Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 33 - 18. februar 2003 Nr. 33 - 18. februar 2003 7 Føroyingur flytir neyðhjálp til Ísraels Heine Hestoy er skip- ari og partaeigari í farmaskipinum Bar- bara, sum júst nú er í Ísrael. Tað er ein bretskur fyrrverandi skurðlækni, David Halpin, sum hevur leigað skipið til neyð- hjálparflutning NEYÐHJÁLP Solby A. Eliasen Tá Sosialurin fekk fatur á Heina, eru tey stødd í býn- um Ashdod, sum er í tí sunnara partinum av Ísrael. Hetta er fyrstu ferð, at Heine roynir ein slíkan túr. Og hann sigur, at tað hevur verið sera spennandi at hava hesi fólkini við. Men hann sigur eisini, at tað er ongin ivi um, at støðan í Ísrael og har um leiðir er sera spent. – Her eru helikoptarar og krígsskip allastaðni rundan um okkum, so tað merkist, at okkurt møguliga er í umbúnað, sigur Heine og leggur afturat, at tað tó ikki er vandi á ferð, so longi kríggj ikki er brostið á. Tað hava ikki verið nakrir trupulleikar við at sleppa inn ella at lossa. Ei heldur at sigla. Men einir 30 til 40 fjórðingar úr landi sóust krígsskip og helikoptarar. Og skiparin skuldi ferð eftir ferð siga frá, hvørji tey vóru, og hvat teirra ørindir vóru. – Fólkini her eru sera fitt. Tað komu nøkur umborð beint eftir, at vit vóru kom- in, at kanna pass og at práta við okkum fyri at vita, hvat vit gjørdu her. Tað gekk alt hampuliga fyri seg, greiðir Heine frá. Skipið kom inn í Ashdod mánanáttina, og beinan- vegin varð farið í gongd við at lossa tey 50 tonsini, sum skipið hevur siglt við. 50 tons kann tykjast at vera avbera lítið. Vørurnar eru til svøltandi palestines- arar í Gaza, men hjálpin er samstundis ein symbolskur uppreistur móti ísraelsku stjórnini og ætlaða álopinum hjá USA og Onglandi á Irak. Uppgávan hjá Heina viðvíkjandi neyðhjálpini var av, tá alt varð lossað av skipinum. – Vit fara avstað aftur herfrá um ein hálvan tíma, segði Heine í telefonini. Friðaruppreistur Nú er tað so upp til David Halpin og hansara fólk at fáa vørurnar til Gaza. Og tað er ikki vist, at tað bara verður sum at siga tað. Tað kann verða, at myndugleik- arnir ikki lata sær lynda bert við at taka stikkprøvar og vilja tískil við einum komandi kríggi í huga kanna alla lastina. So er vandi fyri, at vøran als ikki kemur vegin fram til Gaza, og verður sett í eitt pakkhús onkrastaðni. – Eg vóni, at tað gongur væl hjá teimum, og at tað eydnast at fáa vørurnar fram, tí gott nokk er hetta eitt slag av uppreistri, men hetta eru eisini vørur, sum fólk hava tørv á, sigur Heine. Hann lýsir David Halpin sum ein idealist, sum feiar trupulleikar av borðinum. – Hann heldur altíð, at alt bara gongur. Eru pappírini í lagi, so gongur tað nokk. Men tó so hevur hann á hesi ferðini trý fólk frá BBC við sær. Og á henda hátt er hann eitt sindur vardur, heldur Heine. David Halpin hevur stovnað friðarfelagsskapin The Dove and the Dolphin, sum hevur til endamáls at hjálpa neyðstøddum menn- iskjum. Hann sigur millum annað á heimasíðuni hjá The Dove and the Dolphin, at Ísrael er eitt land, har støðan hevur verið spent í 55 ár. Hann heldur, at landið so avgjørt ikki hevur brúk fyri, at bombumenninir Bush og Blair leypa á Irak og harvið gera støðuna uppaftur spentari. Og raka ósek menniskjur. Hann heldur hinvegin, at raðfestingin átti heldur at verið, at fingið frið til menniskjuni í hesum landinum, sum ikki hava havt frið í yvir 50 ár enn at hugsa um at leypa á Irak. Tí hevur hann tikið stig til felagsskapin og siglur við neyðhjálp til tey neyð- støddu, har hann samstund- is ger vart við ónøgdina hjá sær og sínum felagsskapi. Upprunaliga hevði David Halpin ætlanir um at sigla hesi 50 tonsini niður við einum trolara, men hann varð mettur at vera ov lítil, og síðani leigaði hann farmaskipið Barbara, sum Heine er skipari á. Farið varð úr Onglandi fyrsta februar, og skipið var frammi mánanáttina. Farmaskipið Barbara er í løtuni á veg úr aftur Ísrael, har tað júst hevur verið við neyðhjálparvørum til palestinesarar í Gaza Heine Hestoy er skipari á Barbaru. Hann sigur, at støðan er sera spent har um leiðir Mynd: Jon Hestoy Í dag klokkan 16 letur Húsarhaldsskúli Føroya í Klaksvík dyrnar upp og býður øllum at verða væl- komin til framsýning og kafé í sambandi við at skeiðið nú er um at vera liðugt FRAMSÝNING Solby A. Eliasen Klaksvík: 21 næmingar á Húsar- haldsskúla Føroya fáa fríggjadagin prógv handað. Tá er hetta sjey mánaðar skeiðið liðugt. – Tað verður ordiliga syrgiligt at fara heim, helt ein av næmingunum fyri, tá Sosialurin var á gátt. Allar genturnar eru á einum máli um, at tað hevur verið einastandandi stuttligt og læruríkt at ganga á skúlan- um. Og tær hava fingið nógv burturúr. Tað sást best á øllum tí, sum tær vóru í ferð við at stilla upp. Um- framt matgerð og húsar- haldsarbeiði av ymsum slag, so hava tær eisini fingið undirvísing í flestu handarbeiðslærugreinun- um. Sum dømi kunnu nevn- ast: binding, hekling, seym- ing, tilskering, leður og skinn, silkimáling, broder- ing føroysk bond og tøving. Á framsýningini verður eisini høvi hjá teimum vitjandi at fáa ein kaffi ella temunn við køkum, sum genturnar sjálvandi hava bakað, afturvið. Framsýningin verður op- in frá klokkan 16 til 21, og Húsarhaldsskúlin vónar, at mong fara at leggja leiðina framvið. Opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya Týsdagin klokkan fýra letur framsýningin hjá Húsar- haldsskúla Føroya upp Fuglafjarða komm- una er í holt við at byggja eina full-fíggj- aða útróðrarhavn við egningarmiðstøð, ís- útflýggjan og land- ingarmiðstøð. - Helst ganga eini 5-6 ár, áðr- enn alt arbeiðið er liðugt, sigur Sigurd Simonsen, býráðs- formaður ÚTRÓÐRARHAVN Vilmund Jacobsen Áhugin fyri útróðri í Fugla- firði er aftur vaksandi. Ein- ir 8-9 útróðrarbátar royna við línu, tá ið tað viðrar. Teir egna í bingjum á bryggjuni. Hetta eru ikki bestu umstøður, men sum er, hava teir ikki nakað betri. Felagið, Alfa Sea- food, landar og vigar fiskin, sum útróðrarbátarnir fáa. Hesin verður síðan sendur á Fiskamarknaðin. Soleiðis hevur verið gjørt í nøkur ár. Á henda hátt kunnu útróðr- armenninir leggja fiskin upp í Fuglafirði og sleppa undan at flyta hann á marknaðin sjálvir. Tað lætt- ir um. Bati í væntu Orsøkin til, at útróðrarvinn- an í Fuglafirði enn ikki hevur betur umstøður, er tó ikki, at einki verður gjørt á hesum øki. Kommunan arbeiðir nev- niliga við at byggja eina fullfíggjaða útróðrarhavn, so umstøðurnar hjá útróðr- arvinnuni gerast betur. Hetta arbeiði er langt síðan byrjað. Í løtuni verður at- løgusíðan longd við 42 metrum. - Vit hava nú eina atløgu- síðu, sum er einar 90-100 metrar, men fara ikki at helma í, fyrr enn vit hava eina fullfíggjaða útróðrar- havn við øllum fasilitetum, sigur Sigurd Simonsen, bý- ráðsformaður. Hann vísir á, at útróðrar- vinnan ætlandi skal hava eina egningarmiðstøð á havnaøkinum, ísútflýggjan og eina landingarmiðstøð. - Havnalagið krevur so nógv av kommununi, tí aktiviteturin er so stórur, men vit hava eina neyva ætlan við útróðrarvinnuni, sum fevnir um eini 5-6 ár, sigur Sigurd. Útflutningshavn Býráðsformaðurin vísir á, at nú trýstið á kommununa um betri og rúmari havna- umstøður hevur verið so stórt, hevur Havsbrún bygt eina atløgusíðu sunnanfyri virkið, sum teir í størstan mun brúka sjálvir. - Atløgusíðan er í fyrsta lagi ætlað til avskipingar av framleiðsluni hjá virkinum og til innskipingar av til- fari, sum virkið nýtir í síni framleiðslu, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður. Byggja útróðrarhavn í Fuglafirði - Um eitt ár verður hol sett á til tunnil millum Fuglafjørð og Hellurnar, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafirði TUNNIL Vilmund Jacobsen Tað hevur leingi verið eitt brennandi ynski, bæði á Hellunum, Oyndarfirði og í Fuglafirði, at gera tað lætt- ari atkomiligt millum bygd- irnar hinumegin fjøllini og Fuglafjørð. Hellurnar hoyra til Fugla- fjarða kommunu, men kommunumarkið røkkur haraftrat yvir á hálvan Oyndarfjørð, sum er sjálv- støðug kommuna. Stórir slættar Meðan nógv brattlendi er í Fuglafirði, eru stórir slættar á Hellunum og millum Hellurnar og Oyndarfjørð. Sigurd Simonsen, bý- ráðsformaður í Fuglafjarða kommunu, sigur, at partur- in hjá kommununi hinu- megin fjøllini er tríggjar ferðir so stórur, sum slætt- lendi, ið kommunan eigur á Kambsdali. - Hyggja vit fram í tíðina, meta vit tað vera rætt, at sambandið millum hesar partarnar í kommununi verður høgligari. Sum er, er vegurin millum Fuglafjørð og Hellurnar nógv longri, enn hann nýtist at vera. Haraftrat kemur, at vegurin úr Fjarðavegnum og norður til Hellurnar og Oyndar- fjørð liggur høgt og er smalur í støðum. Tunnilsloysn Fuglafjarða kommuna hev- ur tí sett pening av á fíggj- arætlanini í ár til fyrireik- ingar at byggja ein tunnil millum Fuglafjørð øðru- megin og Hellurnar og Oyndarfjørð hinumegin. - Vit vilja fyrst finna út av, um tað jarðfrøðisliga er rætt at byggja tunnilin, har vit ætla, at hann skal verða. Vit hugsa okkum, at hol verður sett á við ovara veg í Fuglafirði, og at tunnilin kemur útaftur við fyrsta vegabugin á vegnum til Oyndarfjarðar. Sigurd sigur, at verða tunnilsmunnarnir á hesum støðum, verður tunnilin 1,8 km. langur. - Vit kundu eisini latið tunnilsmunnan hinumegin verið longur uppi, og tá hevði hann bert verið 1 km. langur. Um eitt ár Býráðsformaðurin í Fugla- firði væntar, at hol verður sett á fyrst í komandi ári, men helst ganga eini 10 ár, áðrenn koyrandi verður í tunnli millum hesar part- arnar av kommununi. - Vit rokna við, at tað fer at kosta einar 20 milj. kr. at spreingja tunnilin ígjøgn- um og nakað tað sama at gera hann lidnan. Sigurd sigur, at Fugla- fjarða kommuna í mesta lagi ætlar at brúka einar 4 milj. kr. til hetta arbeiði um árið, og tí fer tað eisini at taka nøkur ár, áðrenn koyr- andi verður. Ætlaði tunnilin millum Fuglafjørð og Hellurnar verður einsporaður við nøkrum víkiplássum á vegnum. Tørvur á gróti - Okkum tørvar alla tíðina grót til útbyggingar á havnalagnum, og vit vænta, at einir 70.000-80.000 rúm- metrar av gróti fáast burtur úr hesi tunnilsgerð. Sein- astu 10 árini hava vit brúkt einar tríggjar ferðir so nógv grót til havnabyggingar og uppland í Fuglafirði, sigur Sigurd Simonsen. Hann vísir at enda á, at skal grót eisini nýtast hinu- megin Fuglafjørð, er hugs- andi, at arbeitt verður í báð- um endum, tá ið tunnilin skal byggjast. Fuglafjarða kommuna fer at byggja tunnil til Hellurnar Tað er eitt brennandi ynski á Hellunum og í Oyndarfirði at fáa eitt høgligari og betri samband við Fuglafjørð. Útróðrarvinnan hevur gott í væntu í Fuglafirði. - Vit hava eina neyva ætlan um, hvussu útróðrarhavnin skal síggja út um eini 5-6 ár, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður. Mynd (tilvildarlig): Vilmund Jacobsen C M Y K 7 6