Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 33 - 18. februar 2003 Nr. 33 - 18. februar 2003 13 VIÐMERKINGAR Starvsfólkini á Føroya Fornminnissavni heita í opnum brævi til løgmann um at fylgja egna starvs- fólkapolitikki sínum, og at sýna fyrisiting- arrætti og vanligari rættarkenslu ta virð- ing at gera setanina av landsantikvari til einkis Harra løgmaður Undirritaðu, ið øll eru í føstum starvi á Føroya Fornminnissavni, vilja við hesum mótmæla teimum mongu brotum, sum í mál- inum um setan av landsan- tikvari eru framd á rættindi okkara sum starvsfólk, so- leiðis sum hesi m.a. eru út- greinað í tí setanarpolitikki, sum er ásettur av Føroya løgmanni og í fyrisitingar- lógini. Í tí sum fram er komið, síggja vit, at setanin er farin fram við sera stórum nær- lagni, men als ikki eftir teirri ásettu mannagongdini hjá mentamálaráðnum. Vit eru tíverri sannførd um, at avgerðin um setan av nýggjum landsantikvari er ikki farin fram á rættan og rættvísan hátt, og vit kenna okkum tí ikki trygg við av- leiðingarnar av avgerðini. Landstýrismaðurin hevur lítið innlit í lógarfestu upp- gávur stovnsins, hevur ongatíð verið á stovninum og hevur einki samskifti havt við stovnin. Fyrst varð skipað fyri eini formligari setanartil- gongd, har umboð okkara tók lut, og síðani varð skip- að fyri teirri reellu setanar- tilgongdini, har starvs- fólkaumboðið varð útihýst frá viðgerð og setanarsam- røðum. Vit mótmæla, at landsstýrismaðurin í mentamálum soleiðis setti rættindi okkara at vera við í setanartilgongdini til viks. Vit mótmæla, at tað um- boð, vit eftir boðum mynd- ugleikana og í samsvari við almenna setanarpolitikkin hava valt í setanarnevndina, av landstýrismanninum utt- an grundgeving verður mett ikki at gera arbeiði sítt nóg væl og straks gerst off- ur fyri almennari útspilling. Vit mótmæla, at lands- stýrismaðurin sjálvur átek- ur sær at taka dagar ímill- um, hvør hevur størsta fak- liga og fyrisitingarliga før- leika at stýra stovninum. Setanin er liður í eini politiskt ætlaðari broyting- artilgongd, sum landsstýris- maðurin í stríð við starvs- fólkapolitikkin hevur sett í verk. Starvsfólkini eru enn ikki kunnað um ætlanir landsstýrimansins. Vit mót- mæla, at vit hvørki hava havt høvi at umrøða ella ummæla broytingarætlanir- nar og ikki hava kunnað tikið lut í broytingararbeið- inum í samsvari við starvs- fólkapolitik landsstýrisins. Samstarv og sínámillum virðing millum stovnsleið- ara og starvsfólk eru avger- andi fyri sálarliga arbeiðs- umhvørvið. Tað er øll orsøk at stúra fyri arbeiðsum- hvørvinum, um politiskt settur stovnsleiðari veruliga fær loyvi at taka við leiðsl- uni av Føroya Fornminnis- savni. Tann skaði, sum longu er hendur við tí per- sónliga ágangi, sum starvs- fólkum hava verið fyri, er nóg álvarsligur. Vísandi til omanfyri standandi heita vit á løg- mann at sýna egna starvs- fólkapolitikki sínum, fyri- sitingarrætti og vanligari rættarkenslu ta virðing at gera setanina av lands- antikvari til einkis. Hoyvík, tann 14. februar 2003 Mayfinn Norðoy, arkitektur Regin Debess, savnslærari Súsanna Joensen, konser- veringsteknikari Jóannes Stephansson, savnshjálpari Ólavur Øster, savnshjálpari Hákun Andreasen, savns- hjálpari Hanna Mortensen, savns- skrivari Josefina D. Haraldsen, skrivstovufólk Elsuba Olsen, skrivstovu- fólk Arne Thorsteinsson, fv. landsantikvarur Kim Clementsen, húsavørður Verður sent: Mentamálaráðnum Magistarafelag Føroya Arkitektafelag Føroya Føroya Lærarafelag Starvsmannafelagnum Fjølmiðlunum Fylg starvsfólkapolitikkinum! Magistarafelagið stendur fast við kravið um, at Annliss Bjarkhamar, lands- stýriskvinna, skal annullera setanina av landsantikvarinum. Vit prenta svar Mag- istarafelagsins niðanfyri LANDSANTIKVARUR Tíðindaskriv »Nevndin í Magistarafelag Føroya takkar fyri svarið frá landsstýrismanninum í mentamálum til bræv okk- ara tann 10. februar 2003. Svarið frá landsstýrismann- inum er dagfest 10. februar og sent undirritaðu tann 12. februar. Eins og landsstýrismað- urin, harmast nevndin í Magistarafelagnum eisini um, at eitt persónsmál av hesum slagi verður viðgjørt alment. Nevndin hevur hvørki ætlanir ella ynski um at viðgera fakligan ella persónligan førleika hjá umsøkjarunum til starvið sum landsantikvarur. Hinvegin metir nevndin, at málið hevur prinsipiellan týdning í mun til starvset- anarpolitikkin sum heild, ikki bert fyri tann einstaka limin hjá felagnum, men fyri allar limir felagsins. Sum fakfelag vilja vit sjálvsagt hava vissu fyri, at setanir á almenna starvsøk- inum hjá okkum verða framdar á tryggan hátt. Vit loyva okkum framvegis at ivast í, at setanartilgongdin í hesum máli hevur lokið hetta grundleggjandi krav- ið. Nevndin er eisini ónøgd við, at landsstýrismaðurin ikki hevur svarað tí, sum vit halda er tað mest umráð- andi í hesum máli. Í hesum sambandi vísa vit serliga aftur á punkt 3 í okkara brævi frá 10. febru- ar, har komið er inn á mun- in millum starvslýsingarnar (báðar) og grundgevingina hjá landsstýrismanninum til Símun V. Arge fyri, hví hann ikki hevur fingið starvið. Landsstýrismaður- in tekur fram í sínum brævi til Símun V. Arge, at egna viðgerðin av setanini bygg- ir eisini á aðrar fortreytir, ið ikki vóru settar í starvs- lýsingini: "Umframt tær fortreytir, ið settar eru í starvslýsing- ini, meti eg eisini at hugt eigur at vera at, hvørjar av- bjóðingar Føroya Forn- minnissavn hevur fyri framman. Hetta er neyðugt fyri at nágreina, hvørjir før- leikar og eginleikar dentur eisini eigur at verða lagdur á, tá nýggjur landsantikiv- arur verður settur…." Síðani eru hugsjónir landsstýrismansins fyri framtíðar virksemið hjá Føroya Fornminnissavn út- greinaðar í hesum fimm punktum: - verða stovnur, ið dugir at síggja og nýta teir møguleikar, ið eru í forn- frøðiliga arvinum og gera hesar til ein part av okkara tilvitan. - hava tætt tilknýti og samstarv við alt frá íbúgv- anum í lokalsamfelagnum til granskaran í útlondum. - geva gransking og vísindaligum arbeiðið størri leiklut - við greiðum ætlanum vera í fremsta røð bæði í heimligum og altjóða forn- frøðiligum arbeiði. - í størri mun gerast partur av altjóða gransking- arverkætlanum og harvið gera Føroyar sjónligari í al- tjóða høpi" Her er sostatt í roynd og veru talan um eitt heilt ann- að starv enn tað, sum lýst varð. Grundgevingin hjá lands- stýrismanninum og til- gongdin sum heild hevur fleiri spurningar við sær: • Hví eru raðfestingarnar hjá landsstýrismanninum fyri virksemi savnsins ikki frammanundan útgreinaðar í starvslýsingini og tískil gjørdar til ein týðandi part av samrøðunum, sum set- anarnevndin hevði við umsøkjararnar tann 22. november 2002? • Tá ið landsstýrismaðurin kallar báðar umsøkjararnar innaftur til samrøðu tann 29. januar 2003, hví eru hesar ætlanir fyri savnið ikki gjørdar Símun V. Arge kunnugar áðrenn samrøð- una? Sum tað framgongur av svarskrivinum tann 10. februar, fekk Símun V. Arge at vita at tað var ".. skila- gott at fyrireika seg út frá m.a. starvslýsingini…" • Hvør er fakligi førleikin hjá landsstýrismanninum at meta um granskingar- og vísindaligan førleika hjá nýggjum landsanktikvari? Tað framgongur av skjøl- unum í málinum, at spurt varð á samrøðuni m.a um útbúgving, undirvísingar- og granskingarroyndir. • Tá ið landsstýrismaðurin ikki er nøgdur við fyrsta tilmælið hjá setanarnevnd- ini frá 10. desember 2002, útgreinar setanarnevndin tilmælið av nýggjum við støði í teimum samrøðum, setanarnevndin hevði við umsøkjararnar tann 22. november 2002. Tá ið tað er vorðið landsstýrismann- inum greitt, at atlit ikki er tikið í teimum fyrstu sam- røðunum til alt grundar- lagið fyri setanina, sum landsstýrismaðurin ynskir lýst, hví er starvið ikki lýst av nýggjum og ein nýggj setanarnevnd sett, sambært nýggju fortreytirnar hjá landstýrismanninum? Framtíðar virksemið hjá savninum, sum landsstýris- maðurin leggur stóran dent á í sínari grundgeving til Símun V. Arge, inniber m.a. at geva gransking og vís- indaligum arbeiði størri leiklut, og í størri mun ger- ast partur av altjóða gransk- ingarverkætlanum. Nevnd- in metir, at til tess at tryggja sær flest møguligar royndar umsøkjarar til leiðandi starvið á einum stovni við stórum framtíðarætlanum fyri menning av gransking á fornfrøðiliga økinum, hevði tað verið hóskandi at lýst starvið víða um, í min- sta lagi í øllum norðurlond- um og ikki bert í Danmark. Men munurin millum lýsingarnar er ikki høvuðs- málið fyri nevndina. Sum víst varð á í brævi okkara tann 10. februar, framgong- ur tað av skjølunum í mál- inum, at setanarnevndin tók atlit at hesum muninum millum lýsingarnar í sínari útgreining av umsøkjarar- unum og kortini kom til somu niðurstøðuna. Nevndin loyvir sær at ivast í tí, sum landsstýrismaðurin skrivar, at "mett verður ikki, at munurin hevur tann týdn- ing, sum førdur er fram í skrivi tykkara." Tað er ikki nevndin í Magistarfelagn- um, men landsstýrismað- urin sjálvur ið leggur dent á munin millum føroysku og donsku lýsingarnar, tá ið hon tann 20. desember biðjur setanarnevndina um eina útgreining av tilmæl- inum. Nevndin skilir kortini framvegis ikki, hví mun- urin varð gjørdur yvirhøv- ur, og hví Magistarafelagið ikki fekk donsku lýsingina at síggja áðrenn hon varð lýst, hóast Mentamálaráðið gjørdi sær tann ómak í september 2002 at biðja um og viðgera í størstum álvara okkara viðmerkingar til ta føroysku lýsingina. Nevnd- in skilir heldur ikki, hví Mentamálaráðið ikki gjørdi Símun V. Arge vart við munin millum lýsingarnar, serliga tá hugsað verður, at hann varð biðin um at viðmerkja donsku lýsing- ina í skundi longu sama dag, sum hann fekk hana til ummælis. Høvuðsmálið fyri nevnd- ina í Magistarafelagnum er, at tá ið ein landsstýrismaður metir um umsøkjarar til eitt starv út frá fakligum for- treytum, sum ikki er ein greiður partur av starvslýs- ingini frammanundan, er tað sera umráðandi at viðkom- andi landsstýrismaðurin heldur seg til krøv og mannagongdir, sum eru galdandi í setanarpolitikk- inum. Vit taka fram aftur fylgj- andi frá brævi okkara tann 10. februar 2003: Grundleggjandi í enda- málsorðingini í setanar- politikki landsins er at tryggja, at viðkomandi stovnur setir umsøkjara, íð úr einum heildarsjónarmiði er best egnaður til starvið. Útgangsstøðið fyri at gera eina heildarmeting av um- søkjarunum er, at leiðslan frammanundan hevur gjørt sær greitt, hvat innihaldið í starvinum er, og hvørji krøv verða sett til tann, sum skal røkja starvið. Sum víst er á omanfyri, metir nevnd- in ikki, at politiska leiðslan í mentamálaráðnum, sum einsamøll hevur mett um umsøkjararnar av nýggjum, frammanundan hevur gjørt sær hetta greitt. Landsstýrismaðurin hev- ur í svari sínum tann 10. februar 2003 ikki tikið støðu til høvuðsspurningar- nar hjá nevndini, sum settir vórðu í brævinum tann 10. februar og sum eru útgrein- aðir omanfyri. Niðurstøðan hjá nevndini er framvegis tann, at rætt er ikki farið fram í setanini, tí at fortreytirnar fyri av- gerðini hjá landsstýris- manninum um starvsøkini hjá landsantikvarinum eru so munandi broyttar eftir at starvið er lýst. Tí heldur nevndin fast við krav sítt um, at setanin verður ann- ullerað.« Brævið er undirskrivað av Kate Sanderson, for- kvinnu Magistarafelagsins. Magistarafelag Føroya: Annullera setanina av landsantikvarinum NØVN Í VIKUNI Í gjár tók nýggi lands- stýrismaðurin við fiskivinnumálum við starvinum. Hann er spentur upp á at fara til arbeiðis, sigur hann LANDSSTÝRISMAÐUR Edvard Joensen Nýggi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, Jac- ob Vestergaard, tók við starvinum í gjár. Jacob Vestergaard sigur, at hann er spentur upp á at taka við nýggja starvinum. Tað er ein stór avbjóðing, sigur hann, men leggur samstundis dent á, at hann ikki fer í starvið við tí fyri eyga at gera nakrar stórar broytingar soleiðis beinan- veg. – Politikkurin verður tann sami, sum førdur hev- ur verið frammaundan. So fáa vit at síggja, hvat hend- ir, og hvussu tað kemur seg, sigur hann. Arbeiðsdagurin há nýggja landsstýrismannin- um byrjaði á skrivstovuni hjá Løgmanni úti í Tinga- nesi, har teir prátaðu saman um starvið og tað, sum við hongur, áðrenn teir fóru yvir til Strond, har løgmað- ur kunnaði starvsfólk og nýggja landsstýrismannin fyri hvørjum øðrum. Anfinn Kallsberg, løg- maður, hevur sjálvur røkt sarvið sum landsstýrismað- ur við fiskivinnumálum hendan seinasta mánaðan, síðan Jørgen Niclasen legði frá sær. So formliga skiftið millum landsstýrismennin- ar verður millum teir báðar. Almenn móttøka fyri nýggja landsstýrismannin- um verður í Tinganesi í morgin. Dagurin er settur til í morgin orsakað av, at tá kemur løgtingið saman, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking. Spennandi starv Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur umsitið fiskivinnumál, síðan Jørgen Niclasen legði frá sær, var í Fiskimálaráðnum sam- an við Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, tá hesin tók við starvinum í gjár Mynd: Jens Kristian Vang 1. februar varð Regin Hammer í Havn settur sum FOÍB-umsitingarleiðari hjá Sp/f Atlanticon á Bryggju- bakka í Havn. FOÍB (Før- oya Oljuídnaðarbólkur) er samtak av teimum 13 olju- feløgunum, sum hava fing- ið loyvi til oljuleiting í Føroyum. Atlanticon sten- dur fyri umsitingini av FOÍB samstarvinum. Regin, ið er útbúgvin olju- búskaparfrøðingur frá Robert Gordon University og Dundee University, hevur seinnu árini arbeitt sum búskaparanalytikari hjá danska oljufelagnum DONG, sum eisini vísir Føroyaøkinum stóran áhuga. Meiri um FOÍB sæst á www.foib.fo. Í gjár, mánadagin 17. februar, lat Skilling Optik í N. Finsensgøtu upp í nýumvældum hølum. Leiðari í handlinum er Heidi Arge, ið er abbadóttir Andreas A. Arge, sum stovnaði handilin fyri 80 árum síðan. Handilin varð stovnaður 1. februar í 1923 av Andreas A. Arge, vanliga nevndur Skilling, sum hevði staðið í læru hjá pápabeiggjanum Eliesar Arge ursmiði í Bringsnagøtu. Tá Eliesar doyði, yvirtók Andreas A. Arge, handilin í Bringsnagøtu. Fyrsti kundin í handlinum hendan dagin, 1. februar 1923, var Johannes Vang úr Kvívík. Seinni flutti handilin til eina aðra adressu í somu gøtu. Synirnir hjá Andreas A. Arge (Skilling), Jákup Andreas og Dagfinn, lærdu báðir til ursmið hjá pápanum og førdu fyritøkuna víðari. Í 1996 bleiv eitt nýtt partafelag stovnað, tá yvirtók Heidi Arge, dóttir Jákup Andreas, partin hjá pápanum. Í dag er Heidi Arge leiðari í handlinum í N. Finsensgøtu og Dagfinn Arge er leiðari í handlinum í SMS. Skilling 80 ár Regin Hammer – FOÍB- umsitingarleiðari hjá Atlanticon Heidi Arge leiðari í Skilling Optik í N. Finsensgøtu C M Y K 13 12