Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 32 - 15. februar 2003 Neyvan sáttmáli á hesum sinni Líkt er ikki til, at ís- arnir hjá Poul Hansen verða skiftir út við Hjem-Is í Odense, har Jákup á Borg seinastu vikuna hevur verið til royndarvenjingar, men hóast hetta, so letur landsliðsleikarin væl at uppihaldinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hesa vikuna hevur føroyski landslisðleikarin, Jákup á Borg, verið til venjignar í danska superligufelagnum, OB. Eftir seinastu venjinga hósdagin hittu vit Jákup á orðið, og hóast hann fram- vegis hevur ein eyman lærkrika at dragast við, so lat hann hampuliga væl at hesum fýra døgunum. - Sjálvur haldi eg í øllum førum, at tað kundi ikki gingið nógv betri. Sjálv- andi vilja tað altíð vera onkrir smálutir, sum eg kundi gjørt betri, men yvir ein kamb haldi eg tó, at tað hevur verið heilt gott. Neyvan sáttmáli Hóast talan partvíst hevur verið um eitt slag av roynd- arvenjing, so lá tað líka sum í luftini, at her kundi vera ein hampuliga góður møguleiki hjá Jákup at fáa ein sáttmála sum yrkisleik- ari. Í øllum førum vóru boðini, at hann partvíst skuldi nýta tíðina til at kunna seg um umstøður- nar, og tá felagið soleiðis vildi hava ein hálvskaddan leikara niður, tóktist áhugin at vera hampuliga stórur. Tá tosið fellur inn á hetta, tykist tað tó ikki, sum um Jákup er so øgiliga bjart- skygdur um ein sáttmála her og nú. - Nú skal eg tosa við teir aftur í morgin, men sjálvur rokni eg so ikki við nøkrum sum helst. Teir hildu helst ikki, at skaðin hjá mær var somikið álvarsligur, sum hann er, og teir hava eisini sagt, at teir fegnir vilja hava ein leikara, sum kann styrkja liðið her og nú. Sjálvur skal eg so fyrst koma meg heilt yvir skað- an, fyri síðani at venja meg til eitt spæl við nógv hægri ferð, og tí man tað vera sera ivasamt, um eg kann gera nakað her og nú, heldur hann. Gleðir seg til lands- liðsferðina Fríggjadagin skuldi Jákup við toki úr Odense til Keyp- mannahavn, haðani hann saman við restini av lands- liðshópinum skal til Spania á venjingarlegu. Og eftir eina knappa viku í fremmandum umvhørvi, er einki at ivast í, at Jákup nú gleðir seg at vera saman aftur við landsliðsfeløgun- um. - Tað verður í øllum førum gott at kunna brúka seg eitt sindur meira í skiftirúminum. Tá ert fremmandur í einum nýggj- um umhvørvi, er einki at ivast í, at mann til tíðir er heldur smæðin. Tú vilt jú ikki siga nakað býtt, so tað verður í øllum førum ein lætti, heldur hann at enda. - Teir hildu helst ikki, at skaðin hjá mær var somikið álvarsligur, sum hann er, og teir hava eisini sagt, at teir fegnir vilja hava ein leikara, sum kann styrkja liðið her og nú, sigur Jákup á Borg, sum enn hevur bæði beinini á jørðini VIÐMERKINGAR Klæmint Olsen umboðsnevndarlimur Formaðurin í umboðsnevnd SEV’s Hans Tausen Olsen hevur talað at. Hann hevur funnist at stýri og stjóra, tí ógegni tykist at vera eitt orð, sum stýrið ikki vil kennast við, og tí stjórin sleppur at hóvreika sær, sum honum lystir. Men einki bendir á, at stýri og stjóri lata við seg koma, tí hevur Hans kallað saman umboðsnevndina. Umboðsnevndin er hægsta vald SEV’s. Við- tøkur SEV’s áleggja for- manninum í nevndini eina stóra ábyrgd. Hann skal hava eftirlit við stýrinum. Gerst hann varugur við óregluglig viðurskifti, skal hann leggja tey fyri um- boðsnevndina. Og tað er júst tað, Hans Tausen Olsen nú hevur gjørt. Hans er sáttligur maður. Tað vita øll, ið kenna hann. Hann hevði ongantíð í óðum verki kallað saman umboðsnevndina, uttan so at talan var um okkurt ógvuliga álvarsamt. Tað stendur púra greitt, at stýrið ikki hevur dugað at handfarið málið um ógegni á hóskandi hátt. Ógegni er nakað, sum stýrið yvirhøv- ur ikki hevur gáað um. Hjá teimum er hugtakið "ógegni" ein spurningur, um onkur ger vart við seg - ikki, um tú hevur ella kanst hava ein serligan áhuga í málinum. At stjórin átekur sær at vera innkeypsdrongur fyri annað felag er kanska í lagi. Stýrið hevur jú loyvt honum hetta vælgoldna frítíðarítrív. Men at hann sendir rokningina til SEV ber ikki til. Stjórin fer greitt út um sínar heimildir. Ikki bara tí hann er ógegnigur, men tí tað liggur uttan fyri hansara dagliga virkisøki. Síðstu tíðina hava vit sæð, at løgfrøði er nakað, sum kann bendast higar og hagar. Tað er kanska ikki so løgið. Veruleikin lagar seg ofta eftir teimum brillum, tú hyggur ígjøgnum. Men fyri umboðsnevnd- ina átti ikki at verið nakað ivamál. Hans Tausen Olsen hevur greiðu í sínum máli. Vit hava valt hann at vera okkara eygu og oyru í stýr- inum. Tá ið stýri og stjóri ikki vilja lurta eftir honum, má umboðsnevndin taka tey stig, ið neyðug eru. Avgerðin er hjá umboðsnevndini Bocchia kapping í KÍ høllini Leygardagin klokk- an eitt verður bocchia kapping í KÍ høllini í Klaksvík. Tað ÍSB, sum skipar fyri KAPPING Solby A. Eliasen Tað er nú eitt sindur síðani, at ein tílík kapping var í Klaksvík seinast. Men nú verður so aftur høvi hjá fólki at kunna fara sær ein túr í KÍ høllina at hyggja eftir bocchia. Bocchia er eitt spæl, sum alsamt vinnur meira og meira upp á seg í okk- ara grannalondum og nú eisini herheima hjá okk- um. Seinasta kappingin var í Suðuroy, og tað var stutt fyri jól. Elna Skylv Hansen, ítróttarráðgevi hjá ÍSB, sigur, at tey skipa fyri fleiri tílíkum kappingum um árið, og tey royna at leggja tær ymsastaðni í landinum. Og hetta viku- skiftið er so ein kapping í Klaksvík. Tað eru Margee Dam og Marita Krosstein, sum skipa fyri kappingini í Klaksvík. – Hetta er ein góður háttur at koma runt í land- inum, heldur Elna Skylv Hansen. Tey hava vanliga eina jólakapping, eina vetrar- kapping og so eina finalu, sum verður í mars ella apríl. Undirtøkan plagar at vera góð, men til jóla- kappingina í fjør, var undirtøkan heldur lakari enn vanligt. Men Elna sigur, at vónirnar fyri kappingini í Klaksvík eru góðar. Tað plaga at vera umleið 50 luttakarar, og kappingin varar tá umleið tríggjar tímar. Hon vónar, at fólk fara at koma í høllina at hyggja leygardagin, tí bocchia er eitt spæl, sum er sera stuttligt bæði at spæla og at hyggja at. Sigrun Mohr Á vári 2001 tóku nøkur fólk stig til at seta á stovn felag fyri minnisveik (dement) fólk og avvarð- andi teirra. Tann 18. juli 2001 varð avgjørt, at stovn- andi aðalfundur skuldi verða tann 9. septembur 2001. Hetta sama kvøldið bórust tey tíðindi í Útvarpi Føroya, at Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um at byggja hús í Vallalíð fyri minnisveik. Hetta frøddist hesin fyrireikingarbólkur sjálvandi um, og hildu vit tað vera áhugavert, at hesar báðar avgerðir skuldu falla um somu tíð. Felagið varð stovnað, og fekk tað frá fyrsta degi stak góða undir- tøku: Í dag eru fleiri enn 200 limir. Hóast hesi mál eru ikki kommunumál enn, hevur Tórshavnar Býráð sæð álv- arað í hesum trupulleika og er tí farið undir hetta ar- beiðið. Uttan at blanda seg í sjálvt málið, harmast Alz- heimerfelagið, at viðgerðin rakar tey, ið fáa ikki ella fáa illa vart seg. Samtykt varð í býráðnum at byggja omanfyri nevnda heim, og í seint í fjør varð spakin settur í jørðina. Ætl- anin var, at búfólkini skuldu kunna flyta inn fyri árslok í ár. Men ikki hevur gingist hesi verkætlan eins væl og felagnum, sum um- boðar tey, ið skuldu flyta inn í hetta heim. Trupul- leikar stungu seg upp, sum hava gjørt, at, um alt gong- ur væl, verður málið bara seinkað 1/2 ár. Alzheimerfelagið vónar, at ein virðilig loysn fæst í sátt og semju skjótast gjørligt, tí mong teirra, ið hava tørv á tílíkum plássi, liva undir sovorðnum korum, ið vit vildu ikki bjóðað nøkrum øðrum. Heitt verður tí á partarnar at fáa enda á hesum máli beinanvegin. Heimið fyri minnisveik í Vallalíð C M Y K 20 Nr. 32 • leygardagur • 15. februar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Á markinum til altjóða eydnu Føroyskur tónleikur strembar ímóti altjóða gjøgnumbroti, og úrslitini gerast alt meira sjónlig Lesið síðu 4 & 5 VÍKINGASTEVNA Áki Bertholdsen Seinasta summar var ein stór róðrar- og mentanarstevna á Tvøroyri, har ið fólk komu ymsastaðni úr grannalondum okkara at vera við. Ásurin, sum hendan stevnan snaraði um, var tann føroyski báturin og tað, sum hugtók stevnufólkið eina mest, var tá ið ein floti av kappróðrarbátum og gomlum grindabátum úr Vági og øðrum føroyskum bátum, sigldu í fylgi við árum og seglum inn eftir Trongisvágsfirði. Er tað nakar, sum hevur arbeitt fyri at menna áhugan fyri tí før- oyska bátinum uttanlands, er tað Ólavur á Heygum og hann var eisini ein drívmegi aftanfyri bátastevnuna á Tvøroyri. Hetta var eitt avbera væl eydnað tiltak og tað vóru tey stevnufólk sum aftaná hava sagt, at hetta er besta tiltak av sínum slagi, sum tey hava verið á. Stevnan á Tvøroyri var tann fyrsta av sínum slagi, har fólk komu úr fleiri londum, men tað er vist, at hetta verður ikki sein- astu ferð, at føroyski báturin verður við á framsýningum uttanlands. Í 2004 hátíðarhalda tey í Schleswig, at tað eru 1200 ár síðani, at Hedeby fyrstu ferð varð nevndur á skrift. Hedeby var ein gamal handilsstaður hjá víkingunum. Í hesum sambandi hava teir frætt um róðrar- og mentanarstevnuna, sum var á Tvøroyri. Og í hesum sambandi hava teir verið í sambandi við Ólav á Heygum, skrivar Flens- borg Avis fyri eini tíð síðani. Hann hevur so víst teimum film frá stevnuni á Tvøroyri og frá kappróðri og greitt teimum frá og teir blivu so hugtiknir, at teir hava gjørt av at føroyskir bátar skulu vera ein partur av stevnuni, sum verður fyrst í august. Samstundis er ætlanin at hava framsýning við føroyskari list, málningalist, og kanska aðrari list við, eins og ætlanin er at vísa teimum føroyskan dans. Tað er eisini ætlanin at hava ein trompetblásara í tí fremsta bátinum og hann skal spæla "Frægir funnu Føroya land" fyri at geva siglingini ein hátíðarligan dám. Og fyri at vekja ans fyri stevn- uni, verður eisini arbeitt við at fáa drotningina at seta hana, men enn er óvist um tað verður veruleiki. Stevnan er rættiliga stór og umfatandi og tey vænta ikki færri enn upp ímóti 50.000 fólk- um, so hetta er eitt gylt høvi at gera vart við føroyska mentan og føroyska list. Enn er kortini ikki heilt greitt, hvussu umfatandi tann føroyska luttøkan verður. Aðrar stevnur Men føroyski báturin fer eisini at koma til heiður og æru á øðrum tiltøkum uttanlands. Tann triðja mai verður føroya- dagur í Lyngby, har føroyskir bátar skulu rógva á einum vatni har um vegir og har verður eisini bæði føroyskur dansur og kórsangur. Summir av teimum, sum verða við, vóru eisini við á stevnuni á Tvøroyri. Hetta verður fyrstu ferð, at føroyskir bátar royna seg á Lyngby Sø. Og í summar er eisini ætlanin at skipa fyri stevnu í Hetlandi og hendan stevnan verður í august í ár, har føroyski báturin eisini verður við. Føroyskir bátar á víkingastevnu í Týsklandi Týskarar vórðu so hugtiknir av mentanar- og róðrarstevnuni, sum var á Tvøroyri seinasta summar, at teir vilja hava føroyskar bátar við á eina stóra stevnu næsta summar Tað var ein stórfingin sjón, tá ið kappróðrarbátar, grindabátar og aðrir bátar, við árum og seglum - og onkur við motori - sigldi inn eftir Trongisvágsfirði á stevnuni seinasta summar við vágssluppini, Johonnu, mitt í rúgvuni. Hetta hevur hugtikið týskarar so nógv, at teir vilja hava bátarnar við á stórari víkingastevnu í Schleswig næsta summar Mynd: Leivur Nygaard 21