Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. oktober 1990síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 154 — 5. oktober 1990. Fótbóltslandskappingin 1990 er nú liðug, og vil Tveroyrar Bóltfelag takka ellum fótbóltsfelog- unum kring landið fyri eina góða og spennandi kapping. TB ynskir øllum teimum, ið vunnið hava, hjartaliga tillukku. Sum øllum kunnugt, so hevur ikki gingist so ógvuliga væl í hond hjá felagnum í ár. Vit hava ikki tey stóru úrslitini at vísa á í ár, og er hetta nakað, sum vit ætla at gera nakað við í framtíð- ini. Tó, vit høvdu eitt lið í 3. deild, sum megnaði at gerast nr. 3 í kappingini, og tað eru vit fegnir um. 1. lið felagsins hevur mesta partin av kappingini í ár verið í niðurflytingar- vanda, og tá avtornaði, vísti tað seg, at vit gjørd- ust nr. 8, og varðveittu so- tatt sessin í 1. deild. At alt ítróttarliga ikki altíð gongur sum prestur prædikar, er nakað, ein noyðist at finna seg í. Men tá eitt felag kennir á sær, at tað ikki verður rætt við- farið, so noyðist ein at tala at. Og tað hava vit í Tver- oyrar Bóltfelag kent á okkum í ár!!!!Vit kunnu bert taka kappingina um Legmanssteypið sum dømi. Kappingarnevndin spenti so dyggiliga bein fyri okkum i hesi kapping, vid ti ursliti, at bædi spæl- arar og stjórn vóru um at missa mótið. Vit skulu ikki koma nærri inn á hetta her, tí hetta er við- gjert någreiniliga i blød- unum, og sum vit hava skilt, so eru tad ikki mong, sum geva kappingar- nevndini rós fyri gerðina. Eisini kunnu vit minna á dómaratrioina, sum send varð til Tveroyrar at dema dystin millum TB og HB 4. juni 1990. Í svari frá kappingarnevndini til TB varð sagt, at óvildug- heitsspurningurin innan fótbólt er sera torferur at útgreina, men at kapping- arnevndin vil heita á dóm- aradeild FSF-'s um at hava eitt meira vakið eyga við hesum spurningi í framtíðini. Hetta er eitt sera jánkasligt svar, tí kappingarnevndin visti, at TB hevði gjørt vart við seg frammanundan, og at einki hjálpti. Tað, sum vit í TB saman við ellum ítróttarfelegunum vildu hava at via, var, nær ein dómari kann metast óvild- ugur? Tá limur í ítróttar- SØN Sosialurin | Fótbóltslandskappingin 1990 liðug felag sleppur at virka sum linjuverji í 1. deild, har annað liðið er úr hansara egna felagi, uttan at vera roknaður sum óvildugur, so má tann stóri spurning- urin tí vera, nær er ein so óvildugur??? Eitt annað er til seinast, sum TB hevur áhuga fyri at fáa nakað meira at vita um. Tá VB var á Sandi og spældi móti B71 í ár hendi eitthvert millum Páll á Reynatúgvu og dómara- trioina, sum ferdi til, at Páll fekk leikbann 4 dyst- ir. Seinni varð henda av- gerðin broytt til 3 dystir. Kunnu tit í kappingar- nevndini siga okkum, hví Páll fekk leikbann?? Or- sekin til at vit spyrja, er at vit hava mistanka um, at dómarafrásagnirnar av Sandi og úr Havn, tá HB og TB spældu í 1988, líkj- ast nógv. Tá minnast vit at tveir spælarar úr TB fingu leikbann í hálvt ár. Tann eini TB-arin legði ikki hond á dómaran, sum sagt varð, men einki hjálpti at mótmæla, tí tað sum dómarin segði, var tað rætta. Enn einaferð: TB-arin fekk leikbann í hálvt ár!!!! Tveroyrar Bóltfelag heitir til seinast á kapp- ingarnevndina um at gera sær meiri ómak við arbeið- inum. Vit vita, at arbeiði tykkara er ólent frítíðar- starv, men tit skulu so sanniliga eisini vita, at ar- beiðið úti í feløgunum eis- ini er ólent. Tá feløgini gera nakað skeivt, verða tey revsað, men tá kapp- ingarnevndin ger nakað skeivt, og felegini finnast at, so eru felegini ómegu- lig og ring at hava við at gera. Tað er vón Tver- oyrar Bóltfelags, at øll fe- logini næsta kappingarár verða viðfarin eins, so at vit í 1991 fáa eina góða, spennandi kapping og Rættvísa P.S. Tað er ikki ætlanin hjá TB at gera nakran skaða fyri B71 við hesum brævinum, ætlanin at men bert er sóknast eftir javnvágini, tá kappingar- nevndin tekur avgerðir. Við itróttarkveðu Tveroyrar Bóltfelag Okkara politiski dunnuhylur Fyri nøkrum vikum síðani greiddi landsins fremsti maður, tingformaður Agnar Nielsen, fjølmi8l- unum frå um orsøkina til at hann var farin á húsa- gang og harvið mist set- húsini. Í stuttum var frágreið- ing hansara henda: Hann hevði fyri nøkrum árum síðani sett pening í skip, sum fór á húsagang, men tá hevði hann verið so fyrivarin, at tá tað byrj- aði at sansa at, hevði hann framt serogn, so konan fekk ognarrættin til set- húsini. So setur konan á stovn eitt bakarí, men eisini hetta framtak miseydn- ast. »Tiverri« gremur nú Agnar Nielsen seg — hesu ferð var eg ov seinur at fremja serogn til mín sjálvs — tí mistu vit hús- ini!«. Hvat onnur mistu vegna hansara fyrstu »serognar-flyting« ell hvat onnur høvdv mist, um hann ikki hevði verið ov seinur aðru ferð — tað sig- ur segan einki um. Nú er henda serognar- flytan aftur og fram við kreditorunum í hølunum sum kunnugt einki nýtt føroyskt fyribrigdi, men tá landsins fremsti maður — formaður løgtingsins — vil hava okkum at gráta saman við honum, tí hann var ov seinur at hoppa niður í eitt hol í teimum lógum hann sjálvur er valdur at vera fremsti varðhaldsmaður fyri, ja, tá er ovboðið! Næstu ferð formaður tingsins er á forsíðunum í fjólmiðlunum er tá sjálv drotningin slær hann til riddara! Triðju ferð frætta vit um tingformannin ser- stakliga i útlendskum fjøl- miðlum: »Kriseramte Færøerne — den færøske lagtingspræsident ud- sætter behandlingen av finansloven på grund af fodboldkamp!« Fjórðu ferð klokkan ringdi fyri legtingsfor- manninum var fyri eygun- um á øllum Føroya fólki nú týsdagin, tá hann nokt- aði okkara demokratiskt valda legmanni at fara á tingsins reðarapall at greiða frá tí steðu sam- gongan var komin í. Men klokkan ringdi so sanni- liga eisini fyri ellum teim- um, ið atkveddu fyri at legmaður skuldi múla- bindast. Samdur ella ikki við løgmann — størri ósig- ur hevur okkara demo- kratiska stýrisskipan valla verið fyri áður! Atkveðugreiðslan prógvaði eisini til fulnar, tað Feroya fólk fyri lang- ari tíð síðan hevur ásann- að: Okkara fólkavaldu eru ikki búnir ta uppgávu teir hava trokað, lirkað og lumpað (fyri at nýta eitt orðafelli Erlends sála) seg fram til! Tá prestisjan hevur so stóra makt yvir hesar sol- dátar Tordenskjolds, sum kom til sjóndar henda minniliga dag 2. oktober, ja, so má umsíðir vera øll- um greitt at eitt nýval ikki loysir nakra kreppu, uttan so at í minsta lagi % av teimum, ið nú sita í tinginum, taka seg úr poli- tikki. Vilja teir ikki, mugu lokalfeløgini syrgja fyri at teir ikki verða uppstillaðir aftur. Tað, sum okkara fót- bóltshetjur segdu í mín- um oyrum, tá teir vunnu seguliga sigurin ímóti Eysturriki, var: »Hygg! — vit megna bert vit vilja! Sýnið nú tit, ið har heima sita og skulu stjórna okk- ara kæra landi, at tit eisini megna at vinna á krepp- uni!< Men gakk! Nú er kampurin lokin — okkara tingmanning tapti 32—0 á heimavelli! Dómari: Fer- oya fólk. Tormóður Dahl Fyri at lesara- brøv verða upp- tikin í Sosial- inum er neyð- ugt, at blað- stjórin veit hver, ið skrivað hevur. Síða 17 Logmaður sigur ósatt í Utvarpinum | »Fimmaranum« mikukvøldid løgmadur seg soleidi målhar at lurtarin hevði grund til at halda, at Starvs mannafelagid hevur tingast við landsstýrið um at seta lenirnar hjá limunum niður. Hetta er grov reing)- an av veruleikanum Felagið hevur fyrr í ár havt fund við løg- mann, og á hesum fundi mótmælti felag- ið, at starvsfólkið á Gjaldstovuni hevði fingið boð um, at ar- beiðstíð teirra og har- við eisini len teirra fór at verða niðursett við 5%. Felagið metti hetta at vera brot á sáttmálan, og tað við- gekk legmaður eisini. Á hesum sama fundi orienteraði løgmadur nevnd felagsins um m.a. ætlanir um at seta lønina og skattin niður við 20%. Hann greiddi eisini frá eini brutto- skattaskipan, sum hann segði, at lands- stýrið arbeiddi við. Tal- an var ongantíð um tingingar, og legmaður fekk heldur ikki undir- tøku fyri nøkrum sum helst frá nevndini. Vit lurtaðu eftir tí, sum løgmadur hevåi at bera fram, og gjørdu m.a. vart við, at lenarniður- skurður fór at forða fyri, at eitt nú ídnaðar- virkir og flakavirkir fóru at hugsa um neyð- ugar rationaliseringar. Nevnast kann eisini í hesum sambandi, at búskaparfreðingar sum heild hava givið hesum uppskoti hjá løgmanni ringt skoðs- mál. Starvsmanrafelagið hevur sáttmála við landsstýrið, og hesin sáttmáli er galdandi fram til 1. juni 1991. Nevndin leggur stór- an dent á, at hesin sátt- Tad almenna er vorðið S skrivar IcCODsen 14 SNtarvs nann í gsins máli verður hildin, bæði hvat arbeiðstíð, lenum og eðrum við- víkur Vit fara ikki at ting- ast um broytingar mitt í einum sáttmálaskeiði. Hinvegin mugu vit ásanna, at tað kann vera trupult at forða fyri at starvsfólk hjá tí almenna verða segd úr starvi. Tað almenna er vorðið syndbukkur í hesum trongu tíðum. Og teir eru mangir, sum í hesum degum kappast um at sleppa at siga sína meining um tann alt ov stóra yvirbygningin. Nógv av hesum prátinum er fyri tað mesta grunt tvætl, og almenni sek- torurin hevur satt at siga brúk fyri meira seriøsari viðferð enn hana, sum vit nú eru vitni til. Meg hevur tað altíð undrað stórliga, at tað serliga skulu vera erindagentur, skriv- stovufólk, sum júst eru útlærd og vaskikonur, sum mugu lata av síni løn til tess at bjarga landinum. Hevdu tit í staðin tikið frá tí ovara endanum, so skuldu tit hoyrt róp um ábyrgd- arloysi, skemdargerðir o.a.tl. Men hetta er tí- verri sama segan, sum endurtekur seg Enn einaferð: Starvs- mannafelagið hevur ikki tingast við leg- mann um at seta lenina niður Erhard Jacobsen