leygardagur 6. oktober 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|.
-Tað fyrra er helst meira
Proviø
byen
kk
gagnligt,
men hitt seinra helst nógv
stutiligari. Men hetta verður valið hjá fleiri skúlanæmingum næsta
summar. Summarfrítíðin i Føroyum verður helst flutt so hon sam-
svarar vid hini norðanlondini, men ikki fyrr enn um tvey ár.
Nógvir lærarar og skúla-
stjórar bera stóran ótta
fyri hvussu verður tá
komið er út í miðjan juni
mánað komandi ár.
Tá er próvtíðin í
hæddini og samstundis
eru oyggjaleikirnir í
Ålandi, har nógvir før-
oyingar fara at luttaka.
Nógvir av føroysku lut-
takarnum teljast millum
9. og 10. flokksnæmingar
og er tí ikki annað
væntandi, at hesir fara at
biðja sær frí úr skúlan-
um. Og tað letur seg ikki
so væl gera,- og allar
ringast júst tá.
FLYTIÐ
SUMMAR-
FRÍTÍÐINA
Summarfrítíðin hjá
føroysku skúlunum ligg-
ur umleið eina viku eftir
at hini norðurlondini eru
farin í skúla summarfrí.
Hetta er mangan ógvu-
liga ópraktiskt. Millum
annað tí at flestu felags
norðurlendsk tiltgk
verða løgd beint sum
summarfrítíðin byrjar í
hinum norðurlondunum.
Millum annað oyggja-
leikir.
Men til komandi ár
verður kortini einki
broytt. Tað letur seg ikki
gera, tí skúlaárið er
longu lagt.
Fyri at bóta um hetta
framyvir, mælir odda-
greinskrivarin í seinasta
Skúlablaði, Hanus T.
Bærentsen upp, at summ-
arfrítíðin verður flutt,
so hon verður samstundis
sum hon er í granna-
londunum.
-Hetta er beinleiðis
neyðugt, tí vit kunnu
ikki liva við ti stødu,
sum nú tykist at hava
stungid seg upp, at
skúlaungdómur okkara
setur føtur í spenni at
sleppa burtur í leik-
grindum mitt í bestu
prévtøkutid, skrivar
Hanus T. Bærentsen og
leggur aftrat:
-Hesin spurningur hev-
ur so sanniliga verið
frammi áður, men
ongantíð vunnið frama,
tí lærarafólk hava tví-
hildið um gomlu frí-
tíðarskipanina, tí tað var
umráðandi hjá lærarum at
fáa røkt síni áhugamál,
hvat hoyggj, eplum og
seyði viðvíkti, men
eingin dugur er í hesum
sjónarmiðum longur.
Hanus T. Bærentsen
heitir tí á skúlamyndug-
leikarnar um at flyta
summarfrítðiðina so hon
kemur at verða sam-
stundis sum hon er í
grannalondunum.
I FINASTA LAGI
Hentzar Ellingsgaard,
landsskúlastjóri vil held-
ur enn fegin virka fyri at
flyta summarfrítíðina.
Hann sigur, at lands-
skúlaráðið fyrst í átta-
árunum skeyt upp, at
gera hesa broyting, men
tað vildi lærarafelagið
ikki ganga vid til. Lands-
skúlaráðið tók undir við
lærarunum, og tí varð
einki broytt. Landsskúla-
stjórin leggur aftrat, at
Ungdómsráðið hevur
eisini fleiri ferðir heitt á
myndugleikarnar um at
flyta sumarfrítíðina.
-Eg kann ikki annað
enn bert fegnast um at
røddir eru milum lærarar
fyri at flyta summar-
frítíðina. Fyri okkara
skyld er tað í fínasta
lagi, sigur Hentzar
Ellingsgaard.
Inga Høgenni, for-
kvinna i lærarafelagnum
sigur, at tey vilja fegin
hava eitt orðaskifti í lag
millum lærarar um
spurningin. Sjálv sigur
hon seg vera sinnaðan til.
at summarfrítíðin verður
flutt. tór.-