Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 33 - 18. februar 2003 Nr. 33 - 18. februar 2003 5 Føroya Kommunufel- ag hevði aðalfund um vikuskiftið. Nýggjur formaður skal veljast, nú Jacob Vestergaard, sum hevur verið for- maður seinastu tvey árini, tekur við starv- inum sum landsstýr- ismaður við fiski- vinnumálum KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Føroya Kommunufelag hevði aðalfund á Hotel Føroyum um vikuskiftið. Fríggjakvøldið vóru um- boðráðslimirnir á fundi, meðan fundurin leygardag- in var fyri allar kommunu- stýrislimir í landinum. Væl av fólki var á fundi. Jacob Vestergaard, fráfar- andi formaður í Føroya Kommunufelag, sigur, at á umborðsráðsfundinum fríggjakvøldið var for- mansfrágreiðing latin, eins og roknskapurin hjá felagn- um var til viðgerar. Viðgjørd vórðu aktuell mál, sum hava við komm- ununala fyristing at gera, eins og tosað eisini varð um slíkt, sum væntandi fer at henda í famtíðini. Leygardagin var almenn- ur fundir. Tað vil siga, at allir bý- og bygdarráðslimir í teimum kommunum, sum hava limaskap í Føroya Kommunufelag, høvdu at- gongd til fundin. Tann fundurin var fjøl- mentur, sigur Jacob Vester- gaard, og tað gjørdist ein góður fundur, sigur hann. Tosað varð nógv um mál, sum eru uppi í løtuni. Ser- liga eldraøkið og ikki minst nýggja barnaverndarlógin, vóru viðgjørd, sigur fráfar- andi formaðurin. Nýggja barnaverndarlóg- in er heilt greitt eitt mál, sum upptekur kommunal- politikkarar kring landið sigur hann. Og fólk tóku sum heild undir við nýggju lógini, hóast rættiliga nógv- ar viðmerkingar eisini vóru. Serliga tykist tað vera fíggjarliga býtið millum land og kommunur, sum kommunustýrislimir ikki eru heilt nøgdir við. Fleiri vildu halda, at teir sleppa ikki at valda, sum teimum verður álagt at gjalda, sigur Jacob Vestergaard. Lóggiv- ið verður heilt niður í smá- lutir, vísir hann á, og tað tykist efitr øllum at døma summum bygdarráðslimum at vera í meira lagi. Nú Jacob Vestergaard tekur við sum landsstýris- maður við fiskivinnumál- um, skal nýggjur formaður veljast í Føroya Kommunu- felag. Formaður verður valdur millum limirnar í stýrinum fyri Kommunu- felagið. Føroya Kommunufelag er skipað soleiðis, at hvørt øki í landinum, sum verður býtt eftir sýslunum, velur ein lim í stýrið. Tó er tað so, at um onkur kommuna í økinum hevur fleiri enn 1.000 íbúgvar, fær hendan kommunan egnan stýris- lim, soleiðis at tað tá verða minst tveir limir fyri økið. Soleiðis fekk Miðvágs Kommuna egnan stýrislim á fundinum um vikuskiftið, tí Miðvágs Kommuna er farin upp um 1.000 í íbúgv- aratali. Marianna Simonsen varð av Miðvágs Komm- unu vald í stýrið fyri Før- oya Kommunufelag. Um- framt umboðaðr Jóanis Nielsen úr Sandavági Vág- ar í stýrinum. Hann umboð- ar Bíggjar, Sørvágs og Sandavágs kommunur, sum allar hava færri nn 1.000 íbúgvar og tí hava ein stýrislim í felag. Nú Miðvágs Kommuna hevur egna umboðan í stýr- in um fyri føroya Komm- unufelag, eru níggju stýris- limir í felagnum. Nú Jacob Vestergaard er farin úr stýrinum í Føroya Kommunufelag, hava lima- kommunurnar í Suðuroy valt Onnu Djurhuus í Pork- eri at umboða Suðruoyar øki í stýrinum. Stýrislimirnir fara at velja nýggjan formann mikudagin, sigur Jacob Vestergaard. Til nýggjur formaður er valdur, er næstformaður, Jógvan Ed- mund á Geilini í Svínoy, virkandi formaður í Føroya Kommunufelag. Aðalfundur í Kommunufelagnum Jacob Vestergaard, h.m, á umboðsráðsfundi saman við Poul Andreasi Joensen úr Leirvík, sum eisini er stýris- limur í Føroya Kommunu- felag Mynd: Heri á Rógvi Nógvir kommunustýrislimir vóru møttir á fundi leygar- dagin, har millum annað eldrarøkt og barnavernd vóru til viðgerðar Mynd: Heri á Rógvi Bill Justinussen ætlar nú at seta eitt slag av barnalandslækna, sum skal kanna øll skúlabørn eina ferð árið og sum skal ráðgeva og vegleiða um heilsu hjá børnum í víðari merking HEILSURØKT Áki Bertholdsen Bill Justinussen, landsstýr- ismaður í heilsumálum, ætlar sær undir eitt veruligt átak at bøta um heilsuvið- urskiftini hjá børnum. Tað, hann ætlar at gera við at seta ein lækna, sum burturav skal hava við heilsuna hjá børnum at gera. Hetta verður eitt slag av barnalandslækna, sum einaferð um árið skal ferð- ast runt landið at kanna øll skúlabørn í Føroyum í fyrsta og áttanda flokki. Harumramt skal hann ráðgeva og vegleiða um heilsu hjá børnum. Hann sigur, at hann fer at leggja uppskot fyri Løg- tingið um skúlalæknaskip- an, áðrenn freistin at leggja uppskot fram í hesi ting- setuni er úti 5. mars. Hann heldur at hetta er eitt øki, sum er forsømt í Føroyum og at tað leingi hevur verið eitt hjartamál hjá miðflokkinum at fáa skúlalæknaviðurskiftini í rættlag. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skúlabørn eru fyri á hesum øki. - Summastaðni eru skúla- læknar, aðrastaðni eru ongir og vit kunnu ikki vera bekent at børnini skulu hava so ymisk tilboð á hes- um øki, heldur Bill Justin- ussen. Hann sigur, at verður ein landsumfatandi skúlalækni settur, fer hann við tíðini at uppbyggja sær eina serfrøði á økinum, sum fer at gera hann ógvuliga væl skikkað- an at ráðgeva øðrum fólk- um í heilsuverkinum, skúlaverkinum, foreldrum, sosialum myndugleikum o.s.fr, um viðurskifti hjá børnum - Hetta verður ein lækni, sum skal fylgja gjølliga við børnum og ungum. Hann skal hava eitt vakið eyga við tí, sum er uppi í tíðini og siga sína hugsan um tað, sum, kann ávirka viður- skiftini hjá børnum viður- skifti. Hann kann eisini gera og skipa fyri kanningum og at útvega hagtøl fyri ymisk viðurskiftum, sum hava við skúlabørn at gera og sostatt kemur hann ikki minst at fáa týdning í tí fyribyrgj- andi arbeiðnum. Tað er við blandaðum kenslum, at fólk taka ímóti Smyrli aftur, tí nógv halda, at avloysaraskipið hevur roynst betri SUÐUROYARSIGLING Áki Bertholdsen Suðuroy: Tá ið St. Ola loysir av Drelnesi í morgun, verður hetta seinasta ferðin hjá honum ímillum Suður- oynna og Havnina, í hvussu so er á hesum sinni. Strandferðslan hevur mangan fingið áoyringar fyri at hava havt ov vánalig avloysaraskip, tá ið Smyril hevur veirð í dokk, men hesuferð má ásannast, at hon hevur skotið papakeyk- in. St. Ola hevur nevniliga roynst so væl, at tey eru mong, sum halda, at tað hevði verið líka frægt at latið Smyril verið og havt estlendsku ferjuna. Har er ógvuliga rúmsátt og nossligt umborð á St. Ola og hartil er hon sera sjógóð. Einasta lítla minus hevur verið, at hon hevur nakrar fáar minuttir longri um ferðina enn Smyril hevur. Men uppundir vikuskift- ið kom Smyril aftur til lands, eftir at hava verið í dokk í Danmark í ein slakan mánað. – Um vikuskiftið hava tey vaskað upp og niður og gjørt hann kláran at seta í sigling aftur, sigur Poul Jákup Thomsen á Strand- ferðsluni. Tað er hann nú, men nú skal fyrst lógarkravd bjarg- ingarvenjing gerast, áðrenn hann kann setast í sigling aftur. Tann venjingin verður í dag og tá skulu allar mann- ingar vera við og tí er neyð- ugt at strika dagtúrinum í dag av Havnini til Suður- oyar og úr Suðuroy til Havnar. Men so verður tað Smy- ril, sum tekur siglingina uppaftur og hann fer fyrsta túrin av Havnini í kvøld klokkan 19. Poul Jákup Thomsen sig- ur, at nú Smyril hevur verið í dokk, er nógv gjørt við hann. Tað, sum hevur stør- stan áhuga hjá ferðafólki, er uttan iva, at stabilisator- arnir eru gjørdir aftur, so at teir nú halda betri. Men annars er eitt sindur av stáli skift, umframt at ymiskt maskinarí er eftirkannað o.s.fr. St. Ola av landinum Sostatt fer St Ola nú av aftur landinum. Tað fer hon um nakrar dagar, tí fyrst skal onkur lítil skaði á skipssíðuni umvælast. Tá ið Strandferðslan leig- aði St. Ola, vildi Estlendski reiðarin ikki góðtaka eitt leigumál, sum vardi styttri enn 75 dagar. Men Strandferðslan hev- ur ikki brúk fyri skipinum í meiri enn helvtina av tíðini og Poul Jákup Thomsen sigur, at roynt verður nú at fáa útleigaran at góðtaka, at leigumálið verður broytt, so at Strandferðslan sleppur undan at gjalda fulla leigu. Enn er óvist, um tað fer at eydnast, men skilligt, er, at tað kann verða nógvur peningur at spara, tí St. Ola kostar góðar 50.000 krónur um dagin. Tilsamans táttar leigumálið tískil í fýra milliónir, so eydnast tað at fáa estlendska reiðaran at slaka, er tað skjótt, at Strandferðslan sparir eina milliónupphædd og tað hevur stóran týdning fyri stovnin. Nú skal landslækni setast til skúlabørn Tað er ógvuligaumráðandi, at vit fáa ein lækna, sum hevur eitt vakið eyga við viðurksiftum, sum ávirka heilsuna hjá børnum á ymsan hátt, sigur Bill Justinussen, landsstýrismaður Smyril aftur í sigling í kvøld Í kvøld verður Smyril aftur settur í siglingina ímillum Havnina og Suðuroynna og St Ola fer aftur landinum og Strandferðslan roynir nú at fáa reiðaran at góðtaka, at leigumálið verður broytt, so at hon sleppur undan at betala ein part av leiguni C M Y K 5 4