Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 32 - 15. februar 2003 Nr. 32 - 15. februar 2003 9 Tað sær einki út fyri upsa- og hýsumarkn- aðinum í løtuni, sigur virkisleiðarin á flaka- virkinum Norðís á Eiði FISKIVINNA Edvard Joensen Bæði upsa og hýsumarkn- aðurin eru vánaligir í løt- uni, meðan nakað betri stendur til við toskinum, sigur Petur Mohr, virkis- leiðari á flakavirkinum Norðís á Eiði. Á Eiði arbeiða tey mest hýsu og upsa, sum verða skorin til flak og fryst. Tó verður nakað av saltfiski eisini arbeitt, men ikki í so stóran mun, sigur virkis- leiðarin. Tað er nokk at gera á virkinum, sigur Petur Mohr. Tey arbeiða hvønn dag og frysta niðurfyri. Men ikki er lætt at sleppa av við hýsuna, sigur hann, tí goymslurnar í Englandi, hagar selt verður, eru fullar. Hýsan verður eisini seld til USA, meðan upsin fer til Týsklands og Fraklands. Toskurin, sum keyptur verður, verður allur saltað- ur, sigur Petur Mohr. Sumt verður flakt, meðan annað verður skorið til flak. Tann flakti slatfiskurin verður seldur til Spoania, meðan italienarar meira eita salt- aða flakið, sigur virkisleið- arin á Norðís. Tað plagar ikki at vera vanligt á Norðís at arbeiða upsa hesa árstíðina, sigur Petur Mohr. Men hýsuprís- urin ger, at neyðugt er at keypa upsa eisini fyri at hava nakað av arbeiði. Tað hevur verið meira vanligt at arbeiða upsa um summarið, sigur hann. Alt, sum arbeitt verður á Norðís, verður keypt um fiskamarknað Froya, sigur Petur Mohr virkisleiðari á Norðís á Eiði. Norðís er partur av einum størri samtaki við fýra virkjum, sum somu eigarar eiga. Tey eru virkið í Hvalba, í Sørvági, á Eiði og eitt í Klaksvík. Petur Mohr sigur, at í Hvalba verður nakað av feskum sent av landinum, meðan tey bara frysta á Eiði, umframt tað lítla av saltfiski, arbeitt verður har. Í Klaksvík og í Sørvági verður nógvur saltfiskur arbeiddur, sigur hann. Norska fyritøkan Mustad hevur saman við fyritøkuni Dyrkorn, sum ger línur, betra um kendu egningarmaskinuna, og gjørt eina útgávu til smærri bátar. Maskinan varð víst fram í Føroyum í sienastu viku TØKNI Edvard Joensen Vágar: Tað er í grundini áðrenn tað kemur til sjálva egningina, at broytingar verða gjørdar í egningar- maskinuni, sigur Svein Erik Bakke, sølustjóri í fyritøkuni Dyrkorn, sum samstarvar við Mustad um ábøturnar á egningar- maskinuni. Øll skipanin er sett saman frá rulluni og til sjálva egningarmaskinuna í hinum endanum. Og tað er í dragingini, at stóru broyt- ingarnar eru gjørdar, sigur Svein Erik Bakke. Fyrr var tað soleiðis, greiðir hann frá, at línan fór líkasum gjøgnum eitt hol, áðrenn hon varð stokkað upp. Tað gjørdi, at húkarnir ofta stóðu fastir ymsa- staðni, og sami trupulleikin kundi eisini verða av bæði spleisingum og ikki minst fløkjum. Nú er skipanin broytt so- leiðis, sigur hann, at ein magnetskipan er gjørd, sum fangar húkarnar og leiðir teir beinleiðis »magasinið«, og á tann hátt slepst undan nógvum trupulleikum. Eisini er sjálvt »magasin- ið« gjørt arbeiðsligari. Nú slepst undan at lyfta tað av og á stativið. Tað verður nú bara flutt á skinnarum, so- leiðis at nú kann ein einsa- mallur maður klára tað, greiðir Svein Erik Bakke frá. Skipanin, teir nú hava gjørt, er roknað til smábát- ar. Tað vil siga hesar, sum einsamallur maður rør út við, greiðir hann frá. Um sjálva egningar- maskinuna sigur, hann, at har eru eisini gjørdar ávísar ábøtur. Okkurt er tikið burtur, og hjálpt er upp á ymsar trupulleikar og rætt- að her og har. Fyrr var skipanin gjørd av aluminium, men tað tærdist illa, sigur Svein Erik Bakke. Hendan bøtta skipanin er øll gjørd úr rustfríum stáli, og tað skuldi so gjørd hana nógv betri, metir hann. Tað verður kravt av bát- unum í framtíðini, sigur hann, at alt skal vera rúst- frítt, so tað er lætt at røkja, umframt at tað heldur betri enn aluminium. Eisini høvdu norðmenn- inir línu, teir gera sjálvir, við sær at vísa føroyingum. Tað var serliga eitt línu- slag við plaststopparum fyri svøvlarnar, teymarnir eru festir í, sum føroyingar vístu stórnáhuga fyri, segði Svein Erik Bakke. Og sjálvandi vóru Mustadhúk- arnir á øllum línum. Tað kostar ikki heilt einki at fáa eina slíka skipan umborð. Tann lítla skipan- in, teir vístu fam í einum stórum lastbili, kostaði um- leið 450.000,- norskar krónur, segði Svein Erik Bakke. Tað er J.F. Kjølbro í Klaksvík, sum umboðar egningarskipanina í Føroy- um. Vánalig útlit í løtuni Betri egningarmaskina Tað eru eingi útlit fyri hýsu- ella upsamarknaðinum, sum eru tey fiskasløgini, mest verður arbeitt av á Norðís á Eiði, sigur virkisleiðarin, Petur Mohr Svein Erik Bakke frá Dyrkorn, Leif Erik Drøffel frá Mustad og Poul Andreas Milladal frá J.F. Kjølbro vístu egningarmaskinuna fram Mynd: Edvard Joensen – Vit vístu á, at um útrokningargrundarl agið í barsilsskipanini varð broytt, so fór tað at viðføra eina lækk- ing fyri tey løgst løntu, sigur Alfred Olsen úr Sambands- flokkinum BARSILSBROYTING Ingrid Bjarnastein – Hetta nýggja útrokning- argrundarlagið ger, at tað verða níggju til tíggju milliónir spardar. Vit vóru ímóti at broyta lógina, og tí heldur halda fast upp á teir seks mánaðirnar, sum vóru útrokningargrundarlag, sig- ur Alfred Olsen úr Sam- bandsflokkinum. Alfred Olsen heldur, at dømi, sum var í Sosialinum í gjár, var typiskt fyri, tað ið minnilutin vísti á fór at henda. – At tað fór at verða so ógvusligt framgongur bara á hasum døminum um par- ið á Eiði, heldur Alfred Olsen. Sambandsmaðurin vísir á, at barsilsskipanin skal geva teimum, ið eru í henni, tað, tey missa í løn ígjgønum eitt ár. Og heldur hann, at hetta hevur kata- strofalar fylgjur fyri tey lægst løntu. – Hatta skuldi ikki komið fyri. Í lógini stendur í §3, at lógin hevur virknað fyri tey, ið verða foreldur eftir 31. desember 2002. Men í stykki tvey, verður sagt, at tey, sum eru í skipanini áðr- enn 31. desember 2002, koma eftir 1. januar undir sama útrokningargrundar- lag, sum tey, sum verða foreldur eftir ársskifti. Hatta er bert ein máti at rættvísgera, tað, at summi fáa minni pening enn tey fingu áðrenn, heldur Alfred Olsen. – Hatta er ein vánalig broyting til eina skipan, sum annars er góð. Tað eru tey, sum eru í somu støðu, sum parið á Eiði, sum koma at gjalda ein stóran part av sparingunum, sigur Alfred Olsen at enda. Alfred Olsen: Hatta fór at henda Kristina Háfoss: Skipanin er góð Kristina Háfoss úr Tjóðveldisflokkinum heldur, at tað er harmiligt, at fólk kunnu koma í eina støðu, sum tey á Eiði. Men sjálv heldur hon, at barsilsskipanin er nóg góð sum hon er BARSILSBROYTING Ingrid Bjarnastein – Tað er sjálvandi harmi- ligt, at ávís fólk koma í so ringa støðu sum parið á Eiði, men vit mugu eisini minnast til, at vit hava eina av heimsins bestu barsils- skipanum, sigur Kristina Háfoss úr Tjóðveldisflokk- inum. – Nógva staðni kring okkum hava fólk barns- burðarfarloyvi í eitt stytri tíðarskeið enn vit hava, har tey bara fáa 70-80% av løn- ini aftur. Kristina Háfoss vísir á, at útrokningargrundarlagið nú er vorðið til tað, tað er í øðrum skipanum. – Lógin áðrenn gav meira til fólk, ið áttu at fáa minni pening, og tað er so ein spurningur um tað er rætt. Eg haldi heldur, at vit eiga at gleðast um, at barnsburðarfarloyvið er longt upp í 12 mánaðir, harav seks av teimum eru við løn. – Skipanin í sær sjálvum er eitt stórt framstig, og ar- beitt verður eisini við at fáa teir seinastu seks mánaðir- nar við løn ígjøgnum árini. Um tað, at tey lægst løntu møguliga vera verri fyri, sigur Kristina Háfoss, at tað var uppi at venda í ting- inum, men nýggja útrokn- ingargrundarlagið ikki neyðturviliga gevur teim- um lægst løntu minni. Kristian Magnussen: Vánaligt lógarsmíð Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkin- um metir, at barsils- skipanin er als ikki nóg góð, tá bólkar í samfelagnum, kunnu missa 5000 krónur í barsilspeningi frá degi til dags. – Tað er vánaligt lógarsmíð, sum ger, at fólk kunnu koma illa fyri, sigur Kristian Magnussen BARSILSBROYTING Ingrid Bjarnastein Í Sosialinum í gjár skrivaðu vit um Jane og Allan av Eiði, sum hava mist slakar 5000 krónur í barsilspen- ingi. Áðrenn nýttárið, tá barsilsskipanin varð broytt, var upphæddin góðar 13.000 krónur um mánaðin, men nú nýggja útroknings- grundarlagið kom í gildi, minkaði barsilspeningurin so mikið, at Allan og Jane helst verða noydd at fara út aftur at arbeiða, sjálvt um dóttirin, Emilia, bert er fýra mánaðir gomul. – Tá fólk koma so illa fyri í barsilsskipanini, so er hon ikki nóg góð. Hetta er eisini tað, sum vit brúktu nógva orku at ávara sam- gonguna ímóti, men har var hvørki til at høgga ella stinga í, sigur Kristian Magnussen. Áðrenn skipanin varð broytt vóru tað teir seks best samanhangandi mán- aðirnir, sum vóru útrokn- ingsgrundarlag fyri barsils- peninginum. Á nýttárinum kom nýggja skipanin í gildi, sum sigur, at tað eru tólv teir bestu mánaðirnir, sum verða útroknings- grundarlag. – Hasir seks mánaðirnir vóru nevniliga settir upp á handan hátt, so tey tíma- løntu ikki skuldu verða ov illa fyri. Tað gongur ringast útyvir tey, sum hava hart kropsligt arbeiði og eru tímalønt, sigur Kristian Magnussen, sum sigur, at øll leggja ikki í, at øll hava ein rímiligan kjans at lív- bjarga sær. – Vit mugu hugsa um, at børnini eru framtíðin, og vit hava ikki so stórt yvir- skot av børnum í Føroyum. Onkustaðni er tað undir- skot. Kristian Magnussen heldur, at tað er vánaligt lógarsmíð, at nakar kann koma so illa fyri sum Jane og Allan. Hann er av teirri áskoðan, at sjálvandi skuldi nýggja skipanin ikki verið galdandi fyri tey, sum longu eru í henni. Bjarni Djurholm: Øll eru javnstillað Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðar- málum, heldur, at skipanin er nóg góð sum hon er. – Tá út- rokningargrundar- lagið var seks mán- aðir, so gav tað í nógvum førum fleiri nógv meira pening, enn tað tey veruliga átti at fáa, og tað kann ikki vera rætt, sigur landsstýris- maðurin. 1. januar vórðu øll javnstillað, sum eru í skipanini. Bæði tey, sum vóru í henni áðrenn nýggja lógin kom í gildi, og tey, sum komu í aftaná BARSILSBROYTING Ingrid Bjarnastein – Skipanin er saman- skrúva á tann hátt, at tú skalt fáa pening samsvar- andi til mista løn yvir eitt ár, og tað var eisini upp- runauppskotið. Tað varð síðani broytt til at vera seks teir bestu mánaðirnir faldaðir upp til eitt ár. Hetta førdi við sær, at fleir fingu ein fyrimun av at útrokningargrundarlagið var so stutt, og komu tískil at fáa eina hægri inntøku enn tey høvdu fingið tá tey arbeiddu, og hetta kann ikki vera rætt, sigur Bjarni Djurholm, landsstýris- maður í arbeiðsmarknað- armálum. Bjarni Djurholm vísir á, at tí varð avgjørt at fara aftur til upprunauppskot- ið, uttan at man gjørdi skipanina verri. – Øll, bæði tey, sum vóru í skipanini áðrenn ársskiftið, og tey, sum eru komin í hana eftir árs- skiftið, vórðu javnstilla tann 1. januar. Hetta var gjørd fyri, at tey, sum vóru í skipanini áðrenn ikki skuldu fáa meira í barsilspeningini í mun til hini, sum komu í skipani- na aftaná tey, greiðir landsstýrismaðurin frá. Hann ásannar tó, at ongin skipan er fullborin, og skjótt verður ein nevnd sett at kanna barsilsskip- anina og lofta møguligum holum. Men Bjarni Djur- holm heldur tó, at skipanin er nóg góð sum hon er. – Eg skal viðganga, at tað er óheppið, at fólk hava roknað út frá einum skeivum grundarlagið. Men annars er skipanin góð. Talan er ikki um eina sosiala skipan, men um eina arbeiðsmarknaðar- skipan, sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sum at enda vísir á, at áðrenn skipanin kom í gildi, so var onki fyri tey tímaløntu. Størstu politisku flokkarnir eru ójavnir á máli um, hvørt barsilsskipanin er nóg góð ella ikki. Alfred Olsen úr sambandsflokkinum vil vera við, at tað eru fólk, sum parið av Eiði, ið koma at gjalda tær sparingar, ið skulu gerast, men Bjarni Djurholm er av teirri áskoðan, nú eru øll javnstillað - bæði tímalønt og alment lønt Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8