týsdagur 18. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 33 - 18. februar 2003
Nr. 33 - 18. februar 2003
3
FØROYINGAR Í
ÚTLANDINUM
Jan Müller
Føroyskur viðskeri, før-
oyskur tónleikur og sangur
og føroysk olja verða á
skránni, tá einir 100 føroy-
ingar búsitandi í Bretlandi
hittast til hugnaliga sam-
veru í London týskvøldið.
Tað er FISC, Faroe Island
Solidarity Commitie og
føroyski sendimaðurin í
London, John Rajani, sum
hava tikið stig til tiltakið.
Endamálið er fyrst og
fremst at savna so nógvar
føroyingar í Bretlandi sam-
an sum tilber. Tað verður
mett, at einir 500 føroying-
ar og 2. ættarlið eru í Bret-
landi. Koma 100 til sam-
komuna verður tað hildið at
vera gott.
Hóast tað kann vera lang-
ur teinur at fara til London
úr nógvum pørtum av Bret-
landi, so kann tað tó løna
seg at gera túrin. Tí til sam-
komuna verður høvi at hitta
aðrar føroyingar og fáa før-
oyskan mat, øl og annars
undirhald. Og er tað undir-
hald av 1. floks góðsku eins
og maturin og ølið. Tvey av
okkara frægu tónlistafólk-
um, Teitur Lassen og Sigrid
Rasmussen fara at spæla og
syngja. Men ætlanin er so
eisini at seta eitt ávíst aktu-
elt evni á skránna. Tað er
samstarvið millum Føroyar
og Bretland, og tað eru út-
litini fyri eini føroyskari
oljuvinnu, har m.a. Eyðun
Elttør, landsstýrismaður fer
at røða.
Teitur og Sigrid syngja fyri føroyingum Bretlandi
John Rajani, føroysku sendi-
maður í London hevur tikið
stig til saman við øðrum at
fáa føroyingar í Bretlandi
savnaðar
Sigrid Rasmussen fer at syngja, tá einir 100 føroyingar koma
saman í London týskvøldið
Teitur Lassen verður við til samkoma í London týskvøldið
C
M
Y
K
3
2