Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 15. februar 2003 15 høvdu við sær, rúmaðist í lastini á einum lítlum lastbili. Tað var ikki tann Runavíkin, ið vit kenna í dag, tey komu til í 1963. Smalir vegir við nøkrum fáum víkiplássum, ongin renovatión og ongar gøtulyktir. Nú er Runavík ein býur. Helen og Eyðun hava nú rikið Radiobúðina í 40 ár. Helen hevur havt bókhaldið hjá fyritøkuni um hendur øll árini. Sum ung arbeiddi hon á Klaks- víkar Blikksmiðju og tók »handels medhjælper« prógv. Eitt summar var hon á »Velfartshuset« í Føroy- ingahavnini í Grønlandi, síðan arbeiddi hon á skriv- stovu hjá Shell í Danmark. Tørvurin var stórur Spurdur um hvussu tað bar til, at tey settu seg niður í Runavík, hvørki teirra høvdu tilknýti til Skála- fjørðin, svarar Eyðun. »Vit komu bæði til trúgv sum heilt ung og bóðu um leiðslu í okkara lívi. Tað leiddi okkum inn á Skála- fjørðin - har var eingin radiomekanikari. Vit settu okkum fyri at dekka tørvin hjá fólkinum har, bæði hjá privatfólki og skipunum. Har var ein stórur tørvur, tí tað vísti seg, at arbeiðið bara vaks. Lærlingar og sveinar løgdust afturat.- Familjan øktist við 7 børnum, 4 dreingjum og 3 gentum. Allir dreingirnir hava lært okkurt innan elektronik«. Eyðun hevur sjálvur 2 beiggjar og ein bróðurson, sum hava lært elektronik, so tað kann kanska kallast ein familjusjúka. Radiobúðin hevur alla tíðina havt nógv við skip og bátar at gjørt. Teir hava selt og útvegað alla ta elektron- isku navigatiónsútgerð, sum skipini hava havt brúk fyri. Hetta hevur sett stór krøv til servicearbeiðið. Starvsfólk hjá Radiobúðini hava av og á siglt sum mannskap við teimum ymisku skipunum, tað hev- ur givið stóra vitan um, hvussu útgerðin best kann nýtast. Saman við øðrum hava teir eisini verið við til at ment framkomna útgerð. Fyrru árini var mesta ar- beiðið, tey gjørdu, inni í Eysturoynni, men betraðu ferðamøguleikarnir og um- støðurnar annars hava gjørt, at tey nú koma nógv longur. Eisini lata tey út- gerð til skip, ið verða bygd uttanlands. Tilsamans 13 fólk starvast í handlinum og á radioverkstaðnum. Radiobúðin í Runavík. Í dag starvast 13 fólk í fyritøkuni aJógvan Arge býráðslimur í Havn Havi í dag sent borgar- stjóranum áheitan um at seta spurningin um Rás Tórshavn á dagsskránna fyri næsta býráðsfund. Áheitanin er soljóðandi: Viðv: Rás Tórshavn Biðið verður um, at hetta mál verður sett á dags- skránna fyri býráðsfundin hósdagin 20. februar: "Tórshavnar Býráð sam- tykkir, at kommunan sum skjótast tekur upp aftur tænastuna við endurvarp- ingarstøðini Rás Tórshavn. Kostnaðurin verður goldin úr kommunukassanum." Viðmerkingar: Mikil strongd hevur verið millum havnarborgarar, síðani fíggjarnevndin avgjørdi at selja Sp/f Televarpinum útgerðina hjá Rás Tórshavn og samstundis steðgaði sendingunum við teimum sjónvarpsrásum, sum Rás Tórshavn endurvarpaði. Á henda hátt gav komm- unan sínar borgarar upp til skutil hjá Sp/f Televarp- inum og øðrum, sum bjóða fram sendingar um fylgi- svein fyri stóran kostnað fyri hvørt einstakt húsar- hald. Ein fráboðað rokning upp á 800.000 krónur frá Viasat fyri TV3 varð brúkt sum grund fyri, at býráðið tók upp samband við Før- oya Tele (Sp/f Televarpið) um framtíðina hjá Rás Tórshavn, tí rokningin skuldi vera ein ov stórur biti fyri kommununa. Sambandið millum Tórs- havnar Kommunu og Før- oya Tele (Televarpið) end- aði við, at rásin varð av- reidd og sløkt. Býráðið tók ongantíð støðu til søluna og enn minni til at sløkkja sendaran. Tað, sum fyrr var ein ó- keypis tænasta frá komm- ununu, bleiv til eitt kostn- aðarmikið tilboð frá Sp/f Televarpinum, sum fólk hveppa seg við, tí hetta áleggur teimum eina mun- andi meirútreiðslu í alla framtíð. Tá hava tey ikki so frægt sum fingið TV3 aftur, hvørs rokning varð brúkt sum próvførsla fyri at fara í samband við Sp/f Televarp- ið. Upprunin til Rás Tórs- havn var at verja býin móti stálkampum á hvørjum húsi. Við síni avgerð hevur kommunan ført fólk út í valið at fáa sær parabol á húsini at lýta býin. Tórshavnar Kommuna hevur sæð frá borgarans sjónarmiði gjørt ein vána- ligan handil. Tað er ongin skomm at ásanna tað og fáa tænastuna í lag aftur. Tí verður hetta uppskot lagt fram. Samstundis havi eg heitt á borgarstjóran um á sama býráðafundi at greiða frá tí, sum hendi í málinum um Rás Tórshavn, sum førdi til, at kommunan seldi útgerð- ina og steðgaði sendingun- um. Rás Tórshavn endurstovnast VIÐMERKINGAR NASA hevur nú stað- fest, at hol var á hjól- rúminum undir vinstra vongi á rúmd- arferjuni »Colum- biu«.. Tað elvdi til so nógvan hita inni í vonginum, sum varð bræddur ÚTLAND Árni Joensen -Tað er eingin ivi um longur, ar hol var á hjól- brunninum undir vinstra vonginum á rúmdarferjuni, men hví hol var á, vita vit ikki enn, segði ein embæt- ismaður hjá rúmdarumsit- ingini NASA við sjónvarp- ið CNN í gjár. Embætis- maðurin vildi heldur ikki siga, at tað var holið undir vonginum, sum gjørdi, at »Columbia« sprongdist uppi yvir Texas, ella um tað var okkurt annað brek, sum elvdi til spreingingina. Var hol á vonginum, tá rúmdarferjan var á veg niður á Jørðina, kom gass inn í vongin, og hetta gass- ið hevur verið umleið 1600 stig heitt. Innaru veggirnir í hjólbrunnunum á rúmd-ar- ferjunum eru gjørdir úr einum serliga sterkum slagi av aluminium, men tað tolir ikki meiri enn 650 hitastig. Tað hevur fyrr verið frammi, at eitt petti av skjøldrinum datt av rúmd- arferjuni, tá hon varð skotin út í rúmdina, og at tað kann hava sett hol á vinstra vong, men tað avsannar NASA nú. Harafturímóti verður nú kannað, um onnur petti kunnu vera farin av hita- skjøldrinum nærhendis hurðini á »Columbiu«. Eisini verður kannað, um ein partur av hitaskjøldrin- um á sjálvum vonginum kann vera dottið av. Sambært CNN snúgva høvuðskanningarnar hjá NASA sum um hjólrúmið undir vinstra vongi. Beint áðrenn rúmdarferjan sprongdist, vísti eitt tól á rúmdarstøðini í Houston, at lendingarhjólini á ferjuni vóru á veg niður, meðan onnur tól vístu, at alt var í lagi. Stutt eftir vístu tólini, at hitin í hjólrúminum brádliga vaks. Beint eftir slitnaði sambandið við »Columbiu«. Hol var á øðrum vonginum á »Columbiu« 15 14 Nr. 32 - 15. februar 2003 Hálvan februar eru liðin 40 ár síðan Radiobúðin í Runavík lat upp. Tað vóru Helen og Eyðun Joensen, hon úr Klaksvík og hann úr Havn, sum stovnaðu Radiobúðina í 1963. Tað vísti seg skjótt, at tørvurin var stórur fyri slíkari tænastu á Skálafjørðinum FYRITØKA Magnus Gunnarsson Eyðun lærdi til radio- mekanikara hjá Fritjolf Wellejus í Havn frá 1954- 58. Síðan arbeiddi hann á radioverkstøðum í Dan- mark og Norra. Frá 1959- 60 sigldi hann við trolar- anum Fiskanes og arbeiddi sum teknikari hjá Nordafar í Grønlandi 1961-62. Helen og Eyðun giftust í Havn í 1963 og fluttu inn til Runavíkar at búgva. Tá tey fluttu, sigldu tey av Havnini og inn til Runa- víkar við oljubátinum Faroe Shell. Viðførið, ið tey Radiobúðin í Runavík 40 ár Eyðun og Helen í Radiobúðini 40 ár eftir at tey stovnaðu fyritøkuna Soleiðis sá Runavík út, tá Radiobúðin varð stovnað í 1963 Í Runavík er nógv broytt hesi seinastu 40 árini Helen, f, Høgnesen, og Eyðun Joensen giftust í Havn í 1963 og fluttu inn til Runavíkar at búgva C M Y K 14