hósdagur 4. oktober 1990síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-
5
Hví er stødan sum hon er?
— og framtíðin
sjónarmið
Hví eru vit komin í hes:
vanlukkustødu, sum vit
eru í og hvussu koma
Í tir hevdu vit
Sal g, har folk Í
av } av t,
tek 1 num of
ø
> nn n
tid ) war ke
slup; » bv i!
langi ISKISKap
Skil u stør
stør Vit fingu
Ivr i troi irnar
Eftir 2. heimsbarda
høvdu førovingar nog
ar Far gr teir bl
m.a. bruktir til at keyp
gamlar bretskar trolarar
tyr
I 50-årunum vóru
vánaligar tíðir. Ov fá
skip vóru til allar teir
fiskimenn ið vildu
sleppa avstað. Ov lítið
uppi á
Hetta gjørdi, at nógvir
arbeiði landi
fóru til Íslands og í onn-
ur lond at fáa sær ar-
beiði.
Móti endanum av 50-
unum komu fyrstu stál-
línubátarnir, og byrjað
varð at gera berghol
millum bygdir.
Í 60-unum byrjaðu fer-
oyingar sjálvir at byggja
stálskip, bæði fiski- og
farmaskip. Tosað varð
um, at málið var, at fáa
arbeiði til allar hendur.
Vegir vórðu gjerdir til
nógvar bygdir. Nýggjar
havnir vórðu gjerdar.
Bilferjur. Fleiri berghol.
Brúgvin um Streymin
0.s.fr.
I 70-unum kom meiri
ferð á. Størri bilferjur
vórðu keyptar, m.a.
Smyril. Fleiri berghol.
Fleiri og sterri havnir
o.s.fr. Nýggj flakavirki.
»Flakavirki á
tanga“ var
Bygdamenning.
Í 80-unum kom so
nógv ferð á, at ov lítið
fólk var til at gera øll ar-
beiðini. Ti máttu vit fáa
útlendingar til landið.
Arbeiðið var so nógv, at
neyðugt var at arbeiða
dag og nátt, — gerandis
sum sunnudag.
Vit fingu eina rúgvu
av nýggjum dýrum skip-
um: farmaskip, kemi-
kaliuskip, trolarar.
hvønn
loysnin.
skeljatrolarar,
kjaftaskip o.s.fr.
Vit fingu eina rúgvu
av nýggjum dýrum
handilsbygningum, ser-
liga í Havn.
Vit fingu nýggj flaka-
virki, svartkjaftavirki,
surimivirki og onnur
virki.
Alivinnan bleiv ein
vinna, sum nógv settu
stórar vónir til.
Berghol vórðu gjerd
sum ongantíð fyrr!
Ferjulegur vórðu
gjerdar í Lorvík, á Drel-
nesi, inni á Fjerð í Vest-
manna, á gomlu Rætt
0.s.fr.
Ætlanin var at byrja
at bora tunnil undir
Vestmannasundi. Ætl-
anir vóru um flogvell á
Glyvursnesi, undir-
sjøvartunnlar undir
Skopunarfjørå og mill-
um Klaksvik og Lorvik.
Klaksvikin skuldi und-
ir glas o.s.fr.
Men hvat nú? Nu ber
einki til! Fyrra lands-
stýrið byrjaði at spara
eitt sindur, og fekk at
vita frá andstøduni, at
tað bar ikki til. Lands-
stýrið varð lagt undir at
leggja forðingar í vegin
fyri vinnulívið o.s.fr.
Her er bert nomið við
ein lítlan part av tí út-
bygging av samfelag-
num, sum er farin fram
hesi årini.
Ein roynd skal sidan
gerast at visa å, hvi tad
svart-
nú er endað sum tað er:
Gomlu feroyingarnir
vóru sparnir og varnir.
Teir lupu ikki framav.
Teir vildu gjalda hverj-
um sítt. Teir sungu tá
teir fóru til útróðrar.
Teir hevdu virðing fyri
Gudi og Bíbliuni. Teir
livdu í samsvari við
náttúruna. Teir hildu
hvíludagin heilagan.
Teir bóðu Gud um at
vera við, tá teir fóru til
arbeiðis!
Í slupptíðini varð ikki
fiskað hviludagin!
Men so kom ein nýggj
tíð! Onkur helt, at um
teir fiskaðu allar sjey
dagarnar í vikuni (eisini
hvíludagin), so fingu teir
1/7 meir!
Í 60-unum varð samfe-
lagið útbygt soleiðis, at
arbeiði skuldi vera til all-
ar hendur — og tað er
gott!
Men í 70-unum byrjaði
stoltleiki at eyðkenna
samfelagið. Vit fingu
væl lærdar ráðgevarar.
Politikarar og onnur,
sum skuldu taka avgerð-
ir, tordu ikki annað enn
at trúgva tí, sum hesir
lærdu menn segdu!
Teir vóru ráðgevarar í
einum og ellum!
Í 80-unum var tað ikki
bert stoltleiki, — nú var
tað eisini peningakær-
leiki, sum fekk vald á
fólkinum.
Peningurin var blivin
gudur teirra!
ML FEPE TARO SR ERE me
Atti tú ikki finan bil,
nýggj fín hús o.s.fr., so
vart tú einki
Vart tú reiðari, so mátti
tú byggja nýtt, sterri og
fínari skip, sjálvt um tú
hevði gott skip framm
anundan.
Alt varð roknað út í
pengum. Hver roknaði
við Gudi? Hevði Hann
verdur
nakran áhuga í hesum?
Hevdi Hann skil á slík
um? Nei!
anin var, at Gud kundi
Vanliga hugs
ein hugsa um tá ein va
vorðin gamal! Og
kanska sunnudag, um
tú hevði tíð! Men
gerandisdag hevði eing
in tíð til slíkt! Hevdi tú
trupulleikar, so var at
fara til serfrødingarnar
at fáa ráð!
Men hvat nú? Alt
samfelagið er í kreppu!
Politikararnir vita
hverki út ella inn. Teir
royna at spara!
Hvussu koma vit aft-
ur á beint?
Tað er ikki lætt at
svara við einum orði,
men eitt er vist: Vit
mugu fara aftur til byrj-
anina! Nær byrjaði at
ganga illa? Jú! Tað byrj-
aði tá vit settu pengar-
nar á fyrsta plássið, og
gloymdu Gud!
Fyri at koma aftur á
beint, eiga vit at venda
um; t.v.s., vit mugu fáa
eina andaliga og polit-
iska veking, sum virkar
soleiðis, at fólk ikki blint
trúgva uppá serfreðing-
arnar og pengarnar!
Vit mugu aftur rokna
við Gudi, sum skapti
Himmal og jørd!
Vit mugu aftur liva i
djúpari virðing fyri
náttúruni!
Vit mugu vera til reið-
ar at ofra nakað fyri okk-
ar kæra land, — og ikki
bert krevja
meir!
So leingi peningur er
gudur okkara, fáa vit
einki at bera til!
Materialisman er farin
avstað við okkum! Latið
okkum venda við og
biðja Gud um at hjálpa
okkum úr kreppuni, og
latið okkum síðani liva
við teimum gomlu dygd-
unum: gudsótta, ar-
meir og
beiðssemi, sparsemi og í
samsvari við náttúruna,
— so skal tað nokk
ganga okkum væl, og vit
skulu liva leingi í landin-
um!
Alvur Kirke
EÐ > MK EA ÆR
4. oktober 1990
Nýval ella
—g fr g
DP;
1079 Á
Nú hevur politisk ósemja
verið í 3 vikur við tí úr-
sliti, at ongin samgonga
var um kveldið 1. oktober.
Løgtingid verdur kallad
saman dagin eftir orsakad
teirri politisku støduni.
Tjóðveldisflokkurin legg-
ur uppskot fyri tingid um
nyval, finst ikki onnur
loysn sum skjótast. Løg-
maður heitir í nógv um-
reddu politisku frágreið-
ing síni á tingmenn um at
vísa ábyrgd, tí samfelagið
tolir ikki nýval, og tosar
hann enntá um at skipa
eina minnilutastjórn.
Álvaratos, er ikki tíð
uppá at legmaður og
fólkaflokkurin vísa á-
byrgd og ásanna, at hesin
politiski hurlivasin ikki
kann halda fram við ellum
ósemjum, ið hava gjørt, at
slitnaða samgongan hev-
ur verið óarbeiðsfer so
gott sum alla tíðina, ið
hon skuldi eitast fyri at
stjórna? Og heldur løg-
maður, at hann framhald-
andi kann bjóða okkara
fólki hendan Þpolitiska
ruðuleikan, har onki ann-
að hendir enn at landsins
búskaparsteða versnar
við óhugnaligari ferð?
Einasta loysn er nýval,
so vit fáa eina stjórn, ið
kann vera arbeidsfør, so
samfelagið kann virka aft-
ur.
Umkvæðið hjá fólka-
flokkinum er, at samfelag-
ið hevur ikki ráð til eitt
val nú. Til hetta er at siga,
at vit hava betri ráð til
eitt val nú, heldur enn at
halda fram við tí óskili, ið
valdað hevur á tí politiska
igvøllinum, ti tað hava
politiskan
hurlivasa!
vit als ikki råd til. Hetta
kostar samfelagnum dyrt
hvønn einasta dag.
Ti må valid vera: Fram-
haldandi politiskur hurli-
vasi ella nyval!
Um nøkur politisk å-
byrgd er eftir hjå okkara
tingmonnum, mugu teir
atkvøda fyri nyvali sum
skjotast.
Annars vil eg taka fult
undir vid uppskotinum
hjå Karini Kjølbro og
Maritu Petersen um, at
tað bert verður eitt val-
demi fyri alt landið. Við
hesi valskipan kundu vit
meguliga fingið nakrar
landspolitikarar. Sum nú
er, eru bert lokalpolitikar-
ar á tingi.
Uppskotið er skilagott
og eigur at fáa fulla undir-
teku. Ganga okkara log-
tingsmenn í seg sjálvan,
mugu teir ásanna, at
hugsað hevur verið mest
um lokalmál og at lands-
málini hava verið í bak-
grundini. Við hesi valskip-
an vildu allir borgarar
fingið meguleika fyri at
valt tey valevni, sum
teimum dámar best, uttan
mun til hvar í landinum
tey vóru.
Um tingmannatalið
skuldi verið 21, ella vit
skulu hava færri ting-
menn, kann diskuterast,
men eg vænti, at eitt
minni tal av tinglimum
hevði nokk gjørt meiri til
nyttu enn teir 32, sum sita
har í dag. Harnæst hevði
tað nokk verðið lættari at
skipa stjórn.
Tórshaun,
tann 3. oktober 1990
inther
i í; ntinel
3
——