leygardagur 27. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Løgmaður stuðlar fakfeløgunum
Løgmaður hevur tikið upp málið um samsýning fyri nevndararbeiði hjá tí almenna
EIRIKUR LINDENSKOV
Í skrivi til Starvsmanna-
felagið hevur løgmaður
boðað frá, at hann er samd-
ur við fakfeløgunum í, at
greiðar reglur mugu vera
fyri,
hvussu
nevndar-
arbeiði hjá tí almenna
verður samsýnt. Hetta
verður gjørt í sambandi
við, at arbeiðsbólkurin, ið
skal gera uppskot um
barnsburðargrunn ikki fær
virkað, tí at hesi viðurskifti
ikki eru í lagi.
Løgmaður sigur, at hann
í hesum sambandi hevur
havt fund við Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráðharra
um málið. Á hesum fundi
varð gjørt av, at Fíggjar-
málastýrið skuldi lýsa við-
urskiftini nærri, soleiðis at
ein avgerð kann takast um,
hvussu nevndararbeiði hjá
tí alemenna verður sam-
sýnt. Løgmaður roknar tí
við, at viðurskiftini skjótt
verða fingin í eina fasta
legu.
Hernaðar-
kanning
hevur skund
Líkt er til, at myndugleikarnir í Russlandi
eru í ferð við at lata hurðarnar aftur til
sínar skjalagoymslur. Tí hava skjalrann-
sóknirnar í Eysturevropa, sum skulu lýsa
leiklut Føroya undir kalda krígnum, skund,
upplýsir løgmansskrivstovar
DÁNJAL HØJGAARD
Tá
Sovjettsamveldið
skrædnaði og fór í søg-
una, vóru skjalagoymslur-
nar latnar upp fyri søgu-
granskarum og øðrum,
sum høvdu áhuga at
grópa í sovjettisku fortíð-
ini.
Men ábendingar eru
um, at russisku myndug-
leikarnir eru farnir at tátta
í aftur, so at møguleikar-
nir fyri skjalainnliti verða
skerdir í komandi tíðum,
sigur Sigmund Isfeld,
fulltrúi á løgmansskriv-
stovuni. Tískil hevur tað
skund at fáa kanningina í
eysturevropa setta í verk,
sigur fulltrúin
Fyrsta stigið verður at
gera ein arbeiðssetning
fyri kanningina, sum
verður eitt framhald av ar-
beiðinum við Svørturbók.
Og samstundis skal gerast
eitt tilmæli til løgmann
um, hvussu tað er skila-
best at skipa tað fram-
haldandi
kanningarar-
beiðið.
Hernaðarkanningin fer
hesaferð at liggja bein-
leiðis undir løgmans-
skrivstovuni. Tær rann-
sóknir, sum hava verið
gjørdar higartil, vóru
skipaðar undir einum ser-
ligum stýrisbólki. Men
hesin bólkur virkar ikki
longur.
Løgtingið hevur í ár
játtað 400.000 krónur til
skjalrannsóknir í eystur-
evropa.
Kanningarnar
skulu royna at lýsa, hvønn
týdning Føroyar høvdu í
sovjettiskum uttanríkis-
og trygdarpolitikki undir
kalda krígnum, so at tað
fæst ein meira fullfíggjað
mynd av søgu Føroya
undir kalda krígnum.
Íslendskar ellissúkklur aðalfund í Føroyum
20 íslendingar á ellismotor-
súkklum komu til Føroyar
við Norrönu í gjár. Ørindi
teirra eru at halda aðalfund-
in hjá felag teirra í Føroy-
um.
Tað er vanligt hjá hesum
felag at fara út at ferðast við
aðalfundinum, og hesaferð
hava tey gjøgnum felagið
Føroya Ellisakfør skipað
fyri fundinum í Føroyum.
Íslendsku gestirnir fara
avstaðaftur við Norrönu til
Íslands mikudagin.
20 limir í íslenskum ellismotorsúkklufelag komu í gjár til Føroya at halda aðalfund felagsins
Mynd: Jens Kr. Vang
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 101 - 27. mai 2000
Koralbók til føroysku sálmabókina
Í handlarnar eru komnar tvær bøkur, ið Føroyskt Kirkjumál hev-
ur givið út. Onnur er Sálmaløg Føroya Kirkju, ið er koralbók, ið
Knút Olsen og Zacharias Sørensen hava lagt til rættis. Hin Trú-
arjáttan føroysku fólkakirkjunnar, har Hans Jacob Joensen,
bispur, hevur lagt týðingararbeiðið úr hondum
Í bókini Trúarjáttan føroys-
ku fólkakirkjunnar hevur
Hans Jacob Joensen týtt, og
hann hevur millum annað
rent seg í trupulleikan við,
at okkum á føroyskum við
hvørt vantar ymsik heiti
Bjarni Bæk,
dómpróstur,
takkaði teim-
um báðum
Knút Olsen
og Zacharias
Sørensen fyri
arbeiðið, ið
teir hava
lagt í bókinia
við sálma-
løgum, og
nevndi hetta
satt pioner-
arbeiði
Hans Jacob Joensen, ið hevur týtt trúarjáttanir til føroysku fólkakirkjuna, Bjarni Bæk,
formaður í forlagnum Føroyskt Kirkjumál, Knút Olsen, ið sjálvur annar hevur lagað til
koralbókina, Marna Olsen, skrivstovukvinna, Zacharias Sørensen, koralbókin, og Svenning
Tausen, ið hevur verið til hjálpar við rættlestri og øðrum
DAGFINN OLSEN
Í bókabúðirnar eru komin
tvey stórfingin bókaverk, ið
forlagið Føroyskt Kirkju-
mál hevur givið út. Forlagið
varð stovnað í tríatiárunum
og hevur til endamáls at
geva út bøkur við kirkjulig-
um endamáli.
Í samband við bókaútgáv-
urnar var samkoma hósdag-
in, har bøkurnar vórðu lagd-
ar fram. Onnur bókin er
stórhending í sjálvum sær.
Hon hevur verið longi á
veg, men tað er eisini stór-
arbeiði, ið liggur aftanfyri.
Á heysti 1992 settust teir
báðir
Knút
Olsen
og
Zacharias
Sørensen
at
leggja til rættis lagasavn til
alla sálmabókina og nu fyri-
liggur Sálmaløg Føroya
Kirkju, eisini nevnd Koral-
bókin.
Bjarni Bæk, dómpróstur
og harvið formaður fyri for-
lagnum Føroyskt Kirkju-
mál, segði í samband við
bókaútgávurnar, at Knút Ol-
sen og Zacharias Sørensen
her hava framt rættiligt pio-
nerarbeiði. Tørvur hevur
verið á, tí áður hevur t.d.
Den Danske Koralbog verið
nýtt, umframt ymisk hefti,
ið hava verið givin út og
sum víst hevur verið til.
Í fororðinum siga Knút og
Zacharias m.a., at tørvur
hevur verið á lagasavnið til
løgini í sálmabókini, ið
kundi miðsavna føroyskan
sálmasong og gera tað sjálv-
sagt og lættari at brúka før-
oysk sálmaløg. Teir hava
kannað, hvussu slíkar bøkur
eru lagdar tilrættis í øðrum
londum og hava sett sær
nakrar meginreglur. M.a.
skulu øll løg, sum vanliga
verða sungin í kirkjum okk-
ara, vera í bókini, uppruna
satsirnir skulu nýtast, um til
ber, og øll nýtilig føroysk
sálmaløg hava framíhjárætt.
Ymiskt
hevur
verið,
hvussu hevur gingist at
finna upprunaløg. Onktíð
endaði leitingin í blindum.
Í bókini eru í alt 453 løg.
Harav eru 93 føroysk. Gom-
ul føroysk sálmaløg telja
36, tey yngru 56. Hans Ja-
cob Højgaard eigur 16,
Knút Olsen 11 og Sámal
Petersen 5 løg. Í 236 førum
Myndir: Dagfinn Olsen
er talan um sama stev. Tað
merkir, at sama lag kann
nýtast í fleiri førum.
Teir báðir hava ikki lagt
seg eftir at verið nýskap-
andi, men hava lagt seg eftir
at nýta tilfarið, ið verður
nýtt kring landið.
Eitt, ið mangan hevur
gjørt tað trupult at spælt før-
oysk sálmaløg er, at talan
oftast hevur verið um kór-
satsir og ikki nótar at leika
urgu eftir, men við nýggju
bókini er vunnið á hesum
trupulleika hjá urguleikar-
um.
Knút og Zacharias hava
fingið hjálp frá fólki og
urguleikarum kring landið.
Serliga hava teir hug at
nevna Hera Eysturlíð, ið
hevur hugt alt ígjøgnum og
snøggað. Hans Erland í
Brekkunum hevur bólkað
eftir stevi og Oddvør Johan-
sen spælt ígøgnum, tá talan
hevur verið um at royndar-
syngja.
Her hevur t.d. verið talan
um, at roynt hevur verið at
sett løgini einar tveir tónar
niður, tí fólk ofta hava
gramt seg um, at kirkju-
songurin er ov høgur. Tað
vísti seg tó, at løgini mátti
setast ein til tveir tónar upp-
aftur, tí annars gjørdist ov
lágt.
Bjarni Bæk legði á
samkomuni hósdagin dent
á, at eingin sigur, at Den
Danske Koralbog nú skal
leggjast burtur. Tað stendur
øllum frítt at brúka nýggju
bókina, ella ikki.
Hann nevndi eisini, at hó-
ast teir nú hava havt evsta-
mark í eini 2 ár, so er at
fegnast um, at bókin kemur
nú, ið tað verður hátíðar-
hildið, at fólk hava hildið
guðstænastur í 1000 ár.
Í samband við nýggju ko-
ralbókina, er alt arbeiðið
gjørt í Føroyum. Hon kom
í bókabúðirnar nakað eftir
páskir og er prentað í 800
eintøkum.
Trúarjáttanir
Umframt Koralbókina, so
er onnur bók eisini komin
frá Føroyskt Kirkjumál.
Talan er um bókina
Trúarjáttan føroysku fólka-
kirkjunnar.
Hans Jacob Joensen,
bispur, hevur latið týðingina
úr hondum og hann sigur í
formælinum, at óivað hava
fleiri saknað, at tær skriftir,
ið eru bindandi fyri trúgv
og læru fólkakirkjunnar,
ikki eru á føroyskum máli.
Í bókini eru tær sonevndu
vanligu ella samkirkjuligu
trúarjáttanirnar,
Augs-
burgska trúarjáttanin og
Lítla Katekismus hjá Dr,
Martin Luther.
Hans Jacob Joensen takk-
ar í formælinum Regini
Dahl fyri loyvi at læna týð-
ing faðir hansara, Jákup
Dahl, av Ápostólsku trúar-
játtanini og Lítlu Katekis-
mus.
Bjarni Bæk segði í sam-
band við bókaútgávuna, at
dentur hevur verið lagdur á
at fáa bókina út í ár. Talan
er um guðstænastutekstir
og hann helt eisini vera na-
túrligt, at kirkjan hevur sítt
grundarlag á egnum máli.
Hans
Jacob
Joensen
segði, at hetta er hansara
fyrsta týðing og at ikki altíð
er lætt at týða, tí okkum
vantar ofta heiti á føroysk-
um. Sum vanligt er hjá
kirkjuni, verður týtt úr
frum- ella upprunamálu-
num.
GSM • NMT 450
Sosialurin - 311820
NOKIA 3210
Kr. 1.895.-
GSM
NOKIA 6150
Kr. 3.195.-
GSM
NOKIA 650
Kr. 3.995.-
NMT
450
NOKIA 640
Kr. 2.995.-
NMT
450
NOKIA 8210
Kr. 4.295.-
GSM
NOKIA 8850
Kr. 6.645.-
GSM
NOKIA 7110
Kr. 3.495.-
GSM
BYRJUNARPAKKI TIL TÍNA
NOKIA FARTELEFON:
Taska, head-set og billøðari
EINANS
kr. 278,-
Sosialurin - 311820
iÝ f¾st "AltjÝa roykfra dagin" mikudagin tann 31.05.00
Tjaldurs Apotek Trshavn, Tjaldurs Apotek Runavk,
NorÝoyar Apotek og SuÝuroyar Apotek
LEGG-AV PAKKANUM
Í legg-av pakkanum er:
1 pk. nikotin tyggigummi.
1 pk. odeomint bomm.
1 vegleiÝing viÝ nàtslu av
nikotintyggigummi.
1 vegleiÝing til hvussu ein
kann leggja av.
Gott h¿vi
at leggja av
viÝ
Pakkin kostar 25,- kr., og f¾st ¿llum apotekum tann 31.05.00.
TaÝ er TubbaksrÝiÝ, saman viÝ Apotekinum, iÝ skipar fyri hesum
tiltakinum. Endamálið við tiltakinum, er at geva roykjarum
eitt gott høvi at leggja av at roykja.
Navn:
BstaÝur:
Lat lepan inn
á apotekið, og fá ein
LEGG-AV PAKKA
ApotekiÝ hevur saman
viÝ tubbaksrÝnum eisini
gj¿rt ein faldara sum
tàÝuliga greiÝir fr
hvussu ein kann hjlpa
s¾r sjlvum til at leggja
av. Hesin faldari er Legg-
av Pakkanum, og f¾st annars
Apotekunum krig landiÝ.
ViÝ at lata lepan inn
eitt av apotekunum,
f¾rt t ein LEGG-AV
PAKKA. ApotekiÝ
hevur pakka umleiÝ
1000 pakkar til t-
flggjan hendan
dagin til tey, iÝ
hava hyggja at
leggja av at roykja,
Altjóða roykfría
dagin, mikudagin
tann 31.05.00.
Sosialurin - 311820