leygardagur 15. februar 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
31
Frá Arbeiðara-
felagnum »Hæddin«
Ársaðalfundur verður leygardagin 22. februar kl.
15.00 í felagshølinum.
Skrá sambært lógini.
Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður eykaaðal-
fundur hálvan tíma seinni.
Nevndin
Kunnandi fundur
um at ættleiða útlendsk børn
DanAdopt bjóðar til kunnandi fund um at ættleiða
útlendsk børn
Fríggjadagin 21. februar 2003, kl. 16–21
á Hotel Hafnia í Tórshavn
Fundurin er fyrst og fremst ætlaður teimum, sum
enn ikki hava tikið avgerð um ættleiðing, men øll
eru vælkomin.
Fundarskráin kann lesast á
www.danadopt.dk/DanAdopt/informationsmøder
Fundurin er ókeypis,men vit vilja fegin hava at vita,
hvussu nógv koma. Vinaliga ring 0045 81 63 33
yrkadagar millum kl. 10 - 15 danska tíð ella send
e-mail til ims@danadopt.dk
Gráur eykaposi
Hvørt húski í limakommununum fær tvær rullur
við 26 gráum posum frá IRF um árið.
Gráu posarnir eru ætlaðir dagliga ruskið,sum skal
brennast.
Ein gráur posi verður heintaður frá hvørjum van-
ligum húski um vikuna.
Gráir eykaposar
fáast til keyps á øllum STATOIL-støðum uttanfyri
Tórshavn, FK í Fuglafirði, INN við Norðskála, J.P.
Lamhauge í Vestmanna og FK í Miðvági.
Víst verður annars til IRF-kalendaranum 2003 og
heimasíðuna www.irf.fo.
IRF
Skrivstovufólk til
hálvdagsstarv
Til 1/2 skrivstovustarv verður søkt eftir fólki, sum
kann átaka sær alt vanligt skrivstovuarbeiði.
Krøv til umsøkjara:
Skrivstovuútbúgving
Royndir í skrivstovuyrkinum
Teldukunnleiki á brúkarastøði
Starvið er fyribils tíðaravmarkað til tvey ár. Løn og
treytir sambært sáttmálan hjá Starvsmannafelagn-
um á 2. stigi.
Miðað verður eftir at starvið verður sett skjótast
gjørligt.
Nærri fæst at vita við at ringja 315950.
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum
ummælum skulu sendast til:
Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya
att.: rektarin
Eirargarður 14 B
FO-100 Tórshavn
Umsóknarfreistin: 24. februar 2003
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Aðalfundur
Fráboðaði aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags
verður fríggjadagin og leygardagin 14. og 15.
mars 2003 í hølum felagsins.
Uppskot til fundin skulu verða skrivstovu felags-
ins skrivliga í hendi í seinasta lagi hósdagin 24.
februar 2003.
Seinasta freist fyri tilmelding til aðalfundin og
innivist er 24. februar 2003.
Føroya Arbeiðarafelag
tlf. 312101 – faks 315374
Reparera bilar
Tryggingarskaðar
Upprætting og
lakering
Alt mekaniskt arbeiði
og styling til bilar
Auto-Tek
Argjaboðagøta 5 ·
Tlf. 321206 · Fax 321236
eftir kl. 17.00 á Tlf. 221006
FAMILJU- OG HEILSUMÁLARÁÐIÐ
Endurlýsing eftir Løgfrøðingi
til Familju- og heilsumálaráðið
Í samband við at ov fáar umsóknir komu inn til starvið sum
løgfrøðingur til Familju- og heilsumálaráðið er avgjørt at lýsa
av nýggjum.
Lýst verður eftir einum løgfrøðingi til setan í Familju- og heilsumálaráðnum
skjótast til ber.Talan er um eitt fast starv.
Sum løgfrøðingur í Familju- og heilsumálaráðnum verða uppgávur tínar
millum annað, at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á familju- og
heilsuøkinum, at svara fyrispurningum frá løgtinginum við løgfrøðiligum
innihaldi, tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Familju- og heilsumálaráðnum,
gera upprit til landsstýrisfundir og avgreiða klagur.
Tey lógarøki, sum tú skalt arbeiða við at menna í samstarvi við onnur, eru
familjuøkið, heilsuøkið og íbúðarøkið.
Førleikakrøv:
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv.Umsøkjarar,ið skriva løgfrøðisligt serritgerð,
verða eisini góðtiknir.
Starvsroyndir frá miðfyrisitingini ella aðrar løgfrøðiligar starvsroyndir er ein
fyrimunur. Harumframt hevur tú góð samstarvsevni og evni at orða teg greitt í
skrift og talu, og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Starvið sum løgfrøðingur í Familju- og heilsumálaráðnum er áhugavert og
mennandi við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.Starvið er sjálvstøðugt,og tú
fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi eftirútbúgving.
Fyri framman standa nógvar stórar avbjóðingar viðvíkjandi lógar- og kunngerð-
arsmíði á Familju- og heilsuøkinum. Arbeitt verður millum annað við nýggjari
sjúkrahúslóg, alt økið viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum uttanlands skal endur-
skoðast, nýggj lóggáva skal gerast viðvíkjandi sjúkrakassunum, og innan íbúðar-
økið. Arbeitt verður eisini við at gera langtíðarætlanir innan fyribyrgingarøkið og
at orðað ein heilsupolitik.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
løgfrøðingafelagið.Viðmerkjast skal,at setanin fevnir um Familju- og heilsumála-
ráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Familju- og heilsumálaráðið
Att:. Starvsfólkadeildin
Eirargarði 2
FO 100 Tórshavn
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. mars 2003, kl.
12:00. Setanarsamrøður verða vantandi í viku 10 og 11.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turid Arge, deildarstjóra ella
Aibritt á Plógv, aðalstjóra, tlf. 30 40 50.
Føroya
Ríðingarfelag
Ársaðalfundur verður 25.febr.2003 í felagshúsinum
í Havnardali kl. 19.30.
Seinasti dagur at keypa atgongumerki til 60 ára
veitsluna er 25. febr. Veitsla verður í Argja Róðra-
felag 8. mars.
Nevndin
C
M
Y
K
31
30