Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-10-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1990síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 155 — 6. oktober 1990 Henda myndin varð tikin av Onnu Kathrinu, tá hon var 17 ára gomul Í 50 ár høvdu vinkonurnar Lilja í Ísafirði og Anna Kathrina í Leirvík einki samband hvør við aðra, men nú skriva tær aftur innilig brøv sinamillum Anna Kathrina Heinesen í Leirvik minnist ikki, hvussu tað bar til, at hon á sinni fór at skriva saman við ís- lendsku gentuni. Men hon minnist, at hon skrivaði fyrsta brævið. Hetta hevur verið í 1933, Anna Kathrina var 15 ára gomul, og Lilja 14 ár. Tær skrivaðu so saman í nøkur ár, men tá annar heimsbardagi brast á, datt brævasambandið niðurfyri, og hvørgin fekk tikid seg saman at skriva, tá tað bleiv friður, og postsambandið regluligt aftur. Síðan gingu 50 ár uttan at tær góvu nakað lívstekin frá Men so ein dagin í fjør summar, ringdi ein kona av Skála til Onnu Kathrinu og spurdi, um tað ikki var hon, sum hevði skrivað við eini íslendskari gentu fyri nógv- um árum síðan. Konan segði, at nú var gamla brævavinkonan stødd í Føroyum og vildi fegin hitta Onnu Kathrinu. LEYP AVSTAÐ Anna Kathrina var púra ovfarin, men fór so við tann spentan ál út á Skála. Men tá var Lilja júst farin aftur til SE SOSjalUrin Havnar. Lilja var í Føroyum við einum ferðalagi úr Ísafirði. Tey vóru og vitjaðu Skála, ið er vinarbýur við Ísafjørð, men gestirnir búðu á Hotel Borg. Anna Kathrina so saman við soninum til Havnar, og á Hotel Borg funnu tey Lilju. - Tað var so legið at hitt- ast, ateg dugi ikki at siga frá tí. Báðar grótu av gleði, sigur Anna Kathrina. seng 6 (A yQ, NÁI 257 viku-. SKITTIO' Lilja hevdi sett sær fyri, at hon skuldi hitta Onnu Kathrinu, um hon var á lívi. Hon hevði lagt sær væl í geyma, alt um Onnu Kathr- inu. Hon mintist nøvnini á teimum gllum somlum, og hon hevði lagt so stóran dent á vinarlagið, at hon hevði goymt øll brøvini, sum hon hevi vid sær til Føroya. Lilja og Anna Kathrina fingu ikki so nógva tíð saman, men tær fingu práta eina løtu saman. EIN RIK LØTA - Tad var so hugnaligt, sjålvt um tad var stutt. Hon sat bara og hugdi at mær og helt meg i hondina. Eg haldi íslendingar eru so góðir, sigur Anna Kathrina. Nú er brævasambandið Anna Kathrina Heinesen (t.v.) og Lilja Haldórsdóttir fingu eina stutta lotu saman. Lilja kundi m.a. vísa brævið. hon fekk frá Onnur Kathrinu íyrsta ukið upp aftur. Tær skriva líka títt, sum tær gjørdu á sinni. NÆRKNYTTAR - Tad er so stuttligt, ti vit eru blivnar so nær knyttar og hava so nógv at siga hvgrji aðrar. Tað hevði íkki ødrvisi, um vit vóru systrar, sigur hon. Íslendska vinkonan, sum fylti 70 ár meðan hon var í Føroyum, hevur ikki havt tað heilt lætt. Tveir synir hevur hon mist,og hon er einkja. Men í aðrar mátar hevur hon tað gott. Anna Kathrinaer ikki væl til beins, men hon avvísir ikki, at hon ein dag kanska setir seg umborð á Norrønu og fer til Íslands at vitja. Tey hevði verið stuttligt at hitst aftur, heldur hon. randi