leygardagur 15. februar 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
37
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3167,
Sp/f Auxilior Technology,
826 Trongisvágur.
Viðtøkur broyttar:
19.12.2002.
Nýtt navn: P/F Auxilior
Technology
Kapitalur:
Hækking við kr. 210.000,00
til kr. 500.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 187.500,00 til
kurs 320 og kr. 22.500,00 við
skuldarumskifti til kurs 100.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Aleksander N. Vilhelm, 900
Vágur (formaður), Tim
Kristoffer Wentzlau, 826
Trongisvágur, Heinrich Peter
Christian Schmidt, Jens
Truelsensvej 33, DK-7000
Fredericia og Jan Ziskason,
Torkilsgøta 22, 188 Hoyvík.
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum saman við
nevndarformanninum ella av
allari nevndini saman.
Endamál:
Endamál felagsins er at
menna, framleiða og
marknaðarføra IT-skipanir og
IT-útgerð innanlands og
uttanlanda og annað virksemi
í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3373,
Sp/f Profa Gólv, 160 Argir.
Viðtøkur broyttar:
19.12.2002.
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Randi Jóna Winther Saxov,
Reynsgøta 4, 160 Argir
(formaður) og Eyðfinn
Karbech Eyðunsson,
Reynsgøta 4, 160 Argir.
Tekningarreglur:
Felagið verður teknað av
stjóranum ella allari
nevndini.
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 283,
P/F Alma Maskinverkstaður
& Smiðja, 100 Tórshavn.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Gunnar
Waagstein, Smærugøta 8,
100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina:
Óluva Josefina Waagstein,
Ægishædd 3, 100 Tórshavn.
Stjórn:
Innkomin sum stjóri:
Gunnar Waagstein,
Smærugøta 8, 100 Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
_______________________
Pedagogur
til Dagrøktarskipanina
í Klaksvíkar Kommunu
Vegna ov fáar umsóknir, verður søkt av nýggjum
eftir pedagogi til Dagrøktarskipanina í Klaksvíkar
Kommunu. Skipanin er ein partur av Sosialu
Deild hjá Klaksvíkar Kommunu og hevur skriv-
stovu á 2. hædd, har sum sosiala deild húsast. Í
skipanini eru 120 børn.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
Við tilvísing til leiðaran av Dagrøktarskipanini, at
• Samskipa virksemið í spælistovuni
• Vitjar dagrøktarheimini regluliga
• Ráðgeving og vegleiðing av dagrøktarum og
foreldrum
Vit ynskja:
• at tú hevur royndir innan dagstovnaøkið
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
• at tú hevur hug og áræði at skapa umstøður
har børnini gleðast, trívast og mennast.
Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, men onnur avtala
kann gerast. Starvið er at seta so skjótt, sum tað
ber til.Løn og setanarviðurskifti sambært avvarð-
andi yrkisfelag.
Meira fæst at vita við at vena sær til Sigrun Vágs-
tún dagrøktarleiðara ella Jórun Niclasen sam-
skipara, tlf. 41 00 00.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndir, skulu sendast til
Klaksvíkar kommunu
Postboks 2, 700 Klaksvík
í seinasta lagi 16. februar 2003.
Á Almannastovuni er starv sum skrivari hjá
stjóranum leyst at seta sum skjótast.
Almannastovan umsitur fyriskipanir til einstak-
lingar eftir almannalóggávuni, herundir fíggjar-
ligan stuðul, ráð og leiðbeining í persónligum og
forsorgarligum spurningum og aðrar vegleið-
ingar.
Arbeiðið sum skrivari fyri stjóran umfatar,
umframt skrivarauppgávur og vanligt skriv-
stovuhald, eisini hesar uppgávur:
•
telefon- og avtalustýring
•
frásagnir frá leiðslu- og øðrum innan- og utt-
anhýsis fundum
•
fyrireikingar og upplegg til fundir
•
uppfylging av fundum
•
ábyrgd av verkætlanum
•
aðrar uppgávur innan fyrisitingina
Vit sóknast eftir einum fólki, ið
•
hevur skrivstovuútbúgving, HH ella aðra við-
komandi útbúgving
•
hevur góðan førleika í føroyskum bæði skriv-
liga og munnliga
•
góðan kunnleika til EDV
•
ávísan kunnleika til journalarbeiði
•
kann arbeiða sjálvstøðugt
•
er røkin og hevur sans fyri samskipan
•
hevur hug at samskifta við nógv fólk
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, áhugavert og
sjálvstøðugt arbeiði við sera fjølbroyttum upp-
gávum.
Løn og setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Petru J. Joensen, almannastjóra, á tlf. 353510.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum v.m.skulu sendast
til:
Almannastovan
Postsmoga 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 1. mars 2003
Vinarliga merkið brævbjálvan:„Stjóraskrivari“
Almannastovan
Stjóraskrivari
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður í AB-húsinum 24.
februar 2003 kl. 20.
Skrá sambært lógum felagsins.
Aftaná verður aðalfundur hjá AB-stuðlum.
AB og
AB-stuðlar
Brúðarlín hevur yvir 100 brúðarkjólar o.a. til tín
at velja ímillum. Kostnaður at leiga: 3300 kr.,
íroknað mvg og møguligar broytingar.
Brúðarlín
tlf. 314281
www.brudarlin.com
Brúðarlín
www.sosialurin.fo
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3506
Navn: Sp/f Accord
Adressa: 825 Froðba
Kommuna: Froðbiar
Kommuna
Stovningardato: 05.02.2003
Viðtøkudato: 05.02.2003
Kapitalur: Kr. 150.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 150.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: John Park, 825
Froðba og Knútur Nygaard,
826 Trongisvágur.
Nevnd: Knútur Nygaard, 826
Trongisvágur (formaður) og
John Park, 825 Froðba.
Stjórn: John Park, 825
Froðba.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum
og formanninum í felag.
Grannskoðari: Sp/f ADS-
grannskoðan, 826
Trongisvágur.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
05.02.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka fiskivinnu og
annað yrki í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya tann 13.
februar 2003
Kristin Balle
________________________
Leiðari til
KAFETERIA
í Norðurlandahúsinum
Starvið sum leiðari av Kafeteria í Norðurlanda-
húsinum í Føroyum verður hervið lýst leyst at
søkja.
Arbeiðsuppgávur:
Uppgávan er,
at hava
ábyrgdina av dagliga rakstrinum, at ráðleggja og
menna
kafeteriavirksemið
í
Norðurlandahúsinum. Arbeiðið fatar eisini um
ítøkiliga matgerð, kundaavgreiðslu og aðrar
uppgávur, sum hoyra einum livandi matstaði í
einum mentunarhúsi til.
Førleikakrøv: Viðkomandi útbúgving, ella ar-
beiðsroyndir úr líknandi starvi, har ábyrgd fyri
leiðslu eisini hevur verið partur av virkseminum.
Av týdningi er eisini persónligur alskur til
matgerð, sum eftir umstøðunum kann gerast á
staðnum.Ynskt verður eitt fólk, ið er fryntligt, ný-
hugsandi, røkið og sum ikki aftrar seg fyri nýggj-
um avbjóðingum.
Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett í 4
ár við møguleika fyri framhaldi, sambært reglum
fyri stovnar undur Norðurlendska Ráðharraráð-
num og lønt eftir sáttmála millum Starvsmanna-
felagið og Fíggjarmálastýrið.Ynskiligt er, at leið-
arin kann byrja skjótast gjørligt,ella í seinasta lagi
1. apríl 2003.
Starvstíð: Starvið er fulltíðarstarv, har arbeitt
verður eitt vikuskifti um mánaðin.
Umsókn: umsóknir til starvið sum leiðari av
Kafeteria í Norðurlandahúsinum skulu saman við
møguligum prógvum og viðmælum sendast til:
Norðurlandahúsið í Føroyum,Postboks 1260,110
Tórshavn og verða Húsinum í hendi í seinasta
lagi 1. mars 2003. Merkið brævbjálvan: "Umsókn,
Kafeteria".
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til stjóran í Norðurlandahúsinum, Helgu
Hjörvar, telefon 317900, e-postur helgah@nlh.fo
________________________________________
Norðurlandahúsið í Føroyum er stovnur undir Norður-
lendska Ráðharraráðnum og Føroya Landsstýri. Uppgáva
Norðurlandahúsins er at fáa norðurlendska mentan til Føroya
og føroyska mentan til onnur Norðanlond, umframt at stuðla
føroyskari mentan.21 fólk,svarandi til 17,25 ársverk,starvast í
Norðurlandahúsinum. Av hesum eru ein leiðari og trý fólk í
hálva tíð í Kafeteria. Í 2002 vitjaðu tilsamans 92.210 fólk í
Norðurlandahúsinum, 45.425 teirra í sambandi við lýst tiltøk.
Í Kafeteria vóru í 2002 skrásettar 49.396 avgreiðslur móti
33.845 árið fyri.
Mentamálaráðið
Vinnu- og Miðnámsskúladeildin
UNITED WORLD COLLEGE
Red Cross Nordic United World College Foundation bjóðar einum føroyskum
skúlanæmingi, ið er liðugur í 1. studentaskúlaflokki á sumri 2003, at taka IB (IB
merkir International Baccalaureate, og er hetta eitt altjóða studentsprógv, ið
gevur somu rættindi sum eitt føroyskt studentsprógv), eftir 2 árum á einum
altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri
Bergen.
Endamálið hjá skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki,og verður hetta
m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 70 ymiskum londum búgva og lesa saman
á skúlanum.
Stuðulsstovnurin rindar – eftir umsókn – skúlagjaldið, og næmingurin, ið fer á
United World College, fær útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum eftir somu
treytum, sum studentaskúlanæmingar í Føroyum.
Nærri upplýsingar um skúlan fáast við at venda sær til Mentamálaráðið ella til
lestrarvegleiðingina á studentaskúlunum.
Umsókn um upptøku á Red Cross Nordic United World College, ljóstak av
støðumetan og stutt frágreiðing um teg sjálva/n skulu vera Mentamálaráðnum í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7. mars 2003. Gjørt verður vart við, at einki
umsóknarblað finst.
10. februar 2003
Mentamálaráðið
Postrúm 3279 – 110 Tórshavn
Telefon 35 50 50 – Telefax 35 50 55
Umboðsmannaval
Veljast skulu 4 umboðslimir.3 fyri Vág,1 fyri Sumba.
Uppskot til umboð skulu skrivliga vera Sjúkrakass-
anum í hendi innan 4. mars 2003. Valið fer fram á
skrivstovuni 20.3.03.
Suðuroyar Sunnari Sjúkrakassi
C
M
Y
K
37
36