leygardagur 15. februar 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
13
Eftir ein steðg í oljuleiting og oljuvónum verður nú aftur
varpað ljós á undirgrundina á landgrunninum, báðumegin
markið. Risastóra oljufelagið ChevronTexaco fer fyrst í
apríl mánað undir eina rættiliga avgerandi boring , skamt
frá markinum. Og longu tveir mánaðir eftir tað, beint í
kjalarvørrinum á hesi boringini, fer so ein annar oljurisi í
aljóða oljuhøpi, Agip í gongd. Talan er um eina boring í
føroyskum øki og eina í bretskum. Men fyri føroyingar og
feløgini, sum leita eftir olju á okkara landgrunni hevur
boringin í bretskum øki sera stóran týdning. Tí øll boring
á Atlantsmótinum báðumegin markið er við til at geva
nýggja vitan til alt økið og skal harvið betra um møgu-
leikarnar at raka við oljukeldur í undirgrundini.
Texaco, nú ChevronTexaco er ein gamal kenningur í
Føroyum. Felagið var millum fyrstu oljufeløgini, sum
tíðliga í 90-unum fóru at vísa okkara landgrunni ans. Tað
var við í boringini í Lopra og í flestu av kanningunum her.
Felagið var eisini eitt tað fyrsta til at seta seg niður í Før-
oyum. Tað skuldi so ikki eydnast felagnum at fáa leiti-
loyvi í 2000 og varð endin eisini tann,.at Texaco tók seg
úr tí føroyska økinum. Men trúgvin uppá Atlantsmótið var
kortini so stór, at felagið ikki gav skarvin yvir. Tað satsaðI
alt uppá at fáa tey bestu loyvini í 19. Útbjóðingar-
umfarinum í bretskum øki og fekk tey, so gott sum.
Hóast bert tvær oljukeldur framleiða á Atlantsmótinum
millum Føroyar og Bretland eftir nærum 170 boringar, so
hava fleiri av stóru oljufeløgunum ikki minst vónina til
hetta stóra økið. Og tað er so komandi boringin hjá
ChevronTexaco eitt gott dømi um. Borað verður longu í
apríl og liggur boristaðIð miullum føroyska markið og
verandi framleiðandi oljufeltini á bretskum øki, Foinaven
og Schiehallion. Ikki so langt frá, inni á okkara egna
landgrunni, er Agip farið at leggja síðstu hond á fyrireik-
ingarnar til sína fyrstu boring her. Eisini Agip hevur verið
virkið í økinum leingi og nú skal tað so til at vísa um-
verðini, um tað hevur gjørt sítt heimaarbeiðI betri enn
onnur oljufeløg ella tað verður hepnari enn tey, sum hava
roynt og einki ella ov lítið funnið.
Stórur áhugi og spenningur var í Føroyum , tá oljufeløgini
fóru undir sínar fyrstu boringar. Helst vóru vónirnar ov
stórar, tí hagtølini vísa, at tað skulu borast nógvir brunnar,
áðrenn tú rakar í blett. Nú ChevronTexaco og Agip fara at
bora hvør sínu megin markið og stutt frá verandi
oljuframleiðandi keldum eigur tað so avgjørt at hava
okkara stóra áhuga. Tí vil væl til og hava feløgini lúrt hini
oljufeløgini, sum ikki raktu í blett, av og betri vita, hvar
tey skulu seta borin í, so kann tað henda, at Føroyar innan
nakrar fáar mánaðir eru vorðin oljutjóð ella eru komnar
nógv nærri hesum máli.
Eitt oljufund í bretskum øki hevur so sanniliga eisini
stóran týdning fyri okkum. Tað kann fáa oljufeløg, sum
ikki eru virkin her í dag, at vísa eini komandi 2. Umfari á
landgrunninum ans. Tað fer at kveitkja nýtt lív í vónirnar,
sum hóast nógvar turrar brunnar, kortini ikki eru deyðar.
Ein og leitað varð vestan fyri Hetland í nærum 20 ár,
áðrenn fyrsta oljan sprændi, á sama hátt eiga vit at vísa
tol, tó at vitanin og tøknin í dag er nógv betri enn fyrr, og
tí hava vit alla orsøk til at halda, at eydnan fer at vera við
okkum og feløgunum her arbeiða nógv skjótasri enn
royndirnar hinumegin markið.
Nú seta vit øll vónirnar til ChevronTexaco og Agip.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Oljan aftur á dagsskránna
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sjúrður Skaale
Jan Müller stendur einsa-
mallur fyri øllum odda-
greinunum, sigur Sosialur-
in. Eingin uttanfyristand-
andi hevur nakra ávirkan.
Jan er á odda! Men er veru-
liga eingin aftanfyri?
Nógvir og fjølbroyttir
pennar, sum skriva úr øll-
um herðashornum. Tað er
tað, sum eyðkennir Sosial-
in. Sum ger Sosialin til eitt
so frálíkt og fjølbroytt tíð-
indablað.
Maðurin aftanfyri, er
fyrst og fremst Jan Müller.
Og hann eigur uppibornan
stóran heiður fyri at hava
gjørt Sosialin til tað blað,
hann er. Eingin ivi um tað.
Men so er tað tað polit-
iska. Tað partapolitiska.
Eitt eru tær mangan einsíð-
ugu lýsingarnar av einum
máli. Eitt annað eru tær
manipulerandi samrøður-
nar, Jan Müller tekur sær
av. Tú veitst at endamálið
ikki er upplýsing, men
partapolitikkur, tá spurn-
ingarnir líkjast hesum: "Nú
er Høgni Hoydal jú ein
maður, sum er ódemo-
kratiskur og diktatoriskur
av lyndi. Hvat heldur tú um
tað?"
Og so er tað oddagreinin
í blaðnum. Ofta er hon sak-
lig. Men viðhvørt verður
hon latin upp í hendurnar á
nøkrum javnaðarsoldatum
sum ikki tora ikki at stíga út
í ljósi sjálvir, men sum tann
vegin fáa luft fyri sínum
persónligu frustratiónum
og innikleimdu aggressión-
um. Og tað er mangan pín-
ligt at lesa.
Kendir menn
Trupulleikin er, at hesir
menn ikki eru heilt ókendir.
Tí verður í politiska um-
hvøvinum altíð gitt um,
hvør hevur skrivað hvat.
Tað skrivaði eg um hós-
dagin. Eg setti orð á ill-
grunan um, at oddagreinir-
nar um alt rokið á menta-
málaráðnum kanska eru
skrivaðar av einum limi í
teirri setanarnevndini, sum
Annlis Bjarkhamar hevur
sett til viks.
Oddagreinin í Sosialin-
um svarar mær sama hós-
dag. Eg veit ikki hvør
huldumaðurin er hesaferð,
men hann sigur, at hesar
oddagreinir ikki eru at
samanbera við dulnevnd
lesararøv, tí ábyrgdarblað-
stjórin stendur fyri teimum.
Altso Jan Müller. Og lagt
verður afturat: "Tað er
eingin uttanfyristandandi,
sum sleppur at siga okkum,
hvat vit skulu meina".
Hetta er ikki so. Flest øll
vita, at menn, sum starvast
aðrastaðni enn á Sosialin-
um, skriva nógvar av blað-
sins oddagreinum.
Og tað er sera nógv sum
bendir á, at tað nettupp er
onkur "uttanfyristandandi",
sum hevur gjørt av, hvat
hevur staðið í oddagrein-
unum um hetta góða setan-
armál.
Men ókey. Lat okkum
siga, at tað er ábyrgdar-
blaðstjórin, sum stendur
fyri øllum. At eingin dik-
terar honum nakað. Siga vit
tað, hanga millum annað
hesir spurningar í luftini:
Ivamál
Hvussu kundi Jan Müller,
beint eftir at landsantikvar-
urin var settur og áðrenn
nakar uttanfyristandandi (!)
visti nakað sum helst um
málið, gera tað greiðu nið-
urstøðu, at Annlis hevði
borið seg skeivt at, og at
embætismenninir
høvdu
borið seg rætt at? Var or-
søkin ikki tann, at onkur,
sum ikki starvast á Sosial-
inum, gjørdi av, hvat blaðið
skuldi meina?
Mikudagin stendur so-
leiðis í oddagreinini: "Løg-
maður umboðar landsins
mest tignarliga sess, og bert
hann kann steðga tí PRO-
SESS, sum byrjaði við
vrakaða føroyska umsøkj-
aranum og sum nú tykist
halda fram millum em-
bætismenninar í menta-
málastýrinum". Tilsipingin
er ikki at fara skeivur av.
Veit Jan Müller nakað sum
onnur ikki vita, tá hann
setir fram eina so grova og
ærumeiðandi
samanber-
ing? Og hvaðani veit hann
tað?
"Tað er nú upp til løg-
mann at avgera lagnuna hjá
føroyska umsøkjaranum og
helst eisini lagnuna hjá
embætisfólkum" sigur Jan
Müller eisini í blaðnum
mikudagin. Tað er skriva
týsmorgunin. Hvaðani visti
Jan Müller henda morgun,
at størv hjá embætisfólkum
eru í vanda?
"Øll tey, sum í greinum
og brøvum royna at seta
ljóskastaran á nakrar em-
bætismenn og gera teir til
syndabukk, gloyma heilt
amatøraktiga leiklutin hjá
teirra politiska arbeiðs-
gevara. Hesi fólk gera seg
sek í einum møguligum
justitsmorði," stendur eisini
í
blaðnum
mikudagin.
Hvussu kann Jan Müller
vera so fullkomuliga vísur
í, at tað ikki eru hesir em-
bætismenn, men Bjark-
hamar, sum hevur gjørt
nakað skeivt?
Jan mælir eisini til, at
løgmaður sker ígjøgnum til
frama fyri embætismenn-
inar, og "statuerar eitt ek-
sempul". Veit Jan ikki, at
løgmaður
er
hamrandi
ógegnigur í hesum máli?
Hví vil eitt óheft tíðinda-
blað hava ein ógegnigan
mann til at avgera eitt mál?
Kann orsøkin vera, at blað-
ið hevur størri áhuga í tí
sannlíka úrskurðinum hjá tí
ógegniga Kallsberg, enn
tað hevur í sannleikanum
og rættvísinum?
Tann ógegnigi løgmaður-
in er sambært Jan Müller
enntá "tann einasti" sum nú
kann bjarga starvsfólka-
politikkinum.
Men
tað
passar ikki. Hetta er eitt
púra upplagt mál fyri um-
boðsmannin. Fær hann øll
skjøl í málinum, kann hann
fáa sannleikan fram, og
gera eina óhefta niður-
støðu. Hví vil Jan Müller
ikki hava eina óhefta nið-
urstøðu?
Tunga skyldan hjá Jan
Tað hugsi eg nú, at hann vil
kortini. Eg trúgvi ikki, at
hann hevur skrivað hesar
greinar.
Sannleikin er helst, at tað
man kennast sum ein tung
skylda hjá Jan Müller at
leggja navn til alla ta eitr-
andi materiuna, sum teir
dulnevndu
javnaðarskri-
bentarnir mangan kroysta
úr sær. Menn, sum sita í
sínum skýmaskotum og
kasta eftir fólki, sum standa
úti í ljósinum.
Tað er stórt spell, at Jan
letur seg trýsta til hetta. Tí
maðurin hevur gjøgnum
nógv ára ótroyttiligt stríð
skapt eitt frálíkt tíðinda-
blað. Hann hevur betur
uppiborið enn at standa
sum tann steinurin, ið
ryggleysir, sosialdemokrat-
iskir huldumenn krógva seg
aftanfyri.
Eigur at fáa avleiðingar
Í Oddagreinini mikudagin
sigur Jan Müller(?) eisini,
at Fregnir eisini hava prent-
að dulnevndar greinar. Tað
er rætt. Og tað er skeivt.
Fregnir dragast í so máta
við sama trupulleika sum
Sosialurin. Tað átti ikki at
komið fyri. Tað havi eg
fleiri ferðir sagt við blað-
stjóran, Jonhard Mikkel-
sen.
At enda vil eg siga, at eg
havi ikki ánilsi av, hvør
hevur gjørt hvat í málinum
um hesa góðu starvssetan.
Men fyri ein uttanfyri-
standandi (!) sær tað út sum
um, at onkur hevur misnýtt
sítt vald. Og valdsmisnýtsla
eigur ikki at vera góðtikin.
Hetta málið eigur at fáa
avleiðingar fyri tann ella
teir ella tey, sum hava mis-
nýtt valdið. Antin tað so er
Annlis Bjarkhamar, ella tað
eru embætismenninir, ellar
tað er báðir partar. Hvør tað
er, kann eg ikki vita.
Kanska eru allir pástand-
irnir, sum hava staðið í
Sosialinum, púra rættir. Tað
kann eg heldur ikki vita.
Líka so lítið sum Jan
Müller kann vita tað.
Jan Müller á odda
Jóannes Eidesgaard
Týsdagin hevði Dimma-
lætting forvitnisliga grein
av Tummasi í Dali um økis-
menning við heitinum
"Suðuroyggin letur nógv
meira, enn hon fær." Grein-
in bygdi á eina lýsing av
peningarenslinum millum
Suðuroynna og meginøkið,
sum Magni Laksáfoss, bú-
skaparfrøðingur hevur stað-
ið fyri. Niðurstøðan hjá
búskaparfrøðinum er greið:
Suðuroyggin letur á leið
100 mió. kr. meira, enn hon
fær árliga úr landskassan,
sum so kunna brúkast aðra-
staðni í landinum.
Alt í alt er greinin sera
áhugaverd og upplýsandi.
Og sjálvandi er tað áhuga-
vert at vita, at suðuroyingar
lata 100 mió. kr. meira, enn
teir fáa úr landskassanum.
Hetta gevur eina kenslu,
har vit kenna okkum væl og
als einki hava at smæðast
fyri.
Men innast inni, so trúgvi
eg, at flestu suðuroyingar
høvdu hesa kenslu framm-
anundan. Tað hevur nú tí-
betur ongantíð ligið til okk-
ara, at vit ikki hava kent
okkara týdning og okkara
rætt í hesum samfelag. Men
rætt er, at seinastu tíðina
hava enntá landsstýrisfólk
borið uppá mál, at íløgur-
nar, sum nú koma Suður-
oynni til góðar, eru kanska
meira enn tað, sum Suður-
oyggin átti at fingið. Men
hetta er rong tala, tí tá slíkt
verður sagt, so má hyggjast
eftir, hvussu nógvar íløgur
mongu seinastu árini eru
komnar til oynna.
Og hin vegin aftur, er tað
rætt við øllum hesum "cost
benefit" tosinum, tá tað
snýr seg um at halda nakrar
grundleggjandi
tænastur
við líka í landinum. Vit
skulu hava skúlar, sjúkra-
hús, vegir, berghol og ferj-
ur. Hetta eru bara partar av
føroyska veruleikanum.
Sjálvur haldi eg ikki tað
er rætt, at vit fara undir
fleiri slíkar lýsingar sum
henda, Magni Laksáfoss
hevur gjørt, tí eg dugi ikki
at síggja, at tað kann tæna
nøkrum
endamáli.
Vit
mugu ikki enda í tí støðu, at
vit fara at seta økir í landin-
um upp móti hvørjum
øðrum. Vit mugu ikki enda
í tí støðu, at vit siga, at
hetta økið gevur einki, og tí
fær tað einki og so øvugt.
Øll økir eiga sín náttúrliga
part av ágóðunum.
Boðskapurin
Men tvey viðurskifti vóru
serliga áhugaverd í nevndu
grein. Tað fyrst var stabba-
mynd nr. 2, sum vísti mið-
alaldurin í ymisku økjun-
um. Henda vísti, at miðal-
aldurin í Suðuroynni var
38,5 ár, og er hetta lutfals-
liga høgt samanborið við
restina av landinum. Og or-
søkin er sára einføld hon, at
seinastu 25 árini, meðan
miðnámsskúlin hevur verið
í oynni, eru lutfalsliga nógv
ung farin til víðari lestur,
men av tí, at einki munandi
av førleikakrevjandi størv-
um eru í Suðuroynni, so
koma flestu teirra snøgt
sagt ikki aftur.
Hetta er ein politiskur
trupulleiki,
sum
nakað
kann gerast við. Og tað er
júst tað næsta í greinini,
sum eg haldi er serliga á-
hugavert. Búskaparfrøðing-
urin mælir til, at lands-
stovnar og alment virksemi
verður flutt til Suðuroynni.
Hetta hevði skjótt og brátt
bøtt um høga miðalaldurin,
tí tá høvdu mong av teim-
um ungu flutt aftur í oynna.
Búskaparfrøðingurin sig-
ur, at hetta er rætta leiðin
sæð út frá einum búskapar-
frøðiligum sjónarmiði, men
eisini tí, at á henda hátt fæst
mest nytta burtur úr besta
tilfeinginum, sum landið
eigur, nevniliga arbeiðs-
megini. Harumframt sigur
Magni Laksáfoss, at slík
politisk stig at flyta lands-
stovnar og almenna umsit-
ing til eitt nú Suðruoynna,
vil gera, at kappingarførið
hjá vinnuni í mun til út-
lendsku kappingarneytar-
nar ikki versnar, sum tað
annars ger, um vit fram-
haldandi miðsavna alt í
meginøkinum.
Harumframt er munandi
lættari at fáa bæði ansing
og bústað fyri rímiligan
kostnað.
Fyri okkum politikkarar
er boðskapurin greiður:
Førleikakrevjandi størv út
um landið, tað er vegurin
fram.
Og hetta kunnu bert
politkkararnir taka sær av.
Tað verður ikki lætt og
neyvan í fyrsta lagi serliga
populert, men er viljin til
staðar, so ber hetta til,
meira enn so. Tá fyrstani
kunnu vit tosa um, at nú er
komin gongd á eina veru-
liga økismenning. Vegir,
berghol, havnir, ferjur og
ferðaseðlaprísir eru neyð-
ugir karmar ella fortreytir -
førleikakrevjandi størv er
sjálv økismenningin.
VIÐMERKINGAR
Hvør var so boðskapurin hjá Magna Laksáfoss um økismenning?
Jan Müller
blaðstjóri
Í tveimum fylgjandi grein-
um leggur Sjúrður Skaale
undirritaða undir líkt sum
ólíkt. Hann skuldsetur und-
irritaða at geva dulnevnd-
um lesarabrævskrivarum
loyvi at misbrúka odda-
greinsplássið í blaðnum.
Henda niðurgerðing og
hunddálkan av undirritaða
talar sítt greiða mál og er á
so lágum støði, at hon átti
ikki at verið svarað. Men tá
ákærin, dómarin og avrætt-
arin Sjúrður Skaale ger
hetta til eitt mál um mín
persón og illtonkir ónavn-
givin fólk fyri at skriva
skendskar og hatursfullar
oddagreinir í Sosialinum
má eg tala at og greiða fólki
frá, hvat hetta málið í veru-
leikanum snýr seg um.
Málið
snýr
seg
um
starvssetan av nýggjum
landsantikvari. Tað byrjaði
alt við eini samrøðu í SVF,
har
landsstýriskvinnan
Annlis Bjarkhamar gjørdi
greitt, at hon hevði avgjørt
at seta annan persón í starv
enn setanarnevnd heilar
tvær ferðir hevði mælt
henni til. Hetta var fyri
mong óhoyrt og ikki minst
fyri tann føroyska umsøkj-
aran, sum fakliga setanar-
nevndin also hevði mett
verða best egnaðan til
starvið. Hann heldur seg
vera fyri órættvísari og
skeivari viðgerð av lands-
stýriskvinnuni og leggur
málið fyri sítt egna felag,
Magistarafelagið. Í sam-
røðu við SVF sama kvøld
kemur landsstýriskvinnan
fleiri ferðir at nevna Fróð-
skaparsetrið heldur enn
Fornminnisavnið. Møgu-
liga var hon mismælt men
tað setti so eisini tankar í
gongd hjá bæði oddagrein-
skrivara og øllum teimum
mongu, sum starvast í tíð-
indaumhvørvin um, hvat
møguliga kundi liggja aftan
fyri alt hetta.
Úrslitið av hesum var ein
góð og siðilig men samtíðis
avgjørd oddagrein í Sosi-
alinum hósdagin 6. februar
undir heitinum "Ódámlig
starvssetan". Har loyvir
blaðið sær at spyrja, tá
landsstýriskvinnan
ikki
fylgir innstillingini, hvussu
almennir stovnar fara at
virða almenna setanarpoli-
tikkin, tá landsstýrið ikki
ger tað. Niðurstøða blað-
sins er, at tað skal ein
ónátúrliga góð grund hjá
Annlis Bjarkhamar til ikki
at seta mannin, sum hevur
virkað á stovninum í mong
ár, hevur ferð eftir ferð
verið settur landsfornfrøð-
ingur, og sum setanarbólk-
urin við hægstu embætis-
monnum í Mentamála-
ráðnum hevur innstillað.
Landsstýriskvinnan
er
aftur í Degi og Viku mána-
kvøldið 10. februar Hon
er opinskárað, og niður-
støðan er tann, at hon nú fer
at hyggja nærri eftir leik-
lutinum og arbeiðinum hjá
sínum embætisfólki í hes-
um máli. Annonseringin í
Degi og Viku varð henda:
"Landsstýriskvinnan
í
mentamálum ivast í, um
hægstu embætisfólkini í
Mentamálaráðnum eru nóg
dugnalig. Hon er ikki nøgd
við innstillingarnar, sum
tey gjørdu, tá hon skuldi
seta nýggjan landsantikvar.
Og nú fer Annlis Bjark-
hamar at eftirmeta støðuna
í Mentamálaráðnum".
Fyri hyggjaran og eisini
fyri undirritaða sum odda-
greinsskrivara á Sosialinum
gav hetta avgjørt stoff til
eftirtanka. Nú skuldi ljós-
kastarin setast á teir em-
bætismenn, sum ikki høvdu
givið landsstýriskvinnuni ta
innstilling, sum hon ynskti.
Nú búgva vit í einum fræls-
um landi og má tað eisini
vera loyvt oddagreinskriv-
ara í Sosialinum at gera
sínar analysur og niður-
støður, uttan at verða
skýrdur fyri tað ringasta og
illtonktur fyri alt ilt. Tað
hevur undirritaði gjørt í
hundraðtals fyri ikki at siga
túsundtals
oddagreinum
gjøgnum árini, og tað
frælsi skal eingin Sjúrður
Skaale sleppa at forða
honum í.
Í oddagrein okkara miku-
dagin 12. februar tvs. eftir
at landsstýriskvinnan hevði
verið alment úti í Sjónvarp-
inum og klárt latið koma
til sjóndar, at nú stóðu em-
bætismenninir fyri "tørni"
róptu vit eitt hart varskó og
gjørdu okkara niðurstøðu:
at nú skuldu also embætis-
menn gerast syndabukkar
og revsast fyri mistøk og
ódugnaskap
hjá
lands-
stýriskvinnuni.
Eg fari at heita á øll tey,
sum lesa hetta aftursvar um
at steðga á her og gera sær
púra greitt, hvat atfinning-
arnar og illtonkingin hjá
Sjúrða Skaale fyrst og
fremst snýr seg um. Mað-
urin hevur ikki verið var-
ugur við, at landsstýris-
kvinnan hevur verið í sjón-
varpinum sum nevnt longu
mánadagin 10. februar og
sjálv róð framundir, at
málið og málsviðgerðin
kundi fáa avleiðingar fyri
hennara egnu embætis-
menn. Sum ein annar
njósnari og ákæri, ið leitar
eftir prógvum fyri síni
heilaspunakendu konspira-
tiónsteori heldur Sjúrður
Skaale seg loksins hava
funnið prógvið fyri, at tað
er embætisfólk í Menta-
málastýrinum, sum antin
skrivar oddagreinar ella
lekur til blaðið. Tí – hvað-
ani visti blaðið, at lands-
stýriskvinnan ætlaði sær at
fara í holt við sínar embæt-
ismenn annað enn internt
úr Mentamálaráðnum!
Hóast internetið er upp-
funnið og verður dúgliga
brúkt av eitt nú Sjúrða
Skaale, nú hann skrivar tað
mesta av sínum niðurger-
andi greinum móti eitt nú
undirritaða úr Danmark, so
bendir alt á, at maðurin ikki
hevur hoyrt sína lands-
stýriskvinnu í SVF fara út
alment við hesum, sum
hann nú leggur Sosialin
undir at hava fingið undir-
honds vitan um. Hetta er
langt úti.
Her hava vit ein ákæra,
ein dómara og ein avrætt-
ara alt í sama persóni, ið
hevur funnið sær nakrar
fíggindar og sum heldur
seg hava funnið prógvini,
sum skulu brúkast til at
fella dóm - men sum brád-
liga og so dyggiliga gerst
offur fyri síni egnu hatsku
samansvørjing.
Tað er álvarsligt fyri ikki
at siga kriminelt at ill-
tonkja onnur fyri at skriva
nakað, ið tey ikki hava
skrivað. Tað veit maðurin,
og tí kemur hann út við
hálvum illgitingum. Sjúrð-
ur Skaale hevur altíð verið
talsmaður fyri navngivnum
lesarabrøvum og var Sosi-
alurin fyrsta blað, sum
gjørdi hetta galdandi. Tá nú
sami Sjúrður Skaale ill-
tonkir og insinuerar, at
ávísur persónur í setanar-
nevndini skal hava skrivað
umrøddu oddagreinar, so
avdúkar hann sín dupult-
moral og sítt eftir øllum at
døma feika lyndi. Um hann
er so vísur í hesi síni søk,
sum jú er kjarnan í báðum
teimum óndsinnaðu grein-
unum, hví nevnir hann so
ikki viðkoman di persón
við navni! Er tað ikki feikt
at lata slíka illtonking
standa eftir, soleiðis at
allir persónar í hesi set-
anarnevnd harvið eru undir
illgruna og ákæru – fyri at
leka ella skriva!
Nú Sjúrður Skaale al-
ment roynir at seta líkheits-
tekin millum oddagreinar í
Sosialinum og ávís embæt-
isfólk í Mentamálastýrin-
um men ikki torir at nevna
tey við navni, tí hann er
feikur, kundi verið spurt,
hvussu tætt er millum hann
og landsstýriskvinnuna, tá
hann fer út við slíkum
skuldsetingum. Tosa tey
saman. Gevur hann henni
góð ráð, tá henni tørvar tey
osfr. Tað er fyri mær full-
komiliga líkamikið, hvønn
Sjúrður Skaale umgangs t,
hvønn hann skrivar dul-
nevnd lesarabrøv fyri ,
hesuferð ella hasuferð,
hvønn hann gongur ørindi
fyri. Eg má bara ásanna, at
hesin annars so fryntligi og
skilagóði persónurin er ikki
tann eg kendi. Hvør, ið
hevur hamskift hann og
hvør hevur fingið hann at
gera øll ting so persóns-
fikserað og hvør hevur
fingið hann at bryggja eina
konspiratiónsteori fyri og
aðra eftir, tað er mær og
mínum arbeiði sum blað-
stjóri á Sosialinum óvið-
komandi, og eg veit tað
heldur ikki. Tí fari eg
heldur ikki at koma við
nøkrum illgruna, tí slíkur er
skitið og ómenniskjansligt
vápn.
Skrivingin hjá Sjúrða
Skaale er tíanverri per-són-
lig og tendentiøs. Hon er
eyðkend av, at hann sær seg
bæði sum ákæra, dómara
og avrættara. Slíkir per-
sónar eru vandamiklar fyri
seg sjálvan og fyri demo-
kratiið.
Svar til Sjúrð Skaale
C
M
Y
K
13
12