ein serlig
telefonlinja til Atlantsflog.
Nummarið er +44 (0) 870
443 2372.
Atlantsflog hevur stórar
vónir til hetta samstarv, tí
Icelandair hevur gott og
breitt samband til ferðastov-
ur í Bretlandi og í Írlandi.
Har eru fleiri enn 4.700 slík-
ar stovur, sum við hesum til-
takið fáa kunnleika um
Føroyar og um møguleikar-
nar um Føroyar sum ferða-
mál.
Atlantsflog nú umboð í
Bretlandi og Írlandi
Tá var á stevnu í Reykjavík,
nevnd »Midatlantic Seminar
& Workshop«., at Atlantsflog
og Icelandair gjørdu avtalu
um samstarvið at umboða
Atlantsflog í Bretlandi og í
Írlandi
Eivør Pálsdóttir
hevur nógv um at
vera, men hon ætlar
sær at luttaka í ís-
lendska Grand
Prixnum við heilum
hjarta. Hon roknar tó
ikki við at vinna
GRAND PRIX
Eyðun Klakstein
Leygarkvøldið fer Eivør
Pálsdóttir
at
syngja
í
íslendska Grand Prixnum,
men hetta er bara ein av
mongu spennandi upp-
gávunum, sum bíða eftir
songfuglinum úr Gøtu. Hon
hevur nógv um at vera, og
áðrenn Grand Prixið hevur
nógv verið á skránni.
- Eg haldi, at Grand
Prixið hevur fylt minst av
øllum, síðani eg kom her
yvir fyri eini viku síðani,
sigur Sædis Eilifsdóttir,
mamma Eivør. Hon er er
farin til Íslands at fylgja
dóttrini, nú hon verður við í
Grand Prixnum.
- Hetta var eitt gott høvi
at fara yvir at vitja Eivør og
síggja, hvussu hon býr,
hvar hon spælir og hvørji
fólk, hon arbeiðir saman
við, sigur Sædis.
Ongar vónir um at
vinna
Hóskvøldið spældi Eivør á
eini konsert í Reykjavík,
har eisini Bubbi Mortens
og onnur vóru við. Í gjár
skuldi Eivør í íslendska
útvarpið at syngja bein-
leiðs. Og longri frammi í
tíðini bíða konsertir, upp-
tøkur og ferðir.
- Grand Prixið hevur ikki
meira enn eitt vist at týða
hjá mær, men eg taki allar
uppgávur seriøst, og eg ælti
mær at gera mítt allarbesta
til Grand Prixið. Eg gleði
meg til at sleppa at syngja
leygarkvøldið, sigur Eivør
Pálsdóttir.
- Eg havi tó ongar vónir
um at vinna, tí fyri tað
fyrsta er sangurin hjá mær
ikki ein typiskur vinnari, og
fyri tað næsta er tað
óhugsandi, at íslendingar
fara at senda ein føroying at
umboða seg í altjóða Grand
Prixnum.
Glað fyri møguleikan
Tað er eingin, sum ivast í,
at Eivør kann fáa nógv
burtur úr luttøkuni í Grand
Prixnum. Hon verður kend
um alt Ísland, og tað kann
loysa seg í longdini.
- Eg havi ongantíð hildið
so nógv um Grand Prixið,
men eg eri sera glað fyri, at
eg havi fingið møguleikan
at vera við, sigur Eivør.
Tað er umvegis íslendska
bólk sín, at Eivør fekk gylta
møguleikan. Hesin bólkur-
in ætlar sær at fara í studio
seinni í ár, og tey skulu eis-
ini á konsertferð í Norður-
londum.
Men fyrst er tað Grand
Prixið, og í gjár ætlaði
Eivør at fara undir seinastu
fyrireikingarnar til fram-
førsluna.
Leygardagin
verður
ljóðroynd,
og
leygarkvøldið eftir klokkan
21.00 er tað álvari.
15 sangir eru við í Grand
Prixnum hesaferð, og talan
er um ymisk tónleikasløg.
Sangirnir eru meira fjøl-
broyttir enn vanligt, og tað
hevur eisini givið pláss fyri
rocktónleiki, jazzi og punk.
Eivør skal í ein súrepla-
grønan kjóla, og hetta er
ein kjóli, sum hon sjálvur
hevur teknað. Seymingin er
farin fram á eini seymi-
stovu í íslendska høvuðs-
staðnum.
Familjan á flog
Eivør fer neyvan at kenna
seg einsamalla í Háskóla-
bíó-høllini leygarkvøldið, tí
familjan hjá henni er farin
til Íslands at fylgja við, og
tey ætla at stuðla skyld-
konuni.
- Eg haldi, at Eivør er
fegin um, at so nógv koma
yvir at fylja henni, sigur
mamman, sum sjálv hevur
verið í Reykjavík seinastu
vikuna.
Sjónvarp Føroya sendir
Grand Prixið beinleiðis
leygarkvøldið.
Sosialurin hevur eisini
sent fólk til Reykjavíkar at
fylgja luttøkuni hjá Eivør,
og á portal.fo ber til at
fylgja við og síggja myndir
longu í kvøld. Í blaðnum
týsdagin ber til at lesa
greinar og síggja myndir úr
Íslandi.
Eivør verður lands-
kend í Íslandi
Starvsfólk
í øðini um
setan
Starvsfólk á Forn-
minnissavninum
vilja hava setan-
ina av nýggjum
landsantikvari
gjørda til einkis
SETAN
Heri á Rógvi
Løgmaður, sum hevur
havt trupult við at fáa
tilfar um setanina av
nýggjum
landsanti-
kvari frá Mentamála-
ráðnum, hevur nú
fingið eitt skriv frá
starvsfólkunum
á
Føroya
Fornminnis-
savni.
Starvsfólk á Forn-
minnissavninum vilja
hava
setanina
av
nýggjum
landsanti-
kvari gjørda til einkis.
Í skrivinum, undir-
skrivað
av
ellivu
starvsfólkum, sum eru
øll tey í føstum starvi
umframt
Símun V.
Arge og Andras Mort-
ensen, verður funnist
hvassliga at manna-
gongdini og ikki minst
eftir Annlis Bjark-
hamar.
– Vit mótmæla, at
tað umboð, vit eftir
boðum myndugleikana
og í samsvari við
almenna setanarpoli-
tikkin hava valt í setan-
arnevndina, av lands-
stýrismanninum uttan
grundgeving
verður
mett ikki at gera ar-
beiði sítt nóg væl og
straks gerst offur fyri
almennari útspilling.
Vit
mótmæla,
at
landsstýrismaðurin
sjálvur átekur sær at
taka dagar ímillum,
hvør hevur størsta fak-
liga og fyrisitingarliga
førleika
at
stýra
stovninum, skriva tey
m.a. í skrivinum til
løgmann.
Samstarv og síná-
millum virðing millum
stovnsleiðara
og
starvsfólk eru avger-
andi fyri sálarliga ar-
beiðsumhvørvið. Tað
er øll orsøk at stúra
fyri arbeiðsumhvørv-
inum, um politiskt
settur
stovnsleiðari
veruliga fær loyvi at
taka við leiðsluni av
Føroya
Fornminnis-
savni. Tann skaði, sum
longu er hendur við tí
persónliga
ágangi,
sum
starvsfólkum
hava verið fyri, er nóg
álvarsligur.–,
siga
starvsfólk á Føroya
Fornminnissavni.
Í gjár sang Eivør beinleiðis í íslendska Ríkisútvarpinum
Mynd: Jimmy Smart
C
M
Y
K
5
4