týsdagur 18. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2003
15
Eingin slingur var í
valsinum hjá VB, tá
tær á útivølli møttu
Kyndli, og nú nærkast
FM-heitið við fullari
ferð
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað tók ikki langa tíð hjá
VB at staðfesta, at tær vóru
komnar til Havnar eftir
tveimum stigum sunnudag-
in. Mangan hevur VB havt
tað sera trupult í júst hesum
dystinum, men sunnudagin
var so eingin ivi. Als ein-
gin.
Verja og kontra
Tá 20 minuttir vóru farnir
av dystinum, stóð longu 4-
15 á máltalvuni, og longu tá
mundi hvør tann einasta av
teimum grønu hava uppgiv-
ið mest sum hvørja vón um
at fáa nakað munagott burt-
ur úr dystinum.
Uppskriftin hjá VB var
hin sama, sum hon var í
finaludystinum – í øllum
førum fyrra hálveik – móti
VÍF, og sum hon eisini var í
dystinum móti VÍF í Vági.
Ein dystur, sum av álvara
setti í kortið, at VB veruðr
ringt at taka aftur í ár.
Við eini verju, sum ikki
gav mótstøðuliðnum nógv-
ar møguleikar at bróta
ígjøgnum, syrgdu tær fyri,
at Kyndil ikki fekk gjørt
stórvegis um seg í álops-
partinum, og so var bara at
sláa kontra hinvegin. Og
tað gjørdu tær eisini. Mest
sum hvørt mistak frá
Kyndli varð straks revsað.
Ein langur bóltur frameftir
vøllinum, og so var ein av
VB-leikarunum fyrst á. Og
tað var eisini heilt skjótt, at
hetta fór at merkja Kyndils-
liðið. Mistøkini í álops-
partinum forplantaðu seg
eisini í verjupartin, soleiðis
at tað til tíðir kundi gera tað
sama, um VB var í kontra
ella ikki. Støðurnar vóru í
øllum førum meinlíkar, tó
hóast seks av teimum grønu
vardu fyri, kundu VB-
kvinnurnar ferð eftir ferð
spáka sær ígjøgnum verju-
na og senda bóltin framvið
eini sakarsleysari Fríðu
Petersen í málinum.
Bara pynt
At VB longu tíggju minutt-
ir undan steðginum kundi
taka Reda Kurkauskiene av
vøllinum, og at tær í long-
um løtum eftir steðgin
spældu uttan báðar útlend-
sku stórskjúttarnar, sigur
helst nakað um, hvussu
tryggar tær kendu seg, og
tað var helst eisini hetta
sum gjørdi, at Kyndil hóast
alt slapp at pynta um úrslit-
ið.
Tí tað var í veruleikanum
bert hetta, sum hendi.
Kyndil vann seinasta kort-
erið av dystinum 11-3, men
tað var als ikki tí, at tær nú
vóru betri enn VB. Snøgt
sagt, so vóru tær somikið
góðar, sum VB gav teimum
loyvi til at vera, og tað sigur
helst ikki so lítið um styrk-
ina, sum VB tykist hava í
løtuni. At Kyndil so í løtum
sýndi ein syndarligan mang-
ul upp á stríðsvilja er eitt
annað mál, men yvir høvur
tóktist hetta ikki nerta við
heildarmyndina av VB-
avrikinum.
Sær gott út
Heldur enn at hava mettað
leikararnar tykist steypa-
sigurin á VÍF bert at hava
givið
leikarunum
betri
matarlyst til fleiri heiðurs-
merki, og skal dysturin
sunnudagin vera grundar-
lagið, so er einki at ivast í,
at VB verður meistari.
Og sjálvt hjá mest svart-
skygdu vágbingunum kann
nú eisini staðfestast, at tað
sær heilt gott út. Hóast
grundspælið enn er ungt, so
hevur VB longu leikt fleiri
av teimum dystunum, sum
á pappírinum eru teir
truplastu. Tær hava verið á
Skála, tær hava verið tvær
ferðir í Havn, og av ovaru
liðunum í deildini eru tað
nú bert Stjørnan og VÍF,
sum eru eftir á útivølli. Júst
Stjørnan er næsta mót-
støðuliðið, og vinnur VB
eisini hendan, er trupult at
síggja nakran, sum kann
steðga teimum á vegnum
móti gullinum. Enn er VÍF
eftir í Vestmanna, og hetta
er helst tann truplasti dyst-
urin av øllum, men sum
støðan er í løtuni, so eru
enntá eisini ráð at tapa
hendan dystin.
Hjá Kyndli mundi tapið
sjálvsagt svíða fast, men
fyri samlaðu støðuna hjá
teimum, nýtist hetta tó ikki
at kosta so nógv. Tær eru
enn ájavnar Stjørnuni í
bronsudystinum, og sum
støðan hevur verið í ár, er
hetta helst tað mesta, sum
Kyndil kann gera sær vónir
um. Við hópinum hjá lið-
num áttu vónirnar um fínari
heiðursmerki helst ikki at
veri ógrundaðar. Hesa ferð
var liðið enn tá meira styrkt
við Sabinu Frølund, sum er
komin higar við fótbólts-
leikandi manni sínum, men
hondbóltur er tíbetur meira
enn einføld støddfrøði. Tað
er ikki altíð so, at samlaði
summurin av einstøku kom-
ponentunum gevur samlaða
samlaða úrslitið. Meira
óítøkilig heiti sum saman-
hald, stríðsvilji og taktist
snildi hava eisini sítt at
siga, og her hevur Kyndils-
liðið ikki verið nóg sterkt í
ár.
Dysturin í tølum
Kyndil-VB 24-31(9-20)
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen
9(4), Annika Ljósstein 5(3),
Ileana Manolescu 4, Heidi
Maria Akselsen 3, Sabina
Frølund 1, Ann Mari Wang
1, Jensia Petersen 1
VB: Daiva Toumaite 9(2),
Reda KLurkauskiene 8,
Rannvá Augustinussen 5,
Gurið Mortensen 3, Arn-
leyð Hjelm 3, Laila Jesper-
sen 3
Brotskøst: Kyndil 10, VB 2
Útvísingar: Kyndil 2, VB 1
Dómarar úr Neistanum:
Kristian Johansen & Sámal
Hansen. Leiddu dystin utt-
an stórvegis roks í samfull-
ar 60 minuttir.
Kyndil-VB 24-31 (9-20):
Eitt orð – sorl
Tað var serliga í verjupartinum, at VB sýndi styrkina, og til tíðir tóktist tað mest sum ógjørligt hjá Kyndli at bróta ígjøgnum
verjugarðin
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
4
4 - 0 - 0
416
342
74
17
2 VÍF
5
3 - 1 - 1
391
325
66
15
3 Stjørnan 3
1 - 0 - 2
317
319
-2
10
4 Kyndil
4
2 - 0 - 2
388
395
-7
10
5 Neistin 4
1 - 0 - 3
315
342
-27
7
6 StÍF
3
0 - 1 - 2
350
380
-30
7
7 Tjaldur 3
1 - 0 - 2
300
374
-74
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
4
3 - 0 - 1
494
407
87
15
2 StÍF
3
1 - 2 - 0
428
375
53
13
3 Neistin 3
1 - 1 - 1
422
392
30
12
4 Kyndil
3
1 - 1 - 1
397
397
0
9
5 KÍF
4
1 - 1 - 2
410
441
-31
8
6 H71
4
2 - 0 - 2
409
463
-54
7
7 Tjaldur 3
0 - 1 - 2
376
461
-85
4
Máltindarnir
Kvinnur
Daiva Tuomaite
VB
127
(25)
Asta Petrauskiene
StÍF
118
(36)
Sóley Mikkelsen
VÍF
114
(40)
Lotte Sørensen
Kyndil
113
(56)
Reda Kurkauskiene
VB
106
(16)
Simona Dziugyte
Neistin
106
(33)
Danijela Ercevic
Stjørnan
104
(31)
Milica Ergic
Tjaldur
99
(20)
Lenka Ribaric
Tjaldur
75
(21)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
72
(4)
Nicoleta Radu
VÍF
71
(1)
Alina Olaru
StÍF
71
(7)
Jacklin Durhuus
VÍF
65
(6)
Ileana Manolescu
Kyndil
58
(9)
Laila Jespersen
VB
57
Menn
Dragisa Stojovic
Tjaldur
130
(15)
Damir Oros
KÍF
125
(26)
Sveinur Justinussen
StÍF
108
(19)
Halgir D. Olesen
H71
106
(2)
Jacob Jónsson
Kyndil
89
(7)
Morgan Knezevic
Neistin
89
(21)
Ingi Olsen
VÍF
84
(18)
Áki Olsen
VÍF
82
(6)
Áki Mørk
Neistin
78
(22)
John Zachariasen
VÍF
75
Costin Dumitrescu
StÍF
70
(14)
Niels Viggo Niclassen
H71
65
Finnur Hansson
Kyndil
63
(10)
Petur Martin Poulsen
KÍF
61
Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil
60
(20)
15
Nr. 32 • týsdagur • 18. januar 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Havnin stendur til at
missa mannin
Talan verður uttan iva
um stríðsval, tá aðal-
fundurin hjá FSF skal
kjósa sær varafor-
mann. Í løtuni eru
ábendingar um, at
miðstaðarøkið missur
nevndarumboðið,
men enn eru fýra
dagar eftir, og sum
skilst verður dúgliga
rikið
FÓTBÓLTSVAL
Jákup Mørk
Fleiri av teimum, sum van-
liga fylgja væl við, hvat
fyriferst innan karmarnar
hjá
Fótbóltssambandi
Føroya, mundu vakna við
kaldan dreym fríggjadagin.
Uttan at nakar veruliga
hevði varnast tað, høvdu
gøtumenn sett fram Niklas
á Líðarenda sum mótkandi-
dat til Børge B. Hansen
sum varaformann í FSF.
Eitt var, at Børge, sum
hevur verið fastur fúsur í
nevndini í fjórðings øld
ikki longur kundi kenna seg
heilt vísan í at verða aftur-
valdur. Annað er, at mót-
kandidaturin kom somikið
óvæntað, sum hann gjørdi
hesaferð.
Aloftast hevur tað nevn-
liga verið so, at hóast sein-
asta freistin at stilla valevni
upp, hevur verið 10 dagar
undan fundinum, so hevur
tað verið ógvuliga opið
millum feløgini, hvørji
evnini hava verið. Ikki
minst soleiðis at stundir
hava verið til at finna
mótvalevni og ella til at
justera landafrøðiliga býtið
á nevndini.
Og tað er ikki minst hetta
seinasta - tað landafrøðiliga
býtið – sum ruðuleiki nú
tykist vera komið í. Verður
tað so, at Niklas á Líðar-
enda kemur í nevndini, og
tað er tað mangt, sum bend-
ir á, so er samstundis líkt
til, at høvuðsstaðarøkið fyri
fyrstu ferð er uttan umboð-
an í nevndini. Av vanligu
nevndarlimunum stendur
valið millum teir tríggjar,
Jens Erik Magnussen, Óla
Holm og Sveinbjørn Dani-
elsen, harav Óli og Svein-
bjørn helst dystast um sess-
in fyri Suðuroynna, meðan
Jens er trygt umboð fyri
Vágoynna. Hinir nevndar-
limirnir eru Dánjal Andrea-
sen, formaður, Rúni Heine-
sen, Karl Vidtfeldt og
Christian Andreasen. Hesin
seinast nevndi verður tó av
fleiri mettur sum umboð
fyri miðstaðarøkið, tó at
hann hevur røtur í Eystur-
oynni.
Nú er at reka
Nú freistin at seta nýggj
valevni fram er runnin, er tí
lítið at ivast í, tað frá fleiri
síðum fer at verða arbeitt
við at tryggja Børge nevnd-
arsessin í eitt skeið afturat.
Tað verður ikki sagt hart
nakra staðni, men tað er
lítið at ivast í, at telefonir-
nar hjá ymsu feløgunum
hava kimað dúgliga síðani
fríggjadagin, eins og tær
gjørdu fyri fýra árum síð-
ani. Tá stóð valið millum
Mortan Poulsen og Børge
B. Hansen, og tá gjørdist
talan um eitt ógvuliga
spennandi val. Eitt val, sum
Børge at enda vann við
einari einsamallir atkvøðu.
Hinvegin er spurningur-
in, um gott fótarbeiði hjá
stuðlunum er nóg mikið
hesaferð. Í øllum førum er
lítið at ivast í, at mest sum
loyniliga uppstillingin av
Niklas á Líðarenda er væl
fyrireikað. Heldur ikki er
nógv at ivast í, at Niklas
stendur sterkur millum
eysuroyarfeløgini, har stív-
ur triðingur av atkvøðunum
hjá aðalfundinum eru at
finna. Akkurát hvussu støð-
an er aðra staðni í landinum
er kanska eitt sindur torført
at siga, og enn kann nógv
eisini broytast. Fýra dagar
eru enn eftir til valið, og so
er spurningurin, hvør rakst-
ur hevur hilnast betri.
Á aðalfundinum í
Útvarpshøllini fer
nevndin hjá FSF at
leggja fram uppskot
um at avtaka regl-
una, sum sigur, at
nevndarlimir ikki
fáa samsýning fyri
arbeiði teirra
FÓTBÓLTSFUNDUR
Jákup Mørk
Tvey uppskot um lógar-
broytingar verða lagdar
fyri aðalfundin hjá FSF
leygardagin.
Sum vit skrivaðu í leyg-
ardagsútgávu okkara kun-
di roknast við, at B71 fór
at seta fram upskot um at
broyta dystirnar um upp-
og niðurflyting, soleiðis at
talan her bert verður um
tann eina dystin.
Løn fyri stríðið
Hitt uppskotið til broyt-
ingar kemur frá nevndini,
sum ætlar at broyta grein
8 í reglunum fyri FSF. Her
ljóðar ein setningur í ver-
andi lógini, at »Nevndar-
limir fáa onga løn fyri
starv síni« men nú vil
nevndin hava hesa grein
strikaða.
Hvørt nevndarlimirnir í
FSF skulu hava samsýn-
ing fyri virki sítt er ein
spurningur, sum fleiri
ferðir áður hevur verið
viðgjørdur, men tó ongan
tíð í hesum foruminum.
Og tí er einki at ivast í, at
tað fara at verða sera
ymsar fatanir av málinum
millum ymsu feløgini.
At nevndarlimir nýta
stóran part av frítíð síni til
nevndararbeiðið, er einki
at ivast í, og fyri fleiri
man tað heldur ikki tykj-
ast annað enn rímiligt, at
samsýning av onkrum
slag verður latin afturfyri.
Hinvegin hevur fíggjar-
støðan hjá FSF verið alt
annað enn góð seinnu
árini. Eginpeningurin í
seinasta roknskapi varð
mest sum bjargaður av, at
FSF samtykti liðugtgerð-
ina av bygninginum við
Tórsvøll – og harvið
tryggjaði sær rætt til
miliónastuðul frá FIFA og
UEFA – men hinvegin er
fjørða í kassanum við
tøkum peningi. Lutakast-
ið í inniverandi EM-und-
ankapping var einasta
bjargingin fyri framhald-
andi landsliðsaktiviteti á
øllum stigum, og so er
spurningurin, í hvønn
mun, feløgini vilja vera
við til at fíggja ein dýrk-
andi yvirbygna. Tann av-
gerðin fellur á aðalfund-
inum, men undan at-
kvøðugreiðsluni er einki
at ivast í, at fleiri spurn-
ingar skulu svarast.
Nevndin
vil hava
løn
Uppstillingin av Niklas á
Líðarenda tykist hava skapt
rumbul í landafrøðiliga
býtinum av nevndarsessum í
FSF
C
M
Y
K
14