Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú ein dagin skuldi eg ringja til danska skattavaldið við einum einføldum spurningi um ein skattafrádátt. Hetta hevði týdn- ing fyri meg at fáa svar uppá, og eg væntaði, at skattavaldið skjótt kundi svara mær stutt og greitt uppá spurningin. Eg ringi so til beinleiðis tele- fonnummarið, sum stendur á brævinum frá skattavaldinum og bíði eitt langt og eitt breitt, men eingin tekur telefonina. Heldur eingin telefonsvarari. Aftaná eina góða løtu leggi eg hornið á aftur, fari á alnótina og finni fram eitt annað høvuðstelefonnummar til skattavaldið, sum eg kann ringja til. Hesaferð ber til, onkur tekur hornið - nei, píkarill, hetta var bara ein telefonsvarari! Telefon- avgreiðslan hevur slettis ikki opið mikudagar, sigur svararin. Ná, eg má so bíða til næsta dag. Eg ringi so aftur dagin eftir. Beinleiðis nummarið svarar heldur ikki í dag. Eg royni so hitt nummarið - høvuðsnummarið. Men tá kemur ein rødd og fortelur mær, at eg eri nummar 17 í bíðirøðini! Áh nei, hugsi eg, men danska skattavaldið er stórt. Har arbeiða nógv túsund fólk… kanska hava tey sett eitt fitt tal av teimum í dag til at taka ímóti samrøðum, so vónandi gongur tað skjótt . Men vónin er forfeingilig… Eg bíði aftur eitt langt og annað breitt, meðan Michael Jackson við dukandi rútmum eymkar seg inn í oyrað á mær um "Blood on the dancefloor". Eina ferð um minuttin verður hann avbrotin av einari rødd, sum sigur, at eg eri nummar 17 í bíðirøðini! Eina ferð - tvær ferðir - tríggjar ferðir - fýra ferðir… "De er nu nummer 17 i køen. Tak fordi De venter!" rungar aftur og aftur í heysinum á mær. 10 minuttir fara og eingi útlit eru fyri, at eg við bræði fari at koma longur fram í bíðirøðini. Nei, for sørin - so leingi havi eg ikki tíð at bíða! Og dýrt er sum eg veit ikki hvat at ringja til Danmarkar ikki minst. Eg havi annað at takast við, so eg má heldur royna at ringja aftur seinni. Kanska verður minni trýst á telefonirnar tá. Eg bíði ein tíma, so ringi eg aftur. Pílar og skot, nú eri eg nummar 16 í køini, sigur henda automatiska telefonsvarararøddin so púrasta ónervað!!! Nei, hetta er for stuttligt. Eg ripi hornið á aftur. Tími ikki at kenna meg hildna fyri gjøldur. Hvat billar skattavaldið sær inn at spilla mína dýrabaru tíð soleiðis? Eg havi annað at gera! Hetta nervar meg ovmikið, at eg ikki kann fáa svar uppá ein so stuttan og einfaldan spurning, uttan at skula hava sovorðið stríð av tí. Seinni um dagin haldi eg ein steðg. Nú kenni eg á mær, at eg havi nóg mikið av yvirskoti til at hava tol at bíða eitt sindur, so eg royni aftur. Aftur kemur tele- fonsvararin, men hesaferð sigur hann, at eg havi ringt uttan fyri telefonavgreiðslutíðina, sum er frá kl. 11.00 til kl. 14.30 (danska tíð - 10.00 - 13.30, føroyska tíð)! Eg hyggi at klokkuni - hon er akkurát 13.30! Ja, eg sigi ikki, hvat tá gleppur mær av munni, men nakar vakur eiður er tað so ikki! Hevði hetta so bara verið eitt eindømi fyri skattavaldið! Nei, tíverri. Tað er vanligt, hvørja ferð tú skal hava fatur á onkrum almennum stovni. Men tað er ikki bara tað almenna í Dan- mark, sum letur borgararnar spilla sær tíma eftir tíma við at bíða við horni í hond. Hetta er eisini meira ella minni vanligt at uppliva, tá tú ringir til fyritøkur, tey flestu eru kundar hjá: serliga internetútbjóðarar, men eisini telefonfeløg, streymveitarar, bankar … Har er akkurát sama søgan. Og ikki nóg mikið við tí. Tá tú so endiliga fært fatur á onkrum livandi menniskja, so er tað ikki tað rættað! So verður tú stillað um - sera ofta til onkran, sum sigur: "Nej, det er desværre ikke mit bord", sum so stillar um til ein annan, ið aftur stillar um til tann fyrsta - og so eru vit alla ringrásina runt, uttan at vera komin av fetanum! Tað er ikki líka ringt í Føroy- um enn, men tað er líka við…! Vandin er stórur fyri, at "menn- ingin" gongur sama veg her. Og eg sum helt, at alt fór at gerast so nógv einfaldari og effektivari við øllum teim nútímans skjótu teldunum og automatiseringini av telefonavgreiðsluskipanunum. Ætlanin við at innføra hetta var jú at lætta um hjá starvsfólkun- um, so tey kundu avgreiða tele- fonsamrøður betur og skjótari. Men eingin veit - kanska sita starvsfólkini har í hinum endan- um á telefontráðnum og kunnu ikki taka telefonirnar, tí tey sjálvi bíða eftir svari í eini aðrari telefonbíðirøð! Sum nr. 17 kanska?!! Hvør veit? Hann sjálvur Kafka var ikki býttur! Hann fekk so púra rætt! Men skal man bara finna seg í hesum standinum? P.S. Eg kom ongantíð ígjøgnum til skattavaldið. Eg valdi at senda eitt vanligt bræv við posti ístaðin og bíði enn eftir svari… 2 Sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2003 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Tygum eru nr. 17 í bíðirøðini. Takk fyri at tygum bíða við… Elin Heinesen skrivar: FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Sosialurin veit at siga tann 8. februrar í 1978, at Allan Simon- sen, sum í 1977 varð kosin ársins fótbóltsleikari í Evropa, enn ikki hevur verið í París eftir »gylta fótbóltinum«. – Men tað hann herfyri var á vitjan í Keypmannahavn, fekk hann ein annan tyltan fótbólt. Hesin var ikki givin fyri dugna- skap á vølli. Gitni fótbóltssnill- ingurin fekk hendan fótbóltin frá einum bókaforlag, ið hevði givið bók hansara út. Tað var stjórin í Allers for- lagnum, Steffen Juelner, sum handaði Allani gylta bóltin, tí bók hansara var seld í ikki færri enn 25.000 eintøkum – og hon var longu útseld, visti Sosialurin at siga. Bókin hjá Allani eitur »Mine gyldne mål« – og hon varð nú uppafturprentað í 5.000 ein- tøkum. Allan ikki verið eftir gylta fótbóltinum enn… Ársins fótbóltsleikari í Evropa í 1977 royndi seg eisini sum rithøvund Allan Simonsen fekk eisini ein gyltan bólt fyri at hava selt 25.000 eintøk av bók síni »Mine gyldne mål«. Hann varð kosin ársins fótbóltsleikari í Evropa í 1977 Sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2003 3 SAMRØÐA Solby A. Eliasen Klaksvík: Inni í rúminum standa eskjur og kuffert við fløgum, LP plátum og singleplátum í. Tað er ikki lætt at ímynda sær, hvussu nógv man vera har. Men fleiri túsund uttan iva. Tað er gott skil á. Allur tónleikurin er flokkaður eftir stíli og bókstavaraði, so tað líkist einum lítlum fløguhandli. Mitt í øllum rokinum av tónleiki stendur eitt annlegg. Gunnar orsakar rokaligheitina, men sigur, at hann er í ferð við at hyggja ígjøgnum síni ting og skilja tey. Vit sessast til prát umringað av alskyns tónleiki. – Mær dámar strangt tikið allan tónleik, sigur Gunnar og tekur eina singleplátu við Kræk- lingum fram. Singlepláturnar fáast ikki til keyps longur, men hann eigur eitt ótal av teimum. Og LP plátum eisini. Hann heldur tað eru um fimm til átta ár síðani hann taldi seinast. Og tá átti hann millum 6.000 og 7.000 plátur og fløgur. Gunnar byrjaði sum flest onnur at keypa tónleik av áhuga, tá hann var hálvvaksin. Hann byrjaði við at keypa bond, men so hálsaði hann um og byrjaði at keypa plátur í staðin. Áhugin fyri at lurta eftir tón- leiki var sum sagt stórur, men Gunnar dylir ikki fyri, at ein dreymur um at kunna arbeiða innan útvarpið eisini lá fjaldur í honum. Í septembur 1979 var ein DJ kapping í KÍ-høllini. Men Gunn- ar tordi ikki at tekna seg, men sama kvøld, beint áðrenn kapp- ingin byrjaði, fóru hann og ein vinmaður ein gongutúr. Teir løgdu leiðina framvið høllini, har fólk rokaðust við at gera alt til- reiðar til kappingina. Og tá fekk Gunnar so mikið nógv brell, at hann fór til ein av fyrireikarun- um og spurdi, um tað var nakar møguleiki fyri at tekna seg, hóast freistin var úti. – Tað var ikki bara sum at siga tað, men at enda játtaði hann, og eg var við í kappingini seinni tað kvøldið uttan at hava roynt ljóð- annleggið áðrenn, minnist Gunn- ar aftur á og flennir. Hann leggur afturat, at tað legði hann onki í tá, tí hann vildi bara sleppa at royna seg. Hetta var eitt innleiðandi umfar, og áskoðarafjøldin gjørdi av, hvør skuldi vinna. Og Gunnar má hava havt nógvar fjepparar í høllini tað kvøldið, tí hann gjørdist vinnarin og slapp at royna seg aftur kvøldið eftir í finaluni móti tveimum øðrum. Men Gunnar sjálvur ivast í, hvussu rættvíst úrslitið var av tí innleiðandi umfarinum. – Áskoðararnir atkvøddu meg at vinna, men í finaluni var eitt dómarapanel, sum gjørdi av, og tá endaði eg á triðja plássi, og tað var helst meiri rættvíst, sigur Gunnar lítillátin á málinum. Men Gunnar hevði fingið blóð upp á tonnina, og fylgjandi mongu árini var hann javnan plátuvendari. Hann steðgaði mitt í áttatiárunum, men hevur tó verið at sæð aftur síðani. Serliga til afturlítandi tiltøkini til dømis aftur í 80-ini. Ítriv Gunnar arbeiðir til dagligt á marknaðardeildini hjá Norðoya Sparikassa. Tónleik og at gera útvarpssendingar sær hann sum eitt frítíðarítriv burturav. Tað er ein barndómsdreymur hjá Gunnari at gerast útvarps- vertur. Hann greiðir frá, at her- fyri var hann til floksveitslu. Og tá hevði ein av hansara gomlu floksfeløgum mint hann á, at hann plagdi at skipa fyri spurnar- kappingum í fríkorterunum. – Hann spurdi, um eg mintist tað. Eg hevði gloymt tað, men tá hann segði tað, kom tað mær í huga aftur, sigur Gunnar brosandi. – Mær dámar ótrúliga væl at gera sendingar, og hugurin er sanniliga eisini til tað, sigur Gunnar, sum hesa vetrarskránna hjá Útvarpi Føroya tekur sær av tveimum sendingum: Fólk og Frítíð og spurnarkappingin á Vaglinum. Fólk og Frítíð koyrir nú á sínum næsta vetri, og Gunnar heldur, at hon tolir væl ein vetur afturat. – Fólk eru sera positiv, bæði tá tað kemur til at vera við í send- ingini og um sendingina sum heild, og tað eri eg fegin um, sigur Gunnar Nolsøe. Hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri Klaksvík, at tað nú verða gjørdar sendingar við tilfari úr Klaksvík ella Norðoyggjum sum heild. – Klaksvík er so nógv meira enn bara fiskivinna, so tað er gott at kunna varpa ljós á onnur viðurskifti her, heldur Gunnar og vísir samstundis á, at nú eru suðuroyingar eisini byrjaðir at hava sendingar. – Eg síggi hetta starvið meira sum eitt frítíðarítriv, tí eg havi mítt fasta starv við síðuna av. Tað er stuttligt at gera útvarps- sendingar, og mær dámar tað sera væl. Av tí sama finni eg altíð tíðina til tað, sigur hann og leggur afturat, at tann dagin tað verður ein byrða, er tað ikki stuttligt longur. Droymdi um at gerast útvarpssvertur Gunnar Nolsøe úr Klaksvík eigur eina ørgrynnu av tónleiki. Hansara áhugi fyri at lurta eftir tónleiki byrjaði á ungum árum og hevur fylgt honum upp gjøgnum árini. Sum lítil og ungur droymdi hann um at gerast útvarpsvertur. Dreymurin gjørdist veruleiki fyri trimum árum síðani Gunnar Nolsøe er sera áhugaður í at lurta eftir tónleiki, og hann eigur fleiri túsund plátur og fløgur Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 23 22