leygardagur 15. februar 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
25
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Føroyar eru eitt rættiliga ókent
land, tá ið tað snýr seg um tón-
leikans heimskort. Føroyskir
tónleikarar og komponistar hava
ikki av álvara sett síni fingra-
merki á europeiska nótapappírið,
men tað kann skjótt broytast.
Gongdin seinastu fimm árini
gevur ábendingar um, at føroysk-
ur tónleikur stendur á gáttuni til
altjóða gjøgnumbrot innan fá ár.
Fyrstu fetini eru tikin fram ímóti
einum størri útflutningi av
tónleiki, og bæði danskir og
íslendskir tónleikakennarar eru
hugtiknir.
– Tað er ómetaliga nógvir
møguleikar fyri føroyskan
tónleik. Føroyar eiga nógv
bleiktrandi talent, og tónleikarar
tora at gera nakað, sum er øðr-
vísi, sigur Jens Ove Friis, sum er
stjóri fyri danska plátufelagið
RecArt.
Íslendski tónleikablaðmaðurin
og —kennarin, Jens Guð, saman-
ber aktuellu støðuna í føroyskum
tónleiki við íslendska standin í
áttatiárunum.
– Tað hevur verið sera spenn-
andi at fylgt føroyskum tónleiki
seinastu fimm árini. Det líkist
nógv tí, sum hendi í íslendskum
tónleiki í 80’unum, tá ið øll
royndu at finna sítt egna ljóð og
gera originalan tónleik. Úrslitið
av hesum gjørdist heimskend
nøvn sum Mezzoforte, Bjørk og
Sigur Rós, som hava selt nógvar
milliónir plátur kring heimin,
sigur han.
Nógv fleiri útgávur
Føroyar hava eina gamla sang-
traditión, har sangir og løg hava
yvirlivað av mannamunni, og
kvæði og sálmar verða í dag
mettir sum tað mest uppruna
føroyska sum finnist av tónleiki.
Tey veruligu ljóðførini komu
rættiliga seint til Føroya, og alt
tað klassiska tíðarskeiðið við
Bach og Beethoven náddi í
fyrstu syftu ikki til Føroya.
Tann rútmiski tónleikurin, sum
vit kenna í dag, fekk veruliga
vind í seglini í sekstiárunum,
men her var fyrst og fremst talan
um, at føroyingar spældu tónleik
hjá útlendingum og gjørdu
tónleik, sum líktist hesum.
Menningin í føroyskum tón-
leiki helt fram, og í tíðarskeiðum
vóru tað bólkar, sum høvdu
skapt sær grundarlag fyri nøkr-
um spennandi, men tað gjørdist
til lítið meira enn heimligt
gjøgnumbrot hjá teimum flestu.
Flest øll tónleikaøki kunnu
reypa sær av nógvum virksemi,
men innan popp- og rocktónleik
hevur nógv verið á vási seinastu
sjey árini.
Tað sæst eisini aftur í talinum
á útgávum. Landsins størsta
plátufelag, Tutl, hevur merkt tað
stóra virksemið og hugin til
útgávur.
– Tað hava ongantíð áður verið
so nógvir popp- og rockbólkar í
Føroyum, sum tað hava verið
seinastu árini. Tað hevur eisini
havt við sær fleiri útgávur, sigur
Kristian Blak.
Tutl gav sína fyrstu plátu út í
1977, og fram til 1995 komu 50
útgávur frá felagnum. Seinatu
sjey árini hevur Tutl givið 100
plátur út, og hóast partur av hes-
um stavar frá endurútgávum, so
er ein stórur vøkstur í útgávun-
um av popp- og rocktónleiki.
Kristian Blak heldur, at besta
søluátakið, føroyskur tónleikur
kann gera uttanlands, er at spæla
á konsertum. Í hesum árinum
hevur Tutl longu gjørt avtalur um
konsertir í sløkum 20 londum
kring heimin.
Eitt gott ár
2002 var árið, tá ið føroyskir
tónleikarar vóru meira virknir
enn nakrantíð á útlendskum
palli. Og úrslitini vóru eisini at
fegnast um.
Íslendingar tóku føroyskan
tónleik til sín sum ongantíð áður.
Teitur Lassen gjørdi sáttmála við
heimsins størsta plátufelag. Sun-
leif Rasmussen fekk norður-
lendsku tónleikavirðislønina. Týr
vann danska tónleikakapping og
hevði eitt stórt hitt í Íslandi.
Clickhaze spældi á konsertum í
Norðurlondum. Brandur Enni
gjørdi vart við seg. Og soleiðis
ber til at halda fram við smærri
og størri sigrum fyri føroyskan
tónleik. Sigrar, sum ongantíð
áður, hava verið so nógvir.
– Tað er hend ein hugburðs-
broyting millum fólk og í polit-
isku skipanini. Tey spennandi
úrslitini gera, at nú trúgva nógv
fleiri fólk, at føroyskur tónleikur
veruliga kann gerast til nakað
stórt í útlondum, sigur Fróði
Vestergaard, sum hevur sam-
skipað Prix Føroyar kappingina
øll árini.
At virðingin fyri føroyskum
tónleiki og tónleikarum er
vaksin, sæst millum annað aftur
í, at Føroya Arbeiðsgevararfelag
gav virðislønina fyri ársins átak
til Teit Lassen.
Tikin á bóli
Útlendskir tónleikarar og
bransjufólk halda, at virksemið í
føroyskum tónleiki er óvanliga
stórt, og dygdin í tónleikinum er
eisini óvæntað góð.
Lars »Charlie« Mortensen,
sum er leiðari fyri tónleikafesti-
valin í Jelling, vitjaði Føroyar
fyri fyrstu ferð í 2001, tá ið hann
var ein av útlendsku dómarunum
til Prix Føroyar finaluna. Hann
fekk ta kensluna, sum nógvir
útlendskir gestir fáa, tá ið teir
vitja hendan vegin.
– Eg visti so at siga einki um
føroyskan tónleik, tá eg kom til
Føroya. Eg visti bara, at tit dansa
ein serliga dans. Tí var eg tikin á
bóli, tá ið eg sá, hvussu umfat-
andi føroyska tónleikalívið er.
Slíkt blómandi tónleikalív kanst
tú ikki finna í nøkrum donskum
býi við líknandi stødd, sigur
hann.
Isolatiónin hjálpir
Tað er trupult at finna eina gjøg-
numgangandi grundgeving fyri,
hví støðan er, sum hon er. Martin
Mouritsen, sum er leiðari av
føroysku musikskúlaskipanini,
hevur eitt boð.
– Eg haldi, at tað eru tríggjar
orsøkir til tann nógva tónleikin í
Føroyum — isolatión, informa-
tión og ambitión. Vit liggja her
fjarskotin í Atlantshavinum, og
tað ger, at talentini ikki flyta sum
í øðrum londum, har tey ofta
leita úr teimum smáu støðunum
til stórbýirnar. Men hóast okkara
isolatión, hava vit fingið nógva
upplýsing og íblástur úr útland-
inum, og tað hevur styrkt tón-
leikaligu eginleikarnar her á
landi, heldur hann.
– Í einum lítlum samfelagi
sum okkara, kanst tú skjótt fáa
eitt navn, og tað gevur nógvar
ambitiónir innan tónleikin. Tað
eru heldur ikki so nógv, sum
duga betur at spæla á tað ljóð-
føri, sum tú spælir, og tí geva
fólk ikki upp, hóast tað tekur
nógv ár at gerast góður tónleik-
ari, sigur Martin Mouritsen.
Tora at gera sítt egna
Fyrsta Prix Føroyar kappingin
varð hildin í 1995. Hon skuldi
geva tónleikarum nýggjar av-
bjóðingar og møguleikar.
Prix Føroyar kom frá byrjan at
fylla nógv í landslagnum, og nú
átta ár seinni er kappingin
framvegis ein stórhending í
føroyskum tónleiki.
– Tá ið kappingin byrjaði í
1995, spældu teir flestu føroysku
bólkarnar kopitónleik. Eitt av
týdningarmestu krøvunum hjá
okkum til teir luttakandi bólk-
arnar var, at teir skuldu gera sín
egna tónleik, sigur Fróði
Vestergaard.
Hetta kravið hevur verið
viðvirkandi til, at nógv fleiri
føroyskir bólkar eru farnir at
spæla sín egna tónleik. Hetta
gera teir eisini til konsertir og
festivalar, har einki krav er um
slíkt.
– Tað er vorðið lógligt at spæla
originalan tónleik og at royna
nakað nýtt við ljóði og komposi-
tiónum. Bólkarnir ynskja sín
egna samleika, og teir eru vorðn-
ir meira kreativir, heldur Fróði
Vestergaard.
Landsstýriskvinnan við menta-
málum, Annlis Bjarkhamar, held-
ur, at búskaparliga kreppan í
landinum í fyrru hálvu av nítiár-
unum hevur havt týdning fyri
tónleikaliga virksemið og
kreativitetin.
– Undir kreppuni kom tað
skapandi menniskjað veruliga
fyri seg. Fólk sóu, at tað vóru
onnur virði enn tey fíggjarligu,
og í árunum aftaná kreppuna,
blómaði til dømis føroyska
tónleikalívið. Tað finst nakað
gott í flestu tingum, og í mínum
eygum fekk føroyskur tónleikur
eina nýggja dimensjón eftir
kreppuna, sigur hon.
Gott grundarlag
Íslendski tónleikablaðmaðurin,
tónleikarin og føroyavinurin,
Jens Guð, hevur fylgt føroyskum
tónleiki síðani byrjanina av
nítiárunum, og hann heldur, at
tað er hent nógv hesi árini.
– Í byrjanini av 90’unum var
góðskan í føroyskum fólka- og
jazztónleiki nógv betri enn í
popp- og rocktónleikinum, sum
fyri tað mesta var ein kopiering
av útlendskum ráki. Nú hava
nógvir føroyskir bólkar fingið
sítt egna ljóð. Clickhaze brúkar
gamlar sálmar og fólkatónleik í
sínum tónleiki, og Týr ger rock-
tónleik burtur úr kvæðum, sigur
hann.
– Tú kemur ongan veg við at
kopiera tónleik, sum longu er á
hittlistunum, og sum verður
spældur av bólkum við risastór-
um sáttmálum við risastór plátu-
felag. Eina slíka kapping kunnu
dreingir úr tí kalda havinum bara
tapa, heldur Jens Guð.
Sambært Jens Ove Friis, stjóra
fyri RecArt Music í Danmark, er
tað meira originaliteturin enn
rúgvan sum ger, at føroyskur
tónleikur er spennandi í løtuni.
– Skal føroyskur tónleikur fáa
eitt veruligt gjøgnumbrot uttan-
lands, skulu bólkarnir halda fast
í verandi menning, har teir hava
fingið størri álit á sínum uppruna
og hava sjálvsálitið til at brúka
hann. Tað nyttar einki at kopiera
útlendskan tónleik, tí hví skal
nakar keypa eitt føroyskt kopi, tá
ið tey kunnu fáa ein altjóða
original.
Jens Ove Friis heldur, at
danskur tónleikur hevur havt júst
sama trupulleika, sum føroyskur
tónleikur hevur havt.
– Danskir tónleikarar hava ferð
eftir ferð sagt, at okkurt er eins
gott, sum tá ið finst á altjóða
marknaðinum, men »eins gott«
er ikki nóg gott, og so hava
bólkar ferð eftir floppað. Aqua
hevði til dømis nakað heilt nýtt
við sær, tá ið tey komu fram, og
tey gjørdust eisini til eitt hitt
kring allan heimin.
– Tað, sum eg havi hoyrt av
føroyskum tónleiki seinastu
árini, vísir, at hann er við at ger-
ast meira originalur og serligur,
og tað er eitt gott grundarlag fyri
altjóða gjøgnumbroti, sigur Jens
Ove Friis.
– Skal eg peika á nakað, sum
eg kundi hugsað mær var øðr-
vísi, so er tað, at ein sera stórur
partur av bólkunum, sum eg havi
hoyrt til Prix Føroyar, hava verið
so illir og daprir. Eg kundi hugsa
mær onkrar bólkar, sum spældu
meira positivan tónleik, so ikki
alt var so tungt og myrkt.
Útlendskir tónleikakennarar halda, at føroyskur tónleikur hevur ment seg nógv seinastu árini og er við at skapa sær eitt gott grundarlag fyri altjóða gjøgnumbroti. Bólkarnir tora betur at royna nakað nýtt, og tað skal til
Mynd: Jens Kristian Vang
Á markinum til altjóða eydnu
Føroyskur tónleikur strembar
ímóti altjóða gjøgnumbroti, og
úrslitini gerast alt meira sjónlig.
Fyrsti tónleikarin hevur gjørt
sáttmála við eitt av heimsins
størstu plátufeløgum, og fleiri
onnur liggja fram við. Bólkarnir
spæla meira sín egna tónleik, og
teir royna at ganga nýggjar leiðir
C
M
Y
K
25
24