leygardagur 15. februar 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 32 - 15. februar 2003
Nr. 32 - 15. februar 2003
39
Mánadagur 17. februar í 2003 er merkisdagur hjá Skilling.
Á miðdegi lata vit nevniliga dyrnar upp í nýumvældu deild
okkara í miðbýnum. Her inni gongur sjón fyri søgn. Sera
snøgt og snotiligt er vorðið. Her er einans valaverk at síggja.
Einki lýti, einki bygningsbrek.
Samstundis hátíðarhalda vit, at samfull 80 ár eru farin, síðan
Skilling fór undir virksemi sítt. Hetta halda vit vera vert bæði
kaffi og kransakøku til kundarnar og ballónir til børnini. Øll
eru hjartaliga væl komin.
Hyggið inn á gólvið mánadagin!
N. Finsensgøta 23 · Tel 312225 · Fax 310525
Hjá Skilling síggjast vit!
MERKISDAGUR Í EYGSJÓN
Starv á Hagstovuni
Hagstovan hevur tørv á fólki til at fáa nýggjar hagtalsuppgerðir til vega
um arbeiðsmarknaðar-, lønar- og inntøkuviðurskifti.
Til at hava hesa uppgávu um hendi, sóknast vit eftir einum væl útbúnum
fólki, sum hevur áhuga í hagtølum og evni at fást við tøl. Verkætlaninar í
hesum sambandi fara fram í tøttum samstarvi við KT tøkningar og tí vera
eisini krøv sett um góð samstarvsevni og góð samskiftisevni um teldutøkni.
Besti førleikin er akademisk útbúgving, búskaparfrøðilig ella
samfelagsfrøðilig, men hevur tú aðra hægri útbúgving og haraftrat royndir
ella áhuga í samfelagsmálum, kann hetta vera nøktandi førleiki til starvið.
Royndir av arbeiði við telduforritum og datagrunnum geva fyrimun.
Starvið verður lønt eftir galdandi sáttmála millum Landsstýrið og avvarð-
andi fakfelag.
Umsóknirnar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.mars 2003.
Set teg í samband við Axel Nolsøe, deildarleiðara, ella Hermann Oskars-
son, stjóra, á Hagstovu Føroya, telefon 352800, vilt tú hava meira at vita
um starvið.
Hagstova Føroya
er sjálvstøðugi hagtals-
stovnur landsins.
Stovnurin er í trimum
deildum - Hagdeild, KT-
deild og Útgávudeild, sum
samstarva um at veita
almenninginum góð og
skjót hagtøl um so nógv
viðurskifti sum til ber.
Á stovninum arbeiða 14
fólk - búskaparfrøðingar,
samfelagsfrøðingar, KT
tøkningar og skrivstovu-
fólk.
-tað
loysir
seg
C
M
Y
K
39
38