Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SVEINUR TRÓNDARSON - Eg eri samdur við teimum í, at tað er á ógvuliga djúp- um vatni, men kavararnir hava sjálvir sagt, at trygdin er í lagi, og eg trúgvi teim- um, sigur Heri Andreassen, fyrireikari, í sambandi við, at fleiri, sum kenna til kav- ing, halda tað verða óða- mannaverk, at fara á so djúpt vatn. Heri Andreassen vísir á, at Kavaraverkætlan 2000 hevur gjørt eitt stórt kann- ingararbeiði, sum gav tað úrslit, at tað ikki er nøkur lóg, sum forðar teimum í at takast við tað teir gera, og at tað heldur ikki vera sett serlig trygdarkrøv í sam- bandi við kavingina. - Kortini hava vit sett okk- um í samband við Vaktar- og Bjargingartænastuna um trýstkamari og vit hava eis- ini tosað við myndugleik- arnar um tyrluna, um so er, Kavararnir nøgdir við trygdina Heri Andreassen, fyrireikari: Maðurin, sum av fyrstan tíð tók stig til kavingina eftir Jólaskipinum, vísir aft- ur, at trygdin hjá kavarunum ikki er í lagi. — Kavararnir hava sjálvir góð- kent trygdarviðurskiftini, og tá teir hava royndir at kava á djúpum vatni, so góðtaki eg tað, sigur Heri Andreassen at tað gerst brúk fyri henni. Hetta siga donsku kavarar- nir er nóg mikið, og teimum trúgvi eg, tí teir vita hvat teir tosa um, tí teir hava kav- að á sera djúpum vatni fyrr, sigur Heri Andreassen. Onkur av kavarunum hev- ur verið á 132 metra dýpið fyrr, og í tí førinum stóð nærmasta trýstkamar longri burtur enn tað ger í dag, leggur hann afturat. Ikki vinnuligt Í lógini um vinnuliga kav- ing stendur, at kavar tú og fært løn afturfyri, ella gert tú eitt arbeiði fyri ein annan uttan løn, so er talan um vinnuliga kaving. Tí spurdu vit Hera, um hetta ikki er vinnulig kaving, nú hann hevur fingið danskar kavar- ar til Føroya. - Tað er tað ikki talan um, tí vit eru allir í sama bólki. Eg havi ikki fingið teir til Føroya at arbeiða fyri meg, men vit hava gjørt eina kav- araverkætlan, har vit allir eru við. Tá er ikki talan um vinnuliga kaving, greiðir Heri frá. Hann leggur afturat, at teir áðrenn teir fóru í holt við uppgávuna, gjørdu nógv fyri at kannað tann løgfrøð- iliga partin av tiltakinum, fyri at alt skuldi vera í lagi. - Vit hava jú fingið eink- arrætt frá Fiskimálastýri- num, at taka lutir frá skipi- num, sigur Heri. Men er tað so eisini or- søkin til at tit hava gjørt bólkin saman, ístaðin fyri at tú fekk menninar at koma til Føroya? - Tað er ein orsøk, sigur Heri Andreassen. Hann vendir aftur til trygdina og vísir á, at tað hevði verið ómøguligt, at havt trýstkamar á staðnum, tí umstøðurnar loyva tí ikki. Hitin skal vera støðugur og tað er hann ikki umborð á skipi, uttan alt verður so øg- iliga kostnaðarmikið. Aðrir høvdu gjørt tað sama Kortini skal tað ikki ljóða, sum eru hesir kavararnir teir einastu, sum glaðbeintir fara á hundrað metra dýpi. Aðrir kavarar, sum Sosi- alurin, hevur tosað við, at teir høvdu ikki farið niður á hatta dýpi við vanligari út- gerð, men høvdu teir ta út- gerðina, sum krevst, so høvdu teir ikki blunkað við, at farið niður. - Í mínum eygum er tað ikki alneyðugt at hava trýst- kamar nærhendis har kavað verður, tí fylgir tú teimum reglum, sum eru, og brúkar tú tær talvur, sum eru til slíkt endamál, so kemur tú bæði niður og uppaftur utt- an at fáa kavarasjúkuna, sig- ur ein teirra. Ein annar kavari sigur, at tað er ein spurningur um at vísa virðing fyri dýpdini, men at tað saktans lata seg gera. — Eg hevði í hvussu so ikki ivast, um eg fekk møguleikan. Tað er ikki oft- ari enn so, at eitt slíkt høvi býðst, men tað krevur sjálv- andi, at tú hevur røttu út- gerðina og at tú hevur virð- ing fyri reglunum fyri kav- ing, sigur ein annar kavari. Hvørgin teirra hevði ótt- ast fyri at kava, hóast trýst- kamar ikki er staðnum. Til seinast kunnu vit leggja afturat, at tað ikki er kostnaðarleyst at kava. Fyr- ireikararnir hava fingið nógvan stuðul frá ymsum fyritøkum. Heri Andreassen sigur, at teir hava fingið tað, sum svarar til 150 túsund krónur í stuðli, og tað eru teir takksamir fyri. — Annars hevði tað neyvan borið til at kava, sig- ur hann. Børn fáa foreldur at leggja av at roykja… EIRIKUR LINDENKSOV Í sambandi við altjóða royk- fría dagin, sum verður kom- andi mikudag 31. mai, skip- aði Tubbaksráðið fyri tekn- ikapping millum børn. Týs- dagin var freistin úti og komu inn 103 tekningar. Ein dómsnevnd við Páll Danielsen, Vár Jacobsen og Eli Smith hevur kosið tríggjar vinnarar. Í bólkinum upp til 7 ár vann Dagmar M. Winther í Havn. Í bólkinum upp til 10 ár vann Rasmus Steintórson í Klaksvík. Í bólkinum upp til 14 ár vann Barbara á Dunga í Havn. Í Almanna- og Heilsu- málastýrinum, sum vegna Tubbaksráðið hevur skipað fyri kappingini, fegnast tey um undirtøkuna, og vóna tey, at børnini við hesum tekningunum kunnu fáa for- eldrini at leggja av at roykja. Í bólkinum upp til 10 ár vann Rasmus Steintórson í Klaksvík Í bólkinum upp til 7 ár vann Dagmar M. Winther í Havn Í bólkinum upp til 14 ár vann Barbara á Dunga í Havn Tey, ið vilja síggja fleiri tekningar kunnu hyggja á heimasíðuna hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum: www.ahs.fo Kavararnir eru nøgdir við trygdina, sigur Heri Andreassen 11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 101 - 27. mai 2000 Kavingin eftir jólaskipinum: Ørskapur at fara so djúpt Fólk, sum kenna til kaving, siga, at tað er ørskapur at kava á 100 metra dýpi. Kavararnir kunnu seta seg sjálvar í beinleiðis lívsvanda, við at fara á slíkar dýpdir, sigur Jens Mortensen, sum er instruktørur á kavaraskúlanum hjá donsku marinuni SVEINUR TRÓNDARSON Fyrrapartin í gjár fóru kav- ararnir fyri fyrstu ferð niður eftir vrakinum av jólaskipi- num, sum liggur á umleið 90 metra dýpi. Av tí, at kav- ararnir ikki vóru á rættari kós, komu teir heilt niður á 95 metra dýpi, og hjá teim- um, sum kenna til kaving, er tað fullkomin ørskapur at fara niður á slíkar dýpdir, uttan eitt nú at hava trýst- kamar á staðnum, har kava verður. Frítíðarkavarar sleppa undan Nú er tað soleiðis, at kaving í Føroyum er regulerað við lóg frá 1992, sum seinast er broytt í 1996. Henda lógin viðgerð bara vinnuligar kavarar, og teir fáa heilt ein- falt ikki loyvið til at kava djúpri enn 50 metrar. Hjá frítíðarkavarum er tað øðrvísi, tí hvørki í Føroyum ella í Danmark, er tað nøkur lóg, sum sigur, hvussu djúpt teir kunnu kava. Og sum Sosialurin skilir, so kemur tað rættiliga ofta fyri, at frí- tíðarkavarar fara djúpri enn teir 50 metrarnar. Væl djúpri. Hvussu teir gera við trygdina, er latið upp til teir sjálvar at avgerða. Kavaraverkætlan 2000, sum er tann bólkurin, sum kavar eftir jólaskipinum, hevur havt samband við myndugleikarnar. Trýst- kamarið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni stend- ur tøkt, um so er, at onkur av kavarunum fær kavara- sjúkuna, men sambært fólki við royndum, so er tað full- komiliga burturvið, at trýst- kamarið stendur so langa leið frá staðnum har kava verður. Sjóvinnustýrið hevði sagt nei Í Danmark er tað Søfarts- styrelsen, sum hevur á- byrgdina av vinnuligu kav- arunum. Har verður sagt, at trygdarkrøvini eru ógvuliga strong tá kavarar fara á djúpt vatn. M. a. skulu kavarar í trýstkamar í seks tímar, eftir at teir hava verið á djúpum vatni. Palle Christensen, frá Sø- fartstyrelsen, sigur, at fingu teir eina umsókn um at sleppa niður á knappliga 100 metrar, so hevði hon verið avvíst. Hann vísir á, at tað er beinleiðis vanda- mikið at ferðast á so djúpum vatni, tí tað er so kropsliga krevjandi. - Ein kavari, sum fer á so djúpt vatn, kann bert ar- beiða í nakrar fáar minuttir, og tí er tað sera dýrt, tá talan er um vinnuliga kaving. Tì verða robottar brúktir til slíkar uppgávur. Tá vit spyrja hann um hansara meting av trygdini hjá kavarunum, sum nú kava í Føroyum segði hann, at tað er vitleyst, at kava við Fugloynna, og at hava eitt trygdarkamar í Havn. - Frástøðan er alt ov long, og tað kann vera beinleiðis lívshættisligt um kavararnir gerast sjúkir. Palle Christensen vísir eisini á munin millum frí- tíðarkaving og vinnuliga kaving og sigur at tað er næstan frítt val hjá frítíðar- kavarum, at seta lívið í vága á henda hátt. - Tú skalt minnast til, at tað er vágið, at fara niður á 90 til 100 metrar, men fara teir inn í skipið og okkurt hendir, so er einki at gera. So er eingin hjálp at heinta, sigur Palle Christensen. Serfrøðingarnir øtast Danska útvarpið bar í gjár- amorgunin tíðindini um kavingina eftir Jólaskipi- num á Fugloyarfirði. Hesi tíðindini hoyrdi Jens Mort- ensen, sum er instruktørur hjá donsku marinuni og hann sigur bart út, at hann øtast at teir taka ein sovorn- an kjans. - Fær ein kavi kavarasjúk- una, so hevur hann ikki ein livandi kjans, at klára túrin heilt til Havnar, var hansara meting av frástøðuni mill- um Fugloyarfjørð og trýst- kamari í Havn. Kavararnir, sum fáa út- búgving hjá donsku marin- uni, ganga undir somu treyt- um, sum aðrir vinnuligir kavarar og tað merkir, at teir sleppa ikki niður um 50 metrar við teirri útbúgv- ingini. Jens Mortensen greiðir frá, at teir, tá teir kava á djúpum vatni — upp til 50 metrar — brúka kavara- klokku, og teirra kavarar fara beinleiðis í trýstkamari tá teir koma upp. - Vit hava ein regul, sum sigur, at frá tí at kavarin steðgar í vatninum seinastu ferð og til hann er í kamar- inum og trýstið í kamari- num er sum niðri á 18 metr- um, skulu í mesta lagi ganga fimm minuttir. Og tað er eingin vegur uttanum. Her skulu teir als ikki í trýst- kamar. Tað fati eg ikki, sigur hann. Landssjúkrahúsið til reiðar Tí læknaliga í sambandi við trýstkamarið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, tekur Hans Jacob Simonsen, yvir- lækni á Landssjúkrahúsi- num sær av. Hann og nakrar sjúkrasystrar eru útbúgvin at arbeiða við trýstkamari- num, og tey eru til reiðar, skuldi nakað hent. - Vit hava havt venjingar í trýstkamarinum og eru tøk, skuldi óhappið hent, sigur hann. Hann er ikki so bangin fyri, at tann stóra vanlukkan hendir, tí tað ger hon sjáld- an, greiðir hann frá. Kavar- asjúkan kemur sum oftast spakuliga, og tí hevur tað, sambært honum, ikki so stóran týdning um frástøðan er tann hon er. Kortini skilir hann ser- frøðingarnar, sum ógvast við trygdarviðurskiftini. - Tað er klárt. Fær ein kavari ógvusliga kavara- sjúku, so kann tað enda rættiliga galið, og tað er sjálvandi møguligt, tí teir arbeiða undir ekstremum viðurskiftum, sigur Hans Jacob, sum er eitt sindur ótt- afullur, skuldi okkurt álvar- samt hent. Trýstkamarið hjá V&B kann fáa fólk »niður« á um- leið 50 metrar og læknin heldur, at hetta er nóg mik- ið. - Tá vit hava fingið sjúkl- ingin inn í trýstkamarið, so viðgera vit hann meðan trýstið verður sett á. Hann verður kannaður væl og virðiliga, og so fylgja vit gongdini meðan vit fara »niðureftir«. Tað er heldur ikki altíð, at vit skulu so langt niður. Ofta vísir tað seg, at 10-12 metrar er nóg mikið til at fáa sjúkuteknini burtur og so leggja vit trýst- ið har. Men sjálvandi skal ein ongantíð siga ongantíð, og tað kann gerast neyðugt at fara nógv longur. Men vit fara ikki niður um 50 metr- ar, sigur hann. At seta seg sjálvan í vanda Niðurstøðan av tí, sum vit hava fingið burturúr práti- num er, at tey, sum kenna til kaving, halda tað, sum fer fram í Fugloyarfirði verða reinan ørskap. Trygdarviðurskiftini í sambandi við kavingina eru ikki nóg góð, tá hugsað verður um eitt nú trýstkam- arið og tað er vitleyst, at senda fólk niður á hundrað metrar. Hinvegin er eingin lóg, sum forðar Kavaraverkætl- an 2000 at gera tað teir gera. Lógin umfatar bara vinnu- ligar kavarar, og tað sum Kavaraverkætlanin ger er ikki vinnuligt. Var tað so, at kavararnir vóru bidnir at koma til Føroya at loysa uppgávuna, so var tað vinn- uligt, men tað eru teir ikki. Teir eru partur av einum á- hugabólki og teir sigur lógin einki um. Men tey, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at teir seta seg í sera álvarsaman vanda við at kava so djúpt. Gongur striltið at finna tað aftur Kavararnir fóru niður aftur í gjáramorgunin at leita eftir Jólaskipinum, men enn einaferð komu teir aftur tómhentir. Einki var at finna, hóast útslagið á ekkoloddinum var fínt har boyan varð sett út SVEINUR TRÓNDARSON Kavararnir, sum leitað eftir Jólaskipinum, hava fingið trupulleikar. Hósdagin vóru kavarnir niðri á 95 metra dýpi, men har var einki at finna. Boyan, sum var sett út kvøldið fyri hevði slitið, og tí var ivi um teir vóru á rættari positión ella ikki. Í gjáramorgunin royndu teir so aftur, men úrslitið var tað sama. Vrak var einki at finna, hvørki har sum boyan var sett út, ella har nærhendis. Tað er nevniliga rættiliga trupult hjá kavarunum at gera nak- að, um so er, at boyan ikki er sett út, har vrakið liggur, tí tíðin kavararnir kunnu vera á botni, er so stutt. Tí var einki annað at gera, enn at koma uppaftur. Positiónin skeiv Sum Sosialurin skilir, so snúgva trupulleikarnir seg í høvuðsheitum um posi- tiónina. Tað var Tjaldrið, sum fann Jólaskipið í aug- ust mánað í fjør. Tá hevði skipið eina aðra GPS skip- an umborð enn teir hava nú, og koordinatarnir fyri positiónini eru øðrvísi enn teir eru í nýggju skipanini. Hóast fyrireikararnir hava fingið upplýst nýggju koordinatarnar, so eru teir eftir øllum at døma ikki so neyvir, sum hinir vóru, og tí hava kavararnir enn ikki rakt vrakið. - Vit leitaðu við Draga- bergi í gjárkvøldið og fingu eisini eitt greitt útslag, sum vit hildu vera vrakið, men tað hevur tað so eftir øllum at døma ikki verið kortini, sigur ein av manningini úr Hvannasundi. Hvat er so til ráða at taka? - Dragaberg er úti á pos- itiónini nú og leitar, og vit væntað at seta eina nýggja boyu út seinni í dag. Nær kava tit so aftur? - Tað verður nokk ikki fyrr enn í morgin. Hitt liðið kundi farið niður seinna- partin, men vit hava valt at lata vera. Tað loysir seg ikki at fara niður, um einki verður funnið kortini. Sjókagin enn einaferð Tá Jólaskipið varð funnið, sendi manningin á Tjaldri- num sjókagan niður, og hann vísti greitt, at teir vóru á rættari leið. Fara tit so at royna at fáa fatur á sjókaganum enn einaferð? - Tað hevði verið vert at royna við honum aftur. Eg haldi, at teir arbeiða við tí málinum, men eg veit ikki um tað ber til, ella hvussu tað gongur. Hvat siga kavararnir? - Var tað ikki fyri teirra góða hýr, so var verkætl- anin steðgað. Teir hava enn gott mót og vilja fegnir geva tí nakrar møguleikar enn. Tí hava vit valt at halda á, sigur ein av fyri- reikarunum úr Hvanna- sundi. Vit kunnu tó staðfesta, at tað so ikki varð kavað eftir vrakinum av Jólaskipinum seinnapartin í gjár, tí sum tað sá út tá, so var skipið horvið. – Kavararnir kunnu seta seg sjálvar í beinleiðis lívsvanda, við at fara á slíkar dýpdir, sigur Jens Mortensen, sum er instruktørur á kavaraskúlanum hjá donsku marinuni