leygardagur 15. februar 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
35
Almannastovan
Sosialráðgevi
Eitt starv sum avloysari fyri sosialráðgeva við
tænastu á Økisdeildini í Eysturoy er leyst at seta í
tíðarskeiðnum 01/03-2003 til 31/08-2003.
Arbeiðsuppgávur:
• Ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og
skyldur í sambandi við almannaspurningar
• Seta í verk fyriskipanir sambært forsorgarlógini
og almannapensiónslógini
• Ráðgeva barnaverndarnevndum
• Seta í verk fyriskipanir sambært barnaforsorg-
arlógini í samstarvi við barnaverndarnevndir-
nar
• Gera tilráðingar í samband við umsóknir um
fyritíðarpensiónir
• Annað
Útbúgvingarkrøv og royndir
• Sosialráðgevaraútbúgving
• Royndir innan almenna fyrisiting
• Góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði
• Góður málburður í føroyskum, bæði munnliga
og skrivliga
Um deildina
Arbeiðsøkið hjá økisdeildini er ráðgeving og
vegleiðing í persónligum og forsorgarligum
spurningum, støðutakan til og fyriskipan og av-
greiðsla av veitingum og tiltøkum sambært
forsorgar-,
almannapensións-
og
barnaforsorgarlógini.Á deildini,sum er í Runavík,
starvast 7 fólk.
Lønar- og setanarviðurskifti
Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sátt-
málan millum Starvsmannafelagið og Fíggjar-
málastýrið í bólki 5.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Økisdeildina á tlf. 44 82 60.
Umsókn
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skulu sendast
til
Almannastovuna
Postsmoga 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 1. mars 2003
Vinarliga merkið brævbjálvan: »Sosialráðgevi
Eysturoy«
Handilshøli til
leigu
Handilshøli á Stangavegi 92 í Klaksvík til leigu.
Hølini, talan er um, eru har norðoya deildin hjá
Norðoya Sparikassa fyrr húsaðist. Hølini eru í
góðum standi og eru eisini vælegnað til skriv-
ella teknistovu.
Áhugað kunnu ringja 457128
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Felagnum Tórshavn verður
sunnudagin 2. mars 2003 kl. 15.00 á Hotel Tórs-
havnar Sjómansheimi.
Uppskot til mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfund-
inum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
mikudagin 19. februar 2003.
Dagsskrá fyri ársaðalfundin verður send limum
felagsins í brævi sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Almannastovan
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki. Sum stuðul fært tú eitt
sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgávur Stimbran Familjuráðgeving Umlætting
Størvini eru hesi:
Norðurstreymoy
1) – at vera fylgjara til skúlabarn.
Arbeiðið fevnir um at koyra barnið til og frá skúla, neyðugt er at umsøkjarin
hevur bil.Tímatalið er 3 tímar um dagin.
Tórshavn
2) – umlættingarfamilju til 4 ára gamla gentu,ávíkavist 3 og 5 nætur um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at umlætta familjuna og í fyrstu atløgu verður arbeiðið gjørt
heima hjá umlættingarfamiljuni. Ynskiligt er at umsøkjari hevur kunnleika til
børn við serligum tørvi.
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð-
andi yrkisfelag í mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á tlf. nr. 35 35 10, gerandis-
dagar millum klokkan 09.00 og 13.00, tó ikki mikudag.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum við-
mælum, skulu verða
Almannastovuni,
J. Broncksgøta 27,
Postboks 3096,
110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi 01.03.2003.
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
Jarðfrøðingur/
jarðalisfrøðingur
- avloysarastarv á Jarðfrøðisavninum
Jarðfrøðisavnið er vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumálastýrinum og virkar í kolvetnisumsitingini
somuleiðis sum samskipaður partur av stýrinum við ábyrgd fyri øllum jarðfrøðiligum viðurskiftum.
Jarðfrøðisavnið hevur til endamáls at savna,varðveita,handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av
týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.Stovnurin skal virka fyri,at
lóggáva og umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum verður grundað á framkomna og dagførda
jarðfrøðiliga vitan.
Lýst verður eftir avloysara fyri jarð-
frøðing í barnsburðarfarloyvi í 7 mán-
aðar (kann gerast longri) at byrja
skjótast til ber.
Starvið
Setanin er á kanningardeildini á Jarð-
frøðisavninum. Her skal avloysarin
hjálpa til við teimum dagligu uppgáv-
unum, sum eru fjøltáttaðar og ofta
verða loystar í tvørfakligum arbeiðs-
bólkum innan og tvørturum deildar-
mark. Ein av seruppgávunum, ið av-
loysarin skal hjálpa til við, er at byggja
upp ein dátugrunn við upplýsingum
um fysisku, kemisku og bygnaðarligu
eginleikunum í basaltinum, sum
kunnu hava týdning fyri oljuleitingina
kring Føroyar. Aðrar uppgávur fevna
eitt nú um tulking av seismiskum og
petrofysiskum kanningartilfari frá
oljuleitingunum.
Krøv til umsøkjaran
Setanin krevur eina geovísindaliga
útbúgving á universitetsstøði. Fyri-
mun hava umsøkjarar við royndum
innan nýtslu av teldutøkni í sambandi
við loysn av jarðfrøðiligum spurning-
um, og við góðum samstarvsevnum
og fakligum smidleika.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt spennandi, avbjóðandi
og sjálvstøðugt starv í einum lítlum,
men fjøltáttaðum fakumhvørvi við
tøttum tilknýti til oljuleitingarvirk-
semið øðrumegin,og til føroysku olju-
myndugleikarnar hinumegin.
Lønin er sambært sáttmála millum av-
varðandi fakfelag og Fíggjarmála-
ráðið.
Umsókn
Umsóknir við hjáløgdum CV, avriti av
embætisprógvi,
frágreiðing
um
arbeiðsroyndir v.m., skulu vera Jarð-
frøðisavninum í hendi í seinasta lagi 1.
mars 2003. Adressan er:
Jarðfrøðisavnið
postsmoga 3169, 110 Torshavn
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at
venda sær til: Martin V. Heinesen,
stjóra, tel. + 298 357002, t-bræv
martinh@jfs.fo, ella Claus Andersen,
deildarstjóra,tel.+ 298 357009,t-bræv
claus@jfs.fo.
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1814,
P/F Føroya Møblasøla, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
14.01.2003.
Nýtt hjánavn: P/F Ide (P/F
Føroya Møblasøla)
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2276,
P/F Meinhard Arge, 100
Tórshavn.
Viðtøkur broyttar:
06.01.2003.
Nýggj hjánøvn: P/F
Bilarge.fo (P/F Meinhard
Arge) og P/F Bilarge (P/F
Meinhard Arge)
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 1460,
Sp/f Høgni Jøkladal, 530
Fuglafjørður.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Margit
Oline Jøkladal, 530
Fuglafjørður (formaður),
Karl Olivar Jøkladal, 530
Fuglafjørður og Høgni Jørleif
Jøkladal, 530 Fuglafjørður.
Innkomin í nevndina:
Bergur Poulsen, Nýggivegur,
620 Runavík (formaður), Pól
Huus Sólstein, 513
Syðrugøta og Jústinus L.
Justinussen, 480 Skáli.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Høgni
Jørleif Jøkladal, 530
Fuglafjørður.
Innkomin sum stjóri: Pól
Huus Sólstein, 513
Syðrugøta.
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
________________________
Sølu- og
avgreiðslufólk
Starvsfólk søkist til fjølbroytt arbeiði, ið umfatar
sølu, kundarøkt og avgreiðslu.
Umsøkjarin skal vera fyrikomandi, hava teldu-
kunnleika á brúkarastøði, og somuleiðis verða
handaligur.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 01.03.03.
Starvssetan skjótast til ber.
Heygsvegur 23
Tlf. +298 35 38 00
Postsmoga 1002
Fax + 298 35 38 01
FO-110 Tórshavn
inventar@inventar.fo
www.inventar.fo
Ársaðalfundur
2003
Boðað verður til ársaðalfundar á Parnassinum á
Hotel Hafnia hósdagin 27. febr. 2003, kl. 19.30.
Fundarskrá verður eftir §17 í felagsins lógum.
Havnar Handverksmeistarafelag
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá Klaksvíkar Útróðrarfelag verður í
Klaksvíkar Sjómansheimi 20. februar kl. 10.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
www.sosialurin.fo
Lesið
internet
Sosialin !
C
M
Y
K
35
34