leygardagur 15. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
7
Tað er ongin ivi um,
at fyri ferðsluna, er
tunnilin, sum NCC
hevur skotið upp at
gera ímillum Øravík
og Hov, nógv betri
enn tann, sum Lands-
verkfrøðingurin hætt-
ar sær í holt við, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í
samferðslu
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
Landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum ætlar at taka
tilboðið frá NCC um tunnil
ímillum Øravík og Hov í
fullum álvara.
Tað hevur hann gjørt
greitt fyri øllum Føroya
Løgtingi.
Á
løgtingsfundinum
mikudagin, segði hann, at
hann hevði biðið Lands-
verkfrøðingin kanna upp-
skotið hjá CNN.
Annars var ætlanin at
leggja verklagslóg fyri
Løgtingið í vár um Hovs-
tunnilin. Samstundis var
ætlanin at flyta útgerðina,
sum varð brúkt í gásadals-
bergholinum til Suðuroyar,
so at farast kundi undir
arbeiðið í heyst.
Á fíggjarlógini í ár eru
sjey milliónir settar av til
Hovstunnilin.
Men nú eru nýggir upp-
lýsingar komnir fram í mál-
inum og tí hevur lands-
stýrismaðurin gjørt av at
bíða, so at stundir gevast at
kanna allar møguleikar. Og
sostatt verður tað neyvan
fyrrenn seint í summar, ella
í heyst, at uppskot um verk-
lagslóg kann leggjast fyri
tingið, greiddi Bjarni Djur-
holm Løgtinginum frá.
Hann sigur, at tá ið
Landsverkfrøðingurin legði
tunnilin, mátti hann laga
linjuføringina eftir jarð-
frøðiligu viðurskiftunum.
Tað noyðist Landsverk-
frøðingurin at gera, tí hann
hevur ikki so framkomna
útgerð, sum NCC og tí
mugu teir velja tað tryggu
loysnina, hóast tað ikki er
tann besta loysnin fyri
ferðsluna.
Men nú eitt annað upp-
skot er lagt fram, hevur
Bjarni
Djurholm
biðið
Landsverkfrøðingin kanna
allar møguleikar og Lands-
verkfrøðingurin hevur bið-
ið ein norskan serfrøðing
meta um uppskotið hjá
NCC og tað arbeiðið fer
fram í løtuni, men fyribils
hevur landsverkfrøðingurin
svarað, at hann heldur at
uppskotið hjá NCC er
áhugavert.
Og fyrrenn allir møgu-
leikar eru kannaðir, verður
onki gjørt. Og landsstýris-
maðurin legði afturat, at tá
ið støða verður tikin í mál-
inum, verður tað gjørt í
samráð við allar partar í
málinum og hann ætlar eis-
ini at halda fund við løg-
tingsmenninar úr Suðuroy
um málið.
Men hann tekur eisini
undir við uppskotinum hjá
Jóannes Eidesgaard um at
halda kunnandi fund fyri
almenninginum í Suðurouy
um verkætlanina, tá ið
málið er búgvið til tað.
Í nýggja uppskotinum hjá
NCC er tunnilin lagdur
eftir, hvussu hann liggur
best fyri ferðsluna.
- Við teirri útgerð, Lands-
verkfrøðingurin
hevur,
hættar hann sær ikki at gera
tunnilin í láglendinum, har
NCC bjóðar sær at gera
hann, hóast ongin ivi er um,
heldur ikki hjá Landsverk-
frøðinginum, um, at hetta
er tann besta loysnin fyri
ferðsluna. Tað kemst av, at í
láglendinum er jarðfrøðin
meiri ivingarsom.
Men NCC sigur, at við
teirri framkomnu útgerð,
felagið hevur, hevur jarð-
frøðin nógv minni týdning.
Hinvgin er Bjarni Djur-
holm als ikki samdur í, at
tunnilin hjá Landsverk-
frøðinginum verður nyttu-
leysur, tí í framtíðini er
ætlanin at leggja vegin í ein
stóran boga inn í dalin og
binda í aftur longri niðri.
Tað gevur ein fínan veg, har
hallið er undir 40 promillu.
Hallið í Vágatunlinum er
69 promillu.
Syðrumegin er tunnilin í
140 metra hædd og tað er
sum tey hægstu húsini í
Havn. Norðskálatunnilin er
slakar 200 metrar uppi, so
140 metrar eru til at liva
við.
Útbyggingarætlanin
endurskoðast
Bjarni
Djurholm
Men
Djurholm vísir eisini á, at
skal Landsverkfrøðingurin
ikki gera arbeiðið, verður
tað boðið út og so kann
NCC bjóða á jøvnum føti
við onnur.
Men so fer tað at krevja
at játtanin til arbeiðið fer at
vera nógv størri tey næstu
árini enn tað, sum ætlanin
var at seta av á langtíðar-
útbyggingarætlanini
hjá
landsstýrinum.
Hann sigur, at eftir skip-
anini, skal ein játtan skal
fella, tá ið arbeiðið verður
gjørt.
Tað fer so at føra við sær,
at tað verður neyðugt at
endurskoða alla útbygg-
ingarætlanina, sum hon er.
Skal tunnilin bjóðast út,
verður sostatt neyðugt at
føra munandi fleiri upp-
hæddir til tunnilin í 2004
og 2005, enn ætlanin var
eftir útbyggingarætlanini.
Avleiðingin av tí kann
verða, at tað verður neyð-
ugt at skarva av onkra
aðrastaðni og politiskt kann
tað verða trupult, tí so
kemur onkur at missa.
Men tað eru eisini aðrir
møguleikar. Ein av teimum
er til at leggja tunnilin í eitt
partafelag, so at landið
bindur seg til at avdraga
tunnilin yvir nøkur ár.
Bjarni Djurholm sigur, at
sjálvur hevur hann áður
nevnt møguleikan at bjóða
tunnilin út. Men tað hevur
politisk
undirtøka
ikki
verið fyri og tí er tað blivið
so, at Landsverkfrøðing-
urin skuldi gera hann. Og
hann hevur ongantíð fingið
ábendingar frá løgtinginum
um annað enn at Lands-
verkfrøðingurin skuldi gera
arbeiðið og tí eru ongar
aðrar loysnir umhugsaðar.
Í Stuttum
Landsverkfrøðingurin ætlar at gera ein tunnil í
hæddini. Tunnilin verður 2100 metrar langur í
einums stórum boga, men so skulu 4,2 kilometrar av
vegi gerast afturat.
Kostnaður: Umleið 125 milliónir
NCC bjóðar sær til at gera ein tunnil í
láglendinum. Tunnilin verður 2.500 metrar langur
og snórabeinur og vegurin, sum skal gerast, verður
200 metrar.
Kostnaður: 92 milliónir, umframt mvg, útfrá
teimum upplýsingum, NCC hevur nú.
Byggitíð: 20 mánaðir.
– Tann, sum koyrir
lastbil í Suðuroy skal
hava tunguna mitt í
munninum og tunn-
ilin, sum Landsverk-
frøðingurin ætlar at
gera ímillum Øravík
og Hov, er ikki til
nakra nyttu, sigur
Tórður Holm
HOVSTUNNILIN
Áki Bertholdsen
– Hatta kunnu teir akkurrát
tað sama spara sær.
Tórður Holm, sum koyrir
treylara í Suðuroy, ivast
ikki, tá ið hann skal meta
um ætlanina at gera tunnil
ímillum Øravík og Hov.
Hann sigur, at verður
tunnilin lagdur soleiðis
sum Landsverkfrøðingurin
hevur skotið upp, kunnu
teir akkurat tað sama spara
sær at gera tunnil yvirhøv-
ur.
Og Tórður Holm átti at
vita, hvat hann tosar um.
Hann hevur í fleiri ár
koyrt treylara fyri Richard
B. Thomsen á Tvøroyri og
tað munnu vera fá. ið koyra
so ofta eftir Hovsvegnum
sum hann.
- Eg koyri javnt ímillum
1.000 og 1.400 kilometrar
um vikuna og tað allar-
mesta er eftir hovsvegnum
ímillum Tvøroyri og Vág
Tað eru eini 25-27 kilo-
metrar ímillum Tvøroyri og
Vág, so við einum sindri av
høvuðrokning er skjótt at
koma fram til, at tað verða
nakrir túrar tilsamans.
Situr mangan sum á
nálum
Og hann dylir heldur ikki
fyri, at tað er mangan, hann
situr á nálum, tá ið hann
koyrir
- Eitt er, at Hovsvegurin
er smalur. Men tað ringasta
strekkið er í veruleikanum
vegurin úr Hovi niðan á
Milliónsvingið, vit rópa.
Hann sigur, at tann
brekkan er brøtt við krapp-
um svingi í.
- Tá ið vit koyra niðan-
eftir, noyðast vit at kalla at
steðga helt, fyri at koma um
svingið og tað er ómetaliga
tungt at koma uppaftur.
Koyra vit omaneftir, er
eisini neyðugt at steðga fyri
at koma um svingið.
Hann sigur, at um summ-
arið gongur tað.
– Men um veturin er
mangan ikki lukkuligt. Av
tí, at brekkan er so brøtt
niðaneftir, fæst ikki ferð á
bilin og tá skal onki til, at
hann hann fer at spola og
glíður eftir reyv. Tá ið tú
hinvegin koyrir oamneftir
aftur, er mangan ómetaliga
trupult at bremsa fyri at
steðga.
- Sostatt er hetta tað
ringasta strekkið av øllum á
vegnum ímillum norðaru-
og syðru helvt í Suðuroy, tí
hóast allur Hovsvegurin er
ógvuliga smalur, er tað
ongastaðni, at tað er so
bratt eitt so langt strekkið,
eftir eitt sving, sum er
næstan 180 stig.
Hetta eru allur suðuroy-
ingar, sum koyra lastbil,
samdur um!
Hann sigur, at tað er ofta,
at teir prísa seg lukkuligar
yvir, at tey, sum koyra
persónbil, eru so lagalig.
- Tey, sum koyra persón-
bil í Suðuroy, eru avbera
lagalig. Tað er so ofta at vit
koma koyrandi eftir hesi
brekkuni um veturin, at vit
fáa illa steðga. Og møta vit
so einum persónbili, noyð-
ast vit at geva tekin til tey,
so at tey fáa givið seg til
síðis.
Soleiðis gongur tað fyri
seg hjá okkum, sum koyra
lastbil og tað er mangan, at
vit sita við hjartanum í
hálsinum.
Og hann sigur, at tað er
vert at geva gætur, at verður
tunnilin lagdur, soleiðis
sum Landsverkfrøðingurin
hevur skotið upp, slepst
ikki undan hesum vega-
strekkinum.
- Hóast vegurin verður
breiðkaður, verður brekkan
og svingini tey somu og tað
er har, trupulleikin liggur,
sigur Tórður Holm.
Hann ivast tí ikki í, at
loysnin, sum NCC hevur
skotið upp er tann einasta
rætta.
Umframt at vera nógv
tann besta loysnin, førir
hetta uppskotið við sær, at
tað slepst undan kavarudd-
ing á einum longum fjalla-
vegi og tað telur eisini við.
Eg siti mangan sum á nálum
Nýggi tunnilin ímillum Øravík og Hov
er ein nógv betri loysn
Skal uppskotið hjá NCC
fylgjast, verður neyðugt at
endurskoða alla útbyggi-
ngarætlanina hjá lands-
stýrinum. Men ein onnur
loysn er at stovna eitt parta-
felag, sum skal gera tunnilin
á sama hátt sum Vágatunn-
ilin, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður í vinnu-
málum
- Tað er mangan við hjartanum í hálsinum, at vit koyra eftir
Hovsvegnum. Men verður tunnilin ímillum Øravík og Hov
lagdur sum Landsverkfrøðingurin ætlar, sleppa vit ikki undan
tí ringasta strekkinum og tá er tað nyttuleyst, sigur Tórður
Holm, sum koyrir hetta strekkið fleiri ferðir um dagin
Mynd: Leivur Nygaard
Árliga norðurlanda-
meistarakappingin
fyri juniorar verður
hildin um vikuskiftið
í Norðurlandahúsin-
um. Føroyingar
rokna í ár við bæði
gull og silvuri
TALV
Heri á Rógvi
Hetta vikuskiftið er Norður-
landahúsið
í
Føroyum
karmur um norðurlanda-
meistarakapping fyri juni-
orar í talvi. Teir flestu av
teimum bestu ungdómstelv-
arunum í Norðanlondum
luttaka í kappingini.
Kappast verður í fimm
aldursbólkum, og hvørt land
hevur tveir luttakarar í
hvørjum bólki, soleiðis at
hálvtrýss luttakarar eru við
kappingini – tíggju frá
hvørjum landi.
Ein heiður
Formaðurin í talvsambandi
Føroya, Rani Nolsøe, segði
við setanina av kappingini,
at tað er ein stórur heiður
fyri
Talvsambandið
at
sleppa at fyriskipa eina
tílíka kapping.
– Karmarnir í Norður-
landahúsinum eru nakrir av
teimum bestu, ein kann
ynskja sær til eina tílíka
kapping. Eg havi sjálvur
verið til nógvar kappingar
uttanlands, og karmarnir í
Norðurlandahúsinum
eru
millum teir bestu, eg havi
upplivað,
sigur
Rani
Nolsøe.
Tað er í samtarvi við Nor-
disk Skakunion, at kapp-
ingin verður fyriskipað.
Kappingin gongur upp á
skift millum londin, og sein-
ast kappingin var í Føroyum
var í 1997.
Kostnaðurin at fyriskipa
eina tílíka kapping er áleið
140.000 kr. Spælararnir fáa
nakrar smáar virðislønir,
men tað er serliga í sam-
bandi við fluttning, at peng-
ar skulu til.
– Vit hava verið so hepnir
at fáa fleiri góðar stuðlar í
vinnulívinum og frá Tórs-
havnar kommunu. Saman
við tí góða samstarvsviljan-
um og stuðlinum frá Norð-
urlandahúsinum letur tað
seg gera at skipa fyri einari
tílíkari kapping í Føroyum,
sigur Rani Nolsøe.
Gull og silvur
Tað er ikki bert fyri Talv-
sambandið, at kappingin
hevur týdning. Tað er ikki
minst fyri leikararnar.
– Tað hevur ótrúligan
stóran týdning fyri spælar-
arnar – sum avbjóðing og
uppliving. Eins og áður, so
royna vit at gera ein talv-
skúla, meðan kappingin er,
har leikarar kunnu fáa veg-
leiðing og konsentrera seg
hundrað prosent um telving-
ina, sigur Rani Nolsøe.
Jacob Aagaard, Inter-
national Mesto, er royndur
venjari, sum til dagligt ikki
fæst við annað enn talv.
Hann hevur vant nakrar av
føroysku leikarunum upp til
kappingini.
Bæði hann og hini í fyri-
reikingarbólkinum hjá Talv-
sambandi
Føroya
hava
góðar vónir til, at í hesari
kappingini fer at enda við
bæði gull og silvuri til
føroyskar telvarar.
– Eg vil ikki siga, at teir
eru favorittar, men teir hava
góðar møguleikar at gera
seg galdandi, sigur Jacob
Aagaard.
Tað eru serliga eldru telv-
ararnir, Martin Poulsen,
føroyameistarin
Hans
Kristian Simonsen og Olaf
Berg, ið hava møguleika at
skara framúr. Føroyar hava í
alt vunnið fimm bronsu-
heiðursmerki við hetta høvi
áður, men einki tyngri
metal.
Meðan Jacob Aagaard
serliga hevur vant við hes-
um trimum leikarunum, so
hava allir føroysku luttak-
ararnir intenst fyrireika seg
ta seinastu vikuna.
Telvararnir úr Føroyum
vórðu tiknir út eftir úttøku-
kappingar, sum vórðu hildn-
ar herfyri.
Norðurlendskir
talvdagar í Føroyum
Í stóra salinum í Norðurlandahúsinum sita um vikuskifti
hálvtrýss ungir telvarar úr Norðanlondum og kýta seg í
royndum at gerast bestir í Norðanlondum. Fremst á myndini er
tað ein av bestu telvarunum í Føroyum – Martin Poulsen
Mynd: Jens Kristian Vang.
Góða gongdin hjá
Føroya Banka heldur
fram. Mest gevandi
fyritøkan í Føroyum
heldur fast við
kósina, sum verpa
gullegg í landskassan.
Eitt tap í rentu-
inntøkum gjørdi árið
eitt sindur slakari enn
undanfarna ár, men
burðurin er fram-
vegis góður
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
– Vit rokna ikki við, at fáa
eitt eins gott úrslit fyri
2002, men tað verður
væntandi framvegis eitt
gott úrslit, og vit kunnu
siga, at tað stendur væl til
hjá okkum, segði Janus
Petersen, stjóri í Føroya
Banka, tá roknskapurin fyri
2001 varð almannakunn-
gjørdur.
Og rætt hevði hann. 2002
gjørdist eitt sindur slakari
hjá Føroya Banka enn
2001, sum var besti árið
nakrantíð hjá bankanum.
Árið skat gjørdist yvir-
skotið 182 mió. og eftir
skatt vóru 146 mió. eftir hjá
bankanum.
Tá ársroknskapurin fyri
2001 varð almannakunn-
gjørdur fegnaðist leiðslan í
bankanum serliga um, at
talan nú var um reelt yvir-
skot, tí afturføringarnar frá
kreppuloysnini fyrst í níti-
árunum vóru endaður.
Sæð í tí ljósinum heldur
góða gongdin fram, hóast
yvirskotið minkaði við
trettan prosentum.
Orsøkina til fallið í yvir-
skoti skyldast eitt tap í
nettorentuinntøkuni
hjá
bankanum. Hetta er ein av-
leiðing av fallandi rentu-
støðinum. Hetta eru um-
støðurnar, Føroya Banki lít-
ið og einki fær gjørt við.
Hevði rentustøðin hildið
sær ella voksið, so hevði
yvirskotið verið tilsvarandi
ella hægri enn í 2001.
Góð tøl
Hyggja vit eftir tølunum,
fjølmiðlarnir hava fingið
upplýst, so er roknskapurin
hjá Føroya Banka nógv
merktur av búskaparligu
góðu samfelagsgongdini.
Hóast fleiri búskapar-
frøðingar hava víst á ein
vanda fyri ovurupphiting,
so er lítið at taka seg aftur í,
at gongdin smittar av á
peningastovnarnar. Tað er
so heldur ikki av tilvild, at
Føroya Banki var mest
gevandi fyritøkan í Føroy-
um í 2001, og bankin verð-
ur tað mestur eisini fyri
2002 við hesum yvirskot-
inum.
Útfrá
lyklatølunum
kunnu vit lesa nøkur minus
og nøkur pluss.
Fallið í rentuinntøkum er
eitt minus, og øktu rakstrar-
útreiðslurnar áljóðandi átta
milliónir krónur eitt annað
lítið misprýði. Rakstarút-
reiðslurnar vuksu meira
enn rakstarinntøkurnar, so-
leiðis at inntøkan fyri
hvørja útreiðslukrónur var
eitt sindur minni fyri 2002 í
mun til 2001. Fyri 2002 var
hetta talið tað mesta í
Kongaríkinum fyri pen-
ingastovnar.
Tap og burturleggingar
fyri skuldarar ávirka rokn-
skapin positivt við 1,4 mió.
Av teimum 182 mió. í
rakstraryvirskoti eru 36
mió. goldnar í skatti, og 73
milliónir – helvtin av árs-
úrslitinum – verða goldnar í
vinningsbýti, sum so at siga
alt endar í landskassanum.
Í tí stóra heili var úrslitið
hjá Føroya Banka líkt tí
undanfarna ár, og góða
gongdin heldur fram við
ávísum smærri broytingum.
Innlánini minkaðu fyri
næstan trimum prosentum,
men útlánini vuksu við
hálvumøðrum.
Eginpen-
ingurin hjá bankanum er nú
1.492 mió. Sostatt skuldi
virðið á bankanum ligið har
á leið ella hægri.
Føroya Banki heldur kósina
Føroya Banki í 2002
Úrslit undan skatti
182 mió.
Ársúrslit
146 mió.
Útlán
3,414 mia.
Innlán
3,832 mia.
Eginpeningur
1,492 mia.
Renting av eginpeningi
12,8 %
Útgoldið vinningsbýti
73 mió.
Fakta
Mynd: Jørn Astrup Hansen og Føroya Banki kunnu fyri 2002 geva sínum partaeigarum, sum í høvuðsheitum er Føroya
landsstýri, 73 milliónir í vinningsbýt. Bankin hevði eitt gott ár í 2002
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
7
6