leygardagur 27. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rás 2 og Pegasus hvør til sítt
Nú er greitt, at samstarvið millum Rás 2 og Pegasus í Klaksvík er steðgað og sent verður ikki úr Pegasus sunnukvøldið,
sum gjørt hevur verið 4 tey seinastu sunnukvøldini. Stjórin á Rás 2 sigur, at støðin metir Klaksvíkina vera sera áhuga-
verda og Rás 2 hevur tí hug at royna seg á egnum beinum har. Pegasus fer møguliga í samstarv við Útvarp Føroya
DAGFINN OLSEN
Samstarvið millum Studio
Pegasus í Klaksvík og Rás
2 í Havn er steðgað.
Fyri góðum 4 vikum síð-
ani fóru klaksvíkingar undir
at framleiða tilfar at senda
sunnukvøld. Teir keyptu
nakað av útgerð og sendu
so saman við Rás 2.
Steintór Rasmussen fyri
Studio Pegasus sigur, at teir
verða ikki í luftini sunnu-
kvøldið. Hann sigur, at í
Klaksvík royndu tey at gera
seriøst arbeiði og at fylla eitt
sunnukvøld út við fjøl-
broyttum tilfari.
– Vit hava havt greiða av-
talu og vitað, hvar vit hava
havt hvønn annan. Ætlanin
hevur sjálvsagt verið at
hildið fram, men so skuldi
ikki verða, sigur Steintór.
Hann sigur, at tey í Pega-
sus nú kendu seg trýstan til
at skriva undir sáttmála og
at tey høvdu kensluna av,
at Rás 2 kravdi og væntaði
meira, enn tey í Klaksvík
kundu liva upp til.
Hann dylir tó ikki, at
semja er ikki um, hvussu
skal farast fram á peninga-
liga økinum.
– Eisini snýr tað seg um,
hvør skal eiga hvat og so
framvegis, sigur Steintór og
sipar millum annað til lýs-
ingarinntøkur.
– Vit hava havt ein býtis-
lykil, ið vit meta hevur verið
sera rímiligur, tó tað eingin
gullmina hevur vertið, sigur
Steintór Rasmussen.
- Vit verða ikki í luftini
sunnukvøldið, tí vit vita t.d.
ikki, um vit koma í luftina,
sjálvt um vit senda, sigur
Steintór viðvíkjandi steðgi-
num í samstarvinum.
Framtíðin
– Hvørjir møguleikar nú
eru, kunnu fólk gita sær til,
sigur Steintór og nevnir t.d.
samstarv við Útvarp Før-
oya.
Hann hevur varhugan av,
at tey í ÚF eru áhugað og
taka Pegasus í álvara.
– Rás 2 fer nú í gongd
her norðuri fyri seg sjálvan
og fær sostat norðoyastevn-
una við.
– Hitt alternativið hjá
okkum er at senda sjálvir
og lokalt her norðuri, sigur
Steintór Rasmussen fyri
Pegasus, ið hevur alla út-
gerð til endamálið.
– Vit hava vunnið okkum
royndir og kunnu liva við,
at hetta dettur niður fyri.
Tað skal bara ikki vara ov
leingi. Tað er heilt víst, at
hildið verður fram so ella
so og vit mugu smíða, með-
an jarnið er heitt, sigur drív-
megin aftanfyri Pegasus,
Steintór Rasmusnen.
Tað eru góðar 4 vikur síð-
ani, at Pegsus og Rás 2 byrj-
aðu at samsenda og klaks-
víkingar hava verið á
skránni 4 sunnukvøld.
– Vit hava prógvað, at
tørvur er á og at hugaligt er
at hoyra onnur fólk, enn tey,
ið altíð eru í luftini. Eisini
hava vit prógvað, at tað ber
til at senda úr Klaksvík, sig-
ur Steintór Rasmussen, ið
leggur dent á, at tey í Pega-
sus ikki ætla at brenna nakr-
ar brýr.
Í besta forstáilsi
Stjórin á Rás 2, Petur Ja-
cobsen sigur, at samstavið
við Pegasus var ein roynd.
Á Rás 2 verður mett, at
Klaksvíkin er so mikið
áhugaverd, at Rás 2 hevur
avgjørt at royna seg á egn-
um beinum, tí mett var, at
tað var ikki nóg mikið, ið
fekst burturúr samstarvi-
num við aðra støð.
– Eisini vigaði rættiliga
tungt, at vit vóru ikki greiðir
yvir, um vit høvdu loyvi at
halda fram. Vit kunnu ikki
selja senditíð. Spurningurin
er, um vit hava loyvi til at
knýta saman við Pegasus í
Klaksvík hvørt sunnukvøld
klokkan 19. Í okkara sendi-
loyvi stendur klárt, at vit
kunnu ikki avhenda sendi-
tíð, og hetta hevur vigað
tungt í okkara meting, sigur
Petur Jacobsen.
Hann metir annars Klaks-
víkina vera sera áugaverda,
bæði sum marknað og eis-
ini, tí góð fólk eru á stað-
num, ið kunnu gera send-
ingar.
Hann leggur dent á, at
viðvíkjandi Pegasus er alt
hent í besta forstáilsi og har
eru »no hard feelings«.
Petur Jacobsen sigur, at í
komandi viku eru teir klárir
við einum studio í Klaksvík
og at á Norðyastevnu vónar
Rás 2 at vera komin fyri seg
í Klaksvík.
Vágoy og Suðuroy
Tað er eingin loyna, at Rás
2 ætlar sær at røkka hvønn
krók í landinum. Støðin
hevur søkt Suðuroyar Spari-
kassa um stuðul til sendara,
so sendast kann í Suður-
oynni. Henda umsókn verð-
ur viðgjørd í sparikassanum
í juni, hevur Rás 2 fingið at
vita.
Eisini hevur Rás 2 fingið
frekvens á Støðlafjalli og
inni vist í húsum hjá SEV á
Sornfelli. Tá hetta kemur í
rættlag, kann Vágoyggin
røkkast. Og við rættnings-
antennu og sonevndum re-
peetara, kann tá eisini Suð-
uroyggin røkkast, sigir Pet-
ur Jacobsen, ið leggur aftur-
at, at avgerandi fyri inn-
tøkugrundarlagið hjá støð-
ini er, hvussu nógv fólk
hoyra.
Hann er ikki bangin fyri,
at t.d. Pegasus verður ein
kappingarneyti hjá Rás 2.
– Tað er hart arbeiði og
tað krevur nógvan pening
at gera útvarp. Og annars
er sera sunt við kapping,
sigur Petur Jacobsen.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking um ætlan-
irnar hjá ÚF í Klaksvík frá
Jógvani Jespersen, útvarps-
Manningin í Pegasus, sum hevur staðið fyri skránni hjá Rás 2 sunnukvøld. Nú er samstarvið endað og manningin í
Klaksvík verður ikki at hoyra sunnukvøldið
stjóra, áðrenn blaðið fór til
prentingar.
No hard feelings, sigur Petur Jacobsen frá Rás 2 um
endaða samstarvið við Pegasus í Klaksvík, har tey heldur
ikki siga seg vilja brenna brýr
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
Fær blóðið at renna kalt í æðrunum
er málið enn púra greitt og
tað er, at Føroyar skulu hava
fullveldi og verða leyst av
danska ríkinum.
Tvs, at hann góðtekur
ikki eina avtalu, sum gevur
Føroyum økt sjálvstýri í rík-
isfelagsskapinum.
Og í hesum sambandi fær
hann eisini givið andstøðuni
á tingi eitt skot.
–Hevði tingið staðið sam-
an, var málið langt síðani
loyst.
– Andstøðan skal vera at-
finningarsom. Men tað er
ein stór forðing fyri málin-
um, at hvørja ferð ein frá-
boðan kemur frá Poul Nyr-
up Rasmussen, stendur ein
andstøða til reiðar í Føroy-
um og tekur undir við hvørj-
um orðum.
Og Høgni Hoydal heldur,
at tað er óheppið, at and-
støðan í Føroyum letur seg
brúka av okkara mótparti.
– Eg haldi, at hon átti at
hugsa seg um, antin tað er
rætt at lata seg brúka í ein-
um innanýsis donskum
talvi.
Hann vil ikki gera við-
merkingar til spurningin,
um endamálið er at draga
tíðina út til næsta val í eini
roynd at fáa sambands-
flokkin og javnaðarflokkin
í samgongu tá, so at teir
kunnu gera eina avtalu við
danir innanfyri ríkið.
–Tað kunnu fólk sjálvi
gera sínar metingar um.
– Men tað skerst ikki
burtur, at hetta líkist taktikk-
inum, sum varð brúktur, tá
ið sjálvstýrislandsstýrið sat
fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at
tá spurdi amerikanarar dan-
ir, hvat teir ætlaðu at gera.
– Danski forsætisráðharr-
in svarar rættiliga ítøkiligt,
at fyrst er ætlanin at trýsta
føroyingar at koma við ein-
um ítøkiligum útspæli, tí tað
væntaðu teir ikki, at før-
oyingar kundu semjast um.
–Skuldi tað eydnast, er
ætlanin at royna at draga
tíðina út og síðani er ætlanin
uppvarpa
týdningin
av
donsku ríkisveitingini fyri
livifótinum í Føroyum.
– Og tað er akkurát sami
taktikkur, sum brúktur í
fullveldismálinum nú, sigur
Høgni Hoydal.
andi búskap í Foroyum.
–Og av tí at hetta er at
kalla tað einasta, sum skilir
partarnar, er tað neyðugt, at
brúka orkuna uppá at fáa
samskifti við donsku
stjórnina um tann spurning-
in.
– Og heldur stjórin fast
um, at skiftistíðin bara skal
vera trý, fýra ár, má hon
grundgeva fyri, hví tað er
nóg mikið til at kjølfesta
tann føroyska búskapin.
Hann leggur afturat, at tað
er løgið, at danska stjórnin
noktar føroyingum somu
skiftistíð, sum øll onnur
lond fáa, og sum Danmark
sjálvt hevur havt til at laga
seg til evruna.
– Tað kann neyvan tæna
áhugamálunum hjá donsku
stjórnini, at føroyski bú-
skapurin kemur í trupulleik-
ar eftir fullveldið.
Men sjálvur er Høgni
Hoydal ikki fyri at útseta
ígildiskomuna av fullveld-
issáttmálanum.
– Tað haldi eg líkist mest
einum snildum máta at
keypa okkum nøkur ár eyka
í skiftistíð.
– Tað sum tvørturímóti
hevur týdning nú, er, at vit
standa stinnir og halda fast
um málið.
Og hvat honum viðvíkur,
ÁKI BERTHOLDSEN
–Ein skal hava rættiliga kalt
blóð í æðrunum, tá ið ein
hoyrir Poul Nyrup Rasmus-
sen.
Hetta var fyrsta vimerk-
ingin frá Høgna Hoydal,
landsstýrismanni í fullveld-
ismálum til tað, sum danski
forsætisráðharrin segði á
røðarapallinum í danska
fólkatinginum hósdagin.
Henda dagin hevði Fólka-
tingið tað seinasta, stóra
orðaskiftið, nú fólkatings-
setan endar og tað høvi
brúkti Poul Nyrup Ras-
mussen til enn einaferð at
staðfesta, at skulu føroying-
ar hava fullveldið, verður
skiftistíðin stutt
Hann legði eisini dent á,
at talan verður heldur ikki
um at útseta ígildiskomuna
av fullveldissáttmálanum
fyri at geva føroyingum ein
andarhald, áðrenn vit skulu
klára okkum við egnum bú-
skapi.
Men hetta ræðir ikki
oddamannin fyri føroysku
fullveldisætlanini.
–Ongin skal halda, at
samráðingarnar um før-
oyskt fullveldi byggja á tað,
sum sagt verður á fólka-
tingsins røðarapalli, sigur
Høgni Hoydal.
Sjálvur tekur hann ikki
hesa avgjørdu støðuna hjá
Poul Nyrup Rasmussen
sum annað enn eina fráboð-
an, sum einans hevur til
endamáls at ræða føroying-
ar frá at taka fullveldi.
–Tað er ongin sum helst
ivi um, at Poul Nyrup Ras-
mussen roynir at forða fyri,
at føroyingar fáa ein góðan
sáttmála og at vit fáa eina
rímiliga skiftistíð.
–Og hóast júst hetta er
tann stóri trupulleikin, so
verður altso ikki samráðst
útfrá tí, sum verður ført
fram í Fólkatinginum.
Høgni Hoydal sigur, at í
veruleikanum eru samráð-
ingarnar ímillum danir og
føroyingar komnar ótrúliga
langt.
At kalla tað einasta, vit
mangla, fyri at kunna skriva
undir ein sáttmála, er at fáa
eina rímiliga skiftistíð, men
tað er júst hetta, sum Poul
Nyrup roynir at forða fyri
við sínum avgjørdu fráboð-
anum.
Revolvaran í slíðran
Høgni Hoydal sigur, at tað
stóra takið á næsta samráð-
ingarfundi um góðar 14
dagar, verður at staðfesta,
hvat skal til fyri at vit kunnu
fáa ein sjálvberandi, før-
oyskan búskap.
–Tað hava vit roynt á
fundunum, sum hava verið,
men enn hevur tað ikki so
frægt sum eydnast at fáa
orðaskifti í lag við donsku
stjórnina um hetta.
– Tað einasta, vit hoyra,
eru endurtøkur av revolv-
ara-kendu fráboðanirnar um
trý, fýra ára skiftistíð.
–Tað, sum nú ræður um
hjá okkum, er at fáa rev-
olvaran í slíðran aftur og at
seta okkum niður at tosa
saman sum vaksin fólk.
Spara 20 milliardir
Landsstýrismaðurin í full-
veldismálum sigur, at hann
undrast á, hví danskir pol-
itikarar hava so avgjørda
støðu til skiftistíðina.
Hann heldur, at tað kann
vera tí, at teir ikki hava skilt,
hvussu landið liggur.
–Støðan er tann, at okk-
ara uppskot um eina skift-
istíð upp á 15 ár, har blokk-
stuðulin stigvíst lækkar,
hevði kostað danska ríkin-
um um sjey milliardir.
– Men skal blokkstuðulin
halda fram óbroyttur tey
næstu 20 árini, fer tað at
kosta ríkinum einar 26
milliardir.
–Sostatt hevði ríkiskassin
spart einar 19-20 milliardir,
bara upp á 20 ár, við at tikið
av okkara uppskoti, sigur
Høgni Hoydal.
Hann heldur tað tí vera
løgið, at danska stjórnin ikki
vil geva okkum eina rími-
liga skiftistíð.
Sjálvur ivast hann ikki í,
at orsøkin er, at teir vilja
varðveita ríkið sum tað er,
hvussu víkir og vendir.
Og hann skilir væl, at
Poul Nyrup Rasmussen ikki
er fegin um at ríkið verður
syndrað í hansara stjórnar-
tíð, tí tað vil ongin ríkisleið-
ari.
– Alt annað vildi verið
ábyrgdarleyst av honum, tí
tað hevur stóran týdning
fyri støðu Danmarkar í al-
tjóða samfelagnum at hava
eitt stórt ríki.
Hava bundið seg
Men hetta hevur kortini ikki
vikað Høgna Hoydal í
trúnni um at tá ið av tornar,
fáa eina rímiliga avtalu.
–Í eini avtalu við okkum
frá 1998, hava danir bundið
seg til at stuðla okkum í
atskapa grundarlagið fyri
einum sjálvberandi búskapi.
– Tí mugu vit brúka
næsta samráðingarfund til
at greina út, hvat krevst fyri
at skapa eitt trygt grund-
arlag undir einum sjálvber-
– Tað er ongin ivi um, at
Poul Nyrup Rasmussen
roynir at ræða føroyingar
frá at taka fullveldi, sigur
Høgni Hoydal
–Nú ræður um ikki at standa stinn. Vit mugu fáa revolvaran niður aftur í slíðran og tosa saman sum vaksið fólk, sigur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fullveldismálum
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað eru fleiri og fleiri sum
finnast at ætlanunum hjá
Tórshavnar Býráð at byggja
eina nýggja ítróttarhøll uppi
við skúlan í Hoyvik.
Áður hevur Lærararáðið
á skúlanum mótmælt
Men nú taka foreldur at
teimum børnum, sum ganga
í skúlan,“ eisini um endan.
Høllin skal byggjast á
stykkinum ímillum skúlan
og Vegin Langa.
– Tað er tann reini, blanki
ørskapur at byggja eina ítr-
óttarhøll ímillum skúlan og
vegin, sigur Thordur Thor-
steinsson, sum er formaður
í foreldrafelagnum í Hoy-
víkar skúla.
Hann sigur, at bæði for-
eldur og skúlaráðið hava
ferð eftir ferð víst á vandan,
sum skúlabørn dag og dag-
liga eru í, tí skúlavegirnir
eru so vánaligir.
Varðagøta við Skt. Frans-
skúlan er eitt klassiskt
dømi um, hvussu út av lagi
ein skúlavegur í Havn kann
vera, uttan at nakað verður
gjørt við tað.
– Tað sær tvørtur ímóti út
til, at støðan bara versnar.
Og at byggja eina ítrótt-
arhøll í millum Hoyvíkar
Skúla og Vegin langa er ør-
skapur, sigur formaðurin í
foreldraráðnum.
Hann sigur, at nógv for-
eldur hava vent sær til
hansara at kæra seg um
ætlanina.
Og nú fer foreldrafelagið
at taka málið upp.
Tað hendir á fundi í for-
eldrafelagnum týskvøldið.
Og Thordur Thorsteins-
son ivast ikki í, at úrslitið
av hesin fundinum verður
at foreldrafelagið fer at mót-
mæla ætlanini.
Missa børnini úr eyg-
sjón
Hann vísir á, at Vegurin
Langi er ein tann vegurin í
Havn, sum hevur mestu
ferðsluna.
Og hann er longu ein út
av lagi vánaligur skúlaveg-
ur, sum er. Ikki bara tí, at
bilarnir eru nógvir í tali, og
teir koyra skjótt.
Thordur Thorsteinsson
sigur, at hann hevur sjálvu
melda persóinbilar, sum
hava yvirhála býbuss á Veg-
num Langa við Skúlan.
Men hartil er hartil ógvu-
liga illa upplýstur.
– Verður
ítróttarhøllin
bygt, fer ferðslan harafturat
at økjast munandi.
Hann sigur, at eftir teim-
um upplýsingum, hann hev-
ur fingið eru parkeringsvið-
urskiftini við høllina vána-
lig, og ikki minst tað hevur
loypt ótta á okkum, tí vandi
er fyri, at bilar fara at standa
hvar sum helst.
Formaðurin í foreldrafel-
agnum sigur, at verður høll-
in bygt, fer tað tí at gera
umstøðurnar hjá børnunum
nógv verri.
– Vit skulu eisini minnast
til, at talan er um smá børn.
– Og verður høllin bygt,
verður tað eisini ómetaliga
trupult hjá lærarunum at
halda eyguni við børnunum
í fríkorterunum, sigur hann.
∆
Foreldur mótmæla nýggju ítróttarhøllini í Hoyvík
– Tað er ørskapur at byggja ítróttarhøll beint framman fyri skúlan, tí tað fer at seta børnini í
stóran vanda, sigur formaðurin í foreldrafelagnum í Hoyvíkar skúla
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
3 ára garanti/100.000 km. garanti
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós framman, kúfangarar í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Multibilurin
til einhvørja loysn
ROYN HENDAN
SERA VÆLUMTØKTA BILIN
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og "mini-
bussur"
EINANS
225.800,-
Fæst eisini sum vøruvognur
187.800,-
EINANS