Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Umhvørvisfelags- skapir og Føroyar Tøkk Øllum tykkum, sum við gávum, blómum, telegrammum og á annan hátt gjørdu diamantbrúdleypsdag okkara 8. mai so ríkan og minniligan takka vit hjartaliga. Heilsan Günda og Niels Pauli Djurholm - Føroyingar verða við á fyrsta sinnið Um mánaðarskiftið verður Special Olympics í Gronn- ingen, Hálandi. Ein kann siga, at Special Olympics eru Olympisku leikirnir fyri menningartarnað, og hetta er fyrstu ferð í søguni, at føroyigar verða við í so stór- ari kapping. Í eina góð aviku skulu 2.500 ítróttafólk, ið umboða 27 tjóðir, dystast í 14 ítrótt- agreinum. ÍSB sendir átta ítróttafólk og fýra venjarar av landinum, og skulu ítrótt- afólkini luttaka í kapprenn- ing og -svimjing, Svimjararnir, sum eru við á ferðini eru Durita Strøm, Halla Poulsen, Símun Petur Zachariasen og Jimmy Nielsen, meðan rennararnir eru Unn Mortensen, Jó- hanna Maria Niclasen, John Joensen og Jonhard Harald- sen. Stuðlað føroysku luttøk- uni hava: Føroya Lívstrygg- ing, Búnaðardepilin, Føroya Sparikassi, P/F Kósin, Kjøl- bro Heilsøla, Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar Bý- Úthurðin gekk ofta á Vágs- heygnum í Klaksvík hós- kvøldið. Tað er úthurðin hjá Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen, sum tað snýr seg um. Tey bæði eru for- eldur hjá Jákupi Mikkelsen, málverjanum í Herfølge, sum hóskvøldið skrivaði seg inn í føroysku fótbólts- søguna. Hann er fyrsti før- oyingurin, sum hevur verið við til at vunnið eitt út- lendskt meistaraheiti í fót- bólti. Tá tað hóskvøldið var greitt, at Herfølge hevði vunnið meistaraskapin, komu stukku fleiri skyld- fólk og vinfólk inn á gólvið í barnaheiminum hjá Jákupi at ynskja foreldrunum til- lukku við meistaraskapi- num hjá soninum. Tey bæði eiga tríggjar gentur, og so Jákup sum er yngstur. At Jákup er mál- verji í Herfølge man ikki minst komast av, at ein av systrunum býr í Haslev. Tá Jákup í 1994 fór til Dan- markar at ganga í skúla bú- setti hann seg í Haslev. Tí var tað so líka til, at hann tók av, tá hann umvegis All- an Simonsen fekk at vita, at teir í Herfølge bara høvdu tveir málverjar og kundu hugsa sær ein afturat. Fylgja væl við Hesar seinastu dagarnar eru fleiri klaksvíkingar farnir til Danmarkar, tí teir ætla sær at síggja dystin seinnapartin í morgin millum Herfølge og FCK. Fleiri fara eisini í dag, og millum tey, sum fara við flogfarinum í kvøld vera foreldrini hjá Jákupi Mikk- elsen: – Tá vit gjørdu av at fara niður, roknaðu vit við, at vit í morgin skuldu síggja av- gerandi dystin um meistar- aheitið. Í kvøld hava vit í sjónvarpinum sæð, at Jákup og teir eru vornir meistarar, og tú kanst ætla, at vit av- gjørt einki hava ímóti, at DM er innanborða, og at tað í staðin fyri ein spennandi dyst um meistaraskapin verður talan um ein dyst, har viðhaldsfólkini fara at fagna Herfølge. Hetta segði Ingibjørg Mikkelsen, tá vit hóskvøld- ið ringdu fyri at ynskja henni og manninum til- lukku við meistaraskapi- num hjá soninum. Á Vágsheygnum hava tey fyri nakað síðani fingið sær ein parabol, sum ger, at tey kunnu síggja TV3+ rásina: – Vit fingu okkum para- bolin bara við tí fyri eyga, at vit skuldu fylgja við, tá Herfølge spældi. Tá vit bara sóu TV3 rásina, plagdu vit at sita og fylgja við í tekst- varpinum. Tað var spenn- andi, men sjálvandi er tað uppaftur hugaligari, tá vit nú hava møguleika at síggja Jákup spæla, sigur mamm- an, sum ásannar, at tey gjørdust rættuliga kløkk, tá Silkeborg kom á odda: – Vit hildu okkum skilja á honum, sum segði frá, at vindurin spældi Jákupi eitt puss. Tíbetur javnaðu teir til 1–1, og nú gleða vit okkum at fara niður at heilsa upp á familjuna í Haslev og í morgin at fara á Herfølge stadion, har Jákup og teir fara at fáa gullkrónurnar um hálsin Vit ynskja enn eina ferð Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen tillukku við son- inum og eina góða ferð til Danmarkar. jh Sóu sonin vinna DM Parabolurin, sum stendur á Vágsheygnum, varð keyptur fyri at síggja Jákup spæla. Men í morgin vera foreldrini á Herfølge stadion Special Olympics ráð og Javni. KRING allan heimin gera umhvørvisfólk og - felagsskapir eitt stórt og týðandi arbeiði til tess at verja umhvørvið. Men vit eiga ikki at stara okkum blind í hesum felagsskapum og trúgva, at alt teir gera og siga er tann einasti rætti sannleikin. Tí ávís umhvørvisfeløg og - fólk mistaka seg eisini vitandi ella ikki. Hetta eru ikki bert vit føroyingar vitni til. Eisini okkara frændir fyri norðan, inuittar í Grønlandi, í Kanada og í Alaska hava møtt einum ágangi frá umhvørvisfelagsskapum, sum hevur verið við at máa grundarlagi undan teirra samfeløg- um. Vit minnast, hvussu Greenpeace mistók seg, tá tað framdi tiltøk móti lívsgrundarlagn- um hjá inuittum, kópavinnu teirra. Sama kann sigast um hvalveiðuna hjá eitt nú veiðumonn- um í Alaska og Kanada. Hetta er nakað av tí sama sum er hent og nú aftur tykist at henda um okkara leiðir, har víðgongdir umhvørvisfel- agsskapir vilja tvinga okkum til at gevast við grindadrápi. NÚ er ikki heilt rætt at samanbera okkara grindadráp við kópa- og stórhvalaveiðu hjá teimum innføddu fyri norðan, sum ikki hava so nógv annað at liva av. Tað ger kortini ikki virksemið hjá hesum umhvørvisfólkum minni álvarsligt. Nú hevur so ein teirra, eingin minni enn Paul Watson, sum er ein gamal kenningur um okkara leiðir, gjørt seg út til sum hann málber seg „einaferð med alla“ at steðga øllum grindadrápi við okkara strendur. Maðurin er á veg til Føroya skilst. Tað eru tey, sum halda, at vit eiga als ikki at umrøða slíkan mann og tiltøk hansara. Tí kunnu vit væl fylgja, men kortini eru vit noydd til at fyrihalda okkum til veruleikan, og hann er, at hesin víðgongdi maður, sum kallar seg umhvørvismann, um ikki so langa tíð kann vera orsøk til, at manna- lív fara at standa uppá spæl. Hetta er ein álvarslig ávaring og áminning til okkara løg- reglu, sum út í minsta smálut má og eigur at vísa sunt vit og skil í hesum torføra máli. Illstøður, sum helst vilja taka seg upp, megu ikki koma at ganga út yvir ósek fólk og mugu heldur ikki koma at geva umhvørvisfólkunum vind í seglini. Tað er eingin løtt uppgáva, tí krevur hon so mikið meira umhugsni. VIT føroyingar kunnu rokna við, at komandi tíð fer at verða torfør, tí ágangurin frá um- hvørvisfelagskapum fer helst at vera á fleiri „ frontum“. Grindin er so eitt. Onnur hóttan kann koma, tá skjøtil verður settur á oljuleitingina. Royndirnar frá bretskum øki eiga at fáa okkara myndugleikar til at taka hesa hóttan upp í størsta álvara. Vit síggja, at tað hevur eydnast umhvørvisfelagsskapi at steðga leiting í bretskum øki í nærum hálvtannað ár. Og tá vita vit heldur ikki, um tað verða fleiri forðingar. Okkara myndugleikar mugu taka spurningin upp, um Greenpeace kann brúka ES-direktiv at steðga oljuleiting í okkara øki. Ber t.d. eisini til at tvinga Danmark sum part av umhvørvis- politikki hjá ES at seta kílar í? Vit eiga at lurta eftir skilagóðum kritikki og ráðum í umhvørvis- málum, men tá ræður um grindina og oljuna eiga vit ikki at geva eftir. Millum klaksvíkingarnar, sum í dag fara til Keypmannahavn í dag at hyggja eftir dystinum millum Herfølge og FC Keypmannahavn eru foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen, Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen