leygardagur 15. februar 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2003
Millum korallriv, tara-
skógir undir sjónum, til
tikarar, sjimpansur,
flogeðlur í regnskógini og
ferð út á gongustjørnur
og stjørnubreytir. Føroya
Skúlabókagrunnur hevur
útgivið frálíkar mynda-
bøkur til størri børn
UMMÆLI
Kim Simonsen
Ein týðandi
táttur í sam-
felagi okkara er
at menna og
kveikja ein áhuga
fyri vitan og
vísindi, serliga
millum børn og ung.
Góður og upplýsandi
lesnaður til tey størru
børnini, og til tey ungu er
tí serliga umráðandi. Tað er
á ungum árum, at grundar-
steinurin mangan verður
lagdur í okkara menning
víðari. Mangan situr tað, vit
lærdu sum størri børn serliga
væl. Nærum eingin táttur í sam-
felagnum er tí meiri umráðandi
enn fólkaupplýsing. Børnini og
tey ungu eru aldursbólkur, ið
hevur nógv tilboð. Tey eru opin
og áhugað í mongum, m.a. í
telduspølum, fartelefonum,
Harry Potter bókum, filmum og
tónleiki. Hesi eru von við nógvar
sjónvarpsrásir og duga vanliga at
rógva á alnótini, nógv betur enn
tey flestu vaksnu. Føroya Skúla-
bókagrunnur skal tí, sum fólka-
skúlin og aðrir stovnar annars,
kappast við allar hesar miðlar, nú
teir hava givið út hesar tríggjar
bøkurnar: "Regnskógurin,"
"Havið" og "Rúmdin."
Sólardýpið, dimmidýpið og
myrkadýpið
– Havið.
Hetta eru litfagrar bøkur, og tað
skal til. Góðskan er góð og týð-
ingarnar eru sum heild sera væl
frágingnar. Hetta eru vælegnaðar
bøkur, um lærarar hava hugin at
læra frá sær um t.d. havið. Taka
vit bókina um havið, ið vit sum
føroyingar kenna serliga væl.
Stuttligt er at fáa eina mynd av
myrkadjúpinum, ið er meiri enn
1000 metrar djúpt. Høgguslokkar
og trøllafiskar liva á hesum dýpi.
Vit kunnu lesa um okkara
fantastisku bláu gongustjørnu, ið
rúmar alt frá nærum ósjónligum
æti, til royðurin (blahvalin), ið er
heimsins størsta súgdjór. Vit fáa
við myndum og teksti greitt frá,
hvat ein fiskur er. Vit møta teim
ótrúligu fiskunum, sum hin eitr-
andi tindafiskurin og hin lívs-
hættisliga steinfiskin. Vit síggja
havdrekar, puntasvínfiskar og
ryggleysu djórini, sum hval-
spýggjur. Myndir eru eisini av
heimsins mest ræðandi hávi,
hvíthávurin, av hamarshávinum
og stórhvalum.
Partar eru um sjókýr, sjófuglar,
hummarar, havskjaldbøkur og
stórar høgguslokkar. Eisini
eru partar um havplantur,
korallir, kópar og polarhøvini,
har vit kunnu lesa um roysningar
og pingvinir. At enda er partur
um taraskógin og um
havrannsóknir. Aftast er orðalisti,
navnalisti og leitorð. Týðingina
gjørdi Jørgin M. Árnason við
Úlvsá. Upprunaheitið sigst vera
"Rainforest", hetta er sjálvandi
ein feilur, tí høvundin Samantha
Gray, man hava kallað bókina
"Ocean", ella "Oceans". Hetta er
kanska ein hin besta av hesum
trimum bókum.
Millum tapirar, trø og
tarantellar
– Regnskógurin.
Áhugavert er eisini at lesa í bók-
ini "Regnskógurin", um henda
kenda vakstrarform, ið bert finst
í 7% av heiminum. Her er ein
almenn læra um áir, skógbotnin,
undirskógin, miðskógin og há-
skógin. Her eru fantastiskar
myndir av sjáldsomum súgdjór-
um, skordjórini ýða og fagurlittir
fuglar eru allar staðir. Her eru
eisini ein ørgrynna av kjøtetandi
plantum og t.d. rafflesiablóman,
ið er størsta blóman í heiminum
(1 metur í tvørmát), ið rýkur sum
rotið rað.
Í trækrúnunum eru apur, træ-
kengurur og vakrir ervafuglar,
sum t.d. apurænarin, ið er ørn úr
Filipsoyggjunum, ið er av størstu
ørnum í heiminum. Av tí meiri
hættisliga slagnum, kunnu vit
nevna slangur, eðlur og eitur-
ørvafroskar. Onnur ikki so tespi-
lig, men spennandi djór, eru
flogmýs, ið drekka blóð. Nevnast
kann, at maleisiski flogrevurin
hevur eitt flog uppá 1,5 metrar.
Og sjálvandi eru veiðueiturkopp-
ar, sum purluthærda tarantellan
og skordýraherðar av meyrum,
termittum og hegnigar vespur. At
enda snýr bókin seg um regn-
skógargransking, har vit síggja
skordjóragranskarar, ið seta lív
og heilsu í vanda, fyri at finna
nýggj djórasløg. Vónandi kann
slík bók menna og stimbra, ið
Magni Joensen hevur týtt úr
enskum, eftir Elinor Greenwood,
Pluto, Vetrarbreytin, mána-
ferðir og um lív í rúmdini
– Í rúmdini og hví er himmalin
bláur?
Pól Jespersen hevur týtt bókina:
"Rúmdin" eftir Simon Holland
("Space"). Rúmdina kenna
hvørki børn ella vaksin, eins væl
og tey kenna skógir og havið. Vit
kenna sjálvandi stjørnuhimmalin,
ið vit kunnu eygleiða við berum
eygum klár vetrarkvøld. Hetta er
mest gátufulla økið í lívi okkara,
og øll menniskju í heimssøguni
hava kent seg lítil og hjálparleys,
tá tey hugdu eftir stjørnunum. Úr
ævigu tøgnini í rúmdini ferðast
ljósið frá øðrum gongustjørnum
til okkara.
Vit kunnu lesa um støðu okk-
ara egna gongustjørna hevur, og
um t.d. tyngdarkraftina. Her er
eisini nakað um stjørnufrøðiam-
boð, radioteleskop og um mána-
ferðir. Síðani fara vit spakuliga
til Mánan og síðani til Sólina.
Serliga áhugavert er at læra um
sólarfylgið, t.v.s. um gongu-
stjørnurnar: Merkur, Venus,
Jørðina, Mars, Jupiter, Saturn,
Uranus, Neptun, Pluto, ið mæla
um seg sjálvar sum snurrutoppar
ávegis rundan um sólina.
Venus er huld í gassi og eitrandi
sýru.
Vit kunnu lesa um Mars og um
Pathfinder, ið lendi har í 1997.
Jupiter er størsta gongustjørnan.
Hon er tríggjar ferðir størri enn
jørðin. Hon er ein gasskempa, ið
er av sama slag sum Saturn,
Uranus og Neptun. Áhugavert er,
at Galileo rúmdarfarið kom
hagar í 1995. Saturn er stjørnan
við ringunum, hendan hevur
nógvar mánar eisini, við nøvnum
sum Titan, Rhea, Lapetus, Diane,
Enceladus, Mimas.
Serlig vandamál eru hala-
stjørnur, stjørnuskot og smá-
stjørnur, ið kunnu gata stór hol í
gongustjørnur, sum vit hava sæð
tað á Merkur, ið er full í stórum
og smáum arrum, sum steinar úr
rúmdini hava skapt, tá teir brustu
niður á ýtuna á henni.
Stjørnufrøði er spennandi vís-
indi, ið goymir nógv loyndarmál.
Serliga, at stjørnur "liva lív sítt"
og "doyggja". Hetta kemur eisini
at henda vit okkara Sól, at hon
kemur at kølna spakuliga og
draga seg saman.
Vit læra um supernovaspreing-
ingar, vetrarbreytina og um svørt
hol. Hetta eru stórir spurningar.
Her er nógv vit kunnu læra og
vita, men eisini eisini nógv
loyndarmál. Hvussu uppstóð
rúmdin, og jørðin. Var tað við
einum braki "The big bang?"
Ella er alt skapt í senn av einum
Gudamátti? Hetta eru ævigir
spurningar, sum religión og
heimspeki eisini viðgera. Vit
kunnu undra okkum yvir, at al-
heimurin veksur og veksur, og at
eingin veit støddina av alheimin-
um.
Seinasti parturin er um rúmd-
arferjur, rakettir, fylgisveinar og
vit kunnu lesa um lívið í rúmd-
ini, t.v.s. hvussu t.d. vektloysi
ávirkar tey sum ferðast út í
rúmdina.
Henda bókin er hin
mest forkunnuga av
hesum trimum, tí
um hetta øki
kunnu vit ikki
vanliga læra
nakað serligt um í
skúlunum. Tey
ungu eru vand við
rúmdina sum "veru-
leika", gjøgnum rúmd-
arfilmar, sjónvarps-
sendingar, ið mest bert
gita um eina alfagra
framtíð millum stjørnurnar.
Hetta síggja vit í søgum og
ævintýrum sum Star Wars,
E.T. Aliens, Dune, 2001, Star
Trek og í øðrum filmum.
Tað besta við hesi bókini, er, at
hon eisini hevur hentar net-
adressur við, har lesarin kann
finna sær meiri vitan.
Kanska er heimurin
paradísið
Eg havi roynt at víst einum í
hesum aldrusbólkinum hesar
tríggjar bøkurnar, og hann læt
sera væl at. Sjálvur haldi eg júst
tað sama. Eg havi sum heild tann
regul, at dámar mær sjálvur
læru-, skúla- ella barnabøkur,
filmar ella telduspøl, so eiga
børnunum helst at dáma hetta
eisini. Sjálvandi er málbólkurin
ringur at hugtaka í dag, men
hetta er júst nakað, ið megnar at
fóta sær í kappingini og kann tí
spæla við. Her eru myndir av
øllum, og lætt er at lesa tekstin.
Hetta eru tríggjar bøkur, ið ikki
bert eldri børn kunnu læra av,
men fólk í øllum aldri kunnu fáa
okkurt forkunnugt at vita.
Eg havi altíð havt illgruna um,
at millum stórhvalin á havsins
botni, rósukoralldýr, sjónotufisk-
ar, millum trægreinar og seigar
klivplantur, parakitt papageykar
og summarfuglar í Amasonas,
finst eydnan fyri okkum menn-
iskjum her á jørð. At hetta var
paradísið, at kanska alheimurin
við flogsteinum og halastjørnum
var paradísið vit ongantíð sóu.
Føroya Skúlabókagrunnur: "Havið",
"Regnskógurin" og Rúmdin". Allar
eru 48 blaðsíður við litmyndum í
góðari góðsku. 72 krónur hvør.
Kanska er heimurin paradísið
vit ongantíð sóu
– Heimurin í myndum. – Havið, regnskógurin og rúmdin
Sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2003
7
KRÍGGJ
Árni Joensen
Miðskeiðis í argentinska høvuðs-
staðnum Buenos Aires stendur
tað 76 metrar høga Enska
Tornið, sum í næstan 90 ár hevur
verið eitt av eyðkennunum hjá
býnum. Undir Falklandskrígnum
í 1982 gjørdu illir argentinar seg
inn á tornið, og plássið Plaza
Británica fekk annað navn.
Hinumegin frælsisgøtuna,
Avenida del Libertador, standa
hermenn hvønn dag á varðhaldi
við minnisvarðan yvir teir næst-
an 1.000 argentinararnar, sum
doyðu í tí 74 daga langa krígnum
fyri góðum 20 árum síðani.
Í grannalagnum finna vit eisini
jarnbreytarstøðina Belgrano, sum
hevur fingið sítt navn eftir koll-
veltingarhetjuni Manuel Bel-
grano, sum fyri tveimum øldum
síðani bardist fyri argentinskum
sjálvsstýri, og sum var við til at
basa bretska herinum í bardagan-
um um Buenos Aires í 1806 og
1807.
30 ár seinni kravdu bretar
ognarrættin til Falklandsoyggj-
arnar einar 270 fjórðingar eystan
fyri Magellansundið. Tá var
Manuel Belgrano deyður, men
150 ár seinni kom navn hansara
kortini at gerast ein partur av
teirri framvegis óloystu ósemjuni
millum Argentina og Bretland.
Hesaferð snýr tað seg ikki um
tann gamla generalin, men eitt
argentinskt herskip, sum bar
navn hansara.
Innrás
Í 1982 høvdu nógvir argentinar
mist álitið á hernaðarstjórnini,
sum sat við valdið í Buenos
Aires, og í einari roynd at savna
fólkið gjørdi stjórnin hjá Leo-
poldo Galtiere, generali, av at
herseta Falklandsoyggjarnar ella
Islas Malvinas, sum argentinar
nevna oyggjarnar. Galtieri visti,
at eydnaðist tað honum at finna
ein fremmandan fígginda, fór tað
at vekja gamlar tjóðskaparkensl-
ur í fólkinum og at sameina
politisku flokkarnar, so ymiskir
teir annars kundu vera.
Men teir argentinsku hermenn-
inir høvdu lítlan hug at fara í
kríggj, og tað skuldi skjótt vísa
seg, at Galtieri og hansara
starvsfelagar høvdu undirmett
stríðsviljan hjá Margareth
Thatcher, forsætisráðharra í
Bretlandi. Sum vera man tók tað
sína tíð hjá bretum at svara
einum álopi so langt suðuri í
Atlantshavinum, men tá svarið
kom, vísti tað gamla hjálanda-
veldið, at tað var framvegis ført
fyri at verja sítt, sama hvar tað
var. Teir illa útgjørdu argentinsku
hermenninir høvdu ongan
møguleika í hesum stríði, og allir
argentinar viðganga í dag, at teir
taptu bardagan um Islas Mal-
vinas, tí mótparturin var bæði
sterkari og betri skipaður.
Argentinar góðtaka ósigurin,
men eitt er, sum teir ikki vilja
góðtaka. Stoltleikin hjá ar-
gentinska herflotanum, krússarin
"General Belgrano", varð eftir
øllum at døma søktur uttan fyri
bretska 200 fjórðinga markið
kring Falklandsoyggjarnar, tá
hann var á veg burtur frá oyggj-
unum. Álopið kostaði 323
argentinarum lívið. Argentinar
halda fast um, at bretar søktu
skipið, sjálvt um tað var á veg
burtur haðani. Bretar siga hin-
vegin, at tað avgerandi er ikki,
hvar skipið var, men at bretska
herleiðslan metti tað sum eina
hóttan og tí gjørdi av at søkkja
tað.
Kanna vrakið
Nú fáa vit kanska at vita, hvat
veruliga hendi. National Geo-
graphic hevur átikið sær at kanna
málið, og fyrsta dagin verður ein
ómannaður kavbátur sendur
niður á 4.000 metra dýpi at leita
eftir vrakinum. Ætlanin er at
nýta somu útgerð, sum varð nýtt,
tá vrakið av "Titanic" varð funn-
ið, og serfrøðingarnir rokna við,
at vrakið hevur hildið sær væl
hesi 20 árini, tað hevur ligið har.
Eydnast tað at finna vrakið,
fáa vit greiði á, um "General
Belgrano" var í bretskum ella
altjóða sjógvi, tá hann varð
søktur. Vit fáa ætlandi eisini at
vita, hvønn veg skipið sigldi, tá
tað varð søkt, og hol í skrokkin-
um fara eisini at avdúka, um
hvaðani skotini, sum søktu
skipið, komu.
Lagnan hjá "General Bel-
grano" er framvegis ein ósvar-
aður spurningur, sum órógvar
viðurskiftini millum Argentina
og Bretland. Um ikki so langa
tíð fáa vit kanska svarið.
Politikkur
Argentinar hava víst verkætlanini
hjá National Geographic stóran
ans, og seinastu tíðina hava bæði
útvarp og sjónvarp umrøtt málið
at kalla hvønn dag.
Tann nógva umrøðan hevur
eisini víst, at argentinar hava ikki
slept ætlanini at fáa fatur á Islas
Malvinas. Málið hevur eisini
verið javnan frammi. Í 1995 lov-
aði Carlos Menem, forseti, at
varð hann afturvaldur, skuldu
oyggjarnar koma undir ar-gen-
tinskan yvirvaldsrætt í seinasta
lagi í 2000. Menem varð aftur-
valdur, men oyggjarnar eru
framvegis bretskar.
Um tríggjar mánaðir er aftur
forsetaval í Argentina. Enn hava
Islas Malvinas ikki verið partur
av valstríðnum, men ætlanin at
leita eftir vrakinum av "General
Belgrano" hevur aftur kveikt
tjóðskaparkenslurnar hjá mong-
um argentina.
Tað eru tó ikki allir argentinar,
sum leggja nakað tjóðskaparligt í
ætlanina at finna vrakið. Avvarð-
andi hjá teimum 323, sum fóru
til botns við skipinum, vilja fegin
vita, hvar vrakið liggur, so staðið
kann staðfestast og viðurkennast
sum krígskirkjugarður.
20 ára gamal spurningur
skal nú hava svar
Søktu bretar argentinska herskipið "General Belgrano" í altjóða sjógvi?
Nú skal National Geographic kanna, um bretar brutu altjóða lóg undir
krígnum um Falklandsoyggjarnar.
Stoltleikin hjá argentinska herflotanum, krússarin "General Belgrano", varð eftir øllum at døma søktur uttan fyri bretska 200 fjórðinga markið kring Falklandsoyggjarnar, tá hann var á veg
burtur frá oyggjunum. Álopið kostaði 323 argentinarum lívið. Argentinar halda fast um, at bretar søktu skipið, sjálvt um tað var á veg burtur haðani
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
27
26