leygardagur 27. mai 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
HØGNI MOHR
Tórskvøldið varð roknskap-
urin hjá Tórshavnar Havn
fyri 1999 lagdur fyri bý-
ráðslimirnar í høvuðsstað-
num. Bæði nevndarlimirnir
í havnarnevndini við Tór-
finni Smith á odda og bý-
ráðslimirnir annars hava or-
søk at vera nøgdir.
Inntøkurnar í fjør hækk-
aðu umleið 10 prosent í
mun til árið fyri.
Seinastu trý árini hava
inntøkurnar hjá Tórshavnar
Havn verið hesar:
1997 - 24,7 milliónir
1998 - 26,6 milliónir
1999 - 29,3 milliónir
Fleiri vørugjøld
Á leið helvtin av inntøku-
num er vørugjald. Annar
stórur partur er havnar- og
brúgvargjald, sum skip og
bátar rinda, og triðja stóra
inntøkukeldan er leigugjald
fyri bygningar og havnar-
øki, ið er einar 6 milliónir.
Ymiskar orsøkir eru til
stóra
inntøkuvøksturin.
Greitt er kortini, at vøru-
gjaldið, sum er álítandi bar-
ometur fyri búskaparstøðið
landsins, er hækkað mest.
Serliga tí innflutningurin er
vaksin munandi seinastu
tíðina.
Bílig útbygging
Fastar og leysar rakstrarút-
reiðslur hjá Tórshavnar
Havn vóru í fjør o.u. 10
milliónir. Sløku 20 millión-
irnar, ið lógu eftir, verða í
høvuðsheitum brúktar til ta
stóru molabreiðkanina.
Hetta arbeiðið verður
munandi bíligari at gera,
enn hildið varð tá ið tað varð
boðið út. Kostnaðurin varð
mettur til einar 60 milliónir,
men tá ið tilboðini vórðu
latin upp, vóru øll betur enn
væntað. Staðfest varð, at ar-
beiðið »bert« fer at kosta
góðar 40 milliónir.
Avlop til havnina
Tá ið tað gongur væl fíggj-
arliga hjá Tórshavnar Havn,
er tað bert havnin (ikki
Havnin), ið fær beinleiðis
ágóðan
av
møguligum
avlopi. Peningur verður ikki
fluttur til onnur kommunal
øki.
Í havnarnevndini verður
hildið, at um útbyggingar-
nar vóru at enda komnar, so
hevði tað kanska fløtt í
havnarkassanum.
Men
neyðugt er eftir øllum at
døma at fremja framhald-
andi útbyggingar og um-
vælingar, tí tørvurin á atløg-
uplássi og havnarøki vekst-
ur og broytist so hvørt.
Neyðugt er at hava pláss til
skip og serliga bingjur, ið
eru vornar fleiri í tali.
Byggja í Nýhavnini
Havnanevndin arbeiðir í løt-
uni við at skipa økið á keiini
av nýggjum. Greitt er, at
nýggi molin verður bingju-
pláss burturav. Hetta gevur
frípláss á tí innaru, so-
nevndu Nýhavnini, har
bingjurnar nú standa. Ís-
lendska Eimskip er eitt av
flutningsfeløgunum,
ið
kanska fer at byggja sær
farmagoymslu á tí økinum
Ongar aðrar ítøkiligar ella
alment kendar ætlanir eru í
løtuni um størri út- ella um-
byggingar á økinum hjá
Tórshavnar Havn.
HØGNI MOHR
Tórfinn Smith, formaður í
havnarnevndini í Tórshavn,
er ikki í iva. Oljufeløgini
fara av egnum áhuga at leita
sær til Havnar. Orsøkina
heldur hann vera, at høvuðs-
staðurin hevur nógv mest at
bjóða á tænastuøkinum.
- Okkar styrki fram um
aðrar er, at samlaða tænas-
tuútboðið er so stórt. Og vit
fara at gera tað, sum stendur
í okkara valdi at nøkta tørv-
in hjá oljufeløgum, um olj-
uvinnan verður veruleiki.
Men vit renna ikki avstað
beinanvegin við spaka og
sementi. Fyrst skulu vit vita,
hvønn tørv feløgini hava,
sigur Tórfinn Smith, sum
heldur tað vera klókast at
gera ítøkiligar íløgur so
seint sum gjørligt til tess at
sleppa undan at binda pen-
ing í óvirknar íløgur.
Sund er egnað
Úr øllum herðashornum
hoyrast røddir, ið tala fyri
júst sínum øki í sambandi
við oljuvinnu. Firðir og
sund verða dúgliga róst, og
stórur dentur verður lagdur
á at greiða frá, hví júst tann
ella tann fjørðurin er best
egnaður sum oljuhavn.
Men formaðurin í havn-
arnevndini í Havn heldur
tað ikki vera nakra loynu,
at økið á Sundi er væl egn-
að; serliga tí virksemið hjá
oljufeløgunum á hendan
hátt fer at vera so tætt við
Tórshavn.
- Ein og hvør vinna vil
virka har, ið best liggur fyri
at vera. Ætlar tú tær t.d. at
hava kiosk, so setir tú ki-
oskina upp, har ið bestu út-
litini eru fyri, at hon fer at
bera seg, heldur Tórfinn
fyri.
Gott samband
Sambært Tórfinn leggja
myndugleikarnir í Havn
stóra orku í at vera fyrireik-
aðir til oljuvinnuna. Komm-
unalu oyrini í høvuðs-
staðnum standa á tambi, tá
ið útlendsku oljufeløgini
gera vart við tørv sín á tæn-
astum.
Og Tórfinn Smith stað-
festir, at Tórshavnar Býráð
hevur gott samband við hesi
feløg.
Tórshavnar Havn
hækkandi inntøkur
VØKSTUR. Ein inntøka á slakar 30 milliónir í fjør hevur við sær, at Tórs-
havnar Havn verður betri før fyri at fremja íløgur í framtíðini
Oljan til Havnar
OLJUKAPPINGIN. Størri tænastuútboð í Tórshavn hevur sambært Tórfinn
Smith við sær, at oljufeløg av sær sjálvum fara at vera áhugað í at vera so
tætt høvuðsstaðnum, sum gjørligt
Tórfinn Smith, formaður
í Tórshavnar Havn
Havnarútbyggingin í Havn gjørdist munandi bíligari enn væntað, og hetta lættir munandi um fíggjarstøðuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Leygardagin og sunnudag-
in fer bretin Nigel Allcoat
at hava konsertir í Føroy-
um. Byrjað verður leygar-
morgunin við eini orgul-
matiné í Christianskirkjuni
í Klaksvík. Síðani skal
hann spæla sunnumorgunin
undir
gudstænastuni
í
Havnar kirkju. Í kirkjunum
spælir hann uttan stumm-
filmin. Tann stóra konsert-
in, klaverimprovisatiónin,
har stummfilmurin sam-
stundis verður vístur, verð-
ur sunnudagin kl. 16.00 í
Norðurlandahúsinum.
Nigel Allcoat (f. 15/3
1950) er kendur sum ein av
fremstu improvisatørum á
orgul og klaver í Onglandi.
Hann er m.a. útbúgvin á
London Royal School of
Church Music og á Con-
servatorio Santa Cecilia í
Rom. Her var hann tann
síðsti klavernæmingurin
hjá tí kenda Germani.
Seinni hevur hann eisini
útbúgvið seg hjá Piet Kee,
Anders Bondemann, Andre
Isoir o. ø.
Fjølbroyttur snillingur
Sum 16 ára gamal spældi
Nigel Allcoat t.d. klaver-
konsertina hjá M. Tippets í
Keypmannahavn. Seinni
hevur hann luttikið í dóm-
arapanelum undir kapping-
um, og undirvíst á master-
classes runt um í heimi-
num. Hann hevur havt eitt
ótal av konsertum, sum
mangan eisini eru útvarp-
aðar. Í 1988 bleiv hann sett-
ur í starv sum gestalærari í
improvisatión við konserv-
atoriið í Manchester. Hetta
starv var nýtt — tað fyrsta
av sínum slag - og serliga
ætlað Nigel Allcoat. Hann
hevur fingið sera lagaligar
undirvísingar umstøður við
universitetini í Oxford og
Cambridge, umframt eitt
gestaprofessorat við Kon-
servatoriið fyri Kirkjutón-
leik í Dresden. Haraftrat
undirvísir hann á Internati-
onal Summer Organ Cons-
ervatoire, sum liggur hon-
um serliga nær at hjarta.
Har samarbeiðir hann við
m. a. Piet Kee, Ewald Koi-
man, Ulrik Spang-Hans-
sen.
Nigel Allcoat hevur fing-
ið sera góð ummæli fyri
sínar improvisatiónsfløgur.
Ein kom út í 1993 og ein í
1996. Eisini hevur hann
givið fløgu út við enskum
og fronskum barokktón-
leiki. Hann hevur haraftrat
framleitt 2 pedagogiskar
fløgur um improvisatión og
aðrar fløgur. Umframt im-
provisatión so er hann sera
áhugaður í gomlum tón-
leiki og ljóðførum. Tískil
hevur hann fingið eitt sera
tætt samarbeiði við tann
franska orgulsmiðin Bern-
hard Aubertin, sum serliga
hevur lagt seg eftir at
byggja barokkorgul.
Umframt at virka sum
pedagogur, solistur og akk-
Klaverkonsert aft-
ur við stummfilmi-
num Jeanne d´Arc
ompagnatørur er hann 1.
dirigentur hjá einum frá-
líkum kóri í Hinkley.
Nigel Allcoat er sera
fjølbroyttur og hevur eini
serlig evni at ”blíva eitt”
við ljóðførið, sum hann
spælir á, og at fáa sjálvt
eitt lítið og einfalt orgul at
ljóða upp til sítt besta.
Jeanne d´Arc eitt
stórverk í filmssøguni
Filmurin ”Jeanne d´Arc”
er frá 1928. Tað er Carl
Th. Dreyer, sum hevur
gjørt filmin. Í søguligum
samanhangi hevur hesin
filmurin fingið umdømi,
sum ein tann best spældi
langi
stummfilmurin
nakrantíð. Tað framúr-
skarandi
myndamálið
bergtekur enn í dag
hyggjaran, og staðfestir
at filmurin er eitt stórverk
í filmsøguni. Filmurin er
um ”prosessina” og av-
rættanina av tí ungu
fronsku gentuni ”Jeanne
d´Arc”. Við óteljandi
nærmyndum
skapar
Dreyer eina skelkandi
sálarliga nærveru. Einfalt
kvinnuhatur og religøst
hyklarí ger avrættanina
av Jeanne (1412 —
1431) til eitt martyrium,
tá hon ofrar seg fyri Gudi
og Føðilandið. Longu
sum
barn
hoyrdi
bóndadóttirin
Jeanne
(Jomfrúgvin frá Orleans)
røddir, sum bóðu hana
um at gerast Guds
amboð. Heim hennara
var sora av bretum, men
einki kundi vika hennara
samband við Harran.
Eftirtíðin hevur minst
hana, sum tann sakleysa,
ið var ofrað av sínum
egnu í einum kyniskum
valdsspæli. Tann viður-
kendi enski pianisturin
Nigel Allcoat er ein av
teimum fáu, sum dugir
listina til lítar at improv-
isera til ein stórfingnan
film sum hendan.
Søgan um Jeanne d´Arc
er eisini áhugaverd í dag.
Nevnast kann, at júst í hes-
um døgum verur ein
nýggjur filmur, sum er
gjørdur í Hollywood, um
Jeanne d´Arc vístur í
filmshallum runt um í
heiminum. Nú er so eisini
møguleiki at síggja og
uppliva tann gamla filmin.
Ferðin til Føroya hevur
verið undir fyrireiking í
yvir eitt ár. Í fjørsummar
var danska Karin Jürgen-
sen, sum er samskipari hjá
Nigel Allcoat, í Føroyum
og vitjaði ymsastaðni har
møguleiki kundi verið at
hildið konsert. Úrslitið er
at Norðurlandahúsið hevur
fyriskipa hesar tríggjar
konsertirnar í Klaksvík og
Havn. Nigel Allcoat hevur
haft tilsvarandi klaverimp-
rovisatiónir saman við
filminum ”Jeanne d´Arc”
bæði í Danmark og Týsk-
landi.
FRÓÐI LØKSÁGARÐ
Mikudagin var fundur mill-
um Føroya Arbeiðarafelag
og starvsfólk á gistingarhús-
um og matstovum. Á fund-
inum var tosað um møgu-
leikan fyri at fáa hesi starvs-
fólkini innlimaði í Føroya
Arbeiðarafelag, og harvið
eisini fáa teirra sáttmálavið-
urskifti uppá pláss.
Øll hava krav
uppá ein sáttmála
Í løtuni er hesin starvsbólk-
ur uttan nakað fakfelag. Eft-
ir hvat skilst eru tað nøkur
fólk innan hesa vinnuna,
sum hava heitt á Føroya Ar-
beiðarafelag um at gerast
limir, soleiðis at tey koma
at arbeiða undir sáttmála.
Ingeborg Winther forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelag
heldur tíðin er komin til at
fáa viðurskiftini hjá hesum
starvsfólkum í rættlag. -Vit
skriva ár tveytúsund nú, so
tað er minsta krav, hjá ein-
um hvørjum tímaløntum at
vera limur í einum fakfelag
og arbeiða undir einum sátt-
mála.
Ingeborg Winther vil vera
við at tað fyrst og fremst
eru leiðslurnar fyri tey stóru
gistingarhúsini og matstov-
urnar sum liggja í buktini.
Sum er nú er tað bara tað
eina gistingarhúsið í landi-
num sum hevur sáttmála við
síni starvsfólk, og tað er
Hotel Vágar. Hesin sáttmáli
er meiri enn 10 ára gamal.
Hotel Vágar
er undantakið
Sáttmálin kom í lag eftir at
flogvøllurin lá lamin av
verkfalli og somuleiðis Hot-
el Vágar. Flogfelag Føroya
noyddist upp í Føroya Ar-
beiðsgevarafelag fyri at fáa
loyst trætuna. Av tí at Flog-
elag Føroya eisini eigur
Hotel Vágar, so fylgdi hetta
eisini við, og starvsfólkini
gjørdist limur í Føroya Ar-
beiðarafelag. Stjórin á Hotel
Vágum Uni Danielsen, sum
eisini er fyrrverandi for-
maður í Gistingarhúsfelag-
num, sigur at so vítt hann
veit, eru starvsfólkini á Hot-
el Vágum vælnøgd við
henda sáttmála Sáttmálin,
sum er ein sersáttmáli mill-
um Hotel Vágar og Føroya
Arbeiðarafelag, er í høvuðs-
heitum tann sami, sum sátt-
málin millum Føroya Ar-
beiðarafelag og arbeiðsgev-
arafelagið, umframat ym-
iskar viðbøtur.
Av tí tað at tað ikki eru
øll starvsfólkini sum standa
saman um ynski at blíva
innlimaði í fakfelag, verður
ført fram, at summi av teim-
um føla seg hótt av sínum
arbeiðsgevara, og eru bang-
in fyri at vera søgd úr starvi,
um tey fara at seta fram
krøv um sáttmála og harvið
helst eisini hægri løn. Hetta
vísur Johan Restorff, stjóri
á Hotel Hafnia, aftur uppá
tað sterkasta, hann sigur at
teir hava aldrin sett fram
hóttanir móti fólki sum hava
ynkst at blivið organiseraði.
Tíð uppá at polit-
ikararnir vakna
Ingeborg Winther heldur
eisini at tað er tíð uppá at
poltitikararnir sum siga seg
varða av teimum tímaløntu
vakna. -Hesir menn ganga
mangan út á matstovur í
samband við sítt arbeiði.
Teir áttu at hugsa seg um,
og boykotta hesi støð, til
rættindini hjá arbeiðsfólku-
num vóru fingin í rættlag,
sigur Ingeborg sum ger vart
við at hetta er hennara per-
sónliga áheitan
Gistringarhúsfelagið
eitt áhugafelag
Aðalfundur var í Gistingar-
húsfelagnum fyri viku síð-
ani, har partar av nevndini
stóðu fyri vali. Formaðurin,
Uni Danielsen, ynksti ikki
afturval. Enn hevur nýggja
nevndin ikki skipa seg, men
fundur um hetta, verður
fyrst í komandi viku, og tá
verður málið um møguligar
sáttmálar viðgjørt. Sum nú
er, er Gistingarhúsfelagið
bara eitt áhugafelag, og hev-
ur einki við sáttmálasam-
ráðingar at gera.
Johan Restorff, nevndar-
limur, sigur tó, at málið um
sáttmálar er úti hjá teimum
einstøku limunum til um-
røðu. Johan Restorff sigur
víðari at skal sáttmáli gerast
fyri starvsfólk innan gist-
ingarhús og matstovuvinn-
una, so er umráðandi at
hann umfatar øll, eisini tey
støð har veitslur og onnur
líknandi tiltøk vera hildin,
og ikki bara nakrar fáar
matstovur og gistingarhús.
Væntandi fæst meiri at vita
um hetta mál tá nevndar-
fundur hevur verið í Gist-
ingarhúsfelagnum í kom-
andi viku.
Fundur við starvsfólk á gist-
ingarhúsum og matstovum
Í løtuni eru flest øll sum starvast innan gistinaghús og
matstovuvinnuna uttan sáttmála