Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 32 - 15. februar 2003 Nr. 32 - 15. februar 2003 11 9. flokkar í starvsvenjing Starvsvenjingin er ein fastur táttur á fram- haldsdeildunum í fólkaskúlunum, og tvær tær síðstu vikur- nar hava 9. flokkar úr Venjingarskúlanum og Kommunuskúlan- um verið í starvsvenj- ing. Vit hava prátað verið og vitjað í ein- um bakaríi, í einari frisørsalong, hjá ein- um málara og hjá tveimum næmingum, sum eru í starvsvenj- ing sum lærarar. STARVSVENJING Theresa S. Krogager og Annika S. Olsen Av tí at í Kommunuskúlan- um eru fýra 9. flokkar og tveir eru í Venjingarskúlan- um, vil tað siga, at heili seks 9. flokkar í løtuni eru í starvsvenjing. Tað eru skúla- vegleiðararnir, sum finna starvsvenjingarpláss til næmingarnar, men sjálvt um tað hesaferð eru nærum 150 næmingar, sum skulu í starvsvenjing í senn, siga teir seg ikki hava havt nakr- an stórvegis trupulleika at finna pláss til allar næming- arnar. - Báðir skúlarnir hava samstarvað, og vit hava deilt plássini soleiðis, at allir næmingarnir skuldu verið nøgdir, sigur skúlavegleið- arin á Venjingarskúlanum, Torfinn Højgaard. - Tað eru fá arbeiðspláss, ið nokta fyri at hava næm- ingar í starvsvenjing. Um tey hóast alt gera tað, eru orsøkirnar sum oftast, at arbeiðsplássini ikki hava nóg nógva arbeiðsorku, at tey hava havt so nógvar næmingar í starvsvenjing seinastu tíðina ella okkurt tílíkt, greiðir Torfinn víðari frá. Hann heldur starvsvenj- ingina vera gevandi, tí hon gevur ikki bara næmingin- um ein møguleika at royna seg innan eitt serstakt yrki, hon gevur eisini næmingin- um innlit í, hvussu starvs- fólkið arbeiðir, hvussu samanhaldið á starvspláss- inum er, og hvussu starvs- plássið virkar sum heild. - Starvsvenjingin kann eisini ávirka ta útbúgving- arleið, næmingurin fer at velja í framtíðini, sigur To- finn Højgaard. Rundferð Í Klaksvík møttu vit Ann, sum er í starvsvenjing á frisørsalongini Vera Klipt, og vit fingu okkum eitt prát við hana. Ann hevur tey síðstu árini búð í Havn og gongur á Venjingarskúlanum, men áðrenn tað búði hon í Klaksvík. Henni dámar væl at vitja í Klaksvík og at síggja øll tey, hon kennir, aftur, eisini tí hevur hon valt at fara í starvsvenjing har. Í Vera Klipt hevur Ann úr at gera. - Eg vaski hár, føni hár, slætti hár, blandi hárlitir, geri kaffi, feii og fylli vaski- maskinuna, greiðir Ann frá. Hon fortelur eisini, at øll á frisørsalongini eru sera vinarlig og fitt, og at henni dámar væl at vera í starvs- venjing har. Harafturat kundi hon í framtíðini hugsað sær at arbeitt innan hetta yrkið. - Mær dámar væl at seta hár, klippa og tílíkt, so tað kundi væl hent, at eg fari at læra til frisør, sigur Ann. Sum lærarar Í Havn tosaðu vit við tveir næmingar, sum báðir eru í starvsvenjing sum lærarar. Kirstin, ið vanliga gongur á Kommunuskúlanum í Havn sum næmingur, er eisini í starvsvenjing á Kommunu- skúlanum. Í hennara føri var hetta ikki nakað, hon sjálv hevði valt, men tá einki annað var møguligt, mátti hon fara har. Hóast tað dámar henni væl. Hon er saman við einum yngri flokki í øllum tímum - ikki einsamøll, men saman við einum lærara. Bogi, eisini úr Komm- unuskúlanum, er í starvs- venjing í Eysturskúlanum. Honum dámar hetta sera væl. Hann hjálpir næming- unum at lesa í tímunum, og tað kemur fyri, at hann eisini skal lesa upp í kristni fyri teimum. Bæði Kirstin og Bogi møta klokkan 8.00 og fáa frí klokkan 11.20, men hvørgin teirra hevði kunnað hugsað sær eitt starv sum lærari. Í handli Í Parfumarí Drós er ein annar næmingur í starvs- venjing. Simona, sum gongur á Venjingarskúlan- um, stendur handan diskin. Tað, sum hon í høvuðs- heitum ger, er at vaska gólv, støva av og fara ymisk ørindi. Simona lærir eisini um smyrsl og fær ymsar prøvar av vørunum, parfum- aríið selur, heim við sær. Henni dámar væl at vera í handli, og hini, sum arbeiða har, eru fitt og hjálpsom. Simona er tó ikki rætti- liga vís í, um hon hevði sæð eina framtíð innan hetta yrkið. Í SMS eru nógvir næm- ingar í starvsvenjing. Ein teirra er Bára, sum eisini er úr Venjingarskúlanum. Hon er í starvsvenjing í móta- handlinum Deres. Har stendur hon handan diskin, ruddar, leggur klæði saman og fer við ruski. - Mær dámar væl, men tað er eitt sindur strævið, sigur hon, og leggur afturat, at starvsfólkini í Deres eru ordiliga fitt. Hon hevði ikki kunnað hugsað sær eina framtíð innan hetta starvið. - Nei, at arbeiða í tvær vikur er ivaleyst, heldur Bára. Í bakarínum hjá Frants Restorff er Óli Jákup úr kommunuskúlanum. Hon- um dámar væl. Hann møtir ymsar tíðir. Onkuntíð møtir hann klokk- an 5 um morgunin, og aðrar tíðir klokkan 15 seinnapart. Hann arbeiðir umleið 6-8 tímar hvørja ferð. Í bakarínum ger hann nógv; hann reinsar plátur, ger glasur, tekur úr ovn- inum, fer út við ruskinum og so framvegis. Hann hevði ikki viljað verið bakari, men sum starvsvenjing er tað fínt, sigur hann. Listarlig starvsvenjing Leikhúsið Gríma í Havn tekur eisini móti næming- um, sum vilja í starvsvenj- ing. Har hava vit tosað við Marin úr Kommunuskúlan- um. Marini dámar sera væl. Hon sleppur at seyma bún- ar, gera maskur og dansa. Tað, henni dámar best við hesum staði er, at øll eru so avslappað. Hon møtir hvønn morgun klokkan umleið 10 og sleppur heim um fýratíðina. Hon hevði kanska kunn- að hugsað sær eitt starv innan sjónleikin. Jóhan Martin, sum gong- ur á Venjingarskúlanum, dámar væl list, og hann málar eisini dagliga heima hjá sær sjálvum, og tað er ein orsøk til, at hann hevur valt at fara í starvsvenjing hjá listamanninum Tor- bjørn Olsen. Honum dámar ógvuliga væl. - Eg læri at gera myndina lívligari, soleiðis at hon er meira hugtakandi at hyggja at. Eisini læri eg, hvussu litirnir skulu setast saman, greiðir Jóhan Martin frá. Hann heldur list vera áhugaverda, og sigur hann, at hetta møguliga kundi blivið hansara framtíðar- starv. Læruríkir 14 dagar Starvsvenjingin hjá 9. floks næmingunum úr Venjingar- skúlanum og Kommunu- skúlanum endar fríggja- dagin 14. februar, og eftir tí, sum vit hava hoyrt, hava teir flestu næmingarnir ver- ið stak væl nøgdir við starvsvenjingartíðina. Vit vilja við hesum eisini nýta høvið at takka fyri okkara tíð á Sosialinum. Hesar báðar vikurnar hava heilt víst verið sera læru- ríkar, hugvekjandi og áhugaverdar. Ann L. Henriksen vaskar hár Bára Poulsen leggur klæðir saman í Deres Bogi Magnussen er lærari í Eysturskúlanum Marin Djurhuus dansar, ger maskur og seymar búnar hjá Grímu Óli Jákup Jacobsen bakar hjá Frants Restorff Kirstin Joensen hjálpur børn- um í Kommunuskúlanum Jóhan Martin Christiasen dámar væl at mála. Hann er í starvsvenjing hjá Torbjørn Olsen, málara Simona Mikkelsen stendur handan diskin í Drós Í dag fylla tríburða- systrarnar úr Vest- manna, Joan, Tina og Vivi, 3o ár. Tær vórðu bornar í heim á Nyborg sjúkrahúsi, tann 15. feburar 1973. Sum vera man, eru nógvar myndir tiknar av teimum upp gjøg- num árini. Sosialurin er sloppin at læna nakrar myndir úr privatu mynda- mappuni hjá foreldrum teirra FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen Fyri 30 árum síðani vóru tær á forsíðunum á flestu dagbløðum, bæði her heima og í Danmark. Onk- ur bløð í grannalondum okkara góvu eisini pláss fyri hesi sjáldsama gleði- ligu hending. Foreldur teirra, Tove Højgaard Madsen og Sámal Jákup Jacobsen, vóru blað- ung, bert 17 og 19 ára gom- ul, tá tey gjørdust foreldur at trimum børnum í einum. Men tað var eingin forð- ing, og væl hevur gingist hesum gentum, sum í dag fylla tríati. Joan eigur 2 børn og Tina og Vivi hvør sín son. Joan býr í Vestmanna, Tina í Havn, og Vivi býr á Frede- riksberg í Keypmannahavn. Sosialurin ynskir teimum trimum og famljum teirra hjartaliga tillukku við stóra degnum. Tríggjar ferðir tríatiára føðingardagur C M Y K 11 10