Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-09-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. september 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Bór. Nr. 148 — 27. september 1990 lesarabrøv | Ein dómarathrillari hjá FSF Fleiri ferðir er skrivað um demingina á Sandi í dyst- inum millum B71 og VB og avleiðingarnar av henni. Men hvat hendi veru- liga í hesum dysti og eftir henda dyst? Jú, dómarin í dystinum, Baldvin Baldvinson, kom hampuliga væl frá dystin- um — hevði nøkur mistek — men ikki meira enn van- ligt. Tó vóru VB-áskoðar- arnir misnegdir. Men >The Big Mistak- er« í hesum dystinum var veittrarin á syðru síðu. Ferð eftir ferð veittraði hann skeivt: málspark fyri horna, horna fyri mål- spark, innkastini skeivan veg o.s.fr. Men fleiri ferðir var Baldvin Baldvinson upp á pláss og demdi ev- ugt sum linjuverji hans- ara. Hesar skeivu demingar- nar hjá linjuverjanum á syðru síðu kostaðu hverg- um liðnum nakað, fyrr enn einaferð Egil Steintórsson stendur off-side, fær eina avlevering, ið endar við máli til VB. Hesaferð var Baldvin ikki plaseraður, og linjuverjin demdi, sum vanligt, skeivt ella slett ikki. Eftir hetta segdu heitir B71-leikarar linjuverjan- um frá, at hann gloymdi at lyfta flagginum. Ikki meira enn tað. Hesin javni dysturin endaði so 2—1 til VB. Aftan á dystin segði Páll á Reynatúgvu við dómaran, at hann var kor- ruptur. Og tað fekk hann tað reyða kortið fyri. Páll segði viðleikarum sínum frá, at hann var so ónegdur við dømingina, at hann mátti siga frá, hóast tað kostaði honum eitt reytt kort. So hildu øll, at hesin dysturin var farin aftur- um. Men nei. Ivaleyst hevur dómaratrioin kent seg rakta innast inni, tí hon reageraði ógvuliga legið. Tá ið B7l-formaðurin koyrir dómaratrioina til Skopunar í bili sínum, sig- ur Baldvin Baldvinson, at hann var sligin aftan á dystin og fór at skriva frá- greiðing til FSF um dyst- in, so B71 meguliga misti heimavell sín. B71-formadurin gjerd- ist, sum vera man, illa við og vildi hava at vita, hver ið sligið hevði. Jú, tað skuldi vera Páll á Reyna- túgvu. Formaðurin fór so beina leið úr Skopun til Páll at spyrja um hetta passaði, at Páll hevði sligið dómar- an aftan á dystin. Formað- urin hevði fylgst við Pálli av vellinum, men einir 2-3 minuttir vantaðu í, har hann ikki fylgdist við Pálli. Páll varð, sum vera man, púra ovfarin, tá ið hann fekk hesa ákæru at hoyra. Hann hevði ikki sligið nakran. Páll royndi at ringja til Baldvin Baldvinson, men fekk hann ikki á tal. Síð- ani ringdi hann til Halgar í Dali, veittraran á syðru síðu, og spurdi, hví teir søgdu, at hann skuldi hava sligið dómaran. »Ongan kommentar«, svaradi Halgar. So ringdi Påll til hin veittraran, Ruben, og segði honum, at hann hevði spurt Halgar í Dali, hví teir ætlaðu at skriva til FSF, at hann hevði sligið Baldvin Baldvin- son. „Ja, men«, segði Ruben, „tað er Halgar, tú skal hava sligid og ikki B.B.«. Nú skilti Páll á Reyna- túgvu einki. Og tískil fór hann til Danmarkar aftur — uttan meguleika at for- svara seg á nakran hátt. Í B71 visti eingin, hvussu ákæran hjá trioini ljóðaði, og nær henda hending skuldi verið farin fram. Í mikudagsdagblaðnum eftir dystin sigur Baldvin, at linjuverjin er sligin. Nevndin í B71 hevur biðið Kappingarnevndina um ákæruna, men tað var nei. Nevndin í B71 kærdi av- gerðina hjá Kappingar- nevndini til Démsnevnd- ina — uttan at kenna åkæruna — og bad hana siga, hvat teir eru åkærdir fyri, men tad var nei. Démsnevndin staðfesti dómin hjá Kappingar- nevndini. Nú er B71 so »heppid«, at tað hevur videoupptek- ur av dystinum, og tær vísa, at Páll ikki nertur dómaran ella linjuverjar- nar. Men. hvat hjálpir tað, tá ið teir ikki kenna ákær- una? Páll hevur vitni oman av vellinum, í brúsurúm- inum og á vellinum. Men hvat hjálpir tað, tá hann ikki veit, hvat hann er ákærdur fyri? Tað óhoyrda er hent í hesi sak. B71 og Páll á Reynatúgvu eru demd og hava sónað dómin, uttan at kenna ákæruna. Ein ákæra — um hon er, at Páll skal hava sligið — er rong. Páll á Reynatúgvu er hongdur út fyri øllum Før- oya fólki sum valdsmaður. So galið er tað enntá, at B71-formaðurin í tlf.-sam- rødu við FSF varð hóttur, at betalti B71 ikki tær 2.000,- kr. í bót, so sluppu teir ikki at spæla í Getu 16.09.90. Hevði HB verðið viðfar- ið soleiðis? Hevði GÍ verðið dømt soleiðis? Hevði B36 knúskað soleiðis? Hvussu virðir FSF lima- feløg síni? Á Sandi, 22.09.90 Jóan Jákup Joensen verðið Frið at greiða egin viðurskifti Føroya Arbeiðarafelag lavnar Arbeiðsmanna- lag ivnar Arbeidskvinnu- lag Klaksvikar mannafelag Klaksvikar Arbeids kvinnufelag Fjallbrudur, Vågur Føroya Handverkarafelag Føroya Fiskimannafelag A rbeiðs- Feroya Landsstýri her Undirritaðu felog hava vidgjørt tað uppskot, sum løgmadur samb. blødini hevur sett fram i lands- Styrinum um broyting av légini um fritidarløn. Samb. hesum uppskoti skulu løntakararnir hava frítíðarlenina beinleiðis á konto og tískil fáa ta til- skrivaðu rentuna, og eis- ini er ætlanin við lóg at áseta at frítíðarlenin skal skattast inntekan annars. Felogini eru samd um, at vit ikki vilja tola eina slíka uppílegging í internu viðurskiftini hjá feløgun um. Men vit meta eisini, at eitt slíkt uppskot bert kann komið fram vegna misskiljingar og 6- kunnleika til tey viður- skifti, sum feløgini virka undir. Vit vilja tí gera vart við fylgjandi: sum vera Viðv. útgjalding av fri- tíðarlen. Tað var í 1986 at ásett var við lóg, at frítíðarlonin skuldi gjaldast á konto hjá fakfeløgunum. Men hetta var í nógvum førum eisini gjørt frammanund- an samb. avtalu millum felogini vg arbeidsgevar- Hetta hevur verið galdandi fyri fritidarløn- ina hjá fiskimonnum síðan arnar. 1959, og hetta hevur eisini verið galdandi í hvussu er síðan í 60-unum í teimum bygdum, sum hava len- gjaldsstovu. Ti vil umredda uppskot merkja ein beinleiðis uppi- legging í viðurskifti, sum partar á arbeiðsmarknað- inum hava avtalað. Viðv. rentuinntøkunum. Tað er rætt, at felegini hava eina munandi eyka- innteku av verandi skip- an. Men vit vilja gera vart við, at fakfeløgini eru demokratiskt skipað, og tað eru limirnir sjálvir, sum hava hægsta vald í feløgunum, og verður hetta vald útint á árligu aðalfundunum. Í hesum sambandi vilja vit vísa til tað >Ískoytis- álit“, sum varð lagt fram av táverandi meiriluta í arbeiðaramálanevndini, í frítíðarlóg- ina, og har sagt varð, at samband við »meirilutin er samdur um, at feløgini hvørt sær eiga at lata limirnar taka stødu til å adalfundi, um felagid ella teir einstøku løntakar- arnir skulu hava rentuna av fritidarlønini fyri ta tid, hon stendur á konto hjá løntakarafeløgunum«. Hetta er just tad, sum er gjørt, og i allarflestu førum hava limirnir sjålv- ir gjørt av, at feløgini skulu hava rentuna av fri- tidarlønini. Hetta hevur gjørt feløg- ini før fyri at hava eitt lægri limagjald, enn tey annars vildu havt, og okk- urt felag hevur eisini Framhald á síðu 1 pe t Síða 17 »FLØVIN« — hvat er tað? Tað ljóðar so fjálgt! Ja, tá ein er komin nakað tii árs kann dag- urin verða drúgvur, um tú situr fyri teg sjálv- an. Ofta hava vit á máli tá vit síggjast, at nú er ikki sum fyrr, nú gong- ur eingin inn til hvenn annan, sæst ikki á gátt. So er, men nú ber til hjá okkum, vit hava ell fingið innbjóðing til at koma og >FLOVA< okkum. Jú í »Fløvanum« kann ein reiðuliga hugna sær og stytta stundir við ymiskum spølum, hugnaligum práti — hava okkurt í hondini — stokkar ella eitt kortablað. Akku- rát hvat tær sjálvum lystir. Vit, sum hava vitjað har síðan tað var stovnað, halda tað vera stórt spell, um hetta frálíka tiltak dettur niður fyri, tí vóna vit at undirtekan verður størri. Vit heita å allar javn- aldrar í Runavíkar sókn og bygdunum nærhendis! Komið i »Fløvan«!! Komið eina, tvær, trígjar ferðir um vikuna, ella hvenn dag, um tær lystir. Opið er fimm dagar um vikuna millum kl. 3 og 6. »Hvussu koma vit hagar?« Vit taka til at samráð- ast við kenningar og grannar um at fylgjast, vit heita á familjuna og vinir um at hjálpa okk- um á staðið. Vit vilja ikki kennast sum gomul, sum bara sita og grenja. Nei, tí alt sum er um at verða stirvið, mykist og tiðnar upp aftur, tá tað fær ein »FLØV A«. Frálíkt tiltak, latið okkum menna tað, siga vit sum javnan koma í »FLØV AN«. avreiding Avreidingar i Nordoyum i viku 38 (sidstu viku) Kosavirkid Brattaberg 1.600 p Fylgismoy 500 p Fremad 600 p Fossabrugv 1.700 p Halgafelli 900 p Henny 600 p Hvessingur 1.500 p Jåkup B 43.000 p Johanna Maria . 800 p Jøkul 3.600 p Klakkur 44.600 p Polo 500 p Polar- stjørnan . 121.400 p Rokhamar 6.800 p Sjúrðarberg 27.500p Skoraberg 27.500 p Skorhamar 2.600 p Skuraklettur 2.800p Steinsbrugv 1.200 p Vársól 500 p Víkingur 200 p Vesturhavid 400 p Roykivirkid Heltnin 2.200 p Herdis 900 p Norðan 2.500 p Joensen & Olsen vika 37 Jógvan S. 82.000 p vika 38 Jógvan S. 7.000 p Kvikk 25.000 p Pison 45.000 p |