Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 33 - 18. februar 2003 Nr. 33 - 18. februar 2003 11 Tað var hugaligt at hoyra lýsingina í útv arpinum undan Prix Føroyum tiltakinum í mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Hon segði frá, at løg- reglan var úti á vegunum í samban di við tiltakið. Hetta var ein skilagóð áminning til allar bilførarar, sum fóru til tónleikatiltakið um at koyra hampuliga og at halda seg langt vekk frá rúsdrekka. Ein góð fyribyrgjandi gerð, sum vit fegin hoyrdu oftari. Hetta við løgregluni á vegunum er eitt afturvendandi mál. Tað er eitt ynski hjá øllum foreldrum, at løg- reglan er á vegunum eisini á náttartíð, tá mong ung koyra í bili. Hetta fyri at vera fyribyrgjandi. Um tey ungu vistu, at løgreglan er meira at síggja um næt- urnar, so høvdu tey kanska eisini ansað sær betur. Men hinvegin veit ein og hvør, at tað er ikki orka til at vera úti á vegunu m alt samdøgrið og alla staðni. Spurningurin er tó eisini, hvat vit vilja – hvat vilja myndugleikarnir og hvat vil samfelagið spandera uppá at fyribyrgja vanlukkum millum ung, sum koyra um næturnar. Hesin spurningurin er vorðin aktuellur ikki minst nú vit hava fingið okkara fyrsta undirsjóvartunnil, sum er einki minni enn ein koll- velting, hvat ferðslumentan og eisini ungdómsment- an viðvíkur. Fuglfirðingar kunnu fara í dans í Sør- vági og koma heimaftur somu nátt, og sørvingar kunnu fara í dans á Strondum og koma heimaftur somu nátt. Hetta má seta spurningar til samfelagið og serstakliga tey, ið vara av ferðsluni. Og tað eru júst hesar spurningar vit hava sett bæði myndugleikum og løgregluni fleiri ferðir á hesum stað og inni í blaðnum. Vit endurtaka spurningarnar, sum eisini okkara journalistar hava sett eitt nú teimum, ið vara av ferðsluni hjá løgregluni: hvør hevur ábyrgdina av trygdini í undirsjóvartunlinum, av skelting, eftirlit osfr? Hvør eigur at taka stig til eitt opið orðaskifti um hesar spurningar! Skulu politikararnir takast við í hetta orðaskiftið, og tað skulu teir, so mugu tað koma nøkur signal frá teim- um, sum vara av í tí dagliga, tvs. løgregluni, Ráðn- um fyri Ferðslutrygd, kommunum og foreldrum fyri bert at nevna nøkur. Hesi mugu øll í felag rópa hart varskó og spyrja, hvussu føroyska samfelagið ætlar sær at møta tí nýggju avbjóðingini, sum tað er at binda oyggjar saman. Hesin spurningurin verður uppaftur meira aktuellur, tá Norðoyartunnilin gerst veruleiki. Men tað er nú tað má tosast og handlast. Tað var um reppið, at ikki fimm ung fólk og ein ar- beiðsmaður lótu lív í Vágatunlinum vegna rasara- koyring seint á kvøldið. Nær hendir tann stóra van- lukkan – og fer hon at henda uttan at vit hava havt hetta so átrokandi orðaskiftið? Við hesum senda vit spurningarnar enn einaferð til løgregluna og aðrar myndugleikar. DAGSINS MEINING Sosialurin Tunlar og trygdarábyrgd VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eyðgunn Samuelsen, formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Býráð Hetta var yvirskriftin í Dimmalætting tann 13. februar 2003 viðvíkjandi nýggja lógaruppskotinum hjá Páll á Reinatúgvu, og sjálvt um hon ljóðar sum eitt paradoks, so er hetta júst tað, ið lógin leggur upp til. Tað tykist, sum um ongin av landsstýrismonnunum hevur lisið kommunuálitið, ið teirra egna samgonga fekk gjørt. Kjarnan í tí kommun- ala sjálvsstýrinum er, at tann, ið skal valda skal eisini gjalda, og at uppgávur og ábyrgdin av eini uppgávu eru á sama stað. Henda meg- inregla er so ikki galdandi í lógaruppskotinum til barna- vernd kunnu vit róliga stað- festa, eins og fíggjarligi parturin av uppskotinum er alt ein stór fløkja. Rættartrygd hjá barninum Verður nógv tosað um, eisini í samband við nýggju lógina. Kommunusamskip- anin ynskti 7-9 økisbarna- verndir, og tí var fyrra upp- skotið tikið av borðinum av undanmanninum hjá núver- andi landsstýrismanni, tí nú skuldi uppskotið taka hædd fyri ynskjunum hjá komm- ununum. Men hvat hendir, vit fáa uppskotið aftur við 49 barnaverndum, og tað verjir ikki børnini og/ella foreldrini. Landsstýrið átti at skorið ígjøgnum her og gingið KSF á møti, um rættartrygdin hjá barninum var í fokus. Vit vita, at tað er hopleyst hjá teimum smáu bygdunum at skipa barnaverndir og at tryggja eina fullgóða málsviðgerð. Gamaní sigur uppskotið, at vit »kunnu« hava 49 barnaverndir, men eftir mínum tykki er hetta ongin broyting í mun til verandi støðu. Hvar skulu smá- bygdirnar finna fólk við miðallangari útbúgving at velja í barnaverndirnar. Tað eru fleiri støð í landinum, har kanska bert ein persón- ur er, ið uppfyllir hesa treyt. Er henda loysn nøktandi? Nei als ikki. Nú má skil koma á – bæði hvat skal út til komm- ununar og ikki minst fíggj- arligi parturin! Á 6. árið hevur samgong- an tosað um at leggja økir út til kommununnar at umsita. Tað ið vit merkja, er at tá ið landið manglar pengar, so taka teir okkurt øki og leggja út til kommunnunar, sum tað nú er hent fleiri ár á rað í samband við sparingar í fíggjarlógini. Nú er nokk, vit vilja ikki finna okkum í hesum longur!! Síðsta døm- ið er í samband við fíggjar- lógina fyri 2003, har er sam- tykt at kommununnar skulu gjalda forsorgarhjálp til mammur, ið eru arbeiðsleys- ar vegna vantandi barnaans- ing. Hetta er púra burturvið, forsorgarhjálp er eitt mál, ið landið umsitur og hvat so um mamman fær ansingarpláss men onki arbeiði, hvør skal tá gjalda, og hvussu skal hetta umsitast, eg spyrji bara. Landið má í samráð við kommununnar avgera ein fíggjarligan leist fyri yv- irtøku av málum og hvørji mál skulu yvirtakast. Til tað er gjørt, er ongin áhugi í at yvirtaka nakað sum helst, heldur ikki nýggju skipanina um barnavernd. Kommununar skulu umsita barnavernd undir landinum! Kaj Leo Johannesen, løgtingslimur Eg havi við áhuga lisið frá- greiðingina hjá Fiski- mannafelagnum. Og vit eru samdir um, at ein góð og hørð kapping er sunn fyri vinnuna og fyri samfelagið sum heild. Hettta førir jú við sær, at tá eitt nú fiska- virkini og aðrir keyparir bjóða uppá fiskin í fríðari kapping, fær tann sum gevur besta prísin fiskin. Í hesum eru vit púra samdir. Men tað er óskiljandi, at tað eina liðið enn er eftirbátur í kappingini, og tað er í kappingini um fiski- dagarnar. Fiskivinnan á sjógvi livur framvegis í ein- um vardum umhvørvi, uttan kapping av nøkrum slag. Myndin av teirru før- oysku skipanini er, at pol- itikarar higartil hava noktað útlandskum kapitali at blanda seg. Hetta við ótt- anum fyri, at avreiða ræði á føroyska tilfeinginum úr føroyskum hondum. Staðfest er, at tað før- oyska samfelagið hevur valt, at geva einkultum per- sónum í Føroyum ræðis- rættin til okkara tilfeingi, og eftir serligum reglum, nýta tilfeingi í sínum priv- ata búskapi. Eingin krøv eru sett um, at gjaldast skal fyri rættin at fiska, ella fyri fiskidagar og aliloyvir Eg unni øllum sum hava fiskiloyvir, eitt so gott av- kast sum tilberð, men eg meini at vit eisini eiga at tosað um, at fáa kapping í veiðuliðið! Fiskivinnan á sjógvið hev- ur einki at óttast, tí teir bestu og dugnaligastu sjómennir- nir, koma framvegis at gagn- nýta ríkidømi úr havinum. Hvør er trupuleikin við at selja fiskidagar til hægst bjóðandi? Undirritað er Føroyingur og tí parteigari av føroyska fiskiríkidøminum, “Føroya fólks ogn, sum tað stendur í lógini”. Sum borgari (part- eigari) havi eg áhuga í, at fáa størst virði fyri hvønn fiski- dag sum gagnnýttur verður, og tað fái eg ikki í løtuni! Fiskimannafelagið sigur tað so púra rætt í síni árs- frágreiðing, at kapping um rávøruna skapar hægsta virði pr. kg. ráfisk. Niðurstøðan verður tí eisini, at sambært Fiski- mannafelagnum, gevur væntandi kapping ikki hægsta virði pr. kg. rávøru, og sostatt heldur ikki tað besta úrslitið. Sum nú er, kann tað almenna tilvildarliga geva mær, ella granna mínum eitt fiskiloyvi “free of charge”. Men hvørjar eru treytirnar fyri at fáa eitt slíkt loyvi við postinum, sum grannin (tilvildarliga) ikki fær? Við einari fríðari kapp- ing, hevði tann við bestu evninum, tilogna sær teir neyðugu fiskidagarnar, í eitt ávíst tíðarskeið, fyri at reka fiskiskapin á opti- malan hátt. Eingin setur spurnartekin við, at hava tilfeingisrentu og fríða kapping tá talan er um Oljuvinnuna, sum jú eisini er ein rávøra við av- markaðum tilfeingi. Hvør er munurin á einari tunnu av olju fyri eitt nú 24 $/- tunnu og á einari tunnu av Toski fyri 240 $/tunnu. So mín spurningur er: Gongur Fiskimannafelagið eisini inn fyri kapping í veiðiliðnum, ella skal kappingin bert galda Fiski- vinnuna á landi. Spurningur til Fiskimannafelagið VIÐMERKINGAR Heðin D. Poulsen Sum oftast er tað ein av- bjóðing at fara í nýtt starv og krevur starvið eykanógv av viðkomandi ta fyrstu tíðina, tí eingin er føddur við starvsroyndum ella út- búgving. Útbúgvingar eru ikki at forsmáa, tær eru góðar at hava við sær í pjøkanum, men kunnu als ikki samanberast við starvsroyndir. Útbúgvingar eru amboð og á einum lærustovni verður tann les- andi lærdur at brúka hetta amboð, tí er tað ikki mest umráðandi hvat lisið verð- ur, - so leingi lært verður. Við jøvnum millumbilum hava fjølmiðlarnar róð upp undir, at landsstýrismanna- skipanin møguliga ikki er hin besta. Tað, at ein og hvør, uttan stórvegis út- búgving ella royndir kann koma at sita í sessinum sum landsstýrismaður. Hesum sjónarmiði fari eg ikki at taka undir við ella seta meg ímóti, heldur fari eg at lýsa ein annan møgu- leika, ið hevði kunna gjørt tað nemmari hjá einum nýg- gjum og eldhugaðum lands- stýrismanni at tikið við tá tann royndi dugnaligi lands- stýrismaðurin leggur árarnar inn, ella verður noyddur frá. Skipanin í dag Ímynda tær ein fótbóltsdyst og málmaðurin hja tí eina liðnum fær ein skaða av einum ov harðligum mót- støðumanni. Málmaðurin verður borin út og nú skal maður í mans stað, men her er eingin maður á beinkin- um, ið kann koma inn fyri tann skadda málmannin. Meðan dysturin so leikar á, skal liðformaðurin nú út at finna hin best hóskandi mannin! Hetta er verandi skipan tá landsstýrismenn fara frá, eingin eykamaður er klárur at fara inn á leikvøllin í somu stund ein landsstýris- maður fer av vøllinum. Sambært § 33 í løgtings- lóg um stýrisskipan Føroya, situr hvør landsstýrismaður fyri málsøki sínum hvør sær. Hetta merkir at hvør lands- stýrismaður hevur evstu ábyrgd av sínum málsøki. Summi hava havt hug at funnist at tí nøring, ið er farin fram av landsstýris- monnum tað síðstu tíðina. Hildið hevur verið at tað eru ov nógvir landsstýris- menn. Hvussu hesum við- víkir er ikki gott at siga, men eitt er vist, og tað er at málsøkini hvør einstakur landsstýrismaður skal um- sita í dag, eru sera umfat- andi, bæði viðvíkjandi tæn- astum, uppgávum og starvsfólkum, somuleiðis sum skyldurnar hjá lands- stýrismonnum einans standa við og veksa. Tað átti, at verið øllum eyðsæð, at ein og hvør nýggjur landsstýrismaður fær eina strævna byrjan, tí nógv verður kravt av hon- um; og tað er uttan mun til hansara bakgrund, utbúgv- ing og royndir. The King is dead, long live the King! Til tess at tryggja at ein landsstýrismaður altíð er tøkur, tá annar fer frá, kundi ein skipan lík tí, ið verður nýtt í Bretlandi ver- ið tikin í nýtslu í Føroyum, við junior ministers, ella eyka landsstýrismonnum. Ein slík skipan inniber, at tá landsstýrismenn verða útnevndir, verður ein eyka landsstýrismaður valdur fyri hvønn landsstýris- mann. Hesin landsstýris- maðurin skuldi ikki havt ábyrgd av málsøkinum, somuleiðis sum hann held- ur ikki hevði havt nakrar heimildir at taka avgerðir, tað skuldi sambært Stýri- skipanarlógini framvegis verið uppgávan hjá lands- stýrismanninum. Starvið sum eykamaður kundi verið hálvtíðarstav ella minni og eykamaðurin kundi varðveitt sítt høvuðs- starv. Eykamaðurin hevði verið tætt knýttur at arbeið- inum hjá landsstýrismann- inum og hevði kunna ar- beitt sum politiskur ráðgevi hjá landsstýrismanninum. Hann hevði kunnu fyrireika landsstýrismannin, havt samband við tað politiska baklandi samstundis sum hann hevði sett seg inn í ar- beiðið hjá verandi lands- stýrismanni. Tá dagurin so handan sýnini framrennur, at lands- stýrismaðurin leggur frá sær, tekur eykamaðurin yvir og verður settur sum lands- stýrismaður í somu stund sum hin leggur frá sær. Skipanin hevði fyrireika tann nýggja landsstýris- mannin og veitt honum royndir og vitan, áðrenn hann bleiv settur sum landsstýrismaður. Hetta hevði merkt at tað hevði borið til at tryggja, at tann nýggi landsstýrismað- urin fekk møguleika at seta seg inn í arbeiðsgongdina og viðurskiftini á hvørjum ein- støkum málsøki sær. Tann nýggji landsstýrismaðurin hevði kent sína umsiting frá fyrsta degi hann tók við starvinum sum landsstýris- maður og hevði havt innlit í arbeiðslagi. Hvat krevst Áðrenn ein slík skipan kann verða tikin í nýtslu krevst eitt sindur av fyri- reiking, men ikki ovur- hondsstór fyrireiking. Tað er sjálvandi ikki neyðugt at broyta Stýriskipan Føroya, tí talan er ikki um ein nýggjan landsstýrismann, einans ein eykamann uttan tær heimildir og rættindir ein landsstýrismaður hevur. Neyðugt er ikki at seta niður nevnd at gera tilmælir, nokk hevði verið við at sett nakað av arbeiðsmegi til síðis, ið kundi evna eitt lógaruppskot, ið staðfesti slíka skipan og nærri reglur viðvíkjandi skipanini. Ein vansi við hesi skipan er sjálvandi, at hon viðførir eykaútreiðslur fyri lands- kassan, og hvør ynskir at tilluta landinum eykaút- reiðslur? Tó trúgvi eg, at hesar meirútreiðslur høvdu skjótt verið spardar inn aftur í minni umsiting, tí við hesi skipan høvdu vit fingið ein landsstýrismann, ið var hollur í royndum inn- an egi málsøki. Skipanin hevði eyðvitað ikki givið anstøðuni royndir í landsstýrinum, men eftir at skipanin hevði virka í nøkur ár og við tí útskiftan av samgongu og andstøðu, ið vanliga hevur verið, so hevði andstøðan á sama hátt sum samgongan fingið ágóðan av hesi skipan. Valið er… Alternativið er, at verandi skipan heldur áfram og vit framhaldandi skulu vænta okkum toyggji frá fjølmiðl- unum hvørja ferð ein nýggjur landsstýrismaður tekur við, ein førleika skip- an kundi verið innførd, ella omanfyrinevnda skipan við eykamonnum. Sjálvur haldi eg ikki, at omanfyrinevnda skipan, við eykamonnum er so heilt forkastilig. Hetta uppskot leggur upp til, at komandi landsstýris- menn fáa eina útbúgving frá verandi landsstýris- monnum. Úrslit, - tann komandi landsstýrismaður- in kann taka við sama dag sum tann fráfarandi fer frá, tann komandi landsstýris- maðurin hevur holla vitan um málsøkið, hann skal hava ábyrgdina av og tað verður nemmari hjá tí komandi landsstýrismann- inum at byrja sítt samstarv við sína umsiting. Samanumtikið, ein nýggj skipan, ið tryggjar at vit fáa landsstýrismenn við týð- andi og viðkomandi starvs- royndum. Eykalandsstýrismenn “Skarpur verður hild- arleikur, tá norðmenn mót norskum stríða.” Hergeir Nielsen Nakað av fagnaðarrómi hevur staðist um komandi Suðuroyartunnilin, men tíverri eisini onkur formlig misskiljing. Lat meg tí sláa fast, at NCC hevur ikki verið hjá landsstýrinum við nøkrum tilboði um ger av tunli í Suðuroy. Landsstýrið hevur hin- vegin fingið eitt tilmæli frá mær, grundað á fund, sum eg hevði saman við Petur Hammer við NCC. Á hesum fundi bað eg um eina skrivliga niðurstøðu av fundi okkara, og hesum var eg so ovfarin av, at eg sama kvøldið skrivaði tilmæli um málið og bar landsstýrismanninum tað dagin eftir, hjálagt skrivi frá NCC. Skrivið frá NCC er stílað til mín, og tað kann lesast á heimasíðu míni “www.her- geir.com”. Tilmælið hevur gjørt um seg. Landsstýrismaðurin hevur ikki svarað tí enn, men boðað frá alment, at hann útsetti framløguna av Suðuroyartunlinum til eftir Ólavsøku. Næsta átak hansara var at boða frá, at hann hevði sett norskar serfrøðingar at kanna norskar serfrøðingar. Norsku serfrøðina hjá Djurholm ræðast vit ikki, og sjálvandi skulu vit, tá tað kemur hartil, hava at vita, hvør henda serfrøði er. “Skarpur verður hildar- leikur, tá norðmenn mót norskum stríða,” segði Ólavur kongur fyri 1000 árum síðan, og tað sama siga vit í dag. NCC, sum er næststórsti entrprenørur í norðanlond- um, hevur ein árligan um- setning upp á 35 mia.kr. Fyritøkan eigur sjálvandi neyðugu serfrøðina til hendan tunnilin, og teir brúka hana sjálvandi eisini, fara teir at geva eitt tilboð upp á gerð av okkara tunli. Og tað fara teir at gera saman við øðrum fyritøk- um, sum ivaleyst fara at bjóða seg fram. Suðuroyartunnilin er átøkur Vágatunlinum, og alstórur fyrimunur liggur í einum samstarvi millum landsverkfrøðingin og NCC. Partarnir kenna hvønnannan, og teir hava samstarvað um Vágatunn- ilin, sum var ein framúr góð verkætlan. Fekk NCC boð um at gera tunnilin í dag, høvdu teir borað í apríl og verið lidnir, tá nýggi Smyril kom. Sumbingar kundu tá farið á súkklu at tikið ímóti nýggja Smyrli,. Norska serfrøðin heldur seg til at gera tunlar fram eftir sløttum omanvert sjóvarmálan. Har er eingin brekka, lítil og eingin kavi og so at siga eingin nýggj vegagerð fyri neyðini. Fastur kostnaður er mett- ur til 92 mió.kr., og ferju- legan á Trongisvágsfirði verður spard fyri 15 mió. kr. í gróti og flutningi. Landstýrismaðurin, sum var á veg niðan í tingi við einum fjallavegi fyri 42 mió.kr., íbundnum einum tunli ovast undir Hovstúgv- uni fyri 90 mió.kr., er nú hopaður eftir hæli. Serfrøðin í Vinnumála- stýrinum er sjálvandi kom- in í eitt satt óðnarveður, og hevur tí leitað upp aðra serfrøði at meta um okkara serfrøði. Tað er ein sjálv- fylgja, og vónandi bera teir skjótt at. Suðringar hava í áravís verið um at sálast av súðin- um á Drelnesi. Mangan hevur Smyril slitið teymar- nar har, og verið noyddur at flyta. Nú drúgvar og kostnaðar- miklar kanningar hava stað- ist av at finna frægasta staðið at leggja nýggju ferjuleguna, kemur Jóannes Eidesgaard undan kavi, og heldur seg vita betri. Hann mælir til at leggja ferjuleguna aðrastaðni enn har, ið áralongu kostnaðar- miklu royndirnar siga hana liggja best fyri. Hann hevur kastað kær- leika sín á eitt æðuvarp á syðra armi á Trongisvágs- firði, og er komin eftir, at har kann nýggi Smyril also ikki liggja. Trongisvágsfjørður er, allur sum hann er, at náttúruvakrastu firðum í landinum. Stórt spell er, at land og kommuna ikki kundu samstarva um felags havnalag á Drelnesi, so vit eisini har - eins og við tunlinum - kundu fingið eina skjótari, betri og bíligari loysn enn við einari nýggjari ferjulegu úti í óspiltari náttúri. Serfrøðin hjá landsstýris- manninum tók tíverri ongar royndir av líknandi pieri inni á Drelnesi, tá Trongis- vágsfjørður kortini var bygdur upp og royndur niðri á Dansk Hydraulisk Institut. Tí endaði ferjuleg- an longri úti á fjørðinum, har kyrrast var, og tað er tíverri mitt í einum sera náttúruvøkrum øki. Lítlhólmur kemur at liggja leysur av pierinum og reiðiliga tað, men givið er, at fjørðurin fær ein ann- an dám, har flúrurin hjá Jóannesi Eidesgaard fer undir. Tað gera nú flúrar vanliga, so tí fara vit helst at noyðast at liva við, tí- verri. Samferðslukollveltingin í Suðuroynni er komin undir land. Smyril stendur í bakka- stokki, og ferjulegan verður klár at taka ímóti honum. Tá verður tað ein farin tíð at fara eftir fjøllunum til Smyril, tí tunlar liggja nú einafer best ígjøgnum og ikki tvørtur yvir fjøllunum. Frameftir sløttum C M Y K 11 10