Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 32 - 15. februar 2003 29 8 Sosialurin Nr. 32 - 15. februar 2003 Orka hevur verið í andgletti í Norra í vetur. Spurningurin um orku hevur sum ongantíð áður fingið norðmenn at spyrja seg um landið verður stýrt sum teir ynskja. Politiskt hava norðmenn í eini 100 ár verið vandir við, at teir hava rætt til bíliga orku. Politiskt hava norðmenn eisini fingið at vita, at vatnorkan er tann reinasta keldan og besta keldan til norska ídnaðin og norsk húsarhald. Politiskt hevur verið lagt til rættis soleiðis, at nærum øll hús í Norra verða hitað við streymi, umframt at streymur verður brúktur til ljós, sjónvørp, teldur og annað sum er at finna í einum húsum. Serliga upphiting av húsum krevur nógvan streym. Vanligt er við hita í gólvinum. Kjallarar verða hitaðir við gólvhita. Hetta er krevjandi, tí kuldin um veturin setur seg sum frost í upp til fleiri metrar niður í jørðina. Fyri at halda hesum kuldanum burturi úr kjallarum, sum eru grivnir niður í bakkan, krevst ein hópur av kilowatttímum (kwt). Eini vanlig norsk sethús uppá eini 100-150 fermetrar brúka árliga um 20.000 kilo- watttímar. Hetta er eitt miðal- tal, so nógv liggja væl oman fyri hetta. Samanbera vit við Danmark, so brúka danir í miðal um 4000 kilowatttímar í einum sethúsum. Men norski mannarætturin til bíligan streym hevur havt við sær, at ein kilowattími hevur kostað lítið og einki - heilt niður í nøkur og tjúgu oyru fyri kwt. Men í 1990 valdu politikar- arnir at lata upp orkumarknað- in. Kapping skuldi syrgja fyri einum "rættari" prísi. Vit skuldu fáa ein norðurlendskan orkumarknað. Hann er her nú. Danir og sviar hava fingið ein eitt sindur hampuligari orku- prís, meðan norðmenn hava fingið sín størsta prísskelk nakrantíð. Telefonmóttøkurnar hjá orkufeløgunum brendu saman ferð aftaná ferð í jan- uar, tá ársuppgerðirnar blivu sendar út. Frá at gjalda tvey- trý-fýra túsund um ársfjórð- ingin fingu nógv rokningar uppá 15-20.000 krónur -og gjaldsfreistin er um 14 dagar frá rokningin liggur í post- kassanum til orkufelagið skal hava pengarnar. Tá fólk so endiliga hava svølgt fyrsta skelkin, so finna tey út av, at einki nyttar at spara streym nú, tí hesi risagjøldini koma tríggjar ferðir afturat. Hetta er streymur, sum verður goldin á konto. Við øðrum orðum kunnu fólk noyðast at gjalda einar 60-80.000 krónur hetta komandi árið fyri at hava streym til ljós og hita, áðrenn næstu uppgerð. Tá fáa vónandi tey flestu aftur ein part av pengunum, men tað er nú tey mugu finna pengarnar - áðrenn orkufelagið klippur kaðalin so tað bæði gerst kalt og myrkt. Nú krevja fleiri, at politikar- arnir gera okkurt fyri at steðga orkulekanum til útheimin. Orkufeløgini vita sjálvandi, at tey selja, tá prísurin er høgur, og tá Danmark og Týskland hava brúk fyr nógvum dýrum streymi, ja so tøma norsku orkufeløgini sínar vatnbrunnar, og vóna, at tað fer at regna. Men at tøma brunnarnar í oktober merkir, at ikki kann roknast við regni í stórum mongdum fyrrenn tað ljósnar og blómurnar aftur spretta móti vári. Og nú vit eru í gongd við truplar norskar orkuspurn- ingar, so kundu myndugleik- arnir í vikuni boða frá, at nú er oljutjóðin Norra við at torna. Sjálvt um oljuframleiðslan heldur á í nógv ár afturat, so er toppurin náddur. Frá nú av so minkar oljuframleiðslan, meðan gassframleiðslan økir. Um tíggju ár vera inntøkurnar frá sølu av gassi størri enn sølan av olju. Frælsi marknaðurin gav streymskelk TELDUBRÆVIÐ Frá: Jógvan Hugo Gardar, Oslo, jogvan.gardar@c2i.net Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Fróði Vestergaard, tón- leikari og samskipari av Prix Føroyum Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Nei, ikki beinleiðis, men pápi spældi eitt sindur uppá harmon- iku, tá ið hann var smádrongur, men átti onga harmoniku seinni. Hann keypti mær eina, tá ið eg var umleið 11 ára gamal. Omma og abbi áttu klaver. Eg sat ofta uppi hjá teimum og klimpraði upp á klaverið. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ja, eg spæli nógv ymisk ljóðføri, so sum harmoniku, klaver, munnharpu, gittar, bass og tað, sum líkist hesum ljóð- førum. Trummur hava altíð verið mín veikasta síða. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, sum oftast, men best dámar mær at liggja í baðikarinum og lurta eftir tónleiki. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Tónleikur hevur alt at siga fyri meg, eg kann ikki liva uttan hann. Hvussu nógvar fløgur/plátur/bond eigur tú? – Eg veit ikki, men tað munnu verða einar 2-300 tilsamans. Hvat er tín yndisfløga? – Bifrost: »Til en sigøjner«. Hetta var tann fyrsta plátan, sum tendraði áhugan fyri góðum tekstum og spennandi arrange- mentum. Løgini eru øll sera góð. Hetta er ein dupult-lp, sum altíð er verd at lurta eftir. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tað veit eg ikki. Men eg haldi, at fløgur, sum eru givnar út av bólkum, ið einki hava at fortelja ella siga, hava lítið at týða fyri meg. So kunnu tær vera so væl spældar sum tær vilja vera. Hevur sangarin til dømis einki upp á hjarta, so sigur fløgan mær einki! Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Hetta er pínligur spurningur. Tað man helst verða onkur nýfasistiskur ella rasistiskur sangur. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Eg veit ikki, um eg eigi nakra slíka plátu. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – »Tunnel of Love« hjá Dire Straits. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Eric Clapton er altíð hugna- ligur. Av norðurlendskum nøvn- um eru Mikael Wiehe, Erik Grip og Sebastian. Á føroyskum eru til dømis Jens Lisberg, Tey av Kamarinum, Frændur, Vestmenn, MC Restorff, Hanus Johansen og nakrir aðrir sera hugnaligur. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Antin harðan rocktónleik ella vísutónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Tónleikur, sum eg ikki skilji og sum er strævin at lurta eftir. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Til dømis »Komið øll við« hjá Straight Ahead. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – »Jeg har boet ved en lands- veg«. Tá var eg kanska eini fýra ára gamal. Eg ferðaðist hjá Johan Bech og Helgu í Vestmanna. Johan spældi altíð hendan sangin, og mær dámdi hann væl. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – »Prúða Land Mítt« er ein sangur, sum heldur. Vit hava spælt hann ofta til dans, og hann virkar hvørjaferð. Arrangementið er einfalt, men ofta eru tað teir einføldu sangirnir, sum rigga best í longdini. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – »Gakk tú fram við góðum treysti«. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Jetro Tull í Forum í Danmark. Í Føroyum var til dømis Prix Føroyar finalan 2001 eitt stórt upplivilsi. Á Listastevnuni í ár vóru nógvar av mínum favorit- konsertum t.d. Dagsland, Enekk og Real Group. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Eric Clapton hevði verið spennandi at tosa við. Einki álop á Ísrael Undir Flógvakrígnum fyri tólv árum síðani skutu irak- ar fleiri Scud-rakettir eftir málum í Ísrael, men soleiðis verður ikki hesaferð, gera amerikanarar av at leypa á Irak. Tað sigur irakski varaforsætisráðharrin, Tariq Aziz. Við eina franska sjónvarpsstøð sigur hann, at Irak hev- ur ikki vápn, sum kunnu raka mál í Ísrael. Tað høvdu vit í 1991, men ikki nú, sigur varaforsætisráðharrin. Undir Flógvakrígnum skutu irakar 39 Scud-rakettir eftir Ísrael, og ein ísraelsmaður doyði. Men sambært Tariq Aziz hava irakar ongar rakettir longur, sum bera so langt. Sambært ST-samtykt kunnu irakar ikki hava rakettir, sum bera longri enn 150 kilometrar, men sambært kanningum hjá vápnaserfrøðingum hevur Irak rakettir, sum bera í hvussu er góðar 180 kilometrar. Vandi fyri Ebola-sótt Seinastu vikurnar eru minst 48 fólk deyð av ebola-sjúk- uni í Kongo, og altjóða hjálparfelagsskapir bera ótta fyri, at hetta kann vera byrjanin til eina veruliga sótt. Myndugleikarnir í Kongo hava tikið blóðroyndir av fólkinum í fleiri bygdum fyri at vita, um sjúkan hevur breitt seg, og í grannalandinum Gabon royna myndug- leikarnir at forða fyri, at sjúkan skal breiða seg um markið. Bæði í Kongo og í Gabon hava myndugleikar- nir mælt fólki frá at taka lut í samkomum og øðrum fel- ags tiltøkum fyri at forða fyri smittu. Ebola-virusið varð fyrstu ferð staðfest í Afrika í 1996, og síðani eru umleið 1.000 fólk deyð av sjúkuni. Seinast sjúkan gjørdi um seg í Kongo og Gabon, doyðu umleið hundrað fólk. Sonurin er í Iran Tá amerikansk bumbuflogfør bumbaðu holurnar hjá Osama bin Laden og al-Qaeda í Afghanistan, var elsti sonur bin Laden, Saad, saman við pápanum, og nú skrivar eitt blað í Saudiarabia, at sonurin er í Iran. Blaðið Al-Sharq Al-Awsat sigur seg hava tíðindini frá diplomatiskum keldum í iranska høvuðsstaðnum Teheran. Men sambært blaðnum hava keldurnar lagt dent á, at Osama bin Laden sjálvur er ikki í Iran. Seinasta summar ljóðaði, at Saad bin Laden hevði tikið við sum leiðari í yvirgangsfelagsskapinum al- Qaeda, og tað fekk mong at halda, at pápin mundi vera deyður. Men bandupptøkan, sum sjónvarpsstøðin Al- Jazeera sendi fyri nøkrum døgum síðani, bendir á, at hendan metingin var skeiv. Sambært serfrøðingum var tað Osama bin Laden, sum tosaði á bandinum. Stevna Bush Nakrir kongresslimir, hermenn og foreldur at amerik- anskum hermonnum hava lagt sak ímóti George W. Bush, forseta. Saksøkjararnir við borgararættindastríðsmanninum Jesse Jackson á odda vilja hava staðfest, at stjórnin hjá Bush brýtur amerikansku grundlógina, ger hon av at leypa á Irak. Saksøkjararnir vilja eisini vera við, at ein samtykt hjá Kongressini at loyva forsetanum at leypa á Irak var í stríð við grundlógina. Eygleiðarar vænta ikki, at saksøkjararnir fáa viðhald í rættinum. Í gjár kom annars fram, at býráðini í 90 amerikansk- um býum hava samtykt, at USA eigur ikki at leypa á Irak. Býráðini siga, at eitt kríggj fer at skaða amerik- anska búskapin. Millum býirnar, sum hava samtykt mótmælið, eru stórbýir sum Chicago og Philadelphia. UTTAN ÚR HEIMI Ein nýggj meiningakann- ing í Danmark vísir, at bert 34 prosent av dønum taka undir við, at amerikanarar nýta hermegi til at fáa irakska leiðaran, Saddam, Hussein, frá. Kanningin, sum Jyl- landsposturin hevur staðið fyri, vísir eisini, at 53 pros- ent av dønum hava fingið eina aðra uppfatan av USA, síðani George W. Bush tók við eftir Bill Clinton. 52 prosent siga, at Bush- stjórnin hevur broytt teirra uppfatan av USA tann negativa vegin, meðan eitt prosent kenna tað øvugta. 43 prosent siga seg hava somu uppfatan av USA sum fyrr. Danir ímóti kríggi Ein dómstólur í Italia hevur staðfest, at fyrrverandi forsætis- ráðharrin, Giulio Andreotti, gav boð um at myrða ein tíðindamann í 1979. ITALIA Árni Joensen: Fyri trimum mánaðum síð- ani varð Giulio Andreotti dømdur 24 ára fongsul fyri at havt havt ein lut í morð- inum á tíðindamannin Car- mine Pecorelli, sum varð skotin á gøtuni í Rom í 1979. Í úrskurðinum, sum varð almannakunngjørdur fyrra- dagin, sæst, at tað var Andreotti sjálvur, sum gav boð um at myrða tíðinda- mannin. Í úrskurðinum hjá rættinum stendur, at tíð- indamaðurin hevði ymsar upplýsingar, sum kundu skaða Andreotti, komu teir fram fyri almenningin. Tí varð ein drápsmaður hjá mafiuni leigaður til at myrða Carmine Pecorelli. Tann 83 ára gamli Giulio Andreotti, sum eisini er ákærdur í einum sakarmáli ímóti mafiuni, noktar seg sekan í at hava havt nakað við morðið at gera, og hann hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt. Forsætisráðharrin gav boð um at myrða tíðindamann Leiðandi limir í demokratiska flokk- inum í USA vilja vera við, at amerikanska fregnartænastan órógvar arbeiðið hjá ST-vápnaeftirlits- monnunum í Irak. Teir vilja eisini vera við, at CIA-stjórin hevur logið í einari hoyring um Irak í Senatinum. IRAK-KREPPAN Árni Joensen: - Tá ein frammanundan hevur gjørt av, at arbeiðið hjá vápnaeftirlitsmonnun- um skal miseydnast, so miseydnast tað. Tað sigur demokratiski senatorurin Carl Levin, sum saman við nøkrum av sínum floksfeløgum vil vera við, at amerikanska fregnartæn- astan, CIA, hevur gjørt tað, sum gerast kann fyri at mótarbeiða ST-vápnaeftir- litsmonnunum í Irak. Carl Levin og hinir demokratarnir hava skrivað George W. Bush, forseta bræv, har teir krevja, at am- erikansku myndugleikarnir og serliga CIA arbeiða saman við eftirlitsmonnun- um hjá ST. - Amerikanska fólkið vil hava kanningarnar at halda fram. Amerikanska fólkið vil eisini hava sínar mynd- ugleikar at lata ST-eftirlits- monnunum allar neyðugar upplýsingar, og fólkið hev- ur eisini ta støðu, at ST skal góðkenna møgulig hern- aðarátøk ímóti Irak, stendur millum annað í brævinum til forsetan. Tenet segði ósatt Teir demokratisku politik- ararnir vísa í brævinum á, at stjórin í CIA, George Tenet, segði ikki allan sannleikan, tá hann fyri nøkrum døgum síðani var avhoyrdur í verjunevndini hjá Senatinum. Undir hoyr- ingini segði Tenet, at CIA hevur givið ST-vápnaeftir- litsmonnunum allar upplýs- ingar um Irak, men seinni segði hann einari aðrari nevnd, at tað eru nøkur støð í Irak, sum CIA veit um um, men sum fregnartæn- astan ikki hevur kunnað ST-eftirlitsmenninar um. Carl Levin, senatorur, segði við bretska blaðið The Independent í gjár, at loynilig skjøl hjá CIA vísa, at fregnartænastan hevur dult nógvar og týðandi upp- lýsingar, sum hon átti at havt latið vápnaeftirlits- monnunum hjá ST. Formaðurin hjá eftirlits- monnunum, Hans Blix, hevur fleiri ferðir biðið USA lata eftirlitsmonnun- um allar viðkomandi upp- lýsingar um Irak. Leggja CIA undir at órógva ST-vápnaeftirlitsmenninar Seinastu dagarnar hava fleiri leiðandi politikarar og embætismenn verið til hoyringar í verjunevndini hjá amerikanska Senatinum. Her tað Donald Rumsfeld, verju0málaráðharri, sum svarar spurningum frá Edward Kennedy, senatori. C M Y K 29 28