leygardagur 15. februar 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrrverandi FIFA-
dómarin, Niklas á
Liðarenda, verður av
GÍ skotin upp sum
mótvalevni hjá Børge
B. Hansen, tá FSF-
aðalfundurin skal
verja nýggjan vara-
formann
FÓTBÓLTSVAL
Jákup Mørk
Komandi vikuskifti verður
aðalfundurin hjá FSF, og
sum eitt av føstu punktun-
um á skránni standa nakrir
av nevndarlimunum fyri
vali.
Av vanligu nevndarlim-
unum standa Óli Holm og
Jens Erik Magnussen fyri
vali, og sum skilst stilla teir
báðir upp til afturval. Hartil
hevur Royn skotið upp, at
Sveinbjørn Dánjalsson skal
veljast í nevndina.
Eisini stendur Børge Bar-
clay Hansen fyri vali.
Børge hevur í fjórðingsøld
verið partur av nevndarar-
beiðinum í føroyskum fót-
bólti. Eitt avrik, sum hann í
vetur fekk heiðursprógv frá
ÍSF fyri, men hóast hetta,
so tykist hann ikki hava
nakrar beinleiðis ætlanir
um at pensionera seg sjálv-
an.
Einsamallur verður hann
tó ikki í uppskoti, tá vara-
formaðurin skal veljast. Av
skrivstovuni hjá FSF verður
nevnliga váttað, at Niclas á
Liðarenda er stillaður upp
sum mótvalevni. Tað er GÍ,
sum hevur skotið fyrrver-
andi FIFA-dómaran upp til
hetta, og einki er at ivast í,
at hann hevur góðar møgu-
leikar at verða valdur.
Ígjøgnum dómarayrki sítt
hevur hann í øllum førum
fingið stóran persónligan
kunnleika til flest øll fót-
bóltsfeløg í landinum, so-
leiðis at hesi væl og virði-
liga vita, hvat persónurin
stendur inni fyri. Sum dóm-
ari og limur í dómarafelag-
num hevur hann hann eisini
í fleiri ár verið ein av drív-
meginum aftan fyri arbeið-
ið at fáa dómarastættina til
ein meira viðurkendan lim í
fótbóltsfamiljuni, og síðst
men ikki minst, so kann
kanska júst hann verða
rætti maðurin at endur-
skapa samstarvsstevið mill-
um FSF og Fótbóltsdóm-
arafelagið. Eitt samstarv,
sum fekk nøkur álvarslig
skot fyri bógvin fyri nøkr-
um árum síðani, men sum
hóast alt er batnað nógv
aftur.
Fá innkomin mál
Vanliga er tað so, at tað eru
hampuliga nógv mál, sum
verða tikin upp til støðu-
takan á aðalfundinum hjá
FSF, men sum eitt undantak
tykist hetta ikki vera gald-
andi í ár.
Treyðugt so, so verða
helst nøkur mál til viðgerð-
ar. Eitt nú tryggingarmálið,
har tað við seinasta aðal-
fund varð álagt nevndini at
finna fram til, hvørt tað ber
til at skipa eina samlags-
trygging millum føroysku
feløgini, sum bæði tryggj-
aði leikarar og feløg. B71
hevur eisini áður verið
frammi við, at tey ætla sær
at leggja uppskot um broyt-
ing av dystunum um upp-
og niðurflyting, soleiðis at
tað framyvir bert verður
talan um hin eina dystin í
hesum førunum.
Hartil verða so eisini tey
ymsu føstu málini so sum
góðkenning av roknskapi,
var av grannskoðara v.m. á
skránni, og tó at hesi ikki
plaga at krevja so øgiliga
drúgva viðgerð, so er fíggj-
arligi parturin ein alsamt
vaksandi partur av fótbólt-
inum, og tí eisini nakað,
sum í alt størri mun við-
kemur ymsu feløgunum.
Nr. 32 • leygardagur • 15. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
16.02
14.30
Kyndil-VB
16.02
14.30
Tjaldur-VÍF
1. deild menn
15.02
16.00
KÍF-StÍF
16.02
16.00
H71-Kyndil
16.02
16.00
Tjaldur-VÍF
Flogbóltur
Steypafinala kvinnur
15.02
14.30
TB-ÍF
Steypafinala menn
15.02
16.30
SÍ-ÍF
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
j
t
mál
mál munur
stig
1 VB
3
3 -0 - 0
385
318
67
15
2 VÍF
4
2 -1 - 1
370
305
65
13
3 Kyndil
3
2 -0 - 1
364
364
0
10
4 Stjørnan
3
1 -0 - 2
317
319
-2
10
5 Neistin
4
1 -0 - 3
315
342
-27
7
6 StÍF
3
0 -1 - 2
350
380
-30
7
7 Tjaldur
2
1 -0 - 1
280
353
-73
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
j
t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
3
2 -0 - 1
465
379
86
13
2 StÍF
2
1 -1 - 0
401
348
53
12
3 Neistin
3
1 -1 - 1
422
392
30
12
4 Kyndil
2
0 -1 - 1
368
373
-5
7
5 KÍF
3
1 -0 - 2
383
414
-31
7
6 H71
3
2 -0 - 1
385
434
-49
7
7 Tjaldur
2
0 -1 - 1
348
432
-84
4
Niclas bjóðar Børge av
Børge B. Hansen hevur í 25
ár verið partur av
nevndararbeiðinum hjá FSF,
men líkt er til, at hann
noyðist ígjøgnum stríðsval,
um hann eisini skal vera í
nevndini eftir komandi
aðalfundin
17
16
Nr. 32 - 15. februar 2003
Sunnudagin, 16. februar,
verður Sigrid Andreassen,
f. Mikkelsen, í Sørvági 90
ár. Sigrid er fødd og upp-
vaksin í Gásadali. Sum ung
tænti hon í Vestmanna. Hon
giftist í 1947 við Niels Ja-
cob Andreassen (1909-
1974) í Sørvági. Tey bú-
settust í Sørvági, og saman
fingu tey tvær døtur, onnur
býr í Miðvági og hin í
Havn. Niels Jacob sigldi
við ymiskum skipum skip-
um í umleið 50 ár. Hóast
sín høga aldur er Sigrid
sera áhugaverd at tosa við
og minnist væl. Undir
krígnum ansaði hon eftir
skipum og flogførum í
Gásadali fyri bretska her-
valdið. Einaferð hon hevði
verið eftir torvi saman við
nøkrum vinkonum, og tær
vóru á veg heim aftur,
komu tær, uttan at vita av tí,
inn á avbyrgt øki á Vatns-
oyrum, har tær vórðu tiknar
av bretsku løgregluni. Tær
høvdu einki pass og dugdu
lítið av enskum. Nú vóru
góð ráð dýr. Tá spyr Sigrid
eftir bretska trygdarovast-
anum, ið helt til í Sørvági.
Tað var maðurin, ið hon
rapporteraði til, um hon sá
okkurt skip ella flogfar. Tá
teir hoyrdu at hon kendi
trygdarovastan, sluppu tær
leysar beinanvegin.
Føðingardagurin
hjá
Sigrid verður hildin hjá
dóttrini Poulu Joensen í
Miðvági sunnudagin eftir
kl. 16.
m.g.
Í dag, 15. februar, hava
hjúnini Jodvig, f. Joensen,
og Jakku Jacobsen á Glyv-
rum gullbrúdleyp. Jodvig
er fødd og uppvaksin á
Skipanesi og Jakku er av
Glyvrum. Tey giftust í 1953
og búsettust á Glyvrum.
Jakku sigldi sum ungur,
áðrenn hann fór at arbeiða
sum húsasmiður. Hann
hevur, saman við øðrum,
arbeitt sum húsasmiður
kring landið. Jodvig og
Jakku eiga fimm døtur.
Tvær av døtrunum búgva á
Skipanesi og tríggjar á
Glyvrum. Dagurin verður
hildin
í
húsunum
hjá
Kongshavnar Kvinnufelag
kl. 17 fyri innbodnum. Eftir
kl. 21 er opið hús, har øll,
ið hava hug at gleðast sam-
an við teimum, eru væl-
komin.
Geir Wardum er settur sum
leiðari á Shellstøðini á
Frælsinum og á Shellstøð-
ini við Ringvegin í Havn.
Geir er 37 ára gamal og
havnarmaður. Áðrenn hann
fyrstu ferð kom til Shell í
1986 at koyra tangabil,
hevði
hann
arbeitt
á
Restorffs Bryggjarí í fleiri
ár. Eftir at hava koyrt tanga-
bil í eitt ár var hann leiðari
á eini smyrjioljuverksmiðju
hjá Dansk Shell í Keyp-
mannahavn frá 1987-93.
Frá 1995-96 var hann á
skrivstovuni hjá Shell á
Viðarnesi í Havn. Hann var
leiðari á Shellstøðini í
Gøtudali frá 1996 til 2000.
Síðan hevur hann arbeitt
sum bókhaldari á egnari
tannlæknastovu í Klaksvík.
Geir hevur eisini tikið
merkonomskeið í rokn-
skaparlæru, virkisbúskapi
og rakstrarbúskapi.
m.g.
Tann 15. februar verður
Elsa Jacobsen í Norðragøtu
75 ár. Elsa er útbúgvin
sjúkrasystir og jarðarmóðir.
Hon fór í 1960 til Etiopien
sum trúboðari, har hon
virkaði í 32 ár, til hon kom
heim aftur í 1992. Hon
hevur uppfostrað tvíburða-
dreingirnar Jákup og Jó-
hannes, sum eru úr Eti-
opien. Mamma teirra doyði
undir føðingini, og Elsa tók
teir til sín sum sínar egnu
synir eftir ynski frá páp-
anum. Dreingirnar hava
eftirnavnið Lemita, ið er
fornavnið hjá pápanum,
soleiðis sum siður er í
Etiopien. Føðingardagurin
hjá Elsu verður hildin leyg-
ardagin kl.18 í Missións-
húsinum við Landavegin í
Havn.
m.g.
NØVN Í VIKUNI
Gullbrúdleyp á Glyvrum
Sigrid Andreassen 90 ár
Elsa Jacobsen 75 ár
Geir Wardum leiðari
á tveimum Shellstøðum
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Fríggjadagin 14. februar,
varð Markus Heinesen,
vanliga nevndur Markus í
Kunoy 80 ár. Markus er
føddur og uppvaksin í
Kunoy.
Hann
tók
sveinabræv sum snikkari í
1947. Markus og konan,
Ásla, giftust í 1950. Í 1954
búsettust tey í Klaksvík.
Ásla og Markus eiga 7
børn. Markus hevur bygt
nógv sethús og almennar
bygningar í Klaksvík. Í dag
búgva
hjúnini
í
Haraldsundi. Markus hevur
stóran áhuga í seyðahaldi,
og hava tey nakað av seyði,
ið Markus við ídni, hegni
og áhuga røkir.
Elsa Jacobsen saman við synunum Jákup (v.m.) og Johannes
Lemita
Markus Heinesen
80 ár
C
M
Y
K
16