týsdagur 18. februar 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 33 - 18. februar 2003
Nr. 33 - 18. februar 2003
9
Andstøðan vann
Eitt gamalt navn í kypriskari søgu hvørvur nú av
politiska pallinum á oynni - í hvussu er av ovastu rók.
Tað hendi um vikuskiftið, tá tann gamli leiðarin hjá
griksku kyprunum, Glafkos Klerides, noyddist at
viðurkenna, at hann hevði tapt forsetavalið. Klerides
fekk 39 prosent av atkvøðunum, meðan leiðarin hjá
andstøðuni, Tassas Papadopoulos, fekk 51,5 prosent.
Andstøðan er sett saman av mið- og vinstraflokkum.
Eygleiðarar á Kypros siga, at valúrslitið fer ikki at
bøta um útlitini fyri at fáa enda á stríðnum millum tann
grikska og tann turkiska partin av oynni.
Ongan stuðul til USA
Uttanríkisráðharrarnir í Arabisku Samgonguni samdust
um vikuskiftið um eina fráboðan, sum sigur, at londini
fara ikki at stuðla einum møguligum álopi á Irak.
Í fráboðanini stendur millum annað, at einki av
londunum í samgonguni eigur at lata amerikanarar
nýta sítt lendi til nakað, sum kann hótta trygdina og
ræðisrættin hjá Irak. Sagt verður, at eitt møguligt álop
á Irak kann koma trygdini í øllum teimum arabisku
londunum í vanda.
USA verður ikki nevnt í fráboðanini, og har stendur
heldur einki um tiltøk ímóti Kuwait, Qatar og Bahrein,
sum hava loyvt amerikansku hermegini at búgva seg til
álop haðani. Tað er eisini vert at leggja afturat, at
fráboðanin er ikki bindandi fyri londini í Arabisku
Samgonguni, og tí hevur hon ógvuliga avmarkaðan
týdning.
Turkar vilja hava meiri
pengar
Amerikanskar keldur vilja vera við, at stjórnin í Wash-
ington hevur boðið Turkalandi 42 milliardir krónur í
hjálp umframt 140 milliardir krónur í lánum, afturfyri
at amerikanarar sleppa at nýta turkiskar herstøðir í tí
ætlaða álopinum á Irak.
Turkiska stjórnin hevur loyvt amerikanarunum at
nútíomansgera herstøðirnar, men stjórnin hevur tó ikki
sagt beinleiðis, at støðirnar skulu nýtast í einum kríggi
við Irak. Turkiskir politikarar hava víst á, at Flógva-
kríggið í 1991 kostaði turkiska búskapinum nógv, og tí
krevja teir, at amerikanarar skulu rinda meiri enn tað,
sum teir higartil hava boðið sær til at rinda.
Seinasta fríggjadag var turkiski uttanríkisráðharrin,
Yasar Takis, í Washington, har hann hitti george W.
Bush, forseta, men tað eydnaðist teimum ikki at semj-
ast um, hvussu nógv Turkaland skal hava afturfyri at
lata amerikanarar nýta herstøðirnar.
Rushdie framvegis
deyðadømdur
Í Iran hava myndugleikarnir gjørt av, at deyðadómurin
ímóti rithøvundinum Salman Rushdie skal standa við.
Í einari kunngerð frá kollveltingarráðnum í Teheran
stendur, at deyðadómurin ímóti Rushdie er ævigur, og
at eingin hevur myndugleika at seta hann úr gildi.
Salman Rushdie varð dømdur til deyða í Iran í 1989,
eftir at hann hevði givið út skaldsøguna "Satanisk
ørindi". Síðani hevur Rushdie fjalt seg ymsastaðni í
Bretlandi, har hann býr, og sambært bretskum bløðum
hevur hann meiri enn 30 loyniligar adressur kring alt
Bretland.
Ovasti leiðarin í iranska kollveltingarráðnum er
landsins andaligi leiðari, Ali Khaminei. Iranski for-
setin, Muhammad Khatami, segði fyri tveimum árum
síðani, at deyðadómurin ímóti Salman Rushdie mátti
metast at vera farin úr gildi, men hetta hava teir víð-
gongdu við Ali Khaminei á odda sýtt fyri at góðtaka.
Amerikanarar ætla at
nýta ólóglig biokem-
isk vápn í krígnum
við Irak, skrivar eitt
bretskt blað.
ÓLÓGLIG VÁPN
Árni Joensen:
Fyrr í hesum mánaðinum
segði amerikanski verju-
málaráðharrin,
Donald
Rumsfeld, at amerikansku
herdeildirnar ætla at nýta
"ikki drepandi" biokemisk
vápn í tí ætlaða álopinum á
Irak. Verjumálaráðharrin
kom við hesari upplýsing-
ini undir einari hoyring í
Senatinum.
Rumsfeld segði, at ætl-
anin er at nýta hesi vápnini
ímóti irakskum sivilfólki,
ella um tað verður neyðugt
at taka fangar. Hann upp-
lýsti, at á hernaðarmáli
verða hesi vápnini umrødd
sum "doyvandi" vápn.
Tveir av teimum fremstu
vápnaserfrøðingunum
í
Bretlandi, professararnir
Alistair Hay og Julian
Perry-Robinson, siga við
blaðið The Independent, at
vápn av hesum slagnum eru
ólóglig sambært sáttmálan-
um frá 1992 um kemisk
vápn og Geneve-sáttmálan-
um frá 1928, sum bannar
londum at nýta kemisk evni
ímóti fólki í krígstíð.
- Tað hevði verið heilt
burturvið, gera amerikan-
arar av at nýta slík vápn.
Kríggið ímóti Irak hevur
júst til endamáls at forða
fyri, at slík vápn verða nýtt,
sigur Alistair Hay við The
Independent.
Teir báðir bretsku pro-
fessararnir, sum báðir eru
ráðgevar hjá heimsheilsu-
stovninum WHO, ávara
ímóti teimum avleiðingum,
sum hesi vápnini kunnu
hava. Teir vísa millum ann-
að á, hvat hendi, tá teir ser-
vandu russisku hermennin-
ir lupu á leikhúsið í
Moskva,
har
kekenar
høvdu tikið fleiri hundrað
gíslar. Russisku hermenn-
inir nýttu doyvandi kemiskt
evni við tí úrsliti, at 127
fólk doyðu av eitran.
Sambært Hay og Perry-
Robinson hava bretsku
myndugleikarnir
ávarað
USA ímóti at nýta slík
"doyvandi" vápn í tí ætlaða
krígnum við Irak, tí tað
hevði verið í stríð við al-
mennan bretskan politikk
at nýtt vápnini, siga teir.
Ætla at nýta ólóglig vápn
Ikki færri enn
750.000 fólk gingu
um vikuskiftið mót-
mælisgongu í Lond-
on, har tey mótmæltu
ætlanini um álop á
Irak. Tað kann geva
Tony Blair trupul-
leikar.
KRÍGSMÓTMÆLI
Árni Joensen:
Eygleiðarar í Bretlandi
halda, at tann stóra undir-
tøkan, sum mótmælistil-
takið í London fekk, kann
koma Tony Blair, forsætis-
ráðharra í ta ringastu polit-
isku kreppuna nakrantíð.
Eingin hevur enn tosað
um stjórnarskifti, men pol-
itiskir eygleiðarar í London
eru á einum máli um, at
Blair situr á einari politisk-
ari knívsegg, eftir at hann
at kalla treytaleyst hevur
tikið undir við amerikansku
stjórnini og ætlan hennara
at leypa á Irak. Eygleiðar-
arnir siga, at tað avgerandi
verður, um Bretland fer at
taka undir við einum am-
erikanskum uppskoti um at
geva Saddam Husssein ein
allarseinasta møguleika, og
at USA skal fáa loyvi at
leypa á, tekur irakski
forsetin ikki av.
Blaðið The Observer
skrivaði í gjár, at heldur
Blair fram við at hanga í
halanum á amerikanarun-
um, fara partar av flokki
hansara at gera uppreistur,
samstundis sum summir av
ráðharrum hansara fara at
leggja frá sær.
Blair kann fáa trupulleikar
Tony Blair skal ansa sær.
Stuðulin til amerikansku
ætlanina at leypa á Irak
kann fara at kosta honum
dýrt.
UTTAN ÚR HEIMI
Innihaldið í frágreið-
ingunum hjá Hans
Blix og Mohamed
AlBaradei var ikki
tað, sum amerikanska
stjórnin hevði vónað,
og frágreiðingarnar
hava skert møguleik-
arnar hjá USA. Men
kortini er ivasamt,
um George W. Bush,
forseti fer at bíða við
at taka avgerð, sjálvt
um Frakland vil hava
eina frágreiðing
afturat tann 14. mars.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Amerikanski uttanríkisráð-
harrin,
Colin
Powell,
noyddist at nýta sínar
drúgvu royndir frá sínum
hermannalívi fyri at fjala
misnøgdina og vreiðina,
meðan hann sat í ST-trygd-
arráðnum og lurtaði eftir
teimum báðum frágreiðing-
unum. Tí tað var týðiligt, at
innihaldið hóvaði honum
ikki.
Generalurin, sum gjørd-
ist diplomatur og síðani utt-
anríkisráðharri, var uttan
iva komin á fundin í teirri
ivaleysu vón, at tað fór at
eydnast honum at sannføra
hini 14 umboðini um, at nú
var nóg mikið tosað, og at
neyðugt var at nýta ta her-
megi, sum amerikanarar og
bretar hava savnað við
Persaflógvan.
Ístaðin noyddist amerik-
anska
sendinevndin
at
leggja oyruni til tvær frá-
greiðingar, sum lótu næstan
allan iva koma Irak til góð-
ar. Fleiri lond, sum framm-
anundan vóru sinnað at
stuðla USA og Bretland,
broyttu kós, samstundis
sum mótstøðulondini við
Fraklandi á odda kendu seg
styrkt til at halda fram við
sínum sjónarmiðum.
Í fyrsta umfari segði
Colin Powell, at hann
skuldi tosa við forsetan um
støðuna, og at amerikanska
stjórnin eisini fór at ráðføra
seg við aðrar stjórnir.
Eygleiðarar í New York
søgdu alt fyri eitt, at hetta
var eitt tekin um, at amer-
ikanska stjórnin var vorðin
í iva um, hvat hon skuldi
gera.
Bíðar neyvan
Undan fundinum í trygdar-
ráðnum seinasta fríggjadag
væntaðu Hvítu Húsini, at
tað fór at bera til at fáa ein
meiriluta í trygdarráðnum
at samtykkja, at Irak hevur
brotið samtykt nummar
1441. Tað var greitt, at eitt
ella fleiri av limalondunum
fóru at velja at nýta sýting-
arrættin, men kundi USA
kortini fáa meiriluta fyri
sínum sjónarmiðum, kundi
tað metast sum ein sigur og
styrkja ætlanina um at
leypa á Irak. Aftan á frá-
greiðingarnar frá vápna-
eftirlitsmonnunum halda
eygleiðarar tað vera iva-
samt, um USA torir at
leggja eitt nýtt uppskot fyri
trygdarráðið. Skuldi tað
hent, at stjórnin legði eitt
uppskot fram, og at Frak-
land, Russland og Kina
nýta sýtingarrættin ímóti tí,
hevði tað verið ein álvars-
samur diplomatiskur ósigur
fyri amerikansku stjórnina
og ikki minst George W.
Bush, forseta, siga eygleið-
ararnir.
Tað er eisini ógreitt,
hvørjar møguleikar amerik-
anska stjórnin fær, skuldi
trygdarráðið valt at tikið
undir við franska uppskot-
inum um, at vápnaeftirlits-
menninir skulu lata trygd-
arráðnum enn eina frá-
greiðing tann 14. mars.
Tað, sum avmarkar møgu-
leikarnar hjá USA, er, at
franski uttanríkisráðharrin
hevur gjørt greitt, ætlanin
er ikki at lata 14. mars vera
nakra seinastu freist hjá
irakum. Tvørturímóti hevur
hann sagt, at Irak eigur at
fáa ein møguleika afturat at
ganga
krøvunum
hjá
vápnaeftirlitsmonnunum á
møti, og at tann 14. mars
eiga eftirlitsmenninir so at
gera upp, hvat irakar hava
gjørt, og hvat er eftir.
Við øðrum orðum kunnu
irakar fáa eina freist afturat.
Enn hava amerikanarar ikki
sagt sína almennu hugsan
um uppskotið hjá Dom-
inique de Villipin, men
eygleiðarar halda tað vera
ivasamt, um Bush er sinn-
aður at bíða líka til tann 14.
mars. Tað er heldur ikki
vist, at forsetin er sinnaður
at bíða til tann 1. mars, tá
vápnaeftirlitsmenninir
skulu lata teimum fimm
føstu londunum í trygdar-
ráðnum eina frágreiðing.
Nærri avgerðini
Okkurt var kortini í frá-
greiðingini hjá Hans Blix,
sum amerikanska stjórnin
kann fegnast um. Millum
annað segði sviin, at ar-
beiðið hjá vápnaeftirlits-
monnunum kann avgreiðast
skjótt, bara irakar vísa tann
neyðuga samstarvsviljan.
Blix tók eisini undir við
amerikanska sjónarmiðin-
um um, at tað eru ikki
vápnaeftirlitsmenninir, sum
skulu finna tey ólógligu
vápnini, men at tað áliggur
iraksku myndugleikunum
at at vísa eftirlitsmonnun-
um, hvar vápnini eru. Eisini
vísti Hans Blix á, at irakar
hava fleiri rakettir og rak-
ettmotorar, sum eru ólóg-
ligir sambært ST-samtykt-
um, og at bæði rakettirnar
og motorarnir skulu fyri-
beinast. Sýta irakar fyri at
ganga hesum kravinum á
møti, fer tað at styrkja
amerikansku støðuna.
Eygleiðarar eru á einum
máli um, at tað ber fram-
vegis til at finna eina diplo-
matiska loysn á Irak-krepp-
uni, hóast amerikanarar og
bretar hava savnað einar
150.000
hermenn
við
Persaflógvan. Amerikanska
stjórnin hevur gjørt greitt,
at tað er ikki neyðugt við
einari ST-samtykt afturat
fyri at seta eitt hernaðar-
átak í verk, tí tann heim-
ildin liggur í samtyktini,
sum trygdarráðið gjørdi
einmælt tann 8. november.
Frágreiðingarnar,
sum
vápnaeftirlitsmenninir
løgdu fyri trygdarráðið
seinasta fríggjadag, hava
ivaleyst tryggjað eftirlits-
monnunum meiri tíð í Irak,
men tær hava samstundis
gjørt, at George W. Bush,
forseti er nú nærri tí degi, tá
tann endaliga avgerðin
verður tikin.
USA sleikir síni sár
Samstundis sum amerikanska stjórnin fyrireikar seg til kríggj við Irak, gingu fleiri milliónir fólk mótmælisgongu ímóti krígsætlanini. Hendan myndin er úr San Fransisco, har fleiri
hundraðtúsund fólk mótmæltu krígsætlanini.
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
9
8