Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 15. februar 2003 19 Hóast teir ásanna, at ÍF eru favorittarnir, so hava sørvingar á ongan hátt mist vónina um eina endurtøku av finalu- sigrinum í fjør MANSFINALAN Jákup Mørk Flogbóltslagið í Sørvági er óført fyri tíðina. Við fylgj- andi sigrum á Fram og Mjølni hevur SÍ nú vunnið seg heilt nær silvurmerkj- unum í landskappingini, og seinastu vikurnar eru tank- arnir so smátt eisini farnir at ferðast til steypa-final- una, sum SÍ fyri fyrstu ferð vann í fjør. Positivur liðskipari Kaj á Stongum er liðskipari hjá SÍ, og tá vit hittu hann á máli undan finaludystinum tóktist tað eisiniv vera so, at spenningurin til dystin var stórur. - Jú, tað er einki at ivast í, at lagið hevur verið gott seinastu tíðina. Uppmøt- ingin til venjingarnar og in- ensiteturin undir venjing- unum hevur verið sera góður hesar seinastu vikur- nar, so tað er einki at ivast í, at leikararnir gleða seg til dystin. Og við sigrunum á Fram og Mjølni átti sjálvs- álitið eisini at veri í topp, so eg haldi ikki, at vit kunnu vera nógv betri fyri enn tað sama. Hóast hann soleiðis tyk- ist vera ógvuliga bjart- skygdur, so dylir Kaj tó ikki fyri, at fuglfirðingar mugu roknast sum favoritt- ar. Eisini hóast tað eru SÍ, sum skulu royna at verja steypið. - Tað er nokk einki at ivast í. Talan er ikki um sama lið hjá teimum sum í fjør, og tá vórðu teir eisini raktir av øllum óhappum, sum hugsast kundu. Í ár hava tað verið teir, sum hava verið sterkasta liðið í landskappingini, men hin- vegin, so ger tað einki, um vit ikki eru favorittar. Tvørtur ímóti hevði tað kanska gjørt tað uppaftur stuttligari, um vit kortini megna at vinna. Og hóast tað er ein trupul uppgáva, so eru sørving- arnir greiðir um, hvat skal til, um talan skal gerast um sigur. - Vit skulu fyrst og fremst hava góðar servur. Vit mugu skapa trýst á mót- tøkuna hjá teimum, soleiðis at teir ikki sleppa ov lætt í álopspartinum, tí tá verður tað alt ov trupult hjá okkara blokki. Álopsparturin hjá okkum plagar vanlig at rigga hampuliga væl, so tað rokni eg ikki við, verður trupulleikin. Tað eru teirra álop, sum vit skulu steðga. - Og so skulu vit eisini fáa nakrar av teimum so sálarliga týdningarmiklu bóltunum upp av gólvinum. Tað byggir aloftast sjálvs- álitið upp, samstundis sum tað sigur hinum, at tað ikki er so lætt at fáa bóltin í gólvið, so týdningurin av tí kann næstan ikki yvirmet- ast. Heldur ikki hóast eg ikki rokni við, at nakar leikari ferð niður við høvd- inum í eini slíkari finalu. Tá vit at enda spurdu Kaj, hví hann heldur finaludystin vera somikið serligan, er hann skjótur at svara, at tað eru karmarnir. - Tað er jú altíð stuttligt at spæla fyri nógvum áskoð- arum. Í Klaksvík móti Mjølni seinast var tað ó- trúliga stuttligt, og við eini fullari ítróttarhøll er tað bara heilt fantastiskt. Yvir høvur er eitt risa stórt fokus á flogbóltinum í hesum dystunum, og bara tað at vera partur av tí, er veruliga ein uppliving. Og so er bara at vóna, at upplivingin kann verða so stór sum gjørligt, sigur Kaj á Stongum. Og tað er nokk ikki bert fyri leikararnar, at uppliv- ingin er stór. Seinastu dag- arnar hevur pápi Kaj, Jákup á Stongum, havt úr at gera við at fyrireika áskoðarar- nar til dystin. Nú fast sam- band er, er eisini munandi høgligari at koma til og frá dystinum, so tað er einki at ivast í, at talan verður um heilt nógvar sørvingar, sum hesa ferð leggja leiðina til Havnar, har vónin er, at tað verður teirra lið, sum verð- ur steypavinnari. Rúni Weihe hevur trý ár á rað dømt flog- bóltsfinalurnar. Leygardagin skal hann fyri fyrstu ferð vera við sum leikari MANSFINALAN Jákup Mørk - Tað er sjálvsagt nakað, sum eg gleði meg til. Steypafinalan er avgjørt størsta einstaka hendingin í føroyskum flogbólti, og karmarnir kring hesa gerast alt meira professionellir. Somikið avgjørdur er Rúni Weihe, sum í ár spælir við ÍF, tá vit undan steypa- finaluni leygardagin spyrja hann, hvussu hann sær fram til at gerast partur av hesum dystinum. Ikki tí, Rúni hevur á hvørjum ári verið við í steypafinalunu, men tað hevur hvørja ferð verið sum dómari higartil. Størri í allar mátar Tá tosið fellur nærri inn á alt tað, sum sermerkir ein finaludyst, er sjkótt at Rúni aftur staðfestir, hvussu stór- an týdning ein slíkur dystur hevur. - Sjálvandi er meistara- heitið nakað, sum hevur eitt størri ítróttarligt virði. Tá er tað jú nógv størri krøv um stabilitet v.m., sum verða sett, so í so máta, kann steypafinalan ikki standa mát. Men sum einstøk hending er eingin ivi um, at týdningurin er ovurstórur. Ja, fyri feløgini hevur hon kanska størri týdning enn landskappingin. Stuðlarnir eru sjónligir í beinleiðis sjónvarpssending alla tíð- ina, og tað ivist eg ikki hev- ur eitt veldugt virði fyri fe- løgini. Fyri leikararnar hevur tað sjálvandi eisini týdning, at allir miðlar eru á staðnum. Saman við áskoðarunum gevur hetta nakrar karmar, sum eru nærum perfektir, og nú stórskíggi og gólv eisini eru við, dugi eg illa at síggja, hvussu karmarnir krng eina ítróttarhending kunnu ger- ast meira professionelt her heima. Um sjálvan dystin tykist Rúni saman við liðfeløgun- um at hava hampuliga góðar vónir um, at tað hesa ferð skal bera til hjá ÍF at hevna steypatapið fyri SÍ í fjør. ÍF hevur annars havt ein lítlan niðurtúr í seinastuni, har teir hava tapt fyri bæði Fram og Mjølnir, men hetta er tó ikki nakað, sum tykist nerva Rúna stórvegis. - Sjálvur haldi eg, at vit bert hava spælt ein vána- ligan dyst í ár, og tá taptu vit greitt fyri Fram. Ímóti Mjølni spældu vit hampu- liga væl, men teir spældu eisini væl, og tað vórðu so teir, sum drógu longra stráðið. Men nakra kreppu haldi eg so avgjørt ikki, at vit kunnu tosa um. Eftir at Bartal og eg sjálvur hava verið eitt sindur skerdir av skaðum, tykist tað nú eisini soleiðis, at liðið er um at vera so væ fyri, sum tað er gjørligt, og í landskapping- ini hava vit hvørja ferð vunnið trygt á SÍ, so alt í alt haldi eg, at vit hava nakað at hava vónirnar í, sigur hann, og roynir sostatt ikki at renna undan teimum, sum hava ÍF sum favoritt undan finaludystinum. At enda spurdu vit eisini Rúna, hvørjar lutir teir ser- liga skulu fáa at rigga, um teir skulu vinna allan vegin á mál leygardagin. - Fyrst og fremst mugu vit fáa kantarnar og mót- tøkurnar at rigga. Ikki minst eru móttøkurnar týdningnarmiklar, tí við hesum fáa vit varierað álopsspælið somikið væl, at blokkurin hjá teimum skal hugsa um fleiri álopsmøgu- leikar. Vit hava gott fólk á øllum plássum, og tí kunnu vit variera nógv, men tað krevur altso, at móttøkur- nar rigga. - Og so skulu vit eisini ansa eftir Boban og Rajko. Teir eru somikið góðir leik- arar, at teir skulu ikki sleppa ígongd, sigur altso Rúni Weihe at enda. Sørvingar hava vónina Nú skal dómarin spæla Í fjør lyftu sørvingar steypið, og tó at teir ásanna, at ÍF er favoritturin í ár, so hava sørvingar á ongan hátt mist vónina um ein sigur - Fyri feløgini hevur hon kanska størri týdning enn landskappingin. Stuðlarnir eru sjónligir í beinleiðis sjónvarpssending alla tíðina, og tað ivist eg ikki hevur eitt veldugt virði fyri feløgini, heldur Rúni Weihe 19 18 Nr. 32 - 15. februar 2003 Timburmenninir mugu vekk VB hevur ikki ráð at missa, um trumfarnir í FM-spælinum ikki skulu gleppa teimum av hondum, og VÍF skal hinvegin reisa seg eftir smeitin seinasta vikuskifti KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir steyparúsin hjá VB fyri viku síðani er tað nú vorðið gerandisdagur aftur. Kvinnurnar, sum eftir tvær miseydnaðar royndir loks- ins vunnu steypakapping- ina, hava eisini møguleikan at strúka avstað við FM- heitinum, og tað er eingin ivi um, at sum støðan er í løtuni, so er hetta júst tað, tær hava í kvittanunum. Burtur við timbur- monnunum Á stigatalvuni er VB í løtuni tvey stig framman fyri VÍF, umframt at tær hava leikt ein dyst færri. Tær sita tí eisini við bestu kortunum, men tó ikki so, at tær hava stórvegis ráð til at missa nakað. Í øllum førum ikki, um sleppast skal undan einum alt-ella- einki dysti í Vestmanna, tá liðini tørna saman fyri fimtu ferð í ár. Tað er tó ein sannroynd, at tað mangan er tungt hjá liðum at spæla ein góðan dyst beint eftir ein somikið stóran sigur, sum leygar- dagurin var, men hjá VB eru ongar stundir til at ganga við upprættum arm- um. Mótstøðuliðið hesaferð er Kyndil, og traditionelt hevur VB havt tað ógvuliga trupult í hesum uppgerðum, tó at tilsvarandi dysturin í grundspælinum endaði við teprum sigri. Seinastu dystirnir hevur Kyndil eisini sýnt somikið góðar taktir, at tær av álvara mugu roknast sum heiðurs- merkjakandidatar. Ein stat- us, sum tær eisini kunnu styrkja, um talan verður um stig sunnudagin, og so munnu tær ikki hava sama motivatiónstrupulleikan, sum VB hevur. Sálarliga er tað í øllum førum lættari at skula spæla ímóti nýkosnu steypavinnarunum, heldur enn at spæla sum nýkosin steypavinnari. VÍF skal reisa seg Hitt oddaliðið, VÍF, skal eisini í eldin um viku- skiftið. Hjá teimum ræður hesa ferð fyrst g fremst um at reisa seg sálarliga, eftir at tær tvær ferðir á rað hava verið við undirlutan móti VB. Á pappírinum er talan hjá teimum tó um lættari dyst, enn tann hjá VB. VÍF vitjar í Runavík, har Tjaldur framvegis er isolerað í botninum. Seinnu árini hevur onkra staðni millum lítil og eingin ivi verið, tá hesi bæði liðini hava spælt, men sum úrslitini í ár hava verið, so kann einki útilok- ast. Ikki minst, um VÍF kanska er komið í ein sálar- liga aldudal, meðan Tjaldur hinvegin er til reiðar at satsa alt í vónini at vinna seg upp eftir á stigatalvuni. VB hevur tað vanliga trupult í Havn, men tær hava neyv- an ráð at tapa, um sleppast skal undan einum altavger- andi dysti í Vestmanna Fríggjamorgunin byrjaði NM í skúlatelving 2003 TALV Tíðindaskriv Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at hendan kapping- in er í Føroyum. Fleiri av føroysku luttakarunum hava verið við í fleiri ár, og hesar drúgvu altjóða royndirnar eru farnar at síggjast aftur. Fleiri av føroysku telvarunum eru nevniliga styrkismettir millum teir ovastu og eru sostatt millum favorittar- nar til heiðursmerki. Tey í Talvsambandinum dylja heldur ikki fyri at vónirnar eru góðar. “Hesuferð vænta og vóna vit, at tað ferð at ganga væl. Skal tað ikki gangast væl á heimavølli við telv- arum, sum hava so góð styrkitøl er ringt at siga nær tað skal fara at ganga væl”, sigur Martin Berg, sum er ein av fyrireikar- unum. Sterkir føroyingar Tað er serliga í teimum eldru bólkunum at vónir- nar eru góðar. Martin Poulsen og Hans Christi- an Simonsen eru báðir styrkismettir í ovasta trið- inginum í elsta aldurs- bólkinum fyri teir, sum eru føddir í 1983, 84 og 85. Bæði Hans Kristian og Martin hava nógvar al- tjóða royndir. Umframt, at teir vóru við á OL talv- liðnum í heyst, vóru teir í fleiri kappingum uttan- landa seinasta summar. Í bólkinum fyri teir sum eru føddir í 1986 og 1987 er Olaf Berg millum fav- orittarnar. Ein norrmaður hevur hægsta styrkistali, men síðani koma tríggir, sum eru ógvuliga javnir, ein svii, ein dani og Olaf Berg. Vónirnar hjá teimum føroysku telvarunum eru góðar, men teir vita eisini at skal munagott úrslit koma burturúr krevst at teir rættuliga spenna seg. Hóast allir telvarnir ikki hava so høg styrkitøl er einki at ivast í, at teir eru duganligir telvarar tí teir hava vunnið sær rætt at sleppa við til NM gjøgn- um drúgvar kappingar. Fyrsta umfarið byrjaði fríggjarmorgunin klokkan 9.00 í Norðurlanda-húsin- um. Seinasta umfarið verður telvað sunnudagin klokkan 15 og heiðurs- merkini vera latin eftir seinasta umfarið. Norðurlanda- meistaraheiti fyri skúlar Eftir at strandingar í nakrar vikur hava skinklað eitt sindur, er tað nú sannleikans tími, tá teir vitja í Hoyvíkarhøllini MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tríggir dystir í bestu mans- deildini í hondbólti verða leiktir um vikuskiftið, og í øllum trimum førum tykist tað so, at tað væl kann ger- ast talan um heilt spenn- andi dystir. Sannleikans tími Størsti spenningurin er helst um dystin í Hoyvík, har StÍF kemur á vitjan hjá KÍF. Lítil ivi man vera um, at tað vóru strandingarnir, sum sýndu besta hond- bóltsspælið í grundspælin- um, men í endaspælinum hevur tað ikki gingið heilt so flótandi. Seinast varð hetta staðfest við einum sigri á H71, sum var fingin til vega í evstu løtu, og tað er helst so, at í løtuni hava strandingar ikki ráð til at missa nakað serligt. Kollfirðingar hava eisini áður givið StÍF ein skarpan gang. Og fáa teir spælið í størri mun at snúgva seg um aðrar enn jugoslaviska stórskjúttan á liðnum, so er einki at ivast í, at teir kunnu vinna øllum liðunum í deildini neisur. Í Havn skulu steypavinn- ararnir úr Kyndli spæla móti H71, sum veruliga hevur gjørt um seg í endaspæl- inum. Bæði Neistin og VÍF eru higartil knógvað undan hoyvíkingunum, og miku- kvøldið var um reppið, at strandingar fingu somu lagnu. Størsti spurningurin hjá H71 er ivaleyst, hvørt teir eftir tapra tapið fram- vegis kunnu halda høgt. Júst í hesum dystinum verður tað tó helst eingin trupulleiki. Talan er um lokaluppgerð, og tá grann- arnir so eisini eru nýkosnir steypavinnarar, er einki at ivast í, at menn eru upp- settir. Tað eru teir helst eisini hjá Kyndli. Sigurin í steypakappingini víst í øllum førum, at liðið kann blanda seg heilt frammi í oddinum, og so er spurn- ingurin bara, um ov nógv er mist í grundspælinum. Laka úrtøka her ber í øllum førum við sær, at Kyndil als ikki hevur ráð at missa stig nú, um teir skulu taka nak- að heiðursmerki. Seinasti dysturin verður í Runavík, har VÍF kemur á vitjan. Ein dystur, sum á pappírinum líkist einum trggum útisigri. Ikki minst nú VÍF veruliga tykist hava fingið ferð á. Tjaldur gjørdi hinvegin ein vørr í Havn móti Neistanum, og tí kann heldur ikki avskrivast, at teir fara at gera um seg, men sum sagt, so man VÍF koritni vera størsti favoritt- urin hesa vikuna. Sannleikans tími Strandingar hava ikki verið sannførandi síðani vetrarsteðgin, og nú teir vitja hjá KÍF likist tað sannleikans tíma fyri teirra viðkomandi C M Y K 18